Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mai 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 96 - 19. mai 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 96 - 19. mai 2000 Viðmerkingar: Í samband við samráðing- arnar millum Landsstýrið og donsku stjørnina hava mong ivamál tikið seg upp um viðurskifti, ið føroying- ar higartil ikki hava givið sær so nógv fær um. Millum hesi ivamál er m.a. spurn- ingurin um hvørji rættindi føroyingar kunnu rokna við at vaðveita, um samráðingar Landsstýrisins enda við at Føroyar gerst fullveldi við føroyskum ríkisborgara- rætti. Lat meg sláa fast beinan- vegin, at ríkisfelagsskapur- in, sum er, á mongum økj- um ikki er nøkur foran fyri okkara avgerðarmøguleik- um, hvørki hjá føroyskum myndugleikum ella ein- staklingum. Hjá t.d. føroy- ingum, ið ætlað sær undir útbúgving í øðrum londum enn í Danmark, er danski ríkisborgararætturin, ein av- gerandi fyrimunur. Danskir útbúgvingarmynduleikar heita á og vegleiða síni lesandi um nettup at fara út í heimin at nema sær kunn- leika, tí Danmark eisini er eitt lítið land, ið tørvar í- blástur og kunnleika uttan- ífrá. Ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum í dag somu møguleikar og sømdir sum donskum lesandi, tí vit kunnu fara runt jarðarknøtt- in at lesa við donskum lestr- arstuðli. Okkum nýtist enn- tá ikki at seta fótin á danska jørð um hetta bíður onkrum ímóti Ein avgerandi spurningur fyri okkara menningarmøg- uleikar sum tjóð, eru út- búgvingamøguleikarnir framyvir. Hesi viðurskifti eru hvørki lýst nøktandi í Hvítubók ella í Útbúgving- arálitinum. Umfatandi til- knýti og samskifti okkara við danskar útbúgvingar- stovnar og mynduleikar er slett ikki lýst yvirhøvur, og innlitið hjá okkara lands- stýri og samráðingarfólki er hareftir. Føroyski stuðulin fæst bert í 11 mánaðir Høgni Hoydal sigur í svari uppá fyrispurning frá Heðini Mortensen, at støðan hjá okkara lesandi verður óbroytt í mun til í dag, um danir góðtaka at geva okk- um somu skipan sum ís- lendingar, tí norðurlendsk- ur sáttmáli tryggjar norður- lendingum javnbjóðis at- gongd til lærustovnarnir hjá hvørjum øðrum. Høgni Hoydal eigur at seta seg inn í veruleikan, áðrenn hann staðfestir at støðan hjá okkara lesandi verður óbroytt í mun til í dag og at norðurlendskur sáttmáli tryggjar okkum javnbjóðis rættindi. Veru- leikin er at norðurlendskur sáttmáli vil smalka tað nál- areyga, ið føroyingar skulu ígjøgnum, tá søkt verður um upptøku á lærustovni í Dan- mark, og norðurlendskur sáttmáli er ikki ætlaður til, at tey flestu lesandi úr ein- um norðurlandi lesa í øðr- um norðurlandi. Hetta vil eg venda aftur til í seinni blað- grein. Viðvíkjandi lestrarstuðli- num, sigur Høgni Hoydal í svarinum, at landsstýrið miðar eftir, at føroyskur lestrarstuðul verður veittur til tey, sum lesa í hinum norðanlondum eins og utt- an fyri norðurlond, og at stuðulin verður fult so nøkt- andi sum í dag. Hann átti at skoytt uppí at føroyski stuð- ulin er minni enn tann danski og at føroyski stuð- ulin bert fæst í 11 mðr. Hvat føroysk lesandi skulu liva av tann 12. mðr., átti hann eisini at havt boð uppá. Svar hansara, at norður- lendsk lesandi hava javn- bjóðis rættindi at lesa hjá hvørjum øðrum, er ikki all- ur sannleikin. Tá Høgni Hoydal tosar um útbúgving- armøguleikar, tosar hann al- tíð um hægri útbúgvingar (aftaná miðnámsprógv) og gloymir tær mongu útbúgv- ingarnar, føroyingar hava møguleika til at nema sær í