Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mai 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 96 - 19. mai 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 96 - 19. mai 2000 Eftir áheitan høvundans prenta vit hesa oddagrein, sum stóð í Trúboðanum 19. november 1997: So fall avgerðin. Biskup- arnir í kirkju okkara (und- antikin okkara egni!) hava orðað ein samtykt viðvíkj- andi samkyndum. Samtykt- in er ein neyðsemja, tí semja var ikki ímillum biskupar- nar, men ein neyðsemja, sum greitt letur upp fyri tí, hon sigur seg at nokta, ritu- ali. Tí eru teir ímóti, men teir eru fyri møguleikanum „undir gudstænastu alment at vísa á (markera), at ging- ið er saman í skrásett para- lag“. Í seinra Pætursbrævi verður sagt, at tað ikki eru „snildiliga samanpentaðar søgur“, vit kunnu fylgja, men eina Guds orði, sum „menn frá Guði talaðu, drivnir av heilaum anda.“ (2. Pæt. 1,16.21). Mær kem- ur tað fyri, at samtykt bisk- upanna er dømi um slíkar søgur. Í staðin fyri heitið „søgur“, kunnu vit seta „samtykt“ og tað biskupa- samtykt. Trupulleikin við Viðmerking: Viðmerking til samtykt biskupanna henni er, at hon grynnur hvørki bíbilskt ella játtan- arliga. Tað góða fyrst... Tað er gott, at biskuparnir í samtykt síni halda fast við, „at hjúnalagið er Guds góða skipan fyri lívsfelagsskap ímillum mann og konu“. Tað er betri, at teir halda fast við ta hjúnalagsáskoðan, „sum samsvarar teimum bí- bilsku skriftunum og okkara kirkjuliga siðaarvi.“ Men tað besta er, at biskupur okkara, Hans Jacob Joen- sen, ikki tók lut í samtyktini. Biskupur okkara skal fáa størstu tøkk fyri grundgev- ing sína, „at tað sambært Skriftini ikki [er] í lagi at liva saman sum samkynd. Og av tí at slíkt samlív er ímóti tí, sum Skriftin sigur, kann tað ikki signast.“ Hans Jacob Joensen hevur ikki bara hildið fast við at hjún- alagið samsvarar teimum bíbilsku skriftunum, hann heldur eisini (og tað í mun til allar hinar starvsfelagar sínar!) at tað hevur Skriftina ímóti sær at liva saman sum samkynd! ... so tað ringa Slíkum tekstum líkt, er hann trupul at viðgera. Samtyktin er sum hvalspýggjan - lítið annað ein vatn. Hon er sum tann snildiliga samanpent- aða søgan, rund og tannleys, men hon hevur ein ringan anda. Í fyrstu atløgu tykist hon at vera á einum støði, sum sømir seg kirkjunnar ovastu monnum, men nærk- ast ein tekstinum, stendst roykur av honum. Toku- roykur! Í fyrstu atløgu sær ein ikki, hvat er á vási, men so sær ein sniðlop á kirkj- unnar grundarlag, sum kemur at kosta henni dýrt. Fólki kunnugt, byggir fólkakirkja okkara á Bíbli- una og við henni á tey fimm játtanarritini. Eitt teirra er Augsburgska trúarjáttanin frá 1530. Fyri at grundgeva at tað er í lagi at liva saman í skrásettum paralagi siga biskuparnir: „At [samkynd] liva í einum av samfelag- num skrásettum paralagi, stríðir ikki ímóti ..játtanar- støði fólkakirkjunnar: At øll Tað var gleðiligt at hoyra fjølmiðlarnar boða frá, at prestar í Klaksvík og Havn- ini hava dirvi til at nokta ávísum útlendskum bispum atgongd til prædikastólin í teirra kirkjum. Flestum kunnugt var talan um bisp- ar, sum hava givið sam- kyndum loyvi til at markera teirra paralag í kirkjuguðs- tænastu. Miðflokkurin tekur hattin av fyri tykkara støðutakan og stuðlar tykkum í hesum. Tað er syrgiligt, at Føroya bispur, sum umboðar ta al- mennu kirkjuna, sum flest okkara so elle so gjalda til, hevur boðið hesum bispum at prædika í Føroyum. Fyri Miðflokkin sum partur av politiska myndug- leikanum í hesum landi er støðan greið. Um fólka- kirkjan so tilvitað, sum hetta bendir á, ætlar at glíða burt- ur frá sannleikanum, vilja