Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 20. september 2003 15 Fyrst slapp Jens Marni Hansen ikki at luttaka í Stjerne for en aften, og nú sleppur ein annar føroyingur heldur ikki at halda fram í tónleikakapp- ingini Idols hjá TV3. Talan er um Ásu Kathy Dam, sum kennir seg snýtta av donsku sjónvarps- rásini TÓNLEIKAKAPPINGIN IDOLS Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Ein kann róliga staðfesta, at føroyingar rættiliga eru fyri vanbýti í donskum tón- leikakappingum í hesum døgum. Eftir sigurin hjá Guðrun Sólju Jacobsen í Stjerne for en aften í fjør, hava fleiri føroyingar roynt eydnuna í ymiskum tón- leikakappingum í Danmark í ár. Kollfirðingarnir, Jens Marni Hansen og Ása Kathy Dam, hava ávíkavist vunnið seg fram til at verða við í Stjerne for en Aften og Idols hjá TV3. Fyrr í vikuni boðaði Danmark Radio Jens Marna frá, at hann kortini ikki sleppur at lut- taka, tí hann hevur áður givið fløgu út, og sambært reglugerðini er tað ikki loyvt. Í dag hevur Ása Kathy Dam fingið sum boð, at hon heldur ikki sleppur at halda fram, tí hon verður á eini fløguútgávu í Føroyum seinni í ár. Í grein í BT í dag, sum føroyingurin, Fróði Holm Knudsen hevur skrivað, stendur, at Ása Dam upp- runaliga hevði boðað TV3 frá um fløguna, og tað varð ikki mett at verða nakar trupulleiki. Kortini er Ása nú koyrd úr kappingini, tí TV3 vil kortini ikki loyva, at luttakararnir eru við á fløguútgávum. Hetta er ein stak oheppin støða, tí Ása hevði vunnið seg heilt fram millum tey 30 seinastu í kappingini. – Eg kenni meg snýtta av TV3, tí eg fekk at vita, at tað við fløguni var í ordan, og hon kemur jú eisini bara út í Føroyum, og eg eri heldur ikki bundin at nøkr- um sáttmála við fløguút- gevara, og tí skilji eg ikki støðuna hjá TV3, sigur Ása Dam við BT. Fær peningin aftur Ása hevur mist nógvan pening í samband við tón- leikakappingina, men TV3 lovar at rinda henni pen- ingin aftur. Jakob Mejlede, ein av stjórunum í TV3, sigur, at Ása fær sum eitt plástur á sárið allar ferða- útreiðslurnar aftur. At Jóannes Eides- gaard var fullur og datt av undir einum almennum borðhaldi fer neyvan at kosta honum politiska lívið. Næstformaður Javnaðarfloksins heldur ikki, at Jó- annes hevur nakað at ræðast, ein føroyskur floksformaður slær ikki hondina av hon- um, og ein, ið sjálvur fór frá sum floksfor- maður eftir eina fulla nátt, heldur ikki, at aktuella málið kann samanberast við hansara umstøður ALKOHOLPOLITIKKUR Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard við- gekk í Degi og Viku hós- kvøldið, at hann datt av undir einum almennum borðhaldi, har millum onn- ur 25 útlendskir sendiharrar við makum vóru hjástødd. Í Degi og Viku bað Jóannes Eidesgaard um fyrigeving, og nógv bendir á, at tað fer formaður Javnaðarfloksins at fáa. Bergur Dam, næstfor- maður Javnaðarfloksins, skal í dag á fund saman við restini av floksleiðsluni, har óhepni atburðurin hjá Jó- annes Eidesgaard verður eitt av evnunum. Hann met- ir ikki, at Jóannes Eides- gaard hevur nakra orsøk at ræðast fyri fundinum. - Jóannes Eidesgaard hevur gjørt eitt mistak. Men hann hevur eisini havt tað dirvi at standa alment fram og viðganga sítt mis- tak og lova, at tað sama ikki hendir aftur. Tað taki eg í fullum álvara, og tað fer at gera viðgerðina á fundinum nógv lættari, væntar Bergur Dam. Sjálvur heldur hann ikki, at óhepni atburðurin hjá Jóannesi Eidesgaard eigur at fáa avleiðingar fyri formanssessin í flokkinum, og tað væntar hann heldur ikki fer at henda. Ongan alkoholtrupulleika