Danmark, um hesar ikki krevja miðnámsprógv frammanundan. Ríkisborgararætturin er atgongumerkið Fyri at fleiri kunnu hava møguleikan at lesa, er neyð- ugt hjá teimum at hava at- gongd til nøktandi sosialar vælferðarskipanir, ið vit ikki hava sjálvi, men sum hesi, við verandi ríkisborg- ararætti, fáa atgongd til beinanvegin tey flyta í danskar kommunur. Landsstýrið hevur neyvan givið sær far um, hvørjar avleiðingar tað fær fyri vit- an og útbúgvingarstøði okk- ara, um útbúgvingarmøgu- leikarnir í framtíðini verða skerdir. Sjálvt okkara egnu útbúgvingarstovnar hava ikki nøktandi umstøður sum er. Ein avgerandi spurningur, sum vit eiga at stilla okkum, er um føroyskur ríkisborg- ararættur kann fáa avleið- ingar fyri lestraregnaðir før- oyingar, um hesir skulu dúva uppá okkara egnu út- búgvingarstuðulsskipan, lestrarmøguleikar í Føroy- um og aðrar út- búgvingarmøguleikar undir øðrum skipanum sum t.d. ALS og endurbúgving eftir forsorgarlógini. Svarið er heilt greitt, at vit hava nakrar møguleikar í ríkisfelagsskapinum, sum vit missa við egnum ríkis- borgarrætti. Serliga er stórur vandi fyri, at tey, sum onga útbúgving fingu sum ung og onnur sum ikki hava trivist í vanligu skúlaskipanini, fáa verri møguleikar enn í dag. Hesi finnast í dag í stórum talið í donskum útbúgving- arskipanum, og hjá hesum er atgongumerkið danski ríkisborgararætturin. Sum dømi kann nevnast, at treytin fyri at útbúgva seg til sosial og sunnheits- hjálpara og assistent í Dan- mark, er at hvør einstakur lesandi hevur útbúgvingar- avtalu við danska komm- unu, ið rindar viðkomandi løn undir útbúgvingini. Lønin í lestrartíðini er gott 7.000,- um mðr. og harum- framt hava føroyingar í lestrarørindum í Danmark, rætt til føroyafrádrátt uppá 55.000,-kr. um árið, sum í prinsippinum merkir, at lestrarlønin gerst skattafrí. Henda møguleika, sum er fyritreytin hjá mongum, hava aðrir norðurlendingar ikki. Ongar vælferðarskipanir vóru í 1918 Eg kundi nevnt aðrar út- búgvingarmøguleikar, sum nógvir føroyingar hava gjørt nýtslu av gjøgnum atgongd til danskar A-kassar og møguleikar hjá ungfólki í- gjøgnum t.d. „Den Fri Ung- domsuddannelse“, ið er ætl- að ungum, ið ikki hava triv- ist í vanligu skúlaskipanini. Somuleiðis fara fleiri og fleiri av okkara ungu 1 ár á danskar eftirskúlar, har hesi fáa bæði danskan stats og kommunustuðul. Tað tykist ikki sum Høgni Hoydal er vitandi um hesar føroyingar, tá hann svarar sum hann ger, at støðan hjá lesandi føroyingum í Dan- mark verður óbroytt í mun til í dag, um bert vit fáa somu avtalu sum onnur Norðurlond. Tað er heldur ikki álitisvekjandi at fyri- reikingar og kunningarar- beiði hjá samgonguni er so ússaligt og lítið sannfør- andi, tá tað snýr seg um út- búgvingarviðurskifti hjá øllum føroyingum. Vónandi koma vit ikki at uppliva tað tíð aftur, at bert tey vælbjargaðu, tey, ið hava pening og vald, koma at hava ráð at nema sær kunn- leika. Føroyafrádrátturin ger tað møguligt hjá nógv- um vaksnum føroyingum at fáa sær útbúgving í Dan- mark í dag. At føroyingar í samráð- ingunum við danir royna at vísa á avtaluna, ið íslend- ingar og danir gjørdu í 1918, kann ikki nýtast til nakað, tí tá vóru ongar væl- ferðarskipanir ella rættindi hjá vanligum fólki til t.d.at nema sær útbúgving. Kristian Magnussen løgtingsmaður Ríkisborgararættur og útbúgvingarmøguleikar uttanlands Vit fara at loyva okkum at seta nakrar spurningar aftrat í sambandi við gongdina í fullveldismálinum. Spurningur