Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mai 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 96 - 19. mai 2000 Bispur kennir seg vrakaðan Karsten Nissen, bispur í Viborg, skilir ikki, at sóknarprestarnir í Klaksvík saman við kirkjuráðnum sýta fyri, at hann skal sleppa at prædika í Christi- anskirkjuni á hvítusunnu JOHN JOHANNESSEN Fyrst varð Karsten Nissen, bispur í Viborg, av Føroya bispi boðin at prædika í Christianskirkjuni í Klaks- vík á hvítusunnu. Men síð- ani varð hann vrakaður av báðum sóknarprestunum og kirkjuráðnum í Klaksvík. Hetta skilir Karsten Niss- en ikki. Hann hevði glett seg at koma til Føroya og at prædika í Klaksvík. Men nú hann er vrakaður har, ætlar hann sær heldur ikki at prædika nakra aðra staðni í Føroyum. Tað undrar hann almikið, at hann fyrst verð- ur biðin um at prædika her, men síðani biðin um at lata vera. Orsøkin til, at sóknar- prestarnir, Niels Pauli Dan- ielsen og Hans Eiler Hammer saman við kirkju- ráðnum í Klaksvík hava vrakað danska bispin er, at hann saman við restini av donsku bispunum í 1997 hevur skrivað undir eitt skjal, ið staðfestir, at dansk- ir prestar skulu hava loyvi at staðfesta skrásett paralag millum samkynt í fólka- kirkjuni. Onga halgigerð fyri samkyntum Bispurin í Viborg vísir á, at orsøkin til, at donsku bisp- arnir hava skrivað undir skrivið frá oktober 1997 er, at teir meta hetta forða fyri, at tað kemur so langt, at samkynt verða vígd í kirkj- unum. – Tað er í veruleikanum soleiðis, at samstundis sum skrivið staðfestir, at prestar kunnu halda eina guðstæn- astu, har samkynt paralag verður staðfest, vísir tað møguleikanum fyri at halda serliga halgigerð fyri sam- kyntum paralagi aftur, sigur Karsten Nissen. Bispurin vísir á, at allir limir í fólkakirkjuni hava loyvi til at heita á prest sín um at halda eina serliga andakt í kirkjuni fyri sær. Skrivið, donsku bisparnir hava skrivað undir, staðfest- ir bert, at samkynt eisini hava hendan rætt, sigur hann. Sjálvur mælir Karsten Nissen, bispur, ikki teimum 173 prestunum í stift síni til at staðfesta samkynt paralag við serligari guðstænastu. Men hann heldur tó, at hann gjørdi rætt, tá hann skrivaði undir skrivið frá 1997. Kirkjan er fyri øll Karsten Nissen heldur tað vera óskynsamt av føroysku prestunum, ið eisini eru lim- ir í donsku fólkakirkjuni, at sýta donskum bispum at prædika í føroysku kirkjun- um. Bispurin vísir í hesum sambandi á, at tað ikki ber til bert at hava kirkjuna til taks fyri teimum, tú ert samdur við. Kirkjan er fyri øll. Tað undrar danska bispin, at føroyingar, ið eru limir í somu fólkakirkju sum danir, fara so harðliga fram móti starvsfeløgum sínum. Men Karsten Nissen tekur tað kortini ikki nær, at hann er vrakaður. Hann vísir á, at slíkt eigur hann ikki at taka at sær persónliga. Kortini harmar tað Karst- en Nissen, at hann ikki slapp at prædika í Christ- ianskirkjuni, har altartalvan er ein heilur veggur úr dóm- kirkjuni í Viborg, har hann er bispur. Talan er ikki um provokatión Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur í Klaksvík, sigur, at kirkjuráðið í Klaks- vík og prestarnir hava gjørt av at boða bispi frá, at tey ikki ynskja, at Karsten Niss- en skal prædika í Klaksvík, fyri at staðfesta, at tey ikki hava somu hugsan sum danski bispurin og hansara líkar. – Karsten Nissen vil stað- festa nakað, meðan vit ynskja at staðfesta nakað annað. So greitt er málið, sigur Niels Pauli Danielsen. Sóknarpresturin vísir á, at tá Karsten Nissen skrivaði undir skjalið frá oktober 1997, staðfesti hann sína hugsan. Tí heldur hann, at prestarnir í Klaksvík saman við kirjuráðnum nú kunnu staðfesta nakað annað aftur- ímóti. Niels Pauli Danielsen ger greitt, at tað vóru seks av átta valdum kirkjuráðslim- um, ið heittu á hann og