fríggjadagur 19. september 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 178 - 20. september 2003
Nr. 178 - 20. september 2003
17
Vilja kanna møguleikan at gera
tunnil undir Havnini
Í næstu viku verður
uppskot lagt fyri Løg-
tingið um at gera
tunnil samanbinda
Hvítanesvegin og
Oyggjarvegin við
tunli undir Havnini
ØÐRVÍSI VEGAGERÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Møguleikin at gera tunnil
undir
Hoyvíkshagan
í
Havn, eigur at verða kann-
aður.
Tað halda tey bæði,
Katrin Dahl Jakobsen og
Kristian Magnussen, úr
javnaðarflokkinum.
Mikudagin fara tey at
leggja uppskot fyri Løg-
tingið um at heita á lands-
stýrið um at kanna møgu-
leikarnar fyri, hvussu inn-
koyringarvegurin
til
Havnar av Hvítanesvegnum
kann gerast.
Hesar
kanningarnar
skulu lýsa fyrimunirnar og
vansarnar
við
ymsum
møguleikum, tá ið dentur
verður lagdur á samferðslu-
viðurskifti,
fíggjarlig-,
mentanarlig-, umhvørvis-
lig- og sosial viðurskifti.
Tá ið málið er kannað,
skal Landsstýrið skriva
eina frágreiðing um málið
og leggja hana fyri Løg-
tingið.
Tað, sum liggur í hesum
er, at tey vilja kanna um
tað ikki ber til at leggja
vegin úr Hvbítanesvegnum
í Oyggjarvegin, ella ein
part av honum í ein tunnil,
heldur enn at gera vanligan
veg alt strekkið.
Góður hugburður
steðgar í Havn
Katrin Dahl Jakobsen sigur,
at tá ið Kollafjarðartunnilin
varð gjørdur, kom Hvíta-
nesvegurin at gerast høv-
uðsvegurin til og úr
Havnini.
– Í eini 20 ár hevur ein
ætlan verið í umbuna fyri at
gera ein ytri ringveg um
Havnina, úr Hvítanesvegn-
um í Oyggjarvegin, fyri at
bilar skulu fáa fleiri møgu-
leikar at koyra oman í
Havnina, alt eftir, hvar teir
skulu.
–
Síðani er nógv hent á
samferðsluøkinum. Tunnil
er gjørdur vestur í Vágar og
nú verður tunnil gjørdur til
Klaksvíkar.
Katrin Dahl Jakobsen
sigur, at Ongastaðni í land-
inum er so nógv fersðla eft-
ir einum landsvegi sum
eftir Hvítanesvegnum og
sum gongdin er, kann ikki
væntast annað enn at
ferðslan fer at verða mun-
andi økt, so hvørt sum
oyggjarnar verða bundnar
saman og samferðslukervið
annars, batnar.
Hon vísir eisini á, at í
sambandi við Norðoyar-
tunnilin, verður tosað um at
gera tunnil undir Leirvíkar
bygd.
– Alt hetta vísir, at í
sambandi við samferðslu,
verður meiri og meiri hugs-
að um, hvussu alt ferðslu-
kervið kann skipast sum
eitt samanhangandi net, til
so lítlan ampa sum gjørligt,
bæði fyri nattúru og fólk
annars.
Men hon sigur, at tvíverri
steðgar hesin hugburður í
Havnini .
Katrin Dahl Jacobsen
sigur, at ætlaði vegurin úr
Hvítanesi í Oyggjarvegin er
mettur at kosta 65-70
milliónir.
– Hetta er nógvur pening
fyri eina loysn, sum als ikki
er nøktandi og sum enn
minni hoyrir nútíðini til.
Hon sigur, at í veruleik-
anum kemur hesin ringveg-
urin at liggja í bygdum øki,
í hvussu so er, heilt skjótt, tí
Havnin veksur alla tíðina.
Og verður hesin vegurin
gjørdur, kemur Havnin at
verða innistongd í allar
ævir av einum rinvegi.
– Endamálið við hesum
vegastrekkinum, var at
leggja ein ringveg uttanum
bygt øki, tí verður hetta
nevnt ein ytri ringvegur.
Men tað er ikki rætt. Hetta
verður ikki nakar ytri
ringvegur, ti hann kemur at
ganga mitt ígjøgnum bygt
øki sigur Katrin Dahl
Jakobsen.
Avleiðingin verður eisini,
at ein stórur partur av
teimum traðum, sum eru
eftir í Havn, verða lagdar
undir asfalt.