Hattin av fyri prestunum menniskju verða rættvís- gjørd við trúgv á Kristus (Augsburgska trúarjáttanin, 4. grein). - Rætt er tað, at samkynd eins og hinkynd verða rættvísgjørd við trúgv á Kristus, men tað er rangt, at nakar av teirri orsøk kann liva í syndini (Róm. 8,8)! Bíbliuna siga biskuparnir seg ikki at vera á einum máli um, men tað teir hava einst um, eru nøkur orð Jesu. Fyri at grundgeva sína fatan av 4. grein í Augs- burgsku játtanini siga teir: „Í hesum sambandi meta vit tað dupulta kærleiksboðið kristiliga sæð at vera ein grundleggjandi etiskan norm: Tú skal elska Harran Gud tín av øllum hjarta tín- um - og næsta tín sum sjálv- an teg“ (Smb. Matt. 22,34- 40 o.s.fr.). - Rætt er tað, at vit eiga at elska Gud og samkynd eins og hinkynd, men tað er rangt at nýta hesi orð Jesu til tess at grund- geva, at tað er í lagi at liva saman í samkyndum par- lagi. Jesus samanfatar tey 10 boðini í tí dupulta kær- leiksboðnum, hann avtekur tey ikki. 6. boð og í tí sam- bandi eisini tað, sum Bíblian sigur um samkynd eru enn í gildi (Sí 1. Mós. 19.1-11 og Dóm. 19; 3. Mós. 18,22 og 20,13; Róm. 1,18-32 og 1. Kor. 6,9-10 og 1. Tim. 1,8- 11)! Ein kann fáa tað fatan, at Bíblian og játtanarrit okkara verða missnýtt til tess at náa málinum, at samkynd veru- liga fáa kirkjuliga signing. Og tað tykist sambært út- søgnum frá fleiri, at hetta mál longu er nátt. Í samtykt biskupanna stendur jú so rúmsátt, at møguleiki skal vera „undir gudstænastu al- ment at vísa á (markera), at gingið er saman í skrásett paralagið“. Við orðingunum í sam- tyktini verða drignar niður- støður, sum heilt mótsiga hvør aðrari. Onkur sigur seg at kunna signa, ein annar seg at kunna nokta signing. Fyristøðufólk vísa á tað í samtykini orðaða at „sam- bært galdandi kirkjulóg finst .. møguleikin“, at prestur kann nýta kirkjuna til tað, hann vil. Mótstøðu- fólk vísa á, at í samtyktini stendur, at prestur „skal ... í hvørjum einstøkum føri leita sær vegleiðing hjá biskupi sínum“. (Sí t.d. Kristeligt Dagblad, nr. 25 og nr. 30). So, møguliga er ein bremsa, men hvussu leingi? Svarið er treytað av, hvør heldur henni: Guds orð ella manna orð. Snildiliga er samtyktin samanpenta, men við Skrift- ina samsvarar hon ikki!... Bergur D. Joensen Ongin dagur gongur, uttan søgur um, at føroyska sam- felagið er niðurpínt. Synd- arin sigst vera, at henda samgongan sparir upp til fullveldið. Tað er púra rætt, at ótrú- liga nógvir trupulleikar eru á grundleggjandi samfel- agsøkjum — serliga á sam- ferðsluøkinum, sjúkrahús- økinum og almannaøki- num. Hesir trupulleikar og tann stóri íløgutørvurin hava sín uppruna í einum samfelag og einum búskapi, sum ikki bygdi á tryggleika og egnan førleika, men á árligar peningainnspræn- ingar og lántøku aðrastaðn- ifrá. Tað elvdi til, at vit eftir at alt skrædnaði, niðurpíndu alt í nærum 10 ár. Men tað er beinleiðis skeivt at geva fullveldinum skyldina fyri niðurpíning av samfelagnum. Stórar, men ikki nøktandi betringar Núverandi samgonga og landsstýri hava sett sær fyri, at vit skulu hava ein sjálv- berandi búskap. Tað merkir, at vit ikki bara aftur kunnu fara at skapa ein búskap, sum byggir á danskar peng- ar og lántøku, tí so vita vit, hvør fær rokningina og væl- ferðin hjá teimum veikastu rýkur. Hetta áttu vit at samst um, uttan mun til, hvat vit halda um fullveldisætlan lansds- stýrisins. Í Hvítubók siga búskaparfrøðingarnir so greitt, at vit mugu skapa ein sjálvberandi búskap uttan blokk — uttan mun til full- veldisætlan ella ikki. Ann- ars endar galið aftur. Tí er farið undir at byggja samfelagið uppaftur eftir kreppubúskapin við langtíð- arætlanum