fríggjadagur 19. september 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 177 - 19. september 2003
Nr. 177 - 19. september 2003
23
Á básinum hjá MBM
verða í ár tvær kvinn-
ur við, sum vilja
marknaðarføra teirra
nýggju kókibók, sum
kemur út síðst í
oktober. Talan er um
eina bók við soltnum
og sunnum mati, sum
er lættur og skjótur at
gera
VØRUMESSAN 2003
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Tað eru tær báðar Jóhanna
á Tjaldrafløtti, føðsluhúsar-
haldsfrøðingur, og Elisa-
beth Akursmørk, økonoma,
sum geva hesa kókibókina
út.
Alt tilfarið er tilreiðar,
men bókin er tó ikki prent-
að enn. Men fyri tað fer tað
at bera til at síggja bókina á
messuni. Við eini uppi-
vørpu fara tær at vísa bók-
ina, tí hon er sum sagt
liðugtgjørd.
Tær báðar Jóhanna og
Elisabeth fingu hetta hug-
skotið av reinum áhuga.
Tær halda so avgjørt at tað
manglar ein tílík kókibók í
Føroyum, og tískil fóru tær
undir at fáa eina útgivna.
Eisini halda tær, at sunnur
matur og lívsstílur er so
nógv uppi í dag og so
aktuelt millum fólk, at tað
kann vera gott at eiga eina
uppskriftsbók, har ein kann
royna ymsar rættir og
síggja, hvussu lætt og skjótt
tað kann vera at gera ein
leskiligan rætt, sum er
sunnur.
– Fólk hugsa nógv um,
hvat tey eta í dag. Tú kanst
næstan ikki opna eitt viku-
blað, uttan at tað eru onkrar
uppskriftir upp á sunnan
mat og so framvegis, sigur
Jóhanna á Tjaldrafløtti.
Hon leggur afturat, at tað
sum er serligt við júst Lætt
og Leskiligt er, at hon er til-
lagað føroyingum og okk-
ara matvanum.
– Har er lasagne og
annað tílíkt, men tað eru alt
rættir, sum vit kenna – men
bara í eini soltnari útgávu.
Ikki teir serføroysku rættir-
nir, tí har hava vit bók
frammanundan, men rættir,
sum vit kenna og eta ofta,
siga tær báðar.
Elisabeth vísir á, at ein
onnur orsøk til, at tær eru
farnar undir hetta er, at tær
til dagligt í teirra starvi á
Húsarhaldsskúla
Føroya
arbeiða við at upplýsa um
sunnan mat og læra frá sær
at gera sunnan og góðan
mat. Eisini hava tær skeið
við fólki, sum koma til
skúlan at læra seg at broyta
matvanarnar. Og hetta hev-
ur so avgjørt eisini verið
við til at givið íblástur til
bókina.
Diabetikaramatur
Bókin, sum tær báðar fara
at geva út, eitur Lætt og
Leskiligt, og hon inniheld-
ur yvir 100 uppskriftir uppá
góðan og sunnan mat. Har
eru uppskriftir upp á bollar
og breyð, døgurðamat, nátt-
urðamat, suppur køkur og
omaná. Alt í eini soltnari
útgávu. Harafturat er ein
partur serliga til diabetik-
arar.
– Diabetikarar kunnu eta
allar rættirnar, sum eru í
bókini, uttan køkurnar og
omaná. Tí hava vit valt at
gera ein heilt serliga part av
tí til fólk við diabetes,
greiðir Elisabeth frá.
– Talið á fólkum við dia-
betes typa 2 veksur alsamt,
og tað kemur ofta fyri, at
fólk standa og skula gera
eitt hvørt til ein serligan
dag og vita ikki, hvat tey
skulu finna uppá, tí ein av
gestunum er diabetikari. Tá
kann Lætt og Leskiligt vera
ein góð hjálp, halda tær
báðar, Elisabeth og Jó-
hanna.
Lætt og Leskiligt verður
sum sagt at síggja á bás-
inum hjá MBM á vøru-
messuni. Tær báðar siga, at
tær verða júst á básinum
hjá teimum, tí tær halda, at
MBM hevur nøkur sera góð
og sunn produktir, sum tær
nýta nógv í matgerðini og
teirra dagliga starvi.
J.F. Kjølbro Heilsøla
úr Klaksvík verður
við á vørumessuni
um vikuskiftið.
Meginparturin hjá
teimum verður
Malaco, men okkurt
annað spennandi
eisini
VØRUMESSA 2003
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Sløgini frá Malaco verða
nógv í tali á vørumess-
uni. Sum nakað nýtt er
Malaco farið undir at
royna seg við smærri
bommposum, og hesir
verða at síggja á vøru-
messuni. Talan er um eini
seks nýggj sløg, sum
verða at fáa í hesi minni
støddini
av
posum.
Sjálvandi verða teir stóru
posarnir eisini við.
So verður eitt stativ,
har Lagermenn, rullur og
annað leskiligt verður á.
Tað er nakað, sum á
donskum verður kallað
børnedisplay.
Kjølbro Heilsøla fer
eisini at hava okkurt við
úr Noregi, men megin-
parturin á básinum verð-
ur Malaco, sum er teirra
besta vøra. Hana vilja tey
marknaðarføra við hvørt
høvi, sum býðst.
Men tó so hevur Heil-
sølan nakað heilt annað
við eisini. Tað er nevni-
liga postalín. Tað verður
ein partur av básinum hjá
teimum nýttur til. Talan
er um postalín, sum er
serliga væl egnað til fyri-
tøkur, stórar køkar, skip
og virki til dømis. Til ber
eisini at fáa logo uppá
tað.
Privatfólk kunnu sjálv-
andi eisini nýta tað, men
tað er eitt, sum ger, at
hetta postalínið er ser-
stakliga vælegnað til skip
og annað. Tað er sterkari
enn vanligt postalín og
brotnar sostatt ikki so
lætt.
Lætt og leskiligt
Nýtt frá Malaco
Bókin Lætt og Leskiligt kemur væntandi út seinast í oktober
C
M
Y
K
23
22
Jólakeypið
gert tú hjá okkum
Vit eru á bási nr. 10
Jólagávu-
hugskot
Sp/f Trio Import
Staravegur 5 • Tórshavn
Tel. 31 44 77 • Fax 31 44 76
trioimp@post.olivant.fo
• Jólagávulutir
• Jólaprýði
• Ljós og serviettar
• Toilettaskur
• Hárprýði
• Hálsprýði o.m.a.