– Tí halda vit, at møgu-
leikinfyri tunli eigur at
verða kannaður, áðrenn
spakin verður settur í,sigur
Katrin Dahl Jakobsen.
Nú verður farið undir
arbeiðið at byggja
nýggjan miðnáms-
skúla í Suðuroy. Skúl-
in verður liðugur á
sumri 2006
SKÚLABYGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hósdagurin 18.september
2003 var ein søguligure
dagur - bæði fyri Annitu á
Fríðriksmørk, landsstýris-
kvinnu í mentamálum, og
fyri alla Suðuroynna.
Hendan illsliga heyst-
ardagin var tað fallið henni
í lut at loysa fyrsta flagið til
nýggja
miðnámsskúlan,
sum skal byggjast í Suður-
oynni.
Hetta er fyrstu ferð í
mannaminni, at so stór al-
menn
bygging
er
í
Suðuroynni. Hetta var sam-
stundis fyrsta almenna upp-
gávan
hjá
nýtilnevndu
landsstýriskvinnuni
í
mentamálum og tí kann
ikki sigast annað enn at
hetta er bæði ein søgulig
hending
og
ein
stór-
hending.
Og tað vóru tað mong
sum hildu, tí rættiliga fitt
av fólki var komið saman á
fløtuni vesturi á Hamrabøi,
har skúlin skal byggjast.
Ein vitanar og
mentanardepil
Áðrenn Annita á Fríðriks-
mørk loysti fyrsta flagið
við tí silvurlagda hakanum
frá Tórgerð Suðuroy, segði
hon, at við einum nýggjum
skúla verða fortreytir skapt-
ar fyri trivnaði og menning
í Suðuroynni.
Hon segði, at hetta verð-
ur mest framkomni mið-
námsskúli í landinum og at
við hesum skúla, fekk Suð-
uroyggin ein stoltleika, sum
fer at ávirka samfelagið
tann góða vegin.
Hon nevndi eisini, at
skúlin verður bygdur eftir
uppskotinum, sum vann
fyrstu virðisløn í eini arki-
tektakapping.
– Sostatt hava vit víst, at í
hesum føri vildu vit hava
tað besta.
Men umframt at vera
skúli, har tað ber til at hava
framkomna
undirvísing,
verður hetta eisini sam-
komuhøll, har tað ber til at
hava sjónleik, konsertir,
fundarvirksemi og onnur
mentanarlig tiltøk. Men í
bygninginum verður eisini
eitt sera framkomið megin-
bókasavn fyri alla Suður-
oynna
– Hetta verður ein vitan-
ardepil og ein mentanar-
depil fyri alla Suðuroynna,
har fyrst og fremst næm-
ingarnir, men eisini suður-
oyingar annars, eru saman
at hvessa sær vitið.
– Hetta er eitt stað, sum
hevur til endamál at fáa
fólk at ivast, at hugsa og
sum verður bygt við víð-
skygni og hetta er eitt ein-
dømi í føroyskari skúla-
bygging.
Hon helt eisini, at tað er
hugaligt, at fólk trúgva
uppá, at samfelagið verður
ment í síni heild, tá ið lokalir
upplýsingar-
og
útbúv-
ingarmøguleikar mennast.
Hon nevndi eisini, hvønn
týdning upplýsing hevur.
– Bara vitan kann gera
fólk før fyri at meta um
umheimin við kritiskum og
kannandi eygum.
– Við at styrkja møgu-
leikarnar fyri upplýsing og
útbúgving, eru vit eisini við
til at styrkja fólkaræðið,
segði Annita á Fríðriks-
mørk.
– Vitan er lykilin til fram-
burð og menning og meiri
vit vita, betri eru vit før fyri
at átaka okkum tær ókendu
avbjóðingarnar, sum eru
fyri framman so at vit vera
før fyri, ikki bara at yvir-
liva, men at liva.
Jógvan Krosslá, borgar-
stjóri í Vági læt ongan iva
verða um, at hetta var ein
stór løta fyri Suðuroynna
og hann vísti á, at sum er,
húsast skúlin undir sera
trongum umstøðum.
Hann vísti, at hetta er eitt
sera framkomið byggiverk,
sum bæði í útsjónd og
innihaldi brýtur upp úr
nýggjum.