og betringum á teimum týdningarmestu økjunum: Almanna- og Heilsumál eru hækkaði við 137 milló- num krónum uppá tvey ár, meðan Undirvísing og gransking eru hækkað við 63 milliónum krónum uppá tvey ár. Studningurin til fiskivinnuíløgur er hinvegin strikaður. Hartil eru íløgur gjørdar í samferðsluna við nýggjum Sandoyarskipi og næsta ár verður farið undir at byggja nýtt, nútímans skip til Suðuroyarleiðina og at byggja nýtt Landssjúkra- hús. Ikki spæla jólamenn Hetta er ein spurningur um ábyrgdarfullan búskapar- politik og tryggleika undir føroyska búskapin. Tað fara at ganga nógv ár, áðrenn vit eru komin úr kreppuni undir heimastýrinum. Tað fer eis- ini at valda ónøgd nógva- staðni, inntil vit hava bygt nýggjar og egnar skipanir upp. Vit eru ikki komin úr kreppuni, fyrrenn vit kunnu vera blokkstuðulin heilt fyriuttan. Tað lættasta í verðini hjá politikarunum í dag, er at spæla jólamenn og bara blæsa yvirskotið á fíggjar- Tað niðurpínda samfelagið - ella søgan um dykkarasjúku lógina út til øll tey økir, ið tørva. Til tað krevst yvir- høvur ongin førleiki. Tað krevur bara, at vit skrúva høvdið av og stinga tað und- ir armin. Tí mugu vit smyrja okk- um við, at allar ákoyringar nú regna niður yvir hesa samgonguna, og at full- veldið fær skyldina fyri alt tað, sum hendi undir heim- astýrinum. Vit kunnu og mugu ikki lova, at allir trup- ulleikar verða loystir nú. Tað verða teir ikki — verri enn so. Kanska um 10 ár eru vit komin á eitt rímiliga nøktandi og trygt støði. Dykkarasjúka Tey flestu kenna tað so- nevndu ”dykkarasjúkuna”, sum kavarar fáa, um teir fara úr havdýpinum og upp til sjóvarmálan ov skjótt. Allur kroppurin og øll javn- vág fer av lagi og tað kann kosta lív og førleika. Tí noyðast teir at fara spaku- liga uppeftir og at støðga á innímillum. Ikki tí. Tað lætt- asta er bara at sleppa allari barlast ella brúka luftrýst at drøna uppaftur við. Ella lata onkran annan draga teg upp á eini línu við rúkandi ferð. Men tað fær avleiðingar. Hesa mynd eiga vit eisini at hava fyri okkum, tá vit viðgera okkara samfelag. Vit raktu botnin undir tí sjúka heimastýrisbúskapi- num. Nú ræður um at fara uppeftir við egnari megi og við einum kroppi í javnvág. Tað er keðiligt og tað krevur tol. Men so duga vit eisini at svimja í sjóvarmálanum og hava høvdið á røttum stað, tá vit koma upp. Høgni Hoydal landsstýrismaður Summarið byrjar í Hetlandi, tá Norrøna er komin, sigur Maurice Mullay, stjóri í het- lendska ferðaráðnum, Shet- land Islands Tourism. Hetlendska ferðaráðið sigur í tíðindaskrivi, at tey heilsa Norrønu sum einum vælkomnum bindiliði mill- um Hetland, Føroyar og Noreg. Norrøna var fyrstu ferð í summar í Hetlandi mána- dagin á veg til Bergen. Summarferðaætlanin er í ár frá 15. mai til 9. september. Kærkomin summargestur Eins og hjá okkum eru ferðamannaskipini ein fráboðan um summarið í Hetlandi. Í tíðindaskrivi frá hetlendska ferðaráðnum verður sagt, at hetlendska summarið kemur við Norrønu Hetlendska ferðaráðið sigur, at umframt at vera portur úr Norðanlondum til Skotlands, hevur Hetland eina rúgvu av tilboðum til summargestirnar. Ein serligur summarpakki er í ár gjørdur í samband við túsundáraskiftið. Í pakk- anum er millum annað tey væl umtóktu hetlendsku kvøldini, har møguleiki er at royna hetlendskan mat og tónleik. Eisini er ein rúgva av øðrum tiltøkum sum til dømis festivalar ymsa staðni í landinum, »motor show«, »Shetland Pony show« og búnaðarsýning. »Vit vóna, at gestir okk- ara í summar fara at dáma líka væl, sum gestirnir í fjør heilt greitt gjørdu,« sigur Maurice Mullay í tíðinda- skrivinum frá Shetland Is- lands Tourism og leggur aftrat: »Tað hevur ongantíð ver- ið ein betri løta at vitja Het- land.