Hans Eiler Hammer um at sýta danska prestinum at prædika í Christianskirkj- uni. Sóknarpresturin vil ikki siga, um hann heldur, at prestarnir í Klaksvík fáa nakað burtur úr at sýta danska bispinum at præd- ika. Leirvíksmálarar í Turkihusinum Fríggjadagin 19. mai klokkan 15 letur upp ein »permanent« framsýning av málningum hjá Leir- víksmálarum í Turkihús- inum í Leirvík. Í hesum sambandi fer Sámal Toftanes sam- stundis at sýna fram. Karsten Nissen, bispur í Viborg Bispurin í Viborg hevði ynkst sær at sloppið at prædika í Christians- kirkjuni, har altartalvan er ein heilur veggur úr dómkirkjuni í Viborg. Men sóknarprestarnir vrakaðu hann… Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Stór og spennandi avbjóðing MiKUDAGURIN 17. mai fer helst í søguna sum ein týðandi dagur fyri føroyska vinnu og samfelagið alt. Henda dag gekk freistin út at bjóða uppá oljuleiting á føroyska landgrunninum. Fyribils úrslitið má sigast at vera áhugavert og helst eisini nøktandi. So er spurningurin, hvat stendur í teimum mongu umsóknunum. Tað fáa vit helst ikki at vita fyrr enn Oljumálastýrið hevur tikið avgerð um, hvussu teigarnir verða býttir út um einar tríggjar mánaðir. SAMTÍÐIS sum henda fyrsta útbjóðing er farin av bakkastokki, flutti Oljufyrisitingin í nýggj høli. Hetta er eisini kærkomið, tí nettupp komandi tíðin fer at seta sera stór krøv til fólkini í Oljumálastýrinum og ráð- gevar tess. Útgangsstøðið hevur alla tíð- ina verið at viðgera umsøkjararnar eins, uttan mun til um teir eru føroyingar ella útlendingar. Vit hava onga orsøk til at halda, at leiðslan í Oljumálastýrinum fer at broyta „politikk“ sín á hesum øki, tó at tvey føroysk oljufeløg eru við. FYRI Føroyar ræður um at fáa tey feløg- ini, sum bjóða fram bestu arbeiðsskráirnar og annars hava skilabesta atlitið til før- oyska samfelagið og umhvørvið, til at seta spónin í undirgrundina, soleiðis at tað, sum kemur burtur úr kann ganga Føroyum og føroyingum sum frægast. Tað hevur verið politikkurin hjá okkara myndugleik- um, at føroysk virki og vinnulív eiga at verða tikin við í komandi oljuvirksemi, og hetta tykist eftir øllum at døma at verða ein boðskapur, sum er komin fram á rætta stað. So er spurningurin, hvat er mest realistiskt at kunna rokna við av føroyskari luttøku? Er tað t.d. rætt fyri einhvønn prís at draga føroyskt vinnulív uppí eitt og alt? Umframt at taka vinnulívið við, í hvussu stóran mun eiga vit eisini at fokusera uppá útbúgvingarverkið? Tað verður helst ein sera torfør uppgáva hjá Oljumálastýrinum at velja og vraka millum tær ymsu um- sóknirnar, tá tær helst allar vilja ganga langt fyri at ganga ynskjunum um føroyska luttøku á møti. Síðani er tað spurningurin um at vera við til at kanna aðrar partar av landgrunninum enn bert sokallaðu „gull- teigarnar“, sum flestu av feløgunum helst hava biðið um. Hvat vilja feløgini vága í teimum „minni áhugaverdu økjunum“ fyri at fáa part av teimum meira lovandi økj- unum? Tað hvílir ein stóra ábyrgd á Olju- málastýrinum í hesi tíðini, sum kemur. Við teimum góðu kreftum har eru og við teim- um røttu ráðgevunum, eiga vit hava álit á,at fólkini í Oljumálastýrinum fara at megna uppgávu sína. Tað slóðbrótandi arbeiði tey longu hava gjørt, boðar frá góð- um. Tað eru pengar í russunum Russisku skipini, sum umskipa í Føroyum, keypa eisini proviant og aðra útgerð hið- ani, umframt at teir gjalda havn- argjøld og annað. Teir leggja pengar eftir seg í Føroy- um EDVARD JOENSEN Skipafelagið Føroyar hevur longu avgreitt umleið 200 fremmand skip í ár. Av hes- um er góð helvtin russar, sum koma hendan vegin at umskipa og leggja upp frystan fisk. Mangan verður hildið, at russararnir einki leggja eftir seg, men so er als ikki. Árni Dam á Skipafelagnum Før- oyar sigur, at teir proviant- era