– Eiði í Vági er eitt
søguligt pláss, sum hevur
verið karmur um nógva
ymsa mentan. Her er nógv
velt upp ígjøgnum tíðirnar,
her róði vágbingar út, á
Vatninum hava fólk stutt-
leika sær á skoytum og á
sparkarum tá ið tað frysti
og hvønn dag gongur riðil
av fólki framvið á veg vest-
ur á fótbóltsvøllin og VB
húsið.
– Og nú verður so enn ein
velta velt, segði Borgar-
stjórin í Vági.
Liðugur í 2006
Og nú tað fyrsta flagið er
loyst, verður farið at grava
út. Tilboðini uppá útgrevst-
urin eru við at koma inn og
um ein mánaða byrjar út-
grevsturin.
Næsta
summar,
ella
næsta heyst verður sjálvt
arbeiðið at byggja skúlan,
boðið út, sigur Claus Reis-
trup á Mentamálaráðnum.
Hann sigur, at eftir ætlan-
ini, verður skúlin liðugur at
taka i nýtslu á sumri 2006.
Skúlin kann hýsa 150
næmingum og hann kostar
einar 45 milliónir. Men aft-
urat tí skal eitt meginbóka-
savn fyri Suðuroynna ger-
ast á skúlanum og tað kost-
ar góðar fimm milliónir aft-
urat, so tilsamans er talan
um eina bygging upp á
góðar 50 milliónir.
Tilsamans verður húsið
2800 fermetrar stórt. Av
teimum
verður
sjálvur
skúlin 2100 fermetrar og
Meginbókasavnið verður
700 fermetrar.
Ein søgulig hending fyri Annitu og alla Suðuroynna
– Vitan er lykilin til
framburð og menning og
meiri vit vita, betri eru vit
før fyri at átaka okkum tær
ókendu avbjóðingarnar, sum
eru fyri framman so at vit
vera før fyri, ikki bara at
yvirliva, men at liva,segði
Annita á Fríðriksmørk, tá ið
hon loysti fyrsta flagið til
nýggja miðnámsskúlan í
Suðuroy
- Hetta er eitt stórt
tiltak, og nógv viður-
skifti skulu fáast uppá
pláss, men vit eru fleiri
um at taka tøkini. Vit
ganga øll við lív og sál
upp í, at alt er komið
uppá pláss, tá ið messan
letur upp.
Birgir Poulsen, stig-
takari, sigur, at fyri-
reikingarnar
soleiðis eru meira eitt
spæl enn ein byrða
VØRUMESSAN 2003
Vilmund Jacobsen
- Firmaið Marknaðarføring,
sum skipar fyri Vørumess-
uni, er faktiskt ein familju-
fyritøka, sigur Birgir Poul-
sen, tá ið vit spyrja hann,
hvør hjálpir honum at fyri-
reika og skipa fyri tí stóra
tiltaki, sum ein slík sølu-
stevna er.
Hann sigur, at tað er hann
sjálvur, konan, Lis, teirra
trý børn og tveir versynir,
sum standa fyri meginpart-
inum av tí praktiska, nú
sætta Vørumessan í røðini
fer av bakkastokki fríggja-
morgunin.
Eitt spæl…
Spurdur, um hetta ikki er
eitt stórt tak, sigur stigtak-
arin:
- Jú, hetta er eitt stórt
tiltak, og nógv viðurskifti
skulu fáast uppá pláss, men
vit eru fleiri um at taka hesi
tøkini. Vit ganga øll við lív
og sál upp í, at alt er komið
uppá pláss, tá ið messan
letur upp.
Birgir sigur, at fyrireik-
ingarnar soleiðis eru meira
eitt spæl enn ein byrða.
- Vit hava Dekostovuna,
sum tekur sær av bása-
skipanini, og onkur fram-
sýnari keypir sær eisini
serstaka hjálp til sín bás.
Hann sigur, at tá ið øll
familjan er í gongd og
hjálpir til, er ikki neyðugt
við nakrari serligari hjálp
aftrat.
- Í gongini verður mót-
tøkubásurin, sum verður
mannaður við trimum fólk-
um, tá ið messan er opin.
Aftrat hesum verða trý fólk
í høllini at vera framsýnar-
unum til hjálpar. Øll hesum
taka vit okkum av sjálvi,
sigur Birgir.
Starvast hjá Merko
Dagliga arbeiði hjá honum
er á Merko, har hann virkar
sum stjóri og samskipari.
Skrivstovan er í ovaru
hæddini í bygninginum á
Toftum, har handilin hjá
Pidda er.
