leygardagur 20. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 96 - 19. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 96 - 19. mai 2000
Teletænastan kappast
nú við Føroya Tele
Teletænastan á Eiði kann nú bjóða út fjarskiftistænastur í kapping við Føroya
Tele. Hetta fer at merkja fjølbroyttari tænastuútboð og framhaldandi prís-
lækkingar
JOHN JOHANNESSEN
Teletænastan á Eiði hevur
júst gjørt avtalu við Føroya
Tele um at nýta kervið hjá
Føroya Tele til at veita fjar-
skiftistænastur í Føroyum.
Fyri vanliga brúkaran fer
hetta at merkja fleiri val-
møguleikar, fjølbroyttari
tænastuútboð og helst eisini
framhaldandi príslækking-
ar.
Hesum boðaðu Teletæn-
astan og Føroya Tele frá í
tíðindaskrivi í gjár.
Avtalan millum Teletæn-
astuna og Føroya Tele er
tann fyrsta av slag, ið gjørd
er í Føroyum. Hon er úrslit
av samráðingum gjøgnum
eitt heilt ár. Seinasta árið
hevur Fjarskiftiseftirlitið,
sum myndugleiki, Teletæn-
astan og aðrar fyritøkur,
sum ynskja at royna seg á
fjarskiftismarknaðinum, ar-
beitt við at fáa í lag sam-
trafikavtalur, og nú er hetta
arbeiðið við at koma undir
land.
Bæði Teletænastan og
Føroya Tele fegnast um, at
nú er komið til eitt úrslit.
Eitt úrslit, sum báðir partar
eru væl nøgdir við.
Teletænastan á Eiði fór
longu í 1996 at bjóða út
uttanlandstelefoni, og var
fyritøkan eisini tann fyrsta
í Føroyum, sum umframt
Føroya Tele, fekk loyvi at
bjóða út fjarskiftistænastur
eftir at nýggja fjarskiftislóg-
in kom í gildi.
EDVARD JOENSEN
Tað gongur eftir ætlan at fáa
nýggja Idé Húsið á Hálsi
upp at standa. Og væntandi
verður húsið liðugt um árs-
skiftið. Eigararnir vóna tó
at kunna flyta inn kanska
longu í oktober ella nov-
ember, um tað gongur væl.
Nýggi bygningurin verð-
ur 4.000 fermetrar í tveim-
um hæddum. Niðara hædd-
in verður 2.100 fermetrar,
og tann ovara verður 1.900
fermetrar, sigur Birgir And-
reasen, sum arbeiðir hjá Idé
Møblum.
Arbeiðið verður gjørt av
bæði føroyingum og døn-
um. Elementini eru gjørd í
Danmark, og danir seta tey
upp, eins og danir fara at
tekja bygningin. Byggifel-
agið Kanjon hevur gjørt
jørð- og betonarbeiðið. Og
føroyingar fara at leggja ljós
og hita inn. Enn er ikki av-
gjørt, hvør tað verður, sigur
Birgir Andreasen.
Tað eru 22 ár síðan Birgir
Andreasen fekk »tann idé«,
at hann skuldi byrja eina
møblasølu í Havn. Síðan
hevur hann saman við fa-
miljuni verið í tveimum
húsum.
Nú er tað triðja húsið á-
vegis, hóast Birgir nú bara
stendur sum vanligt starvs-
fólk hjá felagnum. Hann
eigur saman við konuni
Elsebeth fyritøkuna. Else-
beth Andreasen er stjóri.
Idé Møblar hava seinastu
níggju árini hildið til í leig-
aðum hølum hjá Havnar
Timburhandli á Hálsi í
Havn. Har hava tey trivist
væl. Men nú Timburhand-
ilin skal brúka hølini til egið
virksemi, vórðu tey noydd
til at taka eina støðu, hvat
gerast skuldi. Um tey
skuldu leiga aðrastaðni,
byggja nýtt ella gevast.
Hildið varð rættast at
byggja nýggjan bygning á
Nýggja Idé
Húsið komið upp
Elementini til nýggja Idé Húsið komu til Føroya við Tango mánamorgunin.
Veggirnir eru settir upp og eigararnir vænta at flyta inn til jólar
grundøki, tey áttu á Hálsi,
og sum seinnu árini hevur
verið leigað øðrum handl-
um í umráðnum til parker-
ingspláss. Hesin bygning-
urin fer eisini at liggja á
slíkum støði kostnaðarliga,
at leigan fer at at líkjast tí,
tað annars hevði kostað at
leiga aðrastaðni í býnum.
