fríggjadagur 19. september 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 177 - 19. september 2003
Nr. 177 - 19. september 2003
19
Við fjølbroyttu siglingar-
ætlan Eimskips er laga-
manni at innflyta vørur
beinleiðis úr øðrum lond-
um enn Danmark. Hetta er
ein avgjørdur fyrimunur
fyri føroyskar innflytarar,
sum kunnu velja millum
enn fleiri veitarar enn fyrr
hevur verið gjørt. Á Eim-
skip siga tey seg fáa alt
fleiri fyrispurnnigar um
innflutnnig gjøgnum aðrar
havnir enn Århus í Dan-
mark. Hetta er tekin um al-
tjóðagerðingina og menn-
ingina í føroysku vinnuni.
"Liggur nú opin fyri tær
heimurin" skrivar mæti
høvdundur okkara J. P.
Heinesen, og tað er júst tað,
sum vit nú síggja.
Eimskip siglur beinleiðis
uppá fleiri havnir í bæði
Europa og Amerika. Í
Europa
siglur
Eimskip
millum annað uppá Rotter-
dam og Hamburg. Hetta
eru størstu inn- og útskip-
ingarhavnir í Europa og
bindilið millum Europa og
hinar heimspartarnar. Tað
skal ikki gretta um ikki
allur innflutningur til Eu-
ropa kemur um aðra hesa
havnina.
Flutningsfrøðin er vís-
indagrein fyri seg. Nógv
orka verður sett av til at
optimera
flutningin,
tí
flutningur er ein stórur
kostnaður í flestu vinnum.
Tað ræður um at fáa vøruna
flutta so skjótt, trygt og
bíligt sum til ber, tí í flutn-
ingi er tíð pengar. Eisini í
Føroyum hevur JIT leist-
urin (just in time) fest seg,
so bindingin í goymslu
verður so lítil, sum til ber.
Tann vaksandi millum-
landahandilin setir størri
krøv til kapasitetin í havn-
um og eftir vegunum, har
serliga vegirnir í Norður-
europa eru hart trýstir, ser-
liga í Týsklandi. Fyri stutt-
um fingu vit so eisini at
vita týska stjórnin leggur
eitt avgjald á lastbilar og
trailarar uppá 0,95 kr fyri
hvønn koyrdan kilometur.
Hetta fer at leggja ein part
av trafikkinum uttanum
Týskland. Vit kunnu í-
mynda okkum at fleiri vør-
ur, sum í dag koma úr lond-
um vestan og sunnanfyri
Týskland, fara at velja
aðrar avskipingarhavnir á
leiðini, eitt nú Rotterdam.
Flutningurin er í dag
samskipaður soleiðis, at
marknaðirnir verða allýstir
alt størri og størri. Hjá
summum fyritøkum er alt
Europa ein marknaður, sum
síðan verður býtt upp í
deilmarknaðir. Hjá øðrum
er Skandinavia ein markn-
aður og hjá uppaftur øðrum
eru Føroyar ein marknaður.
Tað velst um umsetningin á
tí einkulta marknaðinum í
mun til samlaðu søluna.
Logistikkurin verður sam-
skipaður eftir hesum so-
leiðis, at flutningurin verð-
ur skildur til marknaðirnar í
teimum stóru havnunum.
Og tá er spurningurin, nær
føroyski innflytarin kann
fáa sína vøru skilda frá.
Tess fyrr tess betur fyri at
fækka um millumhandl-
ararnar. Hetta kann í førum
vera toført, men tað er ein
avbjóðing hjá innflytaran-
um. Ímyndið tykkum alla
framleiðsluna frá Japan og
fjarðeystri, sum verður seld
í Europa, og eisini finnur
veg til Føroya. Henda vøra
steðgar á í Rotterdam og
Hamburg, har hon verður
skild til europeiska markn-
aðin. Talan er bæði um
drúgvar nýstluvørur, sum
vinnutól og møblar, og
ódrúgvar nýtsluvørur, sum
frukt, kjøt og matvørur
annars. Tá hevði verið
lagamanni at fingið sum
mest skilt frá til Føroyar
beinan vegin og gjørt leið-
ina frá framleiðara til brúk-
ara styttri.
Innflutningur frá
europeisku
ídnaðarlondunum
Mesta framleiðsla í Týsk-
land liggur í norðara parti
av landinum. Fyri fram-
leiðslu í Norður- og Eystur-
týsklandi er stutt til Ham-
burg. Somuleiðis liggur
Hamburg á leiðini fyri alla
framleiðslu úr Miðeuropu.
