fríggjadagur 19. september 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 177 - 19. september 2003
Nr. 177 - 19. september 2003
17
VØRUMESSAN 2003
Vilmund Jacobsen
Vørumessan er ikki alenn,
men er serliga ætlað hand-
ilsfólki og fólki, sum um-
boða stovnar og fyritøkur
av ymiskum slagi.
- Vanligt hevur verið, at
heilsølur og onnur, sum
sýna fram á messuni, bjóða
sínum viðskiftafólkum at
koma á vitjan, og soleiðis
er eisini í ár. Aftrat hesum
hava vit hesaferð sent út
innbjóðingar til flestu fyri-
tøkur í Føroyum. Hetta
hava vit ikki gjørt áður,
sigur Birgir Poulsen.
Endamálið við Vøru-
messuni er at gera tað lætt-
ari hjá handilsfólki, stovn-
um, fyritøkum og øðrum at
keypa sínar vørur og tæn-
astur, sum eru tøkar á før-
oyska marknaðinum.
Birgir Poulsen, stigtakari,
sigur, at flestu heilsølur í
landinum eru við á mess-
uni, og tær hava nógv góð
tilboð at bjóða sínum við-
skiftafólki. Millum aðrar
kunnu nevnast Poul Han-
sen,
Poul
Michelsen,
Landshandilin,
Kjølbro,
Damfar og Norðvág – tær
báðar seinastu við góðgæti.
Góð keyp
- Tað er vanligt, at heilsølur
og framsýnarar annars hava
nógv góð tilboð á Vøru-
messuni. Fleiri taka nýggj-
ar vørur heim júst í sam-
band við messuna, og við-
skiftafólk
kunnu
gera
rættiliga góð keyp.
Stigtakarin sigur, at nógv
verður “handlað” á mess-
uni, og tað eru teir handils-
menn, sum gera avtalur um
keyp av ávísum vørum yvir
eitt heilt ár.
Men tað eru ikki bara
matvørur og góðgæti, sum
verða handlaðar á Vøru-
messuni.
- Innan telduútbúnað og
heimasíður, hava vit tvær
fyritøkur úr Saltangará,
Tera og Krea. Tera hevur
nøkur ár á baki, meðan
Krea er ein nýggj fyritøka
við ungum, ágrýtnum og
evnaríkum monnum, sum
serliga arbeiða við heima-
síðum, sigur Birgir.
Hann vísir á, at ein fyri-
tøka, sum fyrstu ferð var
við í fjør og aftur er við í ár,
er Multikeyp í Havn, sum
ger reklamulutir.
- Her kanst tú bíleggja
pennar, fløgg og ymiskar
lutir við navninum ella
búmerkinum hjá tíni egnu
fyritøku. Hetta er slíkt, sum
stovnar og fyritøkur av ym-
iskum slagi lata sínum
viðskiftafólki við ymisk
høvi.
Av nýggjum framsýnar-
um, sum eru við í ár, sigur
Birgir, er eitt nú Ergo-og
Hjálpitól, sum selir nógvan
útbúnað til stovnar og
skrivstovur. Haraftrat er so
eisini blómuhandilin, Orkis
á Glyvrum, sum í fyrsta
lagi tekur sær av torginum.
Sent innbjóðingar
- Vørumessan er ikki al-
menn, men er serliga ætlað
handilsfólki og fólkum,
sum umboða stovnar og
skrivstovur av ymiskum
slagi.
Birgir sigur, at vanligt
hevur verið, at heilsølur og
onnur, sum sýna fram á
messuni, bjóða sínum við-
skiftafólkum at koma á
stevnuna, og soleiðis er
eisini í ár.
- Men aftrat hesum hava
vit, sum taka stig til stevn-
una, í ár sent út innbjóðing-
ar til flestu fyritøkur í Før-
oyum. Hetta hava vit ikki
gjørt áður, so spennandi
verður at síggja, um hetta
fer at veksa um talið av
vitjandi.
Hann vísir á, at vanliga
plaga eini 1500-2000 fólk
at vitja á Vørumessuni.
- Framsýnarar eru ógvu-
liga fegnir um Vørumess-
una, og tað eru ikki so fáir,
sum siga, at messan gevur
teimum ta eykaíkast sum
skal til – eitt íkast, sum
hesar fyritøkur treyðugt
kunnu umvera, sigur Birgir.
Tilboð á messuni
Hann sigur, at fleiri vitjandi
eru á stevnuni allar tríggjar
dagarnar og afturmelding-
in, ið tey, sum stigtakarar
fáa, er, at Vørumessan hev-
ur stóran týdning fyri
handilslívið og annars øll
tey, sum keypa vørur og
tænastur.
- Útboðið er so mikið
stórt, at tað tekur sína tíð
hjá teimum vitjandi at
síggja alt, sum hevur teirra
áhuga. Fleiri tilboð eru bara
galdandi á sjálvari messuni;
tí er umráðandi at fáa av-
talurnar uppá pláss, meðan
stevnan er, sigur Birgir
Poulsen.
Vørumessan ger tað lættari
hjá teimum sum skulu keypa
Frá Vørumessuni 2002
Hví fara tungu leiðina út á kaina eftir vøruni - fáa skil á pappír -koyra
vøruna heim, tá vit kunnu bjóða goymslu og koyring, bæði til tín og til
tíni viðskiftafólk á Vøruhotellinum?
Kom á vørumessuni á Hálsi tann 19. - 20. september og fáa meira at
vita um, hvussu tú sparir bæði tíð og pengar við at brúka Vøruhotellið.
Greið leið
kom....
og ger okkurt annað?
STEPHANSSONS HÚS
C
M
Y
K
17
16