Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 178 - 20. september 2003 Í seinasta enda kann tað væl vísa seg, at alt annað enn trý stig er nyttuleyst hjá teimum báðum gullbiðlunu, sum møtast í Havn sunnudagin UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eru tey bæði oddaliðini í bestu deildini, sum fara á vøllin í Gundadali sunnu- dagin. Her hevur HB hildið til stóran part av kapp- ingarárinum, og tó at teir hava hálvgum snávað nú tvær ferðir á rað, so kunnu teir framvegis gera alt sjálvir. Hetta um teir vinna teir báðar næstu dystirnar, sum eru nú sunnudagin móti B68 og annað viku- skiftið móti B36. Verður tað til seks stig í teimum báðum uppgerðunum, so kann B68 í mesta lagi koma ájavnt HB í stigum, men tá er HB sterkari í innanhýsis uppgerðunum. Hinvegin er støðan neyvt tann sama hjá B68. Og hon er kanska betri har, enn hon er hjá HB. Í øllum førum tykist hinir báðir írestandi dystirnir hjá toftamonnum at vera lættari á pappírin- um, tó at ein heimadystur móti GÍ og ein útidystir móti VB neyvan eru lætt- astu dystirnir á árinum. Tí er einki at ivast í, at báðir partar fara eftir trim- um stigum sunnudagin, men umframt innanhýsis dystirnar, so er eisini ein onnur orsøk til, at farast skal eftir sigrinum. Verður talan um javnleik, so kann tað nevnliga merkja, at bæði liðini detta afturum oddin, um so er, at B36 vinnur í Runavík. Miðvøllurin avgerandi Og í HB er í øllum førum ikki nakar sum helst ivi um, hvønn týdning dysturin sunnudagin hevur. - Sum støðan er, so tað í øllum førum blivin tann týdningarmesti dysturin á árinum. Tað burdi tó ikki verið soleiðis, men eftir teir báðar javnleikirnar, sum vit nú hava spælt, so er tað blivið so, og tað mugu vit so bara laga okkum eftir. Orðini eigur HB-lið- skiparin, Rúni Nolsøe, og tó at ikki hevur gingið heilt eftir vild hjá HB seinastu umførini, so tykist hann tó ikki óttast uppgávuna, sum nú stendur fyri framman. - Sjálvt um vit ikki hava fingið neyðugu stigini seinnu dystirnar, so er tað ikki soleiðis, at vit hanga við høvdinum. Vit hava framvegis bert tapt tann eina dystin, og fyri mær at síggja kann tað akkurát tað sama koppa til okkara fyri- mun sum nakað annað. Og víðari sigur liðskip- arin, at tað ikki hevur broytt fyrireikingarnar nakað soleiðis, at teir nú skulu spæla ein dyst, sum mestur er álíkur eini finalu. - Vit hava ikki vant stórt øðrvísi, enn vit hava gjørt alt árið. Hesa ferð verður Andrew ikki við, so tað verður kanska eitt sindur tunt har frammi, men so mugu vit royna at finna upp á okkurt annað, heldur hann. Umframt Andrew av Fløtum, so hava ivamál eisini verið um aðrar partar av HB-liðnum. Hvørki Nico Dogaru ella Martin Christensen vóru við í illveðursdystinum á Eiði fyri viku síðani, men teir hava so báðir vant í vikuni, og væntandi fóru teir í øllum førum at verða partur av hópinum sunnudagin. Og stendur tað til liðskip- aran, so verður ivaleyst brúk fyri øllum góðum kreftum á jást miðvøllin- um, har Nico og Martin hava hildið til. - Dysturin verður av- gjørdur á miðjuni. Tað er har, at B68 hevur havt sína avgjørdu styrki, og tað er fyrst og fremst har, at vit skulu fanga teir, sigur HB- liðskiparin at enda. Trýstið er óbroytt Og hesum seinasta er B68- liðskiparin, Øssur