til Miðflokk- in: Flokkurin førir fram, at landsstýrið hevur gjørt ein stóran feil við at hava yvir- skot á fíggjarlógini, tí so taka danir blokkstuðulin frá okkum. Sagt verður eisini, at yvirskotið á fíggjarlógini er orsøk til, at danir geva føroyingum so stutta skift- istíð. Merkir hetta, at Mið- flokkurin leggur dent á, at vit altíð nýta allan peningin úr Danmark og yvirskotið á fíggjarlógini beinanvegin, fyri at prógva fyri dønum, at vit hava tørv á stórari rík- isveiting? Spurningur til Javnaðar- flokkin: Formaður floksins er vorðin skuldsettur fyri, at tað er hann, sum saman við Poul Nyrup leggur til rættis donsku samráðingarætlan- ina. At tað er hann, sum tryggjar at stjórnin setur landsstýrinum so harðar treytir, at tað verður ringt at vinna eina fólkaatkvøðu um fullveldi. Skuldsetingarnar byggja á orð, sum Poul Nyrup Ras- mussen segði á landsfundi hjá danska Javnaðarflokki- num, tá hann beyð formann- inum í føroyska Javnaðar- flokkinum vælkomnum_.I skal vide her på kongressen alle sammen, at vi er i tæt kontakt med hinanden. At vi gør fra hver vores position alt for at hjælpe hinanden med at finde de fremtids- løsninger på det færøske samfunds forbindelser til det danske, som er så af- gørende for os alle sam- men_. Hevur Javnaðarflokkurin nakrar viðmerkingar til hes- ar skuldsetingar? Spurningur til samgong- uflokkarnir:. Tosað verður nú um at skjóta út ígildis- setingina av sáttmálanum við Danmark. Hvat merkir hetta, og hvørjar grundgev- ingar eru fyri hesum? Fyri Hesuferð Vár í Ólavsstovu Fleiri spurningar frá tiltakinum Hesuferð Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo MAGNSUS GUNNARSSON Í Danmark var í sjeytiáru- num vanligt við ókeypis dekk kanningum, »Dæk under lup«, sum tær kallað- ust, har fólk komu við bili- num og fingu kannað dekk- trýst, mynsturdýpd,og um sporingin var í lagi. Kanningarnar væl móttiknar At Super Dekk nú aftur lýsir við ókeypis dekk kanning- um er ikki nakað nýtt. Í 1977 og 78 høvdu teir eisini ókeypis dekk kanningar. Tað var tá Super Dekk Ser- vice helt til í Jekaragøtu, har sum Fragd & Fimi er nú. Fakfólk komu úr Danmark at hjálpa til við hesum kann- ingum, og vóru tær eisini gjørdar á bilverkstøðum í Klaksvík, í Runavík, á Tvøroyri og í Miðvági. Hes- ar kanningar vóru væl mót- tiknar og nógv fólk komu at fáa dekkini kannaði. Kanna dekkini áðrenn løgreglan ger tað Nú eru teir á Super Dekk aftur farnir undir eitt líkn- andi átak. Tað sum er eftir av hesi vikuni og alla næstu viku verða ókeypis dekk kanningar á Super Dekk, undir lýsingartiltakinum Ókeypis dekk kanningar á Super Dekk »Latið okkum kanna dekk- ini, áðrenn løgreglan ger tað«. Tey, sum koma við bili- num til hesar kanningar, fáa at vita, hvat lufttrýstið er í dekkunum, og hvussu nógv dekkini eru slitin. Lógin sig- ur, at tað skal vera minst 1.6 mm eftir av dekkmynstri- num. Kannað verður, um dekkini eru skeivt slitin, og kundin fær holla ráðgeving og eitt gott óbindandi tilboð uppá tað sum skal gerast við bilin, sigur Fríðrik Bláham- ar frá Super Dekk. Lutakast um fýra Goodyear dekk Ókeypis dekk kanningarnar enda leygardagin 27. mai við einum tiltaki á Super Dekk, har møguleiki verður fyri at lyfta einum stórum dekki, sum vigar umleið 300 kg. Dekkið liggur niðri, og tann sum fær tað upp at standa, er við í einum luta- kasti um at vinna fýra Goodyear persónbiladekk. Hetta er roynt fyrr á onkrari sølustevnu, har t.d. Regin Vágadal var við. Tað hevur