Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ver vælkomin til ta stóru árligu messuna á Hálsi vikuskiftið 19. - 21. september Tað verður Ítróttarhøllin á Hálsi, sum aftur í ár verur karmur um messuna, sum hesuferð er fullsett við 37 básum, har heilsølur, umboð, framleiðslu- og tænastufyritøkur koma at sýna fram og selja vínar vørur og tænastur. Messan verður sett fríggjadagin kl. 10:15 av Bjarna Djurholm landstýrismanni í vinnumálum. Hetta er 6 árið at skipað verður fyri hesi messu. messan er opin fríggjadagin og leygardagin kl. 10-19 og sunnudagin kl. 13-18. Nógv nýtt verður at síggja, og nærum allir vørubólkar eru umboðaðir. Her eru vørur til matvøru- og klædnahandilin, gávubúðina, skrivstovuna, gistingarhús, stovnar, sjúkrahús, tænastufyritøkur, fiskavirki, el- installatørar, smiðjur, skúlar osv. Úrvalið er stórt og tilboðini eru mong og góð. Jólagávuhugskotini til viðskiftafólkið eru eisini mong. Saman við framsýnarunum, bjóða vit tygum at vera hjartaliga vælkomin og ynskja tygum eina góða messu. Vælkomin! 15 14 Nr. 177 - 19. september 2003 UTTAN ÚR HEIMI Skuldu spreingja skúlan Ein dómstólur í Ísrael hevur dømt tríggjar jødiskar nið- ursetumenn sekar í at hava lagt eina ætlan um at spreingja ein palestinskan skúla í luftina. Teir tríggir menninir eru úr niðursetubygdini Bat Ayin nærhendis Betlehem. Teir vórðu tiknir, tá teir vóru í ferð við at seta ein lastbil millum eitt sjúkrahús og ein gentuskúla í palestinska býarpartinum Attur. Tað vísti seg, at lastbilurin var fullur av spreingievni. Rætturin kom til ta niðurstøðu, at menninir ætlaðu at fremja hóp- morð, men tað er ikki greitt enn, hvussu harða revsing teir fáa. Tað verður avgjørt seinni. Níggju aðrir ísraelsmenn vórðu skuldsettir fyri at vera uppi í einum ísraelskum yvirgangsfelagsskapi, men teir sluppu úr varðhaldinum, tí løgreglan hevði ikki nóg góð prógv ímóti teimum. Nakrir teirra skulu kortini sita í húsavarðhaldi eftir boðum frá rættinum. Oljan skal rinda skuld Seinastu tíðina hevur danska stjórnin tingast við Dans Undergrunds Consortium um, at ríkiskassin skal hava ein størri part av vinninginum av oljuni í Norðsjónum. Tingingarnar verða ætlandi lidnar í næstu viku, men danir skulu ikki vænta, at teir øktu oljupengarnir fara til størri játtanir á fíggjarlógini. Thor Pedersen, fíggjar- málaráðharri, segði við Ritzau í gjár, at stjórnin ætlar sær at nýta pengarnar til at gjalda almenna skuld við, so skuldin kann gjaldast skjótari, enn stjórnin hevði ætlað. Fleiri danskir politikarar hava annars skotið upp, at tann økta inntøkan av oljuni í Norðsjónum skal nýtast til at økja ymsar játtanir á vælferðarøkinum, men so verður ikki, sigur fíggjarmálaráðharrin. Pengarnir skulu ikki til nýtslu, men til at gjalda skuld, er greiði boðskapur hansara. Flóð og fjøra geva streym á landi Norðmenn nýta nú flóð og fjøru til elorku. Orkuverkið, sum sambært norska útvarpinum er tað fyrsta av sínum slagi í heiminum, varð bundið til orkukervið á landi í gjár. Verkið er í einum sundi, sum eitur Kvalsundet, og sum er í Norðurnoregi, og ta fyrstu tíðina