Hansen, alt annað enn ósamdur í. - Sjálvur haldi eg í øllum førum, at tað altíð er mið- vøllinum, at dystir verða vunnir ella taptir. Tað er jú har, at spælið hjá flestu liðunum gongur ígjøgnum, og tað er mest sum altíð so, at tað liðið, sum hevur betri tak á miðvøllinum eisini hevur betri tak á dystinum. - Annars er tað so avgjørt ikki bara miðjan, sum hevur tryggjað okkum góðu støðuna, sum vit nú eru komnir í. Verjan hevur alt árið verið framúr, og spaku- liga er so restin av liðnum, eisini komið við. Og seinastu dystirnar hevur tað bara gingið heilt væl. Og fáur man fara at træt- ast við Øssur í hesum. Eftir at B68 frá flestu síðum varð spátt eina tilveru í niðaru hálvu av stigatalvuni, hevur liðið bara treiskast og ment seg. Seinastu sjey dystirnir eru allir vunnir, og tó at hetta kanska kann leggja eitt ávíst trýst á liðið, so tykist Øssur ikki lata seg ávirka seg av hesum. - Seinastu nógvu vikur- nar hava vit alla tíðina verið undir einum stórum trýsti. HB hevur jú alla tíðina vunnið sínar dystir, og tí hava vit verið pískaðir at vinna, skuldu vit fylgja við. At vit hóast sjey sigrar á rað »bara« eru komnir upp á liðina á HB sigur eisini nakað um, hvussu væl koyrandi teir hava verið. Nú hevur HB tó mist nakað, og tá vit spyrja Øss- ur um, hvørt tað er sigurin, sum farið verður eftir sunnudagin, er hann ikki í iva. - Sjálvandi er tað tað. ´Tað eru tríggir dystir eftir, og sum støðan er nú, so kunnu vit avgera alt sjálvir. Men tað krevur helst ein sigur. Í øllum førum hevur HB nakað væl betri mál- mun enn vit, so ein javn- leikur er neyvan nóg mikið. Og hartil lúrir B36 jú eisini í bakhjólinum, so vit skulu hava alt, um vit framvegis skulu avgera alt sjálvir. Men á pappírinum tykist tað í øllum førum, sum um tit hava lættari dystir sein- astu umførini. Er tað ikki nakað, sum kann gera, at tit kunnu liva við einum javn- leiki? - Tað kunnu vit so ikki brúka til nakað her og nú. Setningurin hjá okkum hevur alla tíðina verið at tikið ein dyst í senn, og tað gera vit eisini nú. Fert tú fyrst at rokna, hvar tú kanst vinna stig og ikki, so er vandi á feðr. Tí líka mikið, hvussu pappírið sær út, so skulu dystirnir spælast fyrst, so vit fara eftir sigr- inum! - Og tað haldi eg heldur ikki er ógjørligt. Síðani summarsteðgin hevur gongdin alla tíðina verið hin rætta, og finna vit sama spæl fram sunnudagin, sum vit sýndu móti NSÍ mána- dagin, so ivist eg ikki í, at vit kunnu fáa øll stigini. - Og so er tað eisini nakað serligt, at tað er Frank Skytte, sum er venj- ari hjá hinum. Hann vandi jú okkum fyri tað nógva í fjør, og sjálvt um mær dámdi hann væl, so merkir tað ikki, at eg ætli mær at geva honum nakra gávu sunnudagin, sigur altso Øssur Hansen at enda. Einasta leikbannið hjá B68 sunnudagin er tað hjá Súna Fríða Johannesen, sum hevur fingið ov nógv gul kort. Eyðstein Skipanes hevur eisini styrkt um hóp- in eftir summarsteðgin, men hann verður so ikki við hesaferðina, og ivamál er eisini um, hvørt Christi- an Anton Andreasen verður førur fyri at spæla. HB-B68: Gullið upp á spæl í Havn Hjá HB er tað uttan iva ein dyggur smeitur, at Andrew av Fløtum ikki er tøkur. Rúni Nolsøe roknar tó sjálvur við, at tað verður slagið móti Fróða Benjaminsen og hinum á miðvøllinum, sum