Samstundis sum miðeuro-
peisku londini eru við at
gerast marknaðir fyri før-
oyskar fiskavørur og enntá
eru millumframleiðarar fyri
somu, innflyta vit vørur úr
hesum londum. Nógv av
framleiðsluni í Miðeuropa
fer til støð í umráðnum við
Hamburg og Rotterdam, og
tí verður flutningur mest
optimalur tann vegin.
Somuleiðis er við fram-
leiðsla í Spaniu, Italiu,
Fraklandi
og
Benelux.
Flutningsstreymurin er til
deplarnar við Rotterdam og
Hamburg.
Í Bretlandi er mesta
framleiðslan í Miðong-
landi. Havnabýðurin Imm-
ingham liggur í kjarnanum
av hesum ídnaði. Tað liggur
tí væl fyri at samskipa
flutningin til Føroya henda
veg.
Føroyingar keypa í dag
mest gjøgnum Danmark og
nógvur innflutningur er
somuleiðis
úr
hinum
Skandinavisku londunum.
Eimskip fermur í ikki færri
enn trimum skandinavisk-
um havnum: Århus, sum er
størsti havnabýður í Dan-
mark, Gøteborg, sum er
størsti havnabýður í Svøríki
og í Frederiksstad, sum
liggur beint uttanfyri høv-
ðusstaðin Oslo í Noreg.
Innflutningur úr
Ameriku
Tó at føroyingar ikki inn-
flyta nógv úr Ameriku er
áhugin vaksandi fyri hesum
framleiðslumarknaði. Alt
eftir hvussu støðan hjá
dollaranum er verður fiskur
fluttur
til
amerikansku
marknaðirnar. Tó merkja
vit ein vaksandi eftirspur-
ning eftir framleiðslum úr
Amerika.
Leiðin
úr
Ameriku til Føroya er stytt
eftir at Eimskip byrjaði
sínar rutur tann vegin, har
teir ferma aðru hvørja viku.
Í framtíðini nógvur
útflutningur úr øllum
londum
Lítið er at ivast í at al-
tjóðagerðin, tann vaksandi
tilvitanin av logistikki og
ídni føroyinga at verða við
á ovastu rók setur krøv til
flutningsmynstri. Føroying-
ar fara at keypa alt meira og
meira inn beinleiðis. Fokus
verður sett á "core busi-
ness", og tað, sum liggur
uttanfyri, verður outsourca.
Hetta er eisini ein trendur
vit síggja i dag á Vøru-
hottellinum
og
á
Frí-
goymsluni, har Eimskip
hevur goysmlu, goymslu-
stýring og innlendis flutn-
ing fyri alt fleiri kundar.
Flutningur beinleiðis
úr stóru verð
Brynjar Viggósson, stjóri
Mynd: Álvur Haraldsen
Siglingarætlan
Joel undir Leitinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Nógv er hent, síðani Jón
Hestoy byrjaði Hest-
prent í leigaðum hølum
á Tvøroyri fyri 19 árum
síðani. Fyritøkan er far-
in úr 50 fermetrum á
Tvøroyri, til at húsast í
800 fermetrum í Havn.
Eisini er prentvinnan
ein vinna, ið hevur
verið og er fyri sera
stórum tøkniligum
broytingum
PRENT
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Nógv er hent, síðani Jón
Hestoy byrjaði Hestprent í
leigaðum hølum á Tvøroyri
fyri 19 árum síðani. Fyri-
tøkan er farin úr 50 fer-
metrum á Tvøroyri, til at
húsast í 800 fermetrum í
Havn. Eisini er prentvinnan
ein vinna, ið hevur verið og
er fyri sera stórum tøkni-
ligum broytingum.
Søgan um fyritøkuna
Hestprent byrjar í 1976, tá
ein unglingi á Tvøroyri,
nevndur Jon Hestoy, fór til
Danmarkar at fylgja sínum
dreymi. Dreymurin var at
læra til myndamann, foto-
graf. Fyri at koma so langt,
skuldi ein tá fyrst ganga
EFG — grafisku linju. Eftir
heilar 45 vikur skuldi ein so
velja, júst hvørja leið, ið út-
búgvingin skuldi ganga
innan grafiska heimin.