« ej vit arbeiða fyri at avtaka statskirkjuna. Ein vegur til hetta er gjøgnum arbeiðið í grundlógarnevndini. Vinarliga Bill Justinussen Miðflokkurin Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo JAN MÜLLER Eingin ivi er um, at tað verður ein torfør uppgáva hjá føroysku oljumyndug- leikunum at skula býta teir ymsu umbidnu teigarnar millum tær 8 umsóknirnar (fimm bólkar og trý einstøk feløg), sum komu inn frá tilsamans 17 oljufeløgum. Millum bólkarnir, sum lótu umsókn um leitiloyvi á landgrunninum, er ein reint amerikanskur bólkur. Tað eru oljufeløgini Texaco, Conoco og Murphey. Her- fyri var eisini enn eitt amerikanskt oljufelag, Arco við í bólkinum. Tað er nú uppkeypt av BP Amoco. Hóast Texaco og Conoco ikki teljast millum heimsins størstu oljufeløg, so eru tey tó millum tey størstu olju- feløgini í heiminum. Leit- ingarstjóri hjá Texaco er Donal Driscoll og er hann sum eg haldi føroyingar veruliga kunnu fáa fyri- munir av. Donal Driscoll er fegin um, at teir hava fingið ein føroyskan stjóra at hjálpa teimum at taka sær av teim ymsu uppgávunum í Før- oyum. Johan Mc Donald í Havn er settur sum stjóri á skrivstovuni hjá Texaco í Havn. Leitingarstjórin hjá Texa- co vísir annars á, at teir leggja alstóran dent á trygd- ar- og umhvørvisspurningar og hava eisini sjálvur tikið stig til at taka prøvar á leið- unum, har tað verður aktuelt at bora. Teir meta eisini virksemi sítt í GEM at vera av týdningi í hesum sam- bandi. Annars er hann væl nøgdur við tær umstøður, sum teimum stendur í boði í Føroyum. Eitt nú er tað av stórum týdningi við polit- iskum stabiliteti. Skatta- Oljufeløgini í umsóknum sínum: Leggja stóran dent á føroyska luttøku í oljuvinnu Øll oljufeløgini, sum hava latið umsókn inn til Oljumála- stýrið, leggja stóran dent á føroyska leiklutin í komandi oljuvirkseminum. at arbeiðið teir gera har kemur teimum til góðar við Føroyar. Í dag er Anadarko eitt av teimum feløgunum, sum hevur mest virksemi í Meksikanska flógvanum. - Vit eru fegnir um at kunna brúka royndir og vitan okkara við at finna olju við Føroyar, og vit hoyra til teir, sum veruliga trúgva uppá, at olja finst her. BP Amoco bjóðar høgt Martin Miles frá BP Amoco er sera nøgdur við føroysku útbjóðingina. Tað kenst sum ein lætti loksins at lata inn ógva tilfarið. Hóast tað hev- ur tikið sína tíð at koma so langt, so heldur hann ikki, at tíðin er burturspilt. Tvørturímóti hava teir brúkt hesa tíðina skilagott, so- leiðis at teir í dag hava eina umsókn, sum hann málber seg, fer sera langt og er sera umfevnandi - ein umsókn, sum byggir á royndir og kanningar hjá ikki færri enn trimum stórum oljufel- øgum, BP, Amoco og Arco. -Føroyaøkið hevur ó- metaliga stóran týdning fyri okkum, ikki minst tá hugsað verður um tað virksemi sum vit longu hava á Atlants- mótinum. Martin Miles dylur ikki fyri, at eisini BP Amoco hevur lagt sera stóran dent á at fáa tann føroyska partin við í umsóknina tvs. at kunna útbúgva føroyingar til hesa vinnu, at menna ídnaðin her, ja rætt og slætt at fara undir nýggjan ídnað. Teir hava tí bæði fíggjarliga og tøkniliga lagt stóran dent á henda partin av umsókn- ini. Vit spurdu Martin Miles, um teir ikki høvdu staðið seg betur í útbjóðingini, um teir vóru saman við øðrum oljufelag ella feløgum! -Eg haldi ein má hugsa um, at vit í veruleikanum eru trý stór oljufeløg, sum júst eru løgd saman, BP, Amoco og nú eisini Arco. Saman eru vit eitt sera sterkt felag, bæði fíggjarliga, tøkniliga og vinnuliga í allar mátar. Við at vera eitt felag kunnu vit bera okkum skjótt at, tá