Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 • leygardagur • 20. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Seinnapartin í dag fara KÍ kvinnurnar at fáa handað steyp og gullkrónur fyri enn eitt glæsiligt kapp- ingarár FM Í KVINNU- FÓTBÓLTI Jóannes Hansen Stoltleikin hjá norðoying- um í fótbólti í ár hevur fyrst og fremst verið besta kvinnuliðið hjá KÍ. Á Ólav- søku vunnu tær steypa- finaluna ímóti HB, og í dag fara tær at siga farvæl við hetta kappingarárið. Tað gera tær á heimavøllinum í Klaksvík. Týskvøldið vóru KÍ kvinnurnar á Toftum, har tær við 6–1 sigri syrgdu fyri, at spurningurin um FM heitið er avgjørdur undan síðsta umfarinum. KÍ er meistari, og tað við maner. Tær hava vunnið allar dystirnar, og undan síðsta umfarinum er mál- munurin 138–4. Eitt sindur keðiliga suverenur sigur, sum tær taka til í Klaksvík. Men tað er eingin forðing fyri, at tær stórfegnast um avrikið, sum tær hava út- innt, síðani tær tíðliga í ár fóru undir fyrireikingarnar til kappingarárið. Síðsti dysturin verður ímóti HB, sum er nummar trý í landskappingini. Silv- urvinnararnir úr B68 fara at spæla á útivølli í Gundadali ímóti B36. Sambært skránni eru hinir dystirnir í 1. deild kvinnur í dag Sumba–FS Vágar og AB–B71. Eftir dystarlok í Klaksvík fara umboð fyri Fótbólts- sambandið at handa KÍ kvinnunum FM steypið og gullkrónurnar. HB kvinnur- nar fara at fáa bronsu- krónurnar, og í Gundadali fara B68 kvinnurnar at fáa handaðar silvurkrónurnar. Sum tað longu er nevnt fleiri ferðir áður, so er avrikið hjá KÍ framúr. Hetta er annað árið á rað, at tær bæði hava vunnið lands- kappingina og steypakapp- ingina. Eisini í 2000 vunnu tær bæði FM og steyp. Hetta er samstundis fjórða árið á rað, at KÍ er FM vinnari í kvinnufótbólti. Merkisvert er tað eisini, at miðalaldurin á KÍ liðnum ikki er serliga høgur, hóast tað fyri tað mesta eru somu spælararnir, sum hava mannað liðið í ár, sum hava verið við til at vinna FM tey trý undanfarnu árini. Tey seinnu árini er tað so at siga vorðin siðvenja, at tað verður gjørt burturúr á vøllinum í Klaksvík, tá ið kvinnuliðið fær handað gull og skreyt. Einki er at ivast í, at tað eisini í dag verður soleiðis. Skal metast eftir, hvussu tað plagar at ganga, so má niðurstøðan verða, at tað eftir sunnudagin eru tey bæði havnarfeløgini, HB og B36, sum skulu stríðast um føroyameistaraheitið. Í Havn hevur HB í øllum førum havt eitt gott tak á B68 seinnu árini, og bert ta einu ferðina – í 2000 – hava toftamenn tikið øll stigini seinastu tíggju árini. Hartil tykist tað eisini so, at talan er um málríkar uppgerðir í Gundadali, tá B68 vitjar, so í so máta hava áskoðararnir nógv at gleða seg til. Eisini í Runavík er tað havnarfelagið, sum hevur yvirtakið, tá NSÍ tekur ímóti B36. Her er yvirvágin tó ikki heilt so greið, og tó at B36 er omaná, tá tað snýr seg um vunnar dystir, so er støðan púrasta jøvn, tá mál skulu teljast upp. Bert ta einu ferðina – í 1994 – hava fleiri enn tvey mál verið á muni, so tølini tala í øllum førum fyri eini javnari upp- gerð. Hvussu er og ikki, so verða tað ikki hagtølini, sum gera av, hvønn veg stigini fara. Men fyri tað kunnu hesa vera áhugaverd, og á talvuni framgongur, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini sunnu- dagin hava hitst í tilsvar- andi dystum í bestu mans- deildini seinasta tíggju- áraskeiðið. - jm HB og B36 hava hagtølini Gullrúsur í Klaksvík Aftur í ár kunnu KÍ- kvinnurnar