Spurdur um Jóannes Eides- gaard hevur ein alkohol- trupulleika, svarar Bergur Dam, at tað hevur hann ikki sær vitandi. - Eg havi kent Jóannes Eidesgaard síðan vit vóru smádreingir, og eg eri ikki av teirri fatan, at alkohol er ein trupulleiki fyri hann. Hetta var heldur ein einsa- møll óheppin hending enn eitt generellur trupulleiki, sigur Bergur Dam. Hesum er næstformaðurin so mikið vísur í, at hann ikki ætlar sær spyrja floksformannin, um hann hevur alkohol- trupulleikar. Engell fór Ein, sum hevur upplivað hvussu nakað nógv av tí váta slagnum á skeiva staðnum kann kosta polit- iska lívið, er Hans Engell, fyrrverandi verjumálaráð- harri í Danmark. Hans Engell koyrdi fullur, rendi á ein betongklossa og takkaði síðan fyri seg sum formað- ur fyri Konservativa Fólka- flokkin. Hann heldur tó ikki, at hendingin, sum Jó- annes Eidesgaard var fyri, kann samanberast við hans- ara egnu lagnu. - Eg var ikki í almennum ørindum, tá hatta hendi og annars kunnu hasar báðar hendingarnar als ikki sam- anberast, sigur Hans Eng- ell, sum hevur tað við at gerast rættiliga fáorðaður tá hendingin, ið kostaði hon- um politiska lívið, verður tikin fram. Tað kemst tó ikki uttan- um, at tað var ein hending, har júst alkoholnýtsla var í miðdeplinum, sum gjørdi, at Hans Engell noyddist frá. - Hatta hendi fyri seks árum síðan, og eg havi sagt tað, sum er vert at siga um hatta. Hasi málini kunnu als ikki samanberast, og Jóannnes Eidesgaard slepp- ur at klára hasa sakina uttan mínar viðmerkingar, sigur Hans Engell. Russisk roulette Óli Breckman, formaður Fólkafloksins, hevur fyrr verið í samgongusamráð- ingum, har Jóannes Eides- gaard hevur verið uppi at vent sum løgmaður, og kann væl koma í somu støðu aftur. Kann óhepna hendingin á almenna borð- haldinum fara at ávirka møguleikan hjá javnaðar- floksformanninum at gerast eitt nú løgmaður? - Eg veit ikki um hatta kann fara at gerast ein ab- solutt forðan ella ein relativ forðan. Um hatta er ein trupulleiki, og tað má Jó- annes Eidesgaard sjalvur avgera um tað er, so er tað meira ein persónligur trup- ulleiki enn ein politiskur trupulleiki. Og um hann fær loyst tann persónliga trupulleikan, so er tann pol- itiski trupulleikin skjótur at loysa, sigur Óli Breckman. Ikki óvæntað Fólkafloksformaðurin heldur tað ikki vera løgið, at slíkt, sum tað ið hendi á almenna borðhaldinum hóskvøldið í farnu viku, kemur fyri av og á. - Man spælir so nógva russiska roulette við alko- holi í almennum saman- hangi, og at onkur kúla gongur av við hvørt, má man ikki undrast yvir tað. Tú hevur eina almenna veitslu fyri og eina eftir, har eitt heilt selskap situr og hugnar sær við einum arsenali av gløsum framm- an fyri sær, og tað er í grundini nokkso undarligt at ikki fleiri óhapp henda enn tað gera. Eg haldi at man sum heild sleppur ótrúliga væl. Óli Breckman er til reið- ar at síggja hendingina sum eitt óheppið mistak, sum ikki fær avleiðingar fyri framtíðar samstarv við Javnaðarflokkin. - Eg skal ikki sláa hond- ina av Jóannes Eidesgaard orsakað av hasum. Eg vóni bara at hann sleppur sum frægast burturúr hasari støðuni hann er komin í, og hann skal fáa øll tey bestu ynskini frá mær, sigur Óli Breckman, formaður Fólkafloksins. Jóannes Eidesgaard einki at ræðast Føroyingar fyri vanbýti í Idols og Stjerne for en Aften - Eg kenni meg snýtta av TV3, tí eg fekk at vita at alt var í lagi við fløguni, og tí skilji eg ikki støðuna hjá TV3 Mynd: Bárður Eklund/BT 15 14 Nr. 178 - 20. september 2003 Sunnudagin 21.september fyllir ein vælkendur