fer verkið at framleiða so mikið av elorku, at tað kann nøkta tørvin hjá 30 húsarhaldum. Harald Johansen, sum er stjóri í Hammerfest Strøm, sigur við norska útvarpið, at ætlanin er at økja orkuna, soleiðis at verkið verður ført fyri at framleiða tvær ferðir so nógv orku, sum Kvalsund kommuna hevur tørv á. Keypmannahavn ov dýrur Hagtøl hjá Keypmannahavnar kommunu vísa, at fjórða árið á rað eru tað fleiri, sum flyta úr kommununi enn til kommununa. Tølini vísa eisini, at tað er serliga fólk í aldrinum 25-39 ár, sum flyta úr kommununi. Frá apríl til juli í ár fluttu næstan 2300 fólk í hesum aldursbólk- inum úr kommununi. Tað ger, at nú búgva 500.548 fólk í sjálvari høvuðsstaðarkommununi. Kommunupolitikarar og onnur vita væl, hví so er: Tað er alt ov dýrt at búseta seg í Keypmannahavn, og tí velja fólk heldur at búseta seg longur vesturi á Sælandi, haðani tey so koyra til Keypmannahavnar at arbeiða. Kanningar hava víst, at danir hava einki ímóti at koyra umleið ein tíma til arbeiðis. Fyritøkur og sakførarar, sum fáast við at selja hús og íbúðir, siga, at húsa- og íbúðarprísurin í Keypmanna- havn er alt ov høgur, og at fólk tí heldur keypa sær eini hús longur vesturi á Sælandi, har prísurin fyri hús í somu stødd ofta fer niður um helvtina av prísinum í høvuðsstaðnum. Ein hópur av út- lendskum gestum verða á minningar- haldinum fyri Onnu Lindh í dag. Amerik- anski uttanríkisráð- harrin, Colin Powell, verður í Stockholm í dag, og úr Føroyum verða Anfinn Kalls- berg fyri landsstýrið og Eyðolv Dimon fyri føroyska Javnaðar- flokkin umboðaðir. ANNA LINDH- MINNINGARHALD Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í dag verður stórt minning- arhald fyri fyrrverandi svenska uttanríkisráðharr- anum, Onnu Lindh í ráð- húsinum í Stockholm. Síðan morðið seinasta mikudag hevur svenska løgreglan ar- beitt miðvíst fyri finna fram til mannin, ið drap 46 ára gomlu Onnu Lindh. Í løtuni mistonkir svenska løgreglan tann 35 ára gamli Per Olov Svensson, ið verður mettur at hava framt brotsgerðina. Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at væntandi verða góð 1200 fólk savnað til minningarhaldið fyri Onnu Lindh í dag. Umframt svensku stjórnina og Ríkis- dagin, verður eisini ein hópur av útlendskum gest- um. Millum annað hevur amerikanski Uttanríkisráð- harrin, Colin Powell, boðað frá, at hann verður í Stock- holm í dag. Føroyar verða eisini um- boðaðar á stóra minningar- haldinum. Løgmaður, An- finn Kallsberg, er farin til Svøríkis sum umboð fyri landsstýrið, meðan Eyðolv Dimon umboðar føroyska Javnaðarflokkin, sum er bróðurflokkur hjá svensku Sosial Demokratunum, ið var flokkurin, Anna Lindh umboðaði. Anna Lindh hevur eina- ferð verið í Føroyum. Sum umboð fyri svenskan javn- aðarungdóm vitjaði hon oyggjarnar í 1986. Í 1986 var Eyðolv Dimon for- maður fyri Sosialistiska Ungmannafelagið, ið er ungmannafelag Javnaðar- floksins, og tí er tað sera hóskandi, at tað júst verður Eyðolv, ið umboðar før- oyska Javnaðarflokkin í á minningarhaldinum í dag. Helt gravartaluna hjá Olof Palme Anna Lindh var stóran part av 80 