Eitt danskt felag hevur latið elementini og setir tey upp ( Mynd: Jens Kristian Vang)
Birgir Andreasen sigur, at
tað er við góðum vónum,
tey fara undir hetta nýggja
tiltakið. Tað hevur gingið
væl at fáa fígging. Helvtin
av kostnaðinum er eginogn,
sigur hann, uttan tó at vilja
nevna, hvussu nógv tað er í
krónum og oyrum. Men
sum skilst gongur grund-
stykkið inn í hesa eginogn-
ina, tí tey áttu stykkið, nú
farið varð undir at byggja.
Og Birgir Andreasen
leggur eina við, at hetta als
ikki líkist tí, sum gekk fyri
seg í áttatiárunum. Tá var
alt bygt upp á lán og
yvirfígging, sigur hann.
-Góðir brúktir frá
R E Y N I S E R V I C E
R E Y N I S E R V I C E
Opi : M n.-fr . 8.00-17.00
TOYOTA CAMRY
2,2 GL
Skrás.: 02-04-98
Km.: 24.000
Prísur: 218.600,- Garanti**
TOYOTA COROLLA
1,3 GALLA
Skrás.: 11-04-95
Km.: 64.000
Prísur: 93.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,6 GSI SEDAN
Skrás.: 22-10-91
Km.: 171.000
Prísur: 58.600,-
TOYOTA STARLET
1,3 XLI, 3 HURÐAR
Skrás.: 30-09-97
Km.: 29.000
Prísur: 86.600,- Garanti**
MITSUBISHI
GALANT
Skrás.: 12-06-91
Km.: 205.000
Prísur: 62.600,-
TOYOTA CARINA
1,6
Skrás.: 27-04-95
Km.: 41.000
Prísur: 110.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
2,0 TDI
Skrás.: 12-07-96
Km.: 78.000
Prísur: 142.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
2,0 GLI aut. gear
Skrás.: 13-06-96
Km.: 82.000
Prísur: 127.600,- Garanti*
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
VØRUVOGNAR
AVHEINTINGARTILBOÐ
Sosialurin - 311820
Sýnaður
04-98
Sýnaður
12-99
Sýnaður
01-99
Sýnaður
12-99
VOLVO 460
SEDAN
Skrás.: 25-05-90
Km.: 88.000
Prísur: 65.600,-
TOYOTA LANDCRUISER HJ61
Skrás.: 31-10-89
Km.: 137.000
Prísur: 105.600,- Garanti*
TOYOTA PREVIA 2400 GLI
Skrás.: 27-12-94
Km.: 58.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
1,6
Skrás.: 30-07-90
Km.: 142.000
Prísur: 59.600,-
TOYOTA COROLLA
1,6 LUNA L/B
Skrás.: 25-01-99
Km.: 21.000
Prísur: 136.600,- Garanti**
TOYOTA COROLLA
1,3 TERRA
Skrás.: 16-03-98
Km.: 50.000
Prísur: 122.600,- Garanti**
TOYOTA COROLLA
1,3 XLI H/B
Skrás.: 23-08-95
Km.: 80.000
Prísur: 93.600,- Garanti*
HONDA ACCORD
Skrás.: 15-08-86
Km.: 214.000
Prísur: 4.600,-
Sýnaður
06-99
Sýnaður
02-00
Sýnaður
02-00
TOYOTA CARINA
1,6
Skrás.: 10-05-95
Km.: 89.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
Sýnaður
10-97
FORD ESCORT
1,8 DIESEL
Skrás.: 01-06-95
Km.: 149.000
Prísur: 94.600,- Garanti*
Sýnaður
06-99
Sýnaður
03-98
Sýnaður
07-98
TOYOTA HIACE 4x4
Skrás.: 19-10-87
Km.: 165.000
Prísur: 49.600,-
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða
seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN
** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti
frá fyrstu skrás. dato
TOYOTA CARINA
1,8 GLI
Skrás.: 10-11-95
Km.: 90.000
Prísur: 120.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
1,8 GLI
Skrás.: 28-06-95
Km.: 70.000
Prísur: 119.600,- Garanti*
FORD ESCORT
1,8 T.DIESEL
Skrás.: 07-08-98
Km.: 44.000
Prísur: 132.600,- Garanti*
Flytið ítróttarhøllina
Somikið greið er áheitanin frá lærararáðnum í Hoyvíkar Skúla, sum
halda ætlaðu plaseringina av nýggju ítróttahøllini í Hoyvík vera bæði
misprýðandi og vandamikla. Enn hava lærararnir tó einki svar fingið
JÁKUP MØRK
Lærarararáðið í Hoyvíkar
Skúla hevur nú mótmælt
ætlaðu gerðini av nýggju
ítróttahøllini í Hoyvík.
Orsøkin til mótmælið er
tó ikki, at nakar av læra-
runum hevur nakað ímóti,
at høllin verður bygd. Hin-
vegin er tað tann sann-
roynd, at lærararniongantíð
eru kunnaðir í málinum,
sum elvir til misnøgd, og
harumfrmat meta teir, at
ætlaða plaseringin av høll-
ini er burtur úr vón og viti.
