leygardagur 20. mai 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 96 - 19. mai 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 96 - 19. mai 2000
Byggja upp nýggja vinnu
Sum starvsfólk í Kaupthing Føroyar hevur tú møguleikan
fyri at verða við til at byggja upp eina nýggja vinnu í
Føroyum. Vit luttaka hvønn dag á altjóða fíggjarmarknað-
unum innan handil og ráðgeving á lánsbræva- og parta-
brævamarknaðunum. Okkara kundar eru føroyskir
stovnar, virkir og privatfólk.
Áhugin fyri hesum virksemi hevur síðan byrjanina verið
sera stórur, og Kaupthing Føroyar er longu nú størsti
útbjóðarin av hesum tænastum í Føroyum. Hetta merkir
samstundis eisini, at okkum skjótast gjørligt tørvar fleiri
fólk.
Umsitingarleiðari
Virksemi okkara er vorðið so umfatandi, at neyðugt er við
einum ábyrgdarfólki at hava ábyrgdina av:
Fíggjarstýring og roknskapi felagsins
Uppbygging og viðlíkahaldi av mannagongdum
Backoffice — t.e. avgreiðslu av virðisbrævahandlum
Stýring av gjaldføri
Felags við stjóran at hava ábyrgdina av umsiting
felagsins annars
Førleikakrøv
Umsitingarleiðarin skal hava eina hóskandi útbúgving og
hartil starvsroyndir, men tað hevur størst týdning, at tú
hevur:
Evnir at samskipa og raðfesta arbeiði
Ein sjálvstøðugan arbeiðshátt
Góð samstarvsevnir
Virðisbrævahandlari/ognarrøkil
Áhugin at handla virðisbrøv í Føroyum er so stórur, at vit
hava brúk fyri einum fólki til:
Ráðgeving og handil av virðisbrøvum fyri privatar og
vinnuligar kundar
Uppsøkjandi sølu mótvegis størri kundum
Røkt av verandi avtalum við kundar
Førleikakrøv
Tú skalt helst hava eina hægri búskaparliga útbúgving og
hartil starvsroyndir innan virðisbrævaøki, men tað hevur
størst týdning, at tú hevur:
Royndir við kundarøkt
Ein sjálvstøðugan arbeiðshátt
Góð samstarvsevnir
Fólk til umsitingina
Saman við umsitingarleiðaranum verða dagligu ábyrgdar-
øki tíni:
Backoffice — t.e. avgreiðsla av virðisbrævahandlum
Avgreiðsla av posti og telefon
Stýring av gjaldføri
Fyrisiting av bókhaldi felagsins
Førleikakrøv
Skrivstovuútbúgving ella líknandi
Verða vanur KT-nýtari
Ein sjálvstøðugan arbeiðshátt
Góð samstarvsevnir
S t a r v s f ó l k t i l
K a u p t h i n g F ø r o y a r
Hin 1. mars 2000 varð Kaupthing formliga virkið í Føroyum. Síðan hava Føroya Sparikassi og Kaupthing hf. í felag
stovnað felagið Kaupthing Føroyar. Kaupthing Føroyar bjóðar fram tænastur innan handil og ráðgeving á
virðisbrævamarknaðunum. Ætlanin er eisini at luttaka í uppbyggingini av einum føroyskum virðisbrævamarknaði
og við tíðini luttaka í eini væntaðari privatiseringstilgongd í Føroyum.
Øll størvini verða sett skjótast gjørligt. Fyri
størvini verður lønin ásett eftir avtalu.
Umsókn við prógvum, CV og hartilhoyr-
andi skjølum skulu verða okkum í hendi í
seinasta lagi 27. mai 2000. Umsóknirnar,
sum verða viðgjørdar í trúnaði, skulu
sendast til:
Kaupthing Føroyar
Postboks 3090
110 Tórshan
ella á e-mail: peter@kaupthing.com
Nærri upplýsingar fáast um størvini við at venda
sær til Peter Holm á telefon 351500.