árunum formaður fyri svenskan javnaðarung- dóm. Regluliga vóru 3-4 fundir á skránni á hvørjum ári millum javnaðarung- dóm í øllum Norðurlond- um, so í 80 árunum hitti føroysk javnaðarungdómur regluliga vælumtóktu Onnu Lindh. Eyðolv Dimon greiðir frá, at Anna altíð gekk undan, og hevði stór- an áhuga í Norðurlondum og vestnorrønu økjunum. - Eftir stríðsval ímóti Monu Sahlin, gjørdist hon formaður í SSU í 1984, og hon varð nógv avhildin sum formaður. Hon vísti tíðliga, at hon var rættiliga dugnalig og altíð var hon fyrikomandi og smílandi, greiðir Eyðolv Dimon frá, sum verður annar av føroy- ingunum á minningarhald- inum í dag. Sum formaður fyri SSU í Svøríki fekk Anna Lindh uppgávuna, saman við við fyrrverandi forsætisráð- harranum, Ingvard Carls- son, at halda gravartaluna hjá myrda Olof Palme í 1986, og hóskandi røddi hon um, at ein kann drepa eitt menniskja, men aldrin eina hugsjón. Eyðolv Dim- on vísir á, at júst hesi orðini hóska væl, nú Anna Lindh tíverri fekk somu lagnu sum Olof Palme í 1986. Tók seg aftur Seinast í áttitiárunum valdi Anna Lindh at taka seg aft- ur av politiska leikpallinum, og valdi at leggja størri orku í leiklutin sum mamma. Hesa tíðina var hon kortini býráðslimur í Stockholm, og ikki fyrr enn í 1994 fór hon veruliga í landspolitikk, tá hon varð tikin fram sum Umhvørvisráðharri. Hetta kom ikki óvart á nakran, tí umhvørvið hevði altíð verið eitt hjartamál hjá Onnu Lindh, og hon royndi at trýsta svenska Javnaðar- flokkin fyri at gera meira við umhvørvismál. Eyðolv Dimon nevnir, at Anna Lindh var harðliga ímóti byggingini av Oyrasunds- brúnni millum Keyp- mannahavn og Malmø, sum hon metti vera umhvørvis- skaðiliga. Ikki sum aðrir politikkarar Eyðolv Dimon sparir ikki upp á lýsingarorðini, tá vit spyrja hann um, hvussu hann vil lýsa Onnu Lindh. – Tað var ein aura yvir henni, altíð blíð og fyrikomandi og ikki minst ótrúliga dugna- ligur politikkari. Hennara eginleikar síggjast sjáldan í einum politiskum um- hvørvi, har nógv eru hástór og nýta albogar, men tað umhvørvið passaði Anna aldrin inn í, tí hon var snøgt sagt ikki sum aðrir politikk- arar, fortelur Eyðolv Dimon at enda. Stórt minningarhald í Stockholm fyri Onnu Lindh í dag: Føroyingar umboðaðir Stórt minningarhald verður fyri Onnu Lindh í dag í Stockholm. Føroyingar verða eisini umboð- aðir. Anfinn Kallsberg umboðar landsstýrið, meðan Eyðolv Dimon umboðar føroyska Javnaðar- flokkin á minningarhaldinum Navn: Anna Lindh Fødd: 19 .juni 1957 Enskede Gift við Bo Holmberg, og tey eiga tvey børn 1977-79: Limur í Enkøping kommunu 1977-80: Formaður fyri svenskan javnaðar- ungdóm í Uppsala 1981-83: Formaður fyri svensk ungmanna- feløg 1982 Bachelor í Lóg, Uppsala Universitet 1982-85: Limur í Ríkisdegnum 1984-90: Formaður fyri svenskan javnaðar- ungdóm 1986-90: Formaður í nevndini hjá stjórnini fyri Rúsdrekka- og rúsevnispolitikk 1987-89: Varaformaður fyri javnaðarungdóm kring allan heimin 1991-94: Limur í býráðnum í Stockholm 1994-98: Ráðharri í umhvørvismálum 1998: Limur í Ríkisdegnum 1998-2003: Ráðharri í uttanríkismálum Fakta C M Y K 14