- Eg taki mær serliga av
tilboðunum, sum handl-
arnir kring landið hava og í
ein ávisan mun av inn-
keypi. Annars keypa handl-
arnir allar tær dagligu vør-
urnar sjálvir.
Birgir sigur, at Merko er
ein føroysk fyritøka ella
handilsketa, sum 9 miðal-
stórir handlar eiga.
- Vit handla nógv við
føroyskar heilsølur, sum í
nógvum førum eru kapp-
ingarførar. Ein av útlendsku
leverandørunum,
sum
Merko eisini keypir nógvar
vørur frá, er Edeka í Dan-
mark.
Útboð og
kappingarføri
Birgir Poulsen sigur, at
útboðið verður størri og
kappingarføri betur, tá ið
keypt verður inn í felags-
skapi.
- Samstarvið ger, at vit
kunnu keypa inn á nøku-
lunda sama støði, sum teir
stóru handlarnir í Føroyum,
sigur hann.
Tað eru næstan 20 ár,
síðan upsaprísurin
hevur verið so vána-
ligur sum í ár.
- Gomlu Kuba-trol-
ararnir koyra við
"reyðum" tølum og
tey nýggju, Bakur og
Stelkur, geva heldur
einki yvirskot sum er,
sigur Ragnar Olsen,
sum starvast hjá P/F
Beta.
Hann heldur tó, at
ábendingar eru um,
at upsaprísurin hevur
hug at "lætta" sær eitt
sindur nú í heyst
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað gongur ikki væl hjá
partrolarunum, sum veiða
upsa. Prísurin í ár hevur
verið so lágur, sum hann
ikki hevur verið í næstan 20
ár. Vit skulu nevniliga heilt
aftur til 1984 fyri at finna
líka lágar miðalprísir á
upsa sum teir, vit hava havt
í ár. Haraftrat kemur, at
upsin í dag er ein nógv
størri partur av veiðini hjá
hesum trolarum, enn hann
var í 1984.
Miðalprísur: 3,59
Ragnar Olsen, sum starvast
hjá P/F Beta, sigur, at mið-
alprísurin á upsa higartil í
ár hevur verið 3,59 kr. fyri
kilo.
- Hetta er galdandi fyri
upsan, sum skipini hjá okk-
um hava fiskað í ár, sigur
hann.
Ragnar vísir á, at vit
skulu heilt aftur til 1984
fyri at finna ein lægri
miðalprís á upsa. Í 1984 var
miðalprísurin
nevniliga
3,41 kr. fyri kilo.
P/F Beta hevur rættiliga
neyv veiði-og príshagtøl.
- Í 1979 var miðalprísurin
á upsa 2,59 kr. fyri kilo, og
í 1980 var hann 3,16.
Ragnar sigur, at eitt skifti
í nítiárunum, árini 1993-
1994, var upsaprísurin eis-
ini ógvuliga lágur; tá lá
hann um 3,70 kr. fyri kilo.
- Men vit skulu so næstan
20 ár aftur í tíðina fyri at
finna so lágar miðalprísir
sum higartil í ár, sigur
hann.
Størri partur
Í 1979 og 1980, tá ið prís-
irnir vóru í botni, var upsin
eini 60% av veiðini hjá
trolarunum. Árini 1993 og
1994, tá ið prísirnir eisini
vóru sera lágir, taldi upsin
83-85% av veiðini.
- Higartil í ár er parturin
av upsa eini 85%, sigur
hann.
Ragnar vísir á, at góðu
toskaárini, 1996 og 1997,
fall upsin niður á stívliga
50% av veiðini, tí so
nógvur toskur var at fáa á
upsaleiðunum.
- Besta upsaprísin fingu
skipini í 1998; tá var miðal-
prísurin 7,65 kr. fyri kilo,
men hetta árið var heldur
ikki so nógvur upsi at fáa,
sigur hann.
"Reyð" tøl…
Ragnar ásannar, at tað
hevur ikki gingið nakað
serligt hjá Beta-skipunum
higartil í ár, hann heldur, at
vónir eru um, at tølini fara
at rætta seg uppaftur, sum
árið líður.
- Men so skal eisini ein
rættilig prísbroyting henda
við upsanum, sigur hann.
Teir gomlu Kuba-trolar-
arnir hava koyrt við "reyð-
um" tølum higartil í ár,
meðan tey nýggju skipini
hava klárað seg heldur
betur.
- Raksturin av teimum
gomlu skipunum hevur
givið hall, meðan tølini hjá
teimum nýggju skipunum
liggja á 0. Hallið hjá gomlu
skipunum er tó ikki so
stórt, men tað er har.