verður avgerandi C M Y K 20 Nr. 178 - 20. september 2003 21 NSÍ-B36: B36 hevur ikki slept endanum Kabalin, sum teir í árstalsfelagnum vóna fer at ganga upp í morgin, er, at teir fara at vinna í Runavík, og at B68 ikki vinnur í Gundadali UPPTAKT Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eftir vónbrotið á Svanga- skarði mánakvøldið halda teir í NSÍ seg at vera klárar at taka ímóti B36. Ian Højgaard stóð uttanfyri og fylgdi við mánakvøldið. Hann var bæði leikbannað- ur og skaddur. Nú er hann leysur av leikbanninum, og hann hevur verið førur fyri at venja, men hóskvøldið fekk hann ein snudd, sum í gjár kanska tóktist skula hava við sær, at hann ikki verður førur fyri at spæla í morgin. Men hann vónaði tað besta. Undir øllum um- støðum varð hann saknaður á NSÍ miðvøllinum ímóti B68. – Teir spældu betri, men tá ið vit nú hava hugt at upptøkuni, so sæst at vit høvdu fleiri upplagdar mál- møguleikar, enn teir høvdu, staðfestir Ian Højgaard. Rokna tit framvegis við møguleikanum at vinna FM? – Vit megna tað ikki einsamallir. Men tað ræður um at gera sítt, so vit einki fara at hava at iðra okkum um, um liðini frammanfyri okkum kiksa. Í fyrsta lagið spæla vit fyri at sleppa við í altjóða fótbólt næsta ár. Um vit vinna á B36, so økist tann møguleikin sjálvandi, og um dysturin í Gundadali í morgin fer at enda við javnleiki, so verður munur- in fram til toppin bara tvey stig – um vit altso sjálvir megna at vinna ímóti B36. B68 skal spæla ímóti GÍ og VB, og HB skal spæla ímóti B36 og KÍ. Tað kundi meiri enn so komið fyri, at oddaliðini fara at missa okkurt stigið í teimum dystunum, heldur – ella kanska meiri vónar Ian Højgaard. NSÍ fekk fýra gul kort ímóti B68, men tað er bara miðvallarin Kári Hansen, sum er leikbannaður. Mest nærliggjandi kundi tað tykst, at Ian Højgaard fer at yvirtaka plássið hjá leik- bannaða manninum, men við NSÍ avrikinum á Svangaskarði í huga, so er tað ikki óhugsandi, at venj- arin fer at gera onkrar broytingar í uppstillingini. Her verður serliga hugsað um miðvøllin. Mugu fáa fatur á endanum Í B36 rokna teir framvegis møguleikan fyri at vinna FM og harvið the double at vera rættuliga realistiskan. – Vit kunnu ikki fara til Runavíkar eftir øðrum enn øllum trimum stigunum. Skulu vit hugsa um FM heitið, so mugu vit vinna ímóti NSÍ. Optimala støðan aftaná 6. umfarið í morgin verður tann, at vit hava vunnið á NSÍ, og at dyst- urin í Gundadali ímillum HB og B68 er endaður við javnleiki. At tað fer at enda javnt í Gundadali tykist rættuliga sannlíkt, heldur Jákup á Borg, og hann heldur fram: – Um vit vinna á NSÍ, so bilar tað ikki, um HB vinnur á B68. Vit skulu spæla ímóti HB næsta sunnudag, og tá fara vit við sigri á teimum at hava møguleikan at leggja okk- um á odda undan síðsta umfarinum í landskapp- ingini. Men tað er fram- vegis treytað av, at úrslitini í morgin verða okkum til vildar, staðfestir Jákup á Borg, sum síðsta sunnudag ímóti FS Vágum var sera væl upplagdur á B36 liðnum. Pól Thorsteinsson var als ikki við ímóti FS Vágum. Hann hevur í summar verið plágaður av trupulleikum við hælsinuni. Hetta er trupulleiki sum ikki bara soleiðis hvørvur. Pól vandi mikukvøldið, og í B36 verður vónað, at hann verð- ur við ímóti gomlu liðfel- øgunum