Lærarar
kanska
aftur í
verkfall
Træta hevur longu tikið seg upp um
semjuna, sum endaði læraraverkfallið
fyri sløkum trimum vikum síðani
á midnátt sunnukvøldið 30.
apríl.
Hetta er hent, hóast allir
partar søgdu í Sosialinum
beint aftaná, at semjan varð
undirskrivað, at tey høvdu
fult álit á semjuni og at hon
ikki fór at elva til ósemju,
tá ið hon skuldi setast í verk.
Men tað er altso júst tað,
sum longu er hent, ikki
meiri enn gott 14 dagar aft-
aná, at semjan varð undir-
skrivað.
Og ósemjan, sum nú hev-
ur tikið seg upp kann í ring-
asta føri enda við, at lærar-
arnir fara at leggja arbeiðið
niður einaferð afturat.
Onki løgið
Tað er ógvuliga trupult at
fáa partarnar í málinum at
gera viðmerkingar til málið.
Elsa Birgitta Petersen,
forkvinna í Føroya Lærara-
felag, sigur heilt stutt, at hon
hevur ongar viðmerkingar,
beint nú,
– Men tað munnu nokk
fara at koma onkur tíðindi
seinni, leggur hon afturat
Heldur ikki Tummas
Magnussen, leiðari á løn-
ardeildini hjá Fíggjarmála-
stýrinum, vil gera nakrar
viðmerkingar.
Men hann sigur, at tað er
onki óvanligt, um ósemjur
taka seg upp um snøklar í
einari semju, ið er gjørd um
mál, sum tveir partar eru
ógvuliga
ósamdir
um
frammanundan.
–Ein semja er oftani ein
neyðloysn, sum verður
gjørd eftir langar samráð-
ingar. Ofta verður talan um
heldur ullintar orðingar,
sum partarnir leggja hvør
sín týdning í. Og tá er tað
onki løgið í, um okkurt er
eitt sindur ógreitt, tá ið
semjurnar skulu setast í
verk.
Men nakra ítøkiliga ó-
semju ímillum Lærarafel-
agið og Fíggjarmálastýrið,
vil hann ikki gera viðmerk-
ingar til.
Ikki nakar trupulleiki
Tað er bara Høgni Hoydal,
landsstýrismaður í skúla-
málum, sum vil viðganga,
at ósemja hevur tikið seg
upp.
Men hann væntar tó ikki,
at talan verður um nakran
trupulleika.
–Vit hava skrivað undir
eina semju og tað eru greið-
ar
mannagongdir
fyri,
hvussu farast skal fram, um
ósemjur stinga seg upp.
Hann sigur, at Lærarafel-
agið hevur undirskrivað
eina høvuðsavtalu, har tað
verður skorið út í kortið,
hvussu farast skal fram, tá
ið ymiskt mál taka seg upp.
Sjálvur heldur hann, at
semjan er púra greið.
– Í hvussu so er á tí sein-
asta samráðingarumfarin-
um, varð tosað opið og
greitt um, hvat semjan bar í
sær og, hvat hon kom at
kosta.
–Men hevur ein ósemja
tikið seg upp, mugu part-
arnir seta seg saman at loysa
málið, sigur Høgni Hoydal.
Partarnir, sum hann mein-
ar við, eru Lærarafelagið og
Fíggjarmálastýrið, tí hetta
er ikki eitt mál, sum liggur
ÁKI BERTHOLDSEN
Karsten Hansen, Høgni
Hoydal og Elsa Birgitta Pet-
ersen vóru ikki leingi í para-
dísi.
Tað er ikki meiri enn slak-
ar tríggjar vikur síðani, at
tey skrivaðu undir eina av-
talu, sum fekk enda á tí
meiri enn tveir mánaða
langa læraraverkfallinum.
Men tað er longu komið
vátt í reiðrið aftur.
Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálastýrið
eru
nevniliga longu blivin ó-
samd um semjuna, sum há-
tíðarliga varð undirskrivað
undir Undirvísingar- og
mentamálastýrinum.
