fríggjadagur 19. september 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 178 - 20. september 2003
FS Vágar hevur bara
fingið eitt stig í Mið-
vági í ár, og hagtølini
hjá KÍ siga næstan, at
tað hesa ferð ikki
eigur at eydnast teim-
um at fáa fulla úrtøku
UPPTAKT
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað hevur als ikki hilnast
soleiðis hjá FS Vágum,
sum teir undan kappingar-
byrjan høvdu vónað. Teir
hildu seg hava manning til
pláss í miðjuni. Nú tað
resta trý umfør, er FS Vágar
næstaftast. Sannlíkið tykist
stórt fyri, at teir í endaspæli
mugu stríðast fyri at varð-
veita plássið í bestu deild-
ini. FS Vágar hevur ongan-
tíð megnað at vinna á
heimavøllinum í Miðvági í
ár, og teir hava bara fingið
stig á heimavølli í javnleik-
inum ímóti GÍ (2–2).
Við
stórsigrinum
á
heimavølli ímóti Skála fekk
KÍ snarað málmuninum,
soleiðis at hann nú er pos-
itivur. Høvuðseyðkennið
hjá klaksvíkingum hevur í
ár verið, at teir hava verið
óstøðugir. Higartil í ár hava
teir ongantíð megnað at
vinna tveir landskapping-
ardystir á rað. Spurningurin
er nú, um teir hesa ferð fara
at megna at vinna øll stig-
ini, eftir at teir síðsta
sunnudag vunnu.
Ódrúgvir útlendingar
Ímóti B36 helt FS Vágar
leingi tørn, men so góvu teir
B36 eitt mál, og hóast teir
megnaðu at javna, so taptu
teir kortini 4–1. Síðsta
sunnudag var bara ein av
útlendingunum,
Clayton
Soares, førur fyri at vera við
frá byrjan. Hesa ferð verður
í hvussu so er Silva Braga,
sum var skaddur í fótinum
seinast, ímillum teir fyrstu
ellivu. Hann hevur vant í
vikuni, og hann er førur fyri
at spæla.
Jóhannis Joensen, sum
hevur verið plágaður av
liðbandsskaða í knænum
síðani B68 var í Miðvági,
er farin aftur at venja, men
tað verður ikki roknað við,
at hann verður á liðnum
ímóti KÍ. Kim Poulsen
hevur leingi verið plágaður
av skaða í lærkrikanum, og
hann verður neyvan við
ímóti KÍ.
Ovi Nysted verður ikki á
KÍ liðnum í morgin. Fyri
aðru ferð síðani summar-
steðgin er hann leikbannað-
ur. Síðani leikbannið ímóti
B68 hevur hann spælt tvær
ferðir, og hann hevur fingið
gult kort báðu ferðirnar.
Eyðun Klakstein fekk ein
løst undir venjing mána-
kvøldið. Tað tóktist vera
heilt álvarsamt, og Eyðun
hevur ikki vant síðani. Men
talan hevur verið um fram-
gongd, og fyrrapartin í gjár
var tað ikki heilt útilokað,
at hann kanska verður við í
morgin.
Í sjeynda umfarinum
vann KÍ 2–0 á FS Vágum í
Klaksvík. Vágamenn mettu
eftir ta uppgerðina, at KÍ
mundi vera veikasta liðið,
sum teir høvdu spælt ímóti.
Spuringurin er nú, um teir
fara at megna at fáa øll
stigini frá KÍ og harvið fara
at vinna fyri fyrstu ferð á
heimavølli í ár. Einasti FS
Vágar sigurin á árinum er
tann, sum teir í sætta um-
farinum vunnu á Toftum.
Um KÍ ikki megnar at
vinna hesa ferð, so verður
framvegis møguleiki fyri,
at hetta verður kappingar-
árið, tá ið KÍ ikki megnaði
at vinna tvær ferðir á rað.
FS Vágar-KÍ:
Hava ongantíð vunnið á heimavølli
Enn hevur KÍ ikki vunnið
tveir dystir á rað, men
hinvegin hava vágamenn
ongan tíð vunnið á
heimavølli í ár
Ein av kappingar-
neytunum hjá Toda
Jónsson tykist vera á
veg burtur úr Keyp-
mannahavn og aftur
um Oyrasund
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Joannes@sosialurin.fo
FCK skal seinnapartin í
dag aftur í eldin. Talan er
um heimadyst ímóti Her-
følge, og setningurin hjá
FCK verður at reisa seg
og at fáa trý stig, eftir at
úrtøkan tvær tær seinastu
ferðirnar bara hevur verið
eitt stig hvørja ferð.
Á heimasíðu sínari –
todi.fo – sigur Todi Jóns-
son, at tað kendist sum
vónbrot hjá honum, at tað
mikukvøldið í Viborg ikki
var pláss fyri honum mill-
um ellivu teir fyrstu. Todi
helt seg ikki hava spælt seg
av liðnum. Um tað verður
pláss fyri honum í dag, ella
um hann aftur verður
noyddur at sita á beinkin-
um, meðan Álvaro Santos
fær møguleikan, var ikki
greitt í gjár.