stóran týdning at fáa hjólini kannað, tí um lufttrýstið í dekkunum er ov lágt ella ov høgt, halda dekkini ikki tað tey eru gjørd til at klára. Eitt dekk, sum koyrir leingi við alt ov lítlari luft, er í stórum vanda fyri at bresta, tí tað verður ovurupphitað. Fyri tey sum ætla sær uttanlands at koyra, er gott at sleppa undan slík- um óneyðugum trupulleik- um á túrinum. Fríðrik Bláhamar, stjóri á Super Dekk, kann dekkið EYÐUN KLAKKSTEIN Klaksvíkar Sjúkrahús fekk fríggjadagin ein sjúkrabil hjá sløkkiliðnum í Fugla- firði til láns í 10 dagar. Støðan við sjúkrabilunum í Klaksvík er so vánalig, at neyðugt var at biðja fugl- firðingar um eina hjálpandi hond, nú annar av sjúkra- bilunum í Klaksvík stendur við brotnum aksli og hin er í ringum standi. Undir neyðsendarkoyring fyri eini viku síðani, breyt annar sjúkrabilurin í Klaks- vík ein drívaksil. Hin bilurin var tá á verkstaði, tí hann hevur fingið so nógvar krossar eftir sýn. Hesin bil- urin virkar í dag sum sjúkr- abilur, men um hann ikki verður gjørdur í stand fyrsta dagin, verður hann settur. Fáa nýggjan bil Jens Jacobsen, yvirportørur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur, at teir ætla at gera hendan sjúkrabilin í stand Hava lænt sjúkrabil úr Fuglafirði Trupulleikin við sjúkrabilunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er so stórur, at klaksvíkingar hava lænt ein sjúkrabil frá sløkkiliðnum í Fuglafirði so skjótt sum gjørligt. Har- afturat verður eisini sjúkra- bilurin, sum breyt aksilin, gjørdur í stand, tá lutir koma úr útlandinum. Síðst í hesum mánaðinum DÁNJAL HØJGAARD Sandoyggin verður nú av álvara sett á ferðakortið. Herfyri varð felagið Sandoyar Sýslu Ferðalag sett á stovn, og vórðu fimm fólk vald í nevndina fyri fel- agið. Ætlanin er, at felagið skal fáa í lag skipaðar karmar fyri ferðavinnuna í Sand- oynni. Tað skal verða meira áhugavert at vitja Sand- oynna, samstundis sum ferðavinnan skal geva fleiri krónur í kassan hjá sandoyingum. Virkast skal fyri góðum gistingarmøguleikum og møguleikum at fáa sær ein matarbita í Sandoynni. Eis- ini skal arbeiðast fyri góð- um útferðarmøguleikum. Sandoyggin fær kunningarstovu Sandoyingar hava stovnað felag, sum skal seta ferð á ferðavinnuna í Sandoynni Ein liður í arbeiðnum er at seta á stovn eina kunn- ingarstovu í Sandoynni. Eitt fólk er sett at røkja hesa uppgávu nakrar tímar um dagin í summar, og arbeitt verður við at finna høli til kunningarstovuna. fær Klaksvíkar Sjúkrahús ein spildurnýggjan VW- sjúkrabil úr Íslandi, og tá hesin bilurin er komin til Klaksvíkar, hevur Klaks- víkar Sjúkrahús tríggjar sjúkrabilar – ein nýggjan og tveir gamlar. Í síðstu viku var ein Maz- da-vøruvognum so at siga einasta álitið hjá sjúkra- flutningnum í Klaksvík. Klaksvíkingar hava nú lænt ein sjúkrabil í staðin fyri hendan, sum verður sleipaður á verkstað støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálafirði tel. 44 12 00 VIKA 20 VIKA 20 1 Generalens datter 1 Generalens datter 2 End of Days 2 End of Days 3 Deep Blue Sea 3 Deep Blue Sea 4 She's all that 4 She's all that 5 5 The Blair W The Blair Witch Pr itch Project oject 6 6 Star W Star Wars Den usynlige fjende ars Den usynlige fjende 7 Simon Sez 7 Simon Sez 8 Runaway Bride 8 Runaway Bride 9 I Kina spiser de hunde 9 I Kina spiser de hunde 10 T 10 Teaching Mrs. T eaching Mrs. Tingle ingle p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 Fight Club Teaching Mrs. Tringle Thomas Crown Affæren