Ongantíð kunnaðir
Heini Nygaard, sum er for-
maður í lærararáðnum í
skúlanum, sigur við Sosi-
alin, at tað, sum lærararnir
serliga eru ónøgdir um, at
teir á ongan hátt eru eftir-
spurdir ella kunnaðir í mál-
inum.
- Sjálvandi høvdu vit
hoyrt fólk tosað um, at høll-
in skuldi liggja har og har,
men fyrsta formliga kunn-
ingin, sum vit hava fingið,
var tá arbeiði at gera høllina
varð boðið út, sigur Heini
Nygaard.
Hann leggur eisini dent
á, at tey sjálvandi ikki hava
nakað sum helst ímóti ger
av ítróttahøll í Hoyvík.
Tvørturímóti eru tey sera
fegin um hetta stigið, men
eftir teirra fatan er arbeiðs-
hátturin skeivur.
Heini leggur afturat, at
tað nú eru lidnar tvær vikur,
síðani ein áheitan um fund
við Býráðið um málið varð
send, men ikki er líkt til, at
hetta letur seg gera. - Ein-
asta vit higartil hava hoyrt,
er ein telefonsamrøða, har
greitt varð frá, at tað í løtuni
ikki var gjørligt at fáa ein
slíkan fund í lag, tí viðkom-
andi persónar vóru ikki tøk-
ir.
Skeiv plasering
Eisini eru lærararnir ónøgd-
ir um, at høllin eftir ætlan
skal byggjast framman fyri
skúlan, ístaðin fyri at hon
verður sett á økið í ein land-
nyrðing úr skúlanum, sum
upprunaliga er ætlað sum
ítróttaøki.
Tvinnar orsøkir eru til, at
lærararnir ikki vilja hava
høllina framman fyri skúl-
an. Onnur er, at um høllin
verður bygd niðanfyri skúl-
an, fer henda avstað við øll-
um útsýninum, og hetta eru
lærararnir sera harmir um.
Sum er hava tey útsýn út
yvir Nólsoyarfjørð, men
hetta verður ístaðin skift út
við veggin ella takið á
nýggju høllini.
Hin orsøkin er, at eftir
læraranna tykki, fer ein høll
framman fyri skúlan at við-
føra, at ferðslan, og harvið
vandin hjá skúlabørnunum,
verður nógv økt. Hetta tí
venjingar vanliga byrja, tá
børnini fáa frí úr skúla, og
tí verður ein riðil av børn-
um, foreldrum og ítrótta-
íðkarum alt um eina leið, tá
skúladagurin er lokin.
Spurdur um hetta ikki
kann vera tað sama, tí ferð-
slan hevði kortini komið,
um høllin varð bygd norð-
an- ella eystanfyri skúlan
svarar Heini, at tað heldur
hann ikki. Til hetta svarar
hann, at varð høllin bygd á
upprunaliga ætlaða stað-
num, hevði borið til at gjørt
veg uttan um skúlan til høll-
ina, soleiðis at børn og bilar
høvdu havt hvør sína far-
leið, og at vandin tí hevði
verið nógv minni.
Vit royndu í gjár at fáa
eina viðmerking frá tekn-
isku deild á býráðnum, men
hetta eydnaðist okkum ikki
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar.
Sum tann fyrsti av sínum
slag í Føroyum hevur Bals-
levs Timburhandil fingið
sær nethandil. Fyritøkan
hevur, saman við ReproZ,
gjørt eina sera tiltalandi og
brúkaravinarliga heimasíðu,
sum umframt nógv upplýs-
andi tilfar, eisini hevur ein
nethandil.
Nethandilin hjá Balslevs
Timburhandli man uttan iva
vera tann størsti sum finst í
Føroyum. Fyritøkan hevur
nevniliga lagt øll vøru-
nummrini út á internetið við
vøruupplýsingum og mynd-
um. Myndirnar eru kortini
ikki allar komnar út enn,
men higartil eru 6.000
myndir klárar til nýtslu.
Keyp tá tú
hevur stundir
Bent á Lava, stjóri hjá Bal-
slev, sigur við Sosialin, at
fyritøkan hevur arbeitt við
hesi ætlan í umleið eitt ár.
Ferð varð sett á arbeiðið í
november, tá ein maður,
varð settur at taka sær av
uppgávuni burturav. Síðani
hevur tað gingið skjótt.
- Nógv av viðskiftafólk-
um okkara hava spurt, um
vit ikki fara at gera okkurt
slíkt, og tá vit hildu, at tað
var eitt skilagott hugskot,
valdu vit at brúka pengar til
tað, sigur hann.