Tað er heldur ikki greitt
enn, men í donsku miðlun-
um hevur teir báðar sein-
astu dagarnar verið nevnt,
at Jörgen Pettersson kanska
er á veg burtur úr FCK.
Hann hevur síðani á sumri í
fjør verið í felagnum. Upp-
runaliga varð hann roknað-
ur sum hóttan móti álops-
plássinum hjá Toda Jóns-
son, men hesar seinastu
mánaðirnar hevur hann
meiri verið mettur sum
framrættaður miðvallari.
Tíðindini eru komin
fram í svenska Kvällpost-
en, sum veit at siga, at
svenski FCK spælarin hev-
ur selt húsini í Lyngby, og
at hann hevur keypt hús í
Skåne, sum familjan ger
seg klára at flyta í.
Blaðið heldur seg eisini
vita, at Jörgen Pettersson
er á veg aftur til Malmö
FF, sum hann áður hevur
spælt fyri, og har hann
hevur skorað nógv mál.
Jörgen Pettersson hevur
ikki verið í fimtan manna
hópinum hjá FCK tríggjar
tær seinastu ferðirnar, og
hann dylur ikki fyri
donskum miðlum, at hann
er misnøgdur við støðuna,
sum hon er:
– Eg eri væl fyri at spæla,
men eg sleppi ikki framat.
Tað er frustrerandi, og eg
havi sagt venjaranum, at eg
dugi ikki at síggja nakra or-
søk til at vera í FCK, um eg
ikki sleppi at spæla. Eg eri
opin fyri øllum, og hóast
sáttmálaskeiðið hjá mær
her í FCK ikki verður liðugt
fyrrenn í 2005, so eri eg op-
in fyri at flyta, tá ið tað á
nýggjárinum aftur verður
møguleiki at skriva sátt-
málar.
FCK
venjarin,
Hans
Backe, hevur ongar við-
merkingar til tað, sum spæl-
arin og pressan vita at siga.
Jörgen Pettersson flutti
á sumri í 2002 úr týska
FC Kaiserlautern og til
FCK. Tá varð hann mettur
sum maðurin, ið fór at
verða mest støðugi mál-
skjúttin í FCK. Síðani
hevur hann verið nógv
skaddur, og tað kann ikki
annað enn staðfestast, at
hann
ongantíð
hevur
megnað at troðka seg
framum Toda Jónsson í
røðini av framrættaðum
FCK spælarum.
Vágbingar eru væl
fyri, og teir kenna seg
ikki tryggari enn so í
bestu deildini, enn at
tað framvegis er
týdningarmikið at
skava stig saman
UPPTAKT
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Hjá Skála er tað fram ímóti
at vera allar síðsti møgu-
leikin. Um liðið skal hava
rætt at spæla triðja árið á
rað í bestu deildini, so
skulu teir fáa stig og helst
vinna, tá ið VB í morgin fer
at vitja á Skála.
Síðsta sunnudag legði
Skála rygg til størsta tapið
av øllum í hesum kapping-
arárinum. Tað kunnu teir
liva við, um tað eydnast
teimum at vinna í morgin.
Men fyritreytirnar kundu
havt verið betri, enn tær
tóktust at vera í gjár:
– Pauli G. Hansen noydd-
ist at taka seg aftur í
steðginum í Klaksvík. Vit
rokna við, at hann verður
við ímóti VB. Men tað eru
tríggir spælarar, sum eru
rættuliga ivasamir. Teir eru
Bogi Gregersen, Arnhold
Berg og Sveinur Justinus-
sen, verður sagt av Skála.
Sveinur fekk skaða í
annað knæið í venjingar-
dysti í hondbólti mikukvøld-
ið, tá ið St.Í.F. spældi ímóti
Kyndli. Arnhold Berg er
eisini plágaður av knæskaða,
og Bogi Gregersen hevur
trupulleikar við liðbond-
unum í øðrum fótinum.
Á plusssíðuni telur tað, at
Eugen Voda, sum leingi
hevur verið skaddur, aftur
er farin av venja. Kanska
verður
hann
í
Skála
málinum í morgin.
Alt væl
Heilt víst er tað, at Bjarni
Johansen aftur í morgin fer
at verja VB málið. Vág-
bingar hava allar spælarar-
nar tøkar. Mortan úr Hørg og
Palli Augustinussen hava
ikki vant saman við hinum
síðstu vikurnar, tí teir hava
arbeitt norðanfjørðs.