gera seg til, at taka ímóti FM-steypinum eftir seinasta dystin 19 18 Nr. 178 - 20. september 2003 "Lokalsproytan" hjá klaksvíkingum varð herfyri borin í hvørt hús í býnum. Í áhuga- verdum serblaði varð greitt frá framtíðar- ætlanum í samband við vegakervið í kommununi. Fyrsta stigið er longu væl ávegis, og býráðið ætlar, at rundkoyr- ingin í hjartanum á býnum skal verða annað og meir enn eitt vegamót VEGAÆTLAN Orð og myndir: Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Listaverkið, sum skal prýða rundkoyringina í hjartanum á Klaksvík, skal ikki bara vera eitt prýði, men eisini ein ímynd av bæði nýggjari og farnari tíð. Bóndahúsini í Innistovu standa beint við, og har varð øld eftir øld hildið vár- ting, líka til tey duttu burtur fyrst í seinastu øld. Frá fyrndartíð og heilt upp til 1866 stóðu kirkjur- nar í býlinginum í Vági, og gamla navnið á sóknini var Vág-sókn. Ímynd av søgu og nútíð Í miðjuni á rundkoyringini skal verða rennandi vatn og løkir. Uttanum skulu standa 4 steinar; ein fyri hvønn av gomlu býlingunum, Vág, Uppsalar, Gerðar og Myrkjanoyri-Biskupsstøð. Ætlanin er, at steinarnir skulu takast úr teimum hagapørtum, sum hoyra til býlingarnar. Tað eru teir báðir, Heðin Ferjá Heldarskarð og Ed- ward Fuglø, sum vendu sær til býráðið við hugskotinum um at prýða rundkoyring- ina. Tankin hjá teimum varð væl móttikin á býráðnum, og ein arbeiðsbólkur ar- beiðir nú við at samkipa alt arbeiðið, bæði tá tað kemur til útsjónd og tað verkliga. Hugskotið um at finna steinar úr hagapørtunum eigur bóndin í Gerðum, Andras Joensen, sum eisini er við í arbeiðsbólkinum. Í arbeiðsbólkinum eru fleiri hugskot komin aftrat, so spennandi verður at síggja, hvussu endaliga úr- slitið fer at síggja út. Teir báðir, Heðin og Edward, siga, at prýði fyrst og fremst skal ímynda Klaksvíkina sum fiski- vinnubý. Men hóast tað, rokna teir við, at fólk sjálvi fara at leggja sítt egna hug- flog í, hvat tey nú einaferð fáa burturúr listaverkinum. Steðgur í Ætlanin var, at rundkoyr- ingin skuldi verða liðug um miðjan oktobur, men arbeiðið liggur nú stilt. Or- søkin er, at ein telefonkaðal til stóran part av telefon- sambandinum í Klaksvík liggur júst har. - Tann kaðalin tora vit ikki at røra, so nú mugu vit fyrst bíða, til menn frá Føroya Tele eru lidnir við sítt arbeiði, sigur Hanus Poulsen, verkfrøðingur hjá Klaksvíkar Býráð. Hann sigur, at listaverkið í rundkoyringini verður ikki liðugt, tá rundkoyr- ingin alment verður tikin í nýtslu. - Tað arbeiði tekur sína tíð og skal gerast ordiligt, sigur hann. Í arbeiðsbólkinum, sum skal taka sær av listaverk- inum, eru: Hanus Poulsen, verkfrøðingur, Andras Joensen frá vega- deildini, Jóhan við Neyst frá vatndeildini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari, og teir báðir, Heðin Ferjá Heldarskarð og Edward Fuglø. Forvitnislig rundkoyring Søguliga staðið, har rundkoyringin er. Bóndahúsini í Innistovu standa beint við, og har var øld eftir øld hildið várting, líka til tey duttu burtur fyrst í seinastu øld. Soleiðis sær modellið til prýðið í rundkoyringini út. Enn verða nakrar broytingar gjørdar, og spennandi verður at síggja, hvussu endaliga úrslitið kemur at síggja út Tað vóru teir báðir, Heðin Ferjá Heldarskarð (t.h.) og Edward Fuglø, sum vendu sær til býráðið við hugskotinum um at prýða rundkoyringina. Edward er kendur listamaður. Hann sigur, at tað er Heðin, sum eigur upprunauppskotið C M Y K 18