Jon valdi at læra til prent-
ara. Í summarfrítíðum var
hann heima og starvaðist á
Sosialinum.
Prentsmiðja og blað
Í 1983 vendi Jon Hestoy
heim aftur at arbeiða. Hest-
prent sá seinni dagsins ljós
á Tvøroyri. Talan var um
prent og blaðútgávu, nevni-
liga lokalblaðið Suðuroyar-
tíðindi.
So við og við gjørdist
virkið líka so nógv eitt sats-
virkið innan prent. Fyritøk-
an helt til í leigaðum hølum
á Tanganum á Tvøroyri og
tá tað var mest, var eitt
hálvt starv afturat Jon
sjálvum á teimum 50 fer-
metrunum.
Í 1987 flutti Jon virkið til
Havnar.
– Síðani er fyritøkan
spakuliga vaksin. Fólk varð
sett í starv í 1987 og í 1988
eisini ein lærlingur. Í 1999
fluttu vit so í hølini, har vit
nú halda til, greiðir Jon
Hestoy frá.
Í 2001 yvitók Hestprent
eisini tøkniliga partin av
framleiðsluni hjá Sosialin-
um.
– Hetta var sjálvsagt ein
avbjóðing, men tað hevur
gingið væl. Og eg haldi báð-
ar fyritøkurnar hava styrki
og fyrimun av samstarvin-
um, sigur Jon Hestoy.
Hestprent leigar eisini
niðastu hæddina í blaðhús-
inum hjá Sosialinum og
hevur bókbindarí. Í dag
starvast góð 20 fólk á virk-
inum.
Álitið bjargaði okkum
Í nítiárunum herjaði kreppa
í Føroyum og hugsast kann,
at eitt prentvirki merkir
eina slíka væl.
– Frá 1985 gjørdu vit tað,
at vit løgdu stóran dent á
bøkur. Hetta bjargaði okk-
um ígjøgnum kreppuna, tí
allir aðrir prentlutir nærum
hvurvu og vóru burtur,
sigur Jon Hestoy.
- Vit royndu at gera ar-
beiðið bíligt og gott. Vit
hava eisini havt prentfram-
leiðslu um nærum allan
heim, sigur Jon og leggur
dent á, at hóast hetta kann
ljóða sum reyp, so er nakað
í hesum.
- Vit hava havt ein sera
stabilan kundaskara. Har
eru størri og smærri kund-
ar. Fleiri teirra eru í dag
góðir vinir og fleiri prenta –
kanska fleiri ferðir – hjá
okkum árliga. Álitið var
eisini nakað, ið hjálpti okk-
um ígjøgnum kreppuna,
sigur Jon Hestoy.
- Vit hava eisini havt góð
og stabil starvsfólk, sigur
Jon og tekur til slagorðið
um, at nýggj tøkni og gott,
gamalt hondverk, gevur
bestu loysnina.
Steðgur merkir
afturstig
Tað er royndur lutur, at inn-
an prentyrkið er sera nógv
farið fram innan tøknina.
Satsur, off-set og onnur
heiti eru komin og farin,
síðani tíðina, tá sett var við
hond í blýggi. Í dag er
nærum alt á teldu.
Jon viðgongur eisini, at
ein má vera við upp á tað,
ið hendir tøkniliga innan
prentyrkið, hóast okkurt
vísir seg at halda, annað
kanska ikki.
- Steðgur merkir aftur-
stig, staðfestir Jon Hestoy.
Steðga er ikki nakað
Hestprent hevur gjørt ofta.
Seinasta ár varð byrjað
uppá bókbindarí og tá
Helgi Justinussen, bók-
bindari, gavst, keypti Hest-
prent virkið hjá honum. Í
dag er hetta eitt nútímans
bókbindarí.
Í ár varð so 4-litað prent-
maskina tikin í í brúk og
styrkir hetta nógv um
møguleikarnar hjá Hest-
prenti á litprent-økinum.
– Nógv hendir á økinum.
Eisini, um ein bara hugsar
um tey 19 árini, ið eru liðin,
síðani eg byrjaði í leigaðum
hølum á Tvøroyri. Tá var
eitt hálvt starv og 50 fer-
metrar. Í dag húsast vit á
800 fermetrum og 20 fólk
eru í starvi, sigur Jon Hest-
oy.
Hestprent
í støðugari
menning
C
M
Y
K
19
18
www.tera.fo
Postboks 49
600 Saltangará
Tlf. 448888
Fax. 448889