Ragnar vísir á, at batar
eru
at
hóma
í
upsaprísinum, nú heystið er
komið, og hetta er eisini
vanligt hesa tíðina av
árinum.
- So, hóast gongdin hevur
verið
heldur
vánalig
higartil í ár, vóna vit, at vit
kortini hava "botnin" aftan
fyri okkum, sigur hann.
Til garantieftirlit
Bert tríggir mánaðir eru
eftir av árinum, og í hesum
tíðarskeiði skulu nýggju
Beta-skipini til garanti-
eftirlit í minsta lagi 14
dagar.
- Í løtuni verður arbeitt
við, um eftirlitið kann
gerast í Føroyum – ella, um
neyðugt verður at fara til
Spaniu við skipunum, har
tey eru bygd.
Ragnar Olsen sigur, at
ætlanin er eisini at gera
slengrikjølar undir skipini,
tá ið tey fara til garanti-
eftirlit, helst einaferð í
november.
- Verður eftirlitið gjørt í
Spaniu, er greitt, at skipini
verða úr vinnu í meira enn
14 dagar, sigur hann.
At enda kunnu vit skoyta
uppí, at upsaprísirnir hava
verið serliga lágir í juni,
juli og august.
Birgir og familjan skipa fyri
Vørumessuni
Tað er Birgir Poulsen, konan Lis, børn og versynir, sum taka
sær av øllum tí praktiska í sambandi við Vørumessuna
Gomlu Kuba-trolararnir
hava hall í ár
Hósvíkar komm-
una er biðin um al-
ment innlit í sam-
band við áheitan-
ina, sum fólk í
bygdini undirskriv-
aðu og handaðu
kommununi um
samanlegging
ATKVØÐA OG
STRÍÐ
Vilmund Jacobsen
Líkt er ikki til, at stríðið,
sum hevur tikið seg upp,
hvørt Hósvíkar komm-
una skal verða við í
komandi Sunda komm-
unu ella ikki, er av, hóast
tvær fólkaatkvøður hava
verið um málið.
Á fyrru fólkaatkvøð-
uni, sum var í mai, vóru
10 fleiri nei-sigarar enn
ja-sigarar og á fólkaat-
kvøðuni, sum var sein-
asta leygardag, vóru 5
fleiri ja-sigarar enn nei-
sigarar. Kortini vóru
tveir nei-sigarar fleiri
seinast enn á atkvøðu-
greiðsluni í mai.
Fólk undrast
Sosialurin
hevur
frá
álítandi keldum í Hósvík
fingið at vita, at onkur
teirra, sum ikki tekur
undir við, at Hósvíkar
kommuna
fer
uppí
Sunda
kommunu
í
løtuni, hevur biðið um
og fingið alment innlit í,
hvør
skrivaði
undir
áheitanina á kommun-
una um at fara uppí
Sunda kommunu.
- Vit skilja ikki enda-
málið við hesum, og vit
stúra fyri avleiðingun-
um, nú nei-sigarar fáa
útleverað nøvnini á øll-
um teimum, sum heittu á
Hósvíkar kommunu um
at fara uppí eina kom-
andi Sunda kommunu.
Soleiðis siga fólk í
Hósvík, sum hava vent
sær til Sosialin.
Jógvan váttar
Sosialurin hevur vent
sær til Jógvan Mørkøre,
bygdarráðsformann
í
Hósvík, sum váttar, at
biðið er um alment innlit
í hesi viðurskifti, og at
kommunan
sambært
fyrisitingarlógini hevur
latið tilfarið av hondum.
Hann hevur annars
ongar viðmerkingar til
málið.
Í samrøðu við Sosialin
í vikuni, segði Mikkjal
Hansen, sum alment
hevur givið til kennar, at
hann ikki er fyri eini
samanlegging í løtuni, at
"bygdarsálin í Hósvík er
knúst…"
- Vit, sum søgdu ja at
fara uppí eina komandi
Sunda kommunu, spyrja
nú okkum sjálvi, um
bygdarsálin verður bygd
uppaftur við at fara eftir
okkum, sum atkvøddu
fyri samanlegging.
Fólk í Hósvík, sum
hava vent sær til blaðið,
spyrja og undrast yvir,
hvat endamálið er við at
biðja um nøvnini á
teimum, sum skrivaðu
undir.
Alment innlit
í undir-
skriftirnar
C
M
Y
K
17
16