vágbingur, Sign- heðin Olsen, 65 ár. Eg sigi vág- bingur, tí sjálvt um Signheðin hevur búð á Tvøroyri í mong ár, so hevur hann traðkað sínar barnaskógvar, er uppvaksin og liva síni fystu mandómsár í Toftalíð í Vági, har foreldur hansara settu búgv. Mamman, Elisabeth, var ættað úr Tjørnu- vík og faðirin, Niclas Olsen, vanliga nevndur Niclas í Skorti, var ættaður av Marknoyri í Vági. Elisabeth og Niclas áttu 2 børn, Gudbjørg og Signheðin. Sign- heðin giftist við Eyðnu av Tvør- oyri. Tey fingu 2 børn, Anniku og Mikkjal. Og abbabørnini hjá Signheðini eru 3 í tali. Sign- heðin og eg eru javnaldrar, og vuksu vit báðir upp í Toftalíð í friðarligum og hjartagóðum umhvørvi. Toftalíð var tann nýggjari parturin av Vági, ið liggur uttanfyri gamla bøgarðin, og tá ið vit vóru óvitar, vóru tað mest ung fólk ið høvdu búsett seg í Toftalíð, og tí vóru eisini nógvir óvitar har á okkara aldri. Ikki gekk altíð friðarliga fyri seg innandura hjá teimum ymisku foreldrunum, tí serliga dreingja- børn geva nógvan larm frá sær, men tey eldru vóru barna- vinarlig og toldu altíð okkum dreingjabørn, og var hetta eisini galdandi fyri Elisabeth og Niclas eins og øll hini foreldrini. Elisabeth var serliga góð við meg, og Niclas dugdi væl at skapa sær við teimum yngru, eisini hann var góður við børn. Jú, okur, ið tá vuksu upp í Tofta- líð, hava nógv at takka teimum eldru fyri. Flest øll teirra hvíla undir grønutorvu, og friður veri við minnunum um tey. Signheðin, nú eru vit báðir farnir at eldast, men enn sæst ikki høgg á føti á tær. Man skuldi trú, at tað var ein unglingi uppá fjøruti, tá ið man sær teg spelkin og fattur fara eftir veg- num, og stinnur ert tú, 65 ára gamal, liggur alt árið til sjós, fyri tað nógva úti á Føroya banka og annars vesturi í havi og draga gørn. Tað eru ikki allir, ið gera tær hetta eftir. Tú ert ein av føroya rasku synum, tí tað er bert tað, ið úr sjónum kemur, ið landið livir av, og enn balist tú har úti fyri at byggja land. Signheðin hevur verið sjó- maður, frá tí hann fekk prestsins hond á høvðið, tá ið pápin tók hann við sær til útróðrar við "Orminum". Pápin var útróðrar- formaður í nógv ár, so har fekk Signheðin sín fyrsta lærdóm um sjógvin. Fyrsta skipið, ið Signheðin fór við var "Johanna". Tað var í 1953 teir fóru til Íslands við Jóan Jakki í Leirvík sum skip- ara. Signheðin var nógv ár við Páll Horn sum skipara, fyrst við "Sct. Jack" og síðan við "Òla Horn", tá ið hann kom í 1960. Hetta var eitt tað størsta um- skifti, ið Signheðinsa sjómans- lívi, at skifta frá dangunum til ein spildurnýggjan línubát. Signheðin hevur verið við nógvum fiskiskipum, bæði før- oyskum og norskum. Hann var lastamaður við "Hans Erik" úr Klakksvík í 10 ár. Íalt 18 túrar við Fl. Cap, og ongantíð vóru teir á minstuløn. Signheðin, tú vart eisini ein av slóbrótarunum, saman við Petur Ludvík av Tvøroyri, at byrja við gørnum eftir havtasku við Før- oyar. Mangan lá tær vátt undir føti, og skal eg nema við onkra hend- ing, ið tær hevur verið fyri. I 1959 var Signheðin við 30 tonsaranum "Víkingi" av Ólavs- vík, tá ið teir fingu ein sjógv og báturin sprakk lekk. Tá var ikki gamansleikur, og tað stóð um lív hjá manningini. Teir mundu gingið burtur. Tað var eisini í 1959 við sama báti, at teir vóru úti í einum øðrum ódnarveðri og hvussu ringur standurin enn var hjá teimum, máttu teir koma einum øðrum 30 tonsara, „Fróða" til hjálpar, sum var við at søkka. Seinni kom so trolarin „Juni" til hjálpar og loysti teir á "Víkingi" av. "Juni" fór so eftir bjargingina