Bent vísir á, at endamálið
við heimasíðuni er, at røkka
alsamt fleiri viðskiftafólk-
um, kring alt landið. - Besti
mátin at gera hetta er við at
brúka internetið, tí tá fær
kundin møguleikan at fara
inn í handilin, tá hann hevur
stundir, og tað kann vera um
dagin ella náttina, sigur
Bent á Lava.
Og tað vónar Bent á Lava,
at viðskiftafólkið fer at
brúka.
Skipanin virkar soleiðis,
at tá kundin, inni á netinum,
bíleggur vøruna, so fer ordr-
in við teldupostinum til Bal-
slev. Timburhandilin sendir
so eina ordraváttan til kund-
an, so hann enn einaferð
kann síggja, hvat hann hev-
ur bílagt, og tá alt tað er
liðugt, verður ordrin lagdur
til avgreiðslu.
Um vøran skal koyrast út
ella umkundin heintar vør-
una sjálvur, er upp til hans-
ara. Tað sigur hann tá hann
bíleggur.
Einki gjaldskort
Nethandilin hjá Balslev er
kortini rættuliga nógv øðr-
vísi enn teir nethandlar, sum
vanliga verða settir á stovn
í hesum tíðum.
Hjá Balslev ber nevniliga
ikki til at gjalda við FR/
VISA kortið, men tað er til-
vitað, greiðir Bent á Lava
frá.
- Allarflestu viðskiftafólk
okkara brúka nevniliga
kontoskipanina, og tí er
tørvurin ikki so stórur. Har-
afturat skal so havast í huga,
at tað kemur fyri, at ávísar
vørur ikki eru á goymslu,
og tí er skilabetri at kundin
rindar fyri vøruna, tá hann
hevur fingið og sæð hana,
sigur Bent.
Eitt annað, sum tey hjá
Balslev, hava lagt stóran
dent á, er tryggleikin. Hóast
tað sigst vera trygt at handla
við FR-kortið um internetið,
so er tað kortini komið fyri
aðrastaðni, at upplýsingar-
nar eru komnar øðrum í
hendi, enn teimum tær vóru
ætlaðar. — M. a. tí hava vit
valt tann møguleikan frá,
sigur Bent.
Men tað merkir ikki, at
tað ikki kann koma upp á
tal seinni, tí tað er lagt upp
fyri møguleikanum í skip-
anini, so hon kann setast í
verk uttan stórvegis hóva-
sták.
Dagførast hvønn dag
Hjá føstu viðskiftafólkum
Balslevs — teimum, sum
hava internetsamband — er
nýggja heimasíðan funnin
fressur. Teimum nýtist ikki
at fara frá arbeiði, um so er,
at stundir ikki eru til tess,
men nú kunnu tey sita
heima, í frið og náðum, og
bíleggja tað tey skulu brúka.
Føstu
viðskiftafólkini,
stórkundarnir, fáa brúkara-
navn og loyniorð, soleiðis,
at tey fáa atgongd til vøru-
skránna í øðrum formi, enn
vanliga viðskiftafólki. Í hes-
um partinum av heima-
síðuni hava tey møguleika
at síggja um tey skylda pen-
ing, ella um tey eiga pening
Balslev latið upp nethandil
Mikudagin lat Balslev Timburhandil upp nýggja heimasíðu á interneti-
num. Umframt at verða kunning um felagið við søgu og upplýsingum
um starvsfólk, er eisini talan um ein nethandil, har viðskiftafólkini —
allar tíðir á degnum — kunnu bíleggja vørur
til góðar hjá Balslev.
Tað er nevniliga so, at
nýggja heimasíðan koyrir
saman við bókhaldsskipan-
ini. Upplýsingarnar verða
dagførdar úr fíggjarskipan-
ini á heimasíðuna hvønn
dag, og tað merkir, at tær
upplýsingar, sum liggja á
netinum, eru dagførdar.
Svend Åge Drewsen, sum
er maðurin aftanfyri heim-
asíðuna, sigur at tað hevur
stóran týdning fyri trúðvirði
og nýtsluvirði, at upplýsing-
arnar eru tær nýggjastu.
- Tí fara vit at bera so í
bandi, at vøruupplýsingar-
nar og líknandi, verða dag-
førdar hvønn dag, sigur
Svend Åge.
Sum vera man, hevur Bal-
slev eisini nýtt høvið til at
kunna føroyingar um søgu-
na hjá fyritøkuni. Hon er
drúgv, tí tað eru skjótt
hundrað ár, síðani fyritøkan
sá dagsins ljós í Keypmann-
ahavn.
Alt hetta ber til at lesa
meira um á heimasíðuni,
sum
eitur
http://
www.balslev.fo.
Bent á Lava og Svend Åge Drewsen við skíggjan við heimasíðuni hjá Balslev