Og hann hevur eisini
skilt, at farið er undir ar-
beiðið at finna semju.
Hótta við verkfalli
Ósemjan ímillum Lærara-
felagið og Fíggjarmálastýr-
ið er um, hvussu onkur orð-
ing í sáttmálanum skal tulk-
ast.
Talan er um ásetingina
um ráðleggingartímar, sum
partarnir eru ósamdir um.
Í semjuni ímillum Lær-
arafelagið
Landssýrið
stendur m.a., at „hjá teim-
um, sum hava felags ráð-
legging, verður ein undir-
vísingartími settur av til fel-
ags ráðlegging.
Uppí ráðleggingartíman
verður ikki roknað fyri-
reiking. Hetta ber í sær, at
hálvur tími í niðurskurði
verður tikin av fyrireiking-
artíðini“
Og tað skilst, at tað er
hesin hálvi tímin, sum ó-
semjan stendur um.
Lærarafelagið hevur boð-
að lærarunum frá ósemjuni.
Og samstundis hevur fel-
agið boðað frá, at fæst ikki
ein loysn á málinum, er onki
annað at gera, enn at leggja
arbeiðið niður aftur.
Høgni Hoydal heldur
ikki, at Lærarafelagið kann
fara í verkfall av hesi orsøk.
– Tá ið ein avtala er und-
irskrivað og sett í gildi, kann
annar parturin ikki bara
leggja arbeiðið niður, tí at
– Tað er júst eini støðu,
sum hesari, sum høvuðsav-
talan skuldi forða fyri, at vit
komu í.
–Tað vildi eisini verið
heilt burturvið at lagt ar-
beiðið niður aftaná alla ta
tíð og alla ta orku, sum
vórðu løgd at fáa semju
ílag, sigur Høgni Hoydal.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum,
hevur ikki verið at hitta.
Semjan ímillum Lærarafelagið og Landsstýrið helt ikki leingi. Tað er ikki meiri enn slakar tríggjar vikur at lærara-
verkfallið endaði, men nú hóttir ein ósemja um orðingar í semjuni við at leggja skúlan lamnan einaferð afturat.
Sýna fram
í Billed-
værkstedet
Leygardagin letur upp framsýning í
Danmark, har føroysk listafólk sýna
listaverk síni fram á Billedværkstedet
DAGFINN OLSEN
Leygardagin 20. maj letur
upp listaframsýning í Bil-
ledværkstedet í Brovst. Við
eru føroysk listafólk, um-
framt danskur málari, ið
hegnisliga lýsir grøn-
lendsku náttúruna.
Sagt verður um føroy-
ingarnar á sýningini, at tal-
an er um 8 sermerktar og
litríkar føroyingar.
Billy Sjur Ohlsen og
Torbjørn Olsen hava stak-
sýningar, meðan Zacharias
Heinesen, Eyðun av Reyni,
Kári Svensson, Olivur við
Neyst, Amariel Norðoy,
Bárður Jákupsson og Aggi
Asgerð Asgeirsdóttir hava
nakrar myndir við.
Tey bæði Jonna og Ib
Hugo Adelborg, ið hava
Billedværkstedet meta, at
listafólkini øll eru í listar-
ligari menning og við størri
og størri tryggleika hava
tamarhald á sínum listar-
ligu framførslum.
Latið verður upp leygar-
dagin klokkan 14 og opið
er síðani dagliga frá klokk-
an 13 til 17.
Tá latið verður upp leyg-
ardagin, verður. m.a. Tor-
bjørn Olsen til staðar og
Rosa á Rógvu fer at lesa
upp yrkingar eftir William
Heinesen.
Umframt hesa sýning,
eru eisini onnur verk at
síggja.
Standmyndir og kermisk
list er at síggja í alding-
arðinum og her eru um-
boðað Aase Haugaard,
Anne Nielsen og Marianne
Stenholdt Bork.
Framsýningin, har før-
oysku listafólkini eru við,
heldur fram til tann18.
juni.
Leygardagin eru 8 før-
oysk listafólk umboðað á
sýning í Danmark