VB fekk ikki høvi at
royna seg í meiri enn eitt
korter síðsta sunnudag. Ætl-
anin segðist vera, at dystur-
in ímóti GÍ skuldi verða
spældur síðsta hóskvøld,
men tá roknaði veðurmað-
urin aftur við fitt av vindi,
so tað kom ongantíð har til,
at gøtumenn fóru suður. Nú
verður roknað við, at dyst-
urin kanska verður hós-
kvøldið í næstu viku.
Kenna tit tykkum at hava
tryggjað
tykkum
ímóti
niðurflyting?
– Vit hava framvegis tólv
stig at spæla um, og vit
leingjast eftir at sleppa upp
í part aftur, tí nú eru tríggj-
ar vikur síðani, at vit síðst
spældu
landskappingar-
dyst. Hjá okkum ræður um
at fáa so nógv stig, sum tað
ber til. Vit vita ikki, hvat FS
Vágar kann gera við hini
liðini, men fyri støðuna hjá
okkum hevur tað stóran
týdning, at vit vinna hvørja
ferð og ikki minst, at vit fáa
fult á Skála í morgin, sigur
Bjarni Johansen, veteran-
urin í VB málinum.
Í sjeynda umfarinum
vann VB á heimavølli 2–0 á
Skála.
Pettersson er á
veg úr FCK
Skála-VB:
Nógv ivamál eru á Skála
Skal Skála hava nakran
kjans at halda sessinum, so
er tað nú allar seinasta útkall
at fáa stig
C
M
Y
K
22
Nr. 178 • leygardagur • 20. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Dalai Lama á Harvard
Mánadagin vitjaði heimskendi Dalai Lama lærda háskúlan Harvard í USA.
Hans Kárason Mikkelsen var til staðar
Lesið síðu 6 og 7
BØRN OG SPÆL
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Á Helnabrekku í Klaksvík búgva
tvær góðar vinkonur, sum eita
Sofía og Jastrið.
Síðani tær byrjaðu í 1. flokki,
hava tær spælt saman nærum
hvønn dag. Nú eru tær 10 og 11
ára gamlar og ganga í 5. flokki í
skúlanum á Ziskatrøð.
Teimum dámar væl ítrótt. Tær
spæla fótbólt við KÍ og flogbólt
við Mjølnir.
Í eina tíð hevur skateboard ella
rennifjøl, sum tað eitur á
føroyskum, verið eitt av teirra
frítíðarítrivum.
Góð ráð dýr
Beint omanfyri, har tær búgva,
eru nýggju íbúðirnar hjá teimum
eldru. Har er alt nýtt og í góðum
standi, eisini vegirnir og brekk-
urnar á økinum, sum eru ný-
asfalteraðar.
Á brekkuni oman móti Helna-
brekku liggur væl fyri at koyra á
rennifjøl, og tað hava tær báðar
gjørt nógv av í summar.
Men ein dagin datt 10 ára
gamla Sofía á rennifjøl sínari.
Tíbetur fekk hon ongan skaða,
bert smávegis skursl á pannuna.
Kortini fingu hon og vinkona
hennara ein slíkan hvøkk, at tær
settu sær fyri, at hereftir skuldu
tær altíð nýta hjálm.
Men hvaðani skuldi pening-
urin koma?
Uppfinnsamar gentur
Jú, tær vóru ikki ráðaleysar og
hildu, at tær skuldu fara at royna
at vinna nakað av peningi við at
selja blómur.
Tær fóru í urtagarðin hjá Sofíu
og teimum og hentaðu allar tær
vakrastu blómurnar, tær funnu.
Síðani fóru tær hús av húsi at
selja blómur, so tær kundu keypa
sær hjálmar. Tað gekk væl at
selja, og fólk vóru bæði blíð og
týð - og meiri enn so; onkustaðni
fóru blómurnar fyri høgan prís.
Men tá foreldrini sóu, hvat
genturnar høvdust at, varð
blómusølan steðgað við brestin.
Tey søgdu, at peningin, sum
vantaði í, skuldu tær fáa frá
teimum.
Tað gingu nakrir dagar, áðrenn
tað eydnaðist teimum at fáa júst
teir hjálmarnar, sum tær vildu
hava. Tær skoyttu ikki um hvat
sum helst, tí smart má tað jú
eisini vera.
Nú eru hesar báðar skilagóðu
genturnar, eydnusamir eigarar av
hvør sínum svørtum hjálmi, ið er
júst sum hjá teimum
professionellu.
Og var ikki onkur, sum segði,
at hjálmur er cool...
Nú fara vit altíð at nýta hjálm
Betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin, sigur orðatakið.
Men brent barn ræðist eld, og oftas er hetta seinna tað, ið
fær okkum at taka tey fyrivarni, sum eru neyðug
Sofía (t.v.) var heppin, tá hon datt á rennifjøl sínari. Hóast hon ikki var í hjálmi, fekk hon bert smávegis skursl í pannuna. Kortini blivu hon og vinkona hennara,
Jastrið, so kløkkar, at tær beinanvegin fóru til verka at savna pening fyri hjálmar
23