í NSÍ. John Petersen fór tíðliga í 2. hálvleiki av vøllinum ímóti FS Vágum. Hann hevði smávegis trupulleikar í lærkrikanum. John hevði undan í gjárkvøldinum ikki verið til venjingar í hesi vikuni, men tað varð í gjár roknað við, at hann fer at spæla í morgin. Kenneth Jacobsen fekk gult kort ímóti FS Vágum, og hann verður leikbann- aður ímóti NSÍ. Á heima- vølli vann B36 2–0 á NSÍ í sjeynda umfarinum. Ian Højgaard sigur, at nú mugu hann og liðfelagarnir bara gera sítt, so teir ikki standa og iðra seg seinni, skuldi onkur av hinum kiksað GÍ-EB/Streymur: Leiklutirnir broytast Bæði EB/Streymur og GÍ hava í ár átikið sær aðrar leiklutir enn teir, sum liðini vanliga hava havt í bestu deildini UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Enn hava teir hjá EB/- Streymi ikki roynt at skjóta landskappingarmál í Gøtu. Higartil eru tríggjar royndir gjørdar, men útlitini fyri, at hetta fer at eydnast í fjórðu royndini tykjast tó betri, enn tey áður hava verið. GÍ er nevnliga í løtuni rættiliga langt frá odda- støðuni, sum liðið hevur átt í føroyskum fótbólti. Eitt nýtt lið skal byggjas upp, og tá so skaðar hava rakt hópin av teimum leikarum, sum eru ætlaðir at bera lið- ið, so sigur tað seg sjálvt, at tað er tungt. Hartil tykist EB/Streym- ur í ár at hava reist frá leik- lutinum sum ein av teim- um, sum altíð livir í vanda- økinum. Úrslitini í ár hava í mangar mátar verið framúr, og liðið hevur sýnt eitt treysti, sum fá av oddaliðn- um hava megna at staðið ímóti. Eitt treysti, sum gøtumenn eisini kenna alt til, tá teir fyrr í ár mistu eina 2-0 leiðslu á Mølini á Eiði. Í mun til skaðastøðuna, sum hevur verið, so tykist tó ein glotti at hómast hjá gøtumonnum. Krzystof Popczynski hevur verið millum lítið og einki á vøll- inum síðani summarsteðg- in, men nú røkist tó fyri, at hann verður tøkur. Tað verður Zdislaw Janik kanska eisini, og spurning- urin er so, hvørt farið verð- ur eftir úrslitinum, ella um ungu leikararnir fáa enn ein møguleika at savna nakað av royndum saman. Hjá EB/Streymi tykjast allir mans at vera tøkir, og so er at seta øll segl til, soleiðis at vinnast kann enn longur upp á stigatalvuni, sum longu nú tykist vilja vísa á besta avrikið hjá felagsliðnum yvirhøvur. Dystir um vikuskiftið 1. deild menn 21.09 Skála-VB Niklas á Líðarenda 21.09 NSÍ-B36 Lassin Isaksen 21.09 HB-B68 Birgir Sondum 21.09 GÍ-EB/S Petur Skarðenni 21.09 FSV-KÍ Eiler Rasmussen 2. deild menn 20.09 B71-KÍ Georg Rasmussen 20.09 B36-LÍF Rúni Gaardbo 20.09 ÍF-AB Petur H. Joensen 20.09 VB-TB Dagfinn Olsen 20.09 B68-Sumba Jóanes Michelsen 3. deild menn 21.09 HB-ÍF Andrew Christiansen 21.09 NSÍ-B36 Jónleif Gerðisá 21.09 GÍ-EB/S Ólavur Weihe 21.09 Skála-Royn Ove Heinesen 21.09 FSV-TB Magni Hansen 1. deild kvinnur 20.09 EB/S-GÍ Ólavur Larsen 20.09 Sumba-FSV Eyðun Svalbard 20.09 KÍ-HB Jan á Líðarenda 20.09 B36-B68 Tummas P. Olsen Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 15 9 - 5 - 1 34 15 19 32 2 B68 15 9 - 5 - 1 23 10 13 32 3 B36 15 10 - 1 - 4 32 16 16 31 4 NSÍ 15 8 - 4 - 3 28 14 14 28 5 KÍ 15 7 - 2 - 6 24 22 2 23 6 EB/Streymur 15 5 - 5 - 5 25 29 -4 20 7 GÍ 14 4 - 4 - 6 16 22 -6 16 8 VB 14 3 - 4 - 7 15 24 -9 13 9 FS V 15 2 - 2 - 11 19 38 -19 8 10 Skála 15 1 - 0 - 14 8 34 -26 3 21