beinleiðis á Akranes og so til New Foundlands og gekk burtur har við mann og mús í sama ódnarveðrinum, sum „Hans Hedtoft" gekk burtur í. Føroy- ingar vóru eingir við „Juni", tá ið hann gekk burtur, men tað vóru nógvir, sum komu yvir til Íslands fyri at fara við, har í millum fleiri tvøramenn, men teir blivu ov seinir, og „Juni" sigldu bara undan teimum, menninir komu so at gista á sjómansheiminum. Í 1973 var Signheðin við norska garnaskipinum "Vartal" í Grønlandi. Teir vóru á Fyllabank og eldur kom í skipið, og farið varð í gummibátarnar. Tveir vóru gummibátarnir, og 6 mans fóru í annan og 13 mans í hin. Teir rókust á havinum í 19 tímar, til ein týskur trolari tók teir upp. Ódnarveður var og bátarnir hingu saman at byrja við, men so kundu teir ikki meira, tí teir vóru bangnir fyri, at illveður kom at forkoma teimum. Tað vóru 7 føroyingar við "Vartal" hendan túrin. Ein vágbingur Anfinn Olsen var í øðrum gummibátinum, og hinir 6 vóru í gummibátinum við 13 monn- um. Teir vóru Terji Hammer av Tvøroyri, Johs. Lindenskov úr Vági, teir 3 brøðurnir Leif -, Jógvan- og Fritjof Joensen, allir úr Vági og Signheðin Olsen úr Vági. Veðrið var ringt, og náttin var ring at koma ígjøgnum. Signheðin tonkti, at hevði pabba vita, so hevði hann havt biðið fyri okkum. Men hjá teimum gekk alt væl, og sum sagt, ein týskur trolari tók teir upp, men 3 mans, 3 normenn fórust við "Vartal" hendan túrin, teir brendu allir inni umborð. Eld- urin var so umfatandi, at "Vartal", sum varð sleipaður inn í ein Grønlendskan fjørð brendi í 3 døgn, áðrenn menn bastu eldinum. Mangan, tá ið so er, er ikki altíð gott hjá teimum, sum heima eru. Eingi boð kundu sendast heim, um at allir føroy- ingarnir vóru bjargaðir, tí familjan hjá normonnunum, sum deyðir vóru, skuldi fyrst fráboðast, men útvarpið bar tíðindi um, at 3 mans vóru deyðir við „Vartal", so øll avvarðandi vóru sjelkað. Eg skal nevna, sum eitt kuriosum, at Niclas, faðir Signheðan, var róligur og royndi at sissa øll. Hann hevði droymt tilbuðin um náttina og segði, at Signheðin var á lívi, tað var hann vísur í. Millum okkum í Toftalíð og millum manna yvirhøvður vistu vit, at Niclas var ein maður, sum visti meir enn onnur. Hetta var ikki einasta „tildragilsi" frá Niclasi. Tað er ikki lítið, ein sjómaður sum Signheðin veit at siga frá, sum hevur balst á havinum í meir enn 50 ár. Stuttligt er at hoyra hann greiða frá, og serliga væl minnist hann aftur. Vitjar Signheðin suður um Hovseggina, so hyggur hann altíð inn á gólvið hjá okkum. Sigast má, at vit báðir hava altíð verið nær knýttir hvør at øðrum, og takk skalt tú hava frá mær, fyri, at tú altíð hevur verið trú- fastur, tí mangan hevur leika hart á á teimum ymisku vígvøll- unum, men eg visti altíð, hvar eg átti ein hollan vin. Í dag ert tú missiónshúsinum á Tvøroyri ein góður stuðul, og hevði tað frøtt foreldur tíni, um tey vistu, at tað var gingist tær á hendan hátt, serliga pápa tínum, sum var ein av leiðandi monn- unum innan missiónshúsið í Vági. Í dag ert tú giftur við Monsu, ættað úr Hvalba, og takki eg tær og Monsu fyri hugnaligar løtur í heimi tykkara á Tvøroyri. Føðingardagin leitar tú tær norðureftir, norður ímóti Tjørnuvík, til har, ið rótin rann. Við allari familjuni heldur tú dagin á Hotel Eiði, og fari eg her frá Marnu og mær at ynskja tær hjartaliga til lukku við 65 ára degnum, og má Harrin signa tykkum og geva tær nógv góð ár enn saman við tínum. Jákup Olsen NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Signheðin Olsen, Tvøroyri, 65 ár C M Y K 14