Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 177 - 19. september 2003 Nr. 177 - 19. september 2003 21 Battaríir og lummalyktir til øll endamál TDK TDK Videobond ymiskar longdir TAPE TAPE LÍM MÁTTIR TTIR POST-IT POST-IT o.a. o.a. P/F Jógvan Weihe HEIL- & SMÁSØLA STARAVEGUR 15 · BOX 1008 · FO-110 TÓRSHAVN · TLF. 31 38 97 · FAX 31 38 83 E-MAIL: jwimport@post.olivant.fo · HEIMASÍÐA: www.jogvan-weihe.fo Básur nr. 4 Básur nr. 4 C M Y K 21 20 VØRUMESSAN 2003 Vilmund Jacobsen - Tey, sum sita og taka tele- fonirnar og avgreiða okkara viðskiftafólk, plaga at vera við á básinum. Her hitta tey fólk, sum tey vanliga bara tosa við í telefon. Vøru- messan er eitt kærkomið høvi at hitta okkara við- skiftafólk undir øðrum og meira avslappandi um- støðum, sigur Ejler Jo- hannesen, sum starvast hjá Poul Hansen. Heilsølan, P/F Poul Hansen, hevur verið við á Vørumessuni øll árini, síðan messan sá dagsins ljós. - Tað er altíð hugnaligt at hitta viðskiftafólk undir øðrum og meira avslapp- andi umstøðum, og tað er eisini hugnaligt hjá keyp- monum og øðrum, sum vitja á eini slíkari messu, at hittast til prát. Ejler Johannesen, sum starvast hjá Poul Hansen, heilsølu, heldur, at Vøru- messan er eitt gott og kærkomið tiltak. - Tú kennir røddina á teimum í telefonini, men tað er ikki vist, tú nakrantíð hevur hitt tey. Á vørumess- uni plaga tey, sum vanliga sita og taka telefonirnar og avgreiða okkara viðskifta- fólk, at verða við á básin- um. Her heilsa tey fólkun- um, tey vanliga bara tosa við í telefon, sigur Ejler. Breitt útboð Á Vørumessuni hevur Poul Hansen ein stóran bás, men tá ið fyritøkan hevur einar 5.000 vørueindir í útboði, er avmarkað, hvussu nógv kann havast við á eini slík- ari stevnu. - Tað verður tí bert ein lítil partur av teimum vør- um, vit selja, sum verða við á sjálvari messuni. Ejler sigur, at Poul Hansen í fyrsta lagi fer at leggja seg eftir jólahandl- inum, sum stundar til. - Vit fara at hava góð til- boð til jólakeyp av ymisk- um slagi, bæði hvat við- víkur góðgæti, gávulutum og øðrum, sum hoyrir jól- unum til. Á messuni fáa við- skiftafólkini sjálvsagt eisini høvi at kunna seg um og tosa við umboðini hjá Poul Hansen um allar tær vørur, sum heilsølan hevur. - Vit hava fleiri ymisk tilboð við, sum eru fingin í lag í samband við messuna, sigur Ejler. Krás keypt Kjøt Á Vørumesuni fer Poul Hansen eisini at sýna fram, hvat P/F Krás, sum fram- leiðir viðskera og døgurða- mat, hevur at bjóða. P/F Krás, sum Poul Han- sen eigur, hevur nevniliga keypt MBM-Kjøt frá Mjólkarvirki Búnaðar- manna, og øll framleiðslan av viðskera og døgurðamati fer nú fram í hølunum í Hósvík. - Høvuðsvørurnar hjá Krás eru rullupylsa, kjøt- pylsa, skinsakjøt og livur- postei. Vit framleiða eisini ymiskan døgurðamat úr kjøtvørum, eitt nú malið oksakjøt, ymiskar steikir úr oksakjøti og kotolettir og rullusteikir úr svínakjøti. Aftrat hesum framleiða vit royktan hamburgarrygg og flest. Ejler sigur, at tað í fyrsta lagi eru handlarnir kring landið, sum keypa vørur- nar, sum Krás framleiðir, men matstovur, stovnar, sjúkrahús og skipini eru eisini teirra viðskiftafólk. Tilsmans 60 fólk starvast hjá P/F Poul Hansen, harav 11 á deildini hjá felagnum í Hósvík. Vørumessan – eitt gott høvi at møta sínum viðskiftafólkum