avgerðir skulu takast, og í samvinnu við føroyskar myndugleikar kunnu vit bera skjótt at, fara undir at bora skjótt og harvið fáa Føroyum skjót og góð úrslit. Tí haldi eg tað eru nógvir fyrimunir fyri Før- oyar, at tað er eitt sterkt fel- ag, sum kann átaka sær leit- ingaruppgávuna 100%. BP Amoco heldur seg til at bora longu næsta summ- ar. Hetta tykist eisini at verða galandi fyri nógvar aðrar bólkar. Men tað veldst so um, um trygdar- og um- hvørvisreglurnar eru komn- ar uppá pláss til ta tíð. Hetta er tí upp til føroyskar mynd- ugleikar. Sosialurin skilur, at flestu av samtøkunum hava boripallar tøkar, og m.a. BP Amoco er í tí støðu, at teir skjótt og lætt kunnu flyta ein av pallum sínum til Føroyaøkið. Í løtuni bora teir beint hinumegin mark- ið. Martin Miles heldur tað vera rætt at siga, , at økið eystan fyri Føroyar stendur sera ovarliga í leitingar- skránni hjá BP Amoco. Og í umsókn síni setir felagið fram ynski um at bora í meira enn ávísum stað. Uppá fyrispurning um ein boriskrá eisini umfatar økið inni á tí tjúkka basaltinum sigur hann, at tað felag, sum vil seta borin í har í nú- verandi støðu er blint. Sosialurin skilur annars, at flestu av oljufeløgunum, sum hava søkt um lisens, eru nøgd við tey økini, sum eru við í útbjóðingini. ExxonMobil ikki við Í dag verður BP Amoco mett sum næststørsta olju- felagið í heiminum. Bert eitt er størri, og tað er Exxon- Mobil. Bæði Esso og Mobil hava leingi verið virkin á Føroyaøkinum, men um somu tíð sum tey vórðu løgd saman, varð gjørt av ikki at vera við í 1. út- bjóðing. Robert Lanyon frá Exxon Mobil sigur í eini viðmerk- ing, at avgerðin um ikki at vera við í leitingini við Før- oyar er tikin út frá teimum møguleikum, sum felagið hevur og arbeiðir við kring heimin. Viðmerkingin er annars henda: „Our decision not to participate was taken in the context of the worldwide opportunities we are pursuing or in which we are involved". eisini samskipari av bólk- inum. Vit spurdu hann, eftir at teir høvdu latið umsókn- ina inn til Oljumálastýrið, hvat teir leggja dent á í sam- bandi við føroyska luttøku. -Lat meg fyrst gera greitt, at vit meta ikki ein komandi oljuútvikling í Føroyum sum nakað, sum bara kemur og fer. Vit leggja stóran dent á hetta at byrja at byggja nakað upp nú, sum heldur fram langt inn í framtíðina. Tí leggja vit stóran dent á at gera íløgur í eitt nú í út- búgving. Hetta er nakað, skipanin er skilagóð og eis- ini telur tað heldur ikki so lítið, at feløgini skulu ikki eins og í USA gjalda eitt stórt bonus fyri í heila tikið at vera við. Anadarko stórar vónir Eitt av feløgunum í Saga- bólkinum, amerikanska Anadarko hevur eisini sína egnu umsókn. Richard Hook, leitistjóri sigur, at teir eru nøgdir við samstarvið við Norsk Hydro og Agip, men teir hava so avgjørt eisini at koma við eini ser- stakari umsókn. Hann dylur ikki fyri, at nettupp Føroya- økið er sum skræddara- seymað til eitt felag sum Anadarko. Umstøðurnar at arbeiða í føroysku undir- grundini minna ikki sørt um økini har Anadarko er sera virkið í Meksikanska flógv- anum. Richard Hook sigur, Stjórin hjá BP Amoco í Føroyum, Hjarnar Djurhuus tekur eina hond í, tá rúgvusmiklað útbjóðingartilfarið varð latið Oljumálastýrinum. Mynd jan Eyðun Elttør, lands- stýrismaður fær handaða umsóknina frá Saga- bólkinum. Her hittir hann Arvid Halvorssen, oddamann fyri bólkin, sum fevnir um Norsk Hydro, Agip og Anadarko Umboð fyri Oljufyrisitingina saman við umboðum frá Texaco, Conoco og Murphey, eftir at umsóknin varð latin í farnu viku. Nr. tvey til vinstru í aftasta rað nýsetti stjórin hjá Texaco í Føroyum, Johan Mc Donald.