fyri einar 50.000 krónur hvør. Umframt kemur bunk- ring, onkur umvælir reið- skap, og sjálvandi gjalda teir eisini havnargjald sum øll onnur skip. Og tað hevur gingið sum hjá øðrum at fáa pengarnar inn. Nógvu russisku skipini, sum seinnu tíðina hava ligið í Nólsoyarfirði, eru slík, sum koma hendanvegin at umskipa svartkjaft, sum teir fiska undir Føroyum, sigur Johnny Thomsen á Skipa- felagnum Føroyar. Skipa- felagið umboðar hesi skip- ini, tá tey eru her. Ímyndin av hesi umboðan er uttan samanbering Árni Dam, sum man vera kendur av mongum sum hann, sum hevur við russararnar at gera. Umframt teir báða Árna og Johnny, arbeiðir Maria á Lava eisini hálvan dag á deildini. 200 skip higartil í ár er rættiliga nógv. Um somu tíð í fjør høvdu gott stórthundr- að verið her. Men talið er eisini vaksið munandi seinnu árini. Í 1995 umboð- aði Skipafelagið Føroyar 121 fremmand skip í Før- oyum. í 1999 var talið kom- ið upp á 366. Og higartil í ár liggur tað so longu um tey 200. Men sjálvandi er ikki sagt, at streymurin heldur fram. Tað velst um, hvussu fer at gangast við fiskiskapinum hjá russun- um, sigur Johnny Thomsen. So talan er heilt greitt um eina vaksandi forrætning, sigur hann. Nógv tann størsti parturin av teimum fremmandu skipunum, Skipafelagið árliga fær, eru russisk. Næstir eru norð- menn. Tað er tó ikki bara í Nóls- oyarfirði, fremmandu skip- ini liggja. Tey eru um alt landið. Úr Vági til Klaks- víkar, og mangan fleiri í senn. Ein dagin í vikuni vóru tríggir russar sam- stundis og løgdu frystan fisk upp til ymisk flakavirki, sig- ur Johnny Thomsen. Tann dagin, flest skip vóru í vár, vóru heili 14 fremmand skip hjá Skipafelagnum samstundis. Tvey á Sundi og 12 í Nólsoyarfirði, greið- ir Johnny Thomsen frá. Tað hevur eingin dagur verið í ár, uttan okkurt fremmant skip hevur verið hjá Skipa- felagnum. Nógv tað mesta av svart- kjaftinum fer til Russlands, har hann verður brúktur til mannaføði. Tvey skip vóru tó herfyri í Vági eftir svar- tkjafti, sum eitt enskt felag hevði keypt og sum skuldi til Afrika. Teir nógvu russarnir, sum fiska undir Føroyum koma mestsum allir til Føroya at umskipa. Onkur hendingur fer til Hetlands, sigur Johnny Thomsen. Tað er ikki vanligt, at skipini skifta manning her kortini. Og teir eru leingi umborð í senn. Hálvt ár er heilt vanligt. Eisini koma onnur russisk skip við fiski, sum verður lagdur upp her í transit. Til dømis var Amerloq, sum er gamli rækjutrolarin Sól- borg, mánadagin og legði 327 tons av frystum fiski inn á goymsluna hjá Skipa- felagnum, sum so skal flyta hann víðari. Helst til Kan- ada. Mr. Russia himself, Árni Dam, hevur úr at gera. Hann tosar føroyskt í aðra telefonina og enskt í hina. Ofta eisini russiskt við einhvønn russa, sum stendur á skrivstovugólvinum Mynd: Álvur Haraldsen Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu sam- kenslu, tá ið kæri pápi, verpápi, abbi og lang- abbi okkara THEODOR EGHOLM Streymnes doyði og varð jarðaður. Takk til tykkum á Sam- býlinum í Vestmanna, fyri ta tíðina hann var har. Takk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar og tykkum, ið hjáptu til við jarðarferðini. Somuleiðis takk til tykkum, ið sendu blómur, kransar og lótu gávur til sambýlið, og øllum tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna, børnini Tøkk Ein hjartans tøkk veitist øllum tykkum mongu, sum sýndu samkenslu og hjálptu til, tá ið okkara góði maður, pápi, abbi og langabbi LEIVUR EJDESGAARD úr Oyndarfirði doyði og varð jarðaður. Somuleiðis ein hjartans tøkk til Jógvan prestin, John Júst og Bjarna Berg fyri fløvandi orð, sang og tónleik. Ein serlig tøkk til sangarar, kirkjutænarar og tykkum, sum vóru í kapellinum og til jarðar- ferðina. Bodil, Sólgerð, Jústinus, Jón Ingi, Lív, Fróði og Sjúrður