fríggjadagur 19. september 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 178 - 20. september 2003
Tá eg var lítil, gingu eg og besta
vinkonan ofta við bløðum og
bókum. Vandraðu Sands bygd á
tamb at spyrja, um fólk vildu
tekna seg fyri at keypa seinastu
barnabókina hjá Mariannu Debes
Dahl. Tá vit komu til eitt ávíst
hús, hugdu vit væl niður á
skógvarnar, áðrenn vit fóru inn í
gongina at banka uppá - at vita
um teir vóru skitnir. Tí vit vistu,
at við fyrsta knúgva á hurðina
fór konan at koma rennandi.
Áðrenn hon hevði fingið inn-
hurðina upp, rópti hon "ikki
traðka á gáttina! Eg havi akkurát
vaskað!"
Haldi ikki hon keypti so nógv-
ar bøkur frá okkum.
Kann eisini koma í tankar um
aðrar konur, sum ikki vildu at
børn spældu í kjallaranum - har
annars hvørki gátt ella gólvteppi
var - tí babba hevði akkurát
ruddað hann.
Og kanska eru tað sovorðnar
konur, sum trína fram í dulvitsk-
uni, tá eg hoyri um kappingina
"best røktu bygd." Í øllum førum
lætnar hjá mær, tá eg heldur ikki
í ár hoyri Sands bygd, barndóms-
bygdina, útrópta sum "best røktu
bygd".
Og, orsaka sandavágsfólk,
men eg síggi fyri mær eina bygd,
har títtleikin av gardinskifting er
ein hin hægsti í landinum, og har
ongi børn ganga grómut av
lakresi og við grønum knøum á
buksunum úti á vegnum. Í "Før-
oya best røktu bygd" fyristilli eg
mær at meginparturin av konun-
um hava akkurát vaskað gáttina
og blaka børnini úr nýruddaðum
kjallarum.
Nú er so øgiliga lætt hjá
sandavágsfólki at koma til Havn-
ar, og eg veit, at onkur teirra
kundi ilskast og lagt leiðina
framvið hjá mær, at kanna røkju-
skapin har... og so kundu tey
skjótt konstatera, at eg ikki eri
tann stóri gáttavaskarin. Heldur
ikki gardinuskifting er nøkur
styrki akkurát.
So tey fyrigeva mær kanska, at
eg ikki haldi tað vera so forferdi-
liga attraktivt fyri eina bygd at
vera hin best røkta. At vera
lívligasta bygd, ella hugnaligasta
bygd - TAÐ hevði verið ein
kapping at verið við í! Hvar eru
flest bindiklubbar, og hvar er
oftast kvøldseta og felags nýggj-
ársbál? Í "Føroya stuttligastu
bygd" høvdu nógv viljað búð.
Men kanska er skeltið við
"Føroya best røkta bygd"-tekst-
inum mest fyri útlendingar?
Týskarar bera orð fyri at vera so
ordiligir - tað er kanska dragandi
fyri týsk ferðafólk, at her er ein
bygd við skili og reinføri.
Um vit einaferð fáa eina
kapping um stuttligastu og
hugnaligastu bygd, so koma
bygdir sum Nólsoy við í enda-
spurtin. Har standa rustaðir
traktorar og onkur garður er
niðurdottin - men har eru
rekatrøð og beinkir at sita og
práta á! Og tey hava sína egnu
stevnu hvørt ár!
At velja eina bygd at heiðra,
og gera tað eftir reinleika og
røkjuskapi - tað er eitt sindur
sum at velja eina Miss Eysturoy
við at hyggja eftir svørtum
táneglum og lukta undir
armarnar á henni. Hugsar ið
hvussu er ein, sum aldrin skilti,
hví rópandi konan ikki heldur
keypti sær eina bók og setti seg í
lenistólin í staðin fyri altíð at
vaska gáttir.
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Best røkta bygd - við barndómstraumum
Katrin Petersen
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Heimið hjá Jens og
Marjuni Jacobsen liggur væl
fyri á Bumshamarsvegnum í
Klaksvík. Í túninum standa
gummistivlar, sum bera boð um,
at her fæst onkur við hoyggj.
Inni í spildurnýggja køkinum
stendur Jens og ger ein
kaffimunn, og hann býður sess.
Jens er eitt vælkent andlit í
Klaksvík, og fá munnu tey vera,
sum ikki kenna fryntiliga mann-
Mest at gera, tá hini hugna sær
Jens Jacobsen úr
Klaksvík fer
alment frá sum
yvirportørur og
sjúkraflutningsleið
ari á Klaksvíkar
sjúkrahúsi eftir 44
ára tænastu. Hann
sigur, at starvið
sum portørur í
dag als ikki kann
samanberast við,
hvussu tað var, tá
hann byrjaði í
1959
Jens Jacobsen úr Klaksvík
fer frá sum yvirportørur og
sjúkraflutningsleiðari á
Klaksvíkar sjúkrahúsi tann
1. oktober eftir 44 ár á
sama arbeiðsplássi
Sosialurin Nr. 178 - 20. september 2003
3
in, sum í ein mansaldur hevur
starvast á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Jens er føddur og uppvaksin á
Syðradali á Kalsoynni. Sum
blaðungur flutti hann til Klaks-
víkar, har hann giftist og bygdi
hús. Hann arbeiddi fyrst í salt-
fiskinum, áðrenn hann í apríl
mánaði 1959 fekk starv sum
portørur á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
– Tá vóru vit bara tveir mans,
Olaf Bjartalíð og eg, og vit
høvdu ábyrgdina av øllum
viðlíkahaldi á sjúkrahúsinum,
greiðir Jens frá og leggur afturat,
at starvið sum portørur í dag ikki
kann samanlíknast við tað, sum
tað var tá á døgum.
Portørarnir fingust við alt
uttandura arbeiði, og teir málaðu
eisini, har tað trongdi til. Ongin
sjúkrabilur var, tá Jens byrjaði.
– Tá vit høvdu tørv á bili,
ringdu vit eftir Hjørleifi, sum
hevði ein bil, sum kundi nýtast
til sjúkraflutning.
Fyrsti sjúkrabilurin í Klaksvík
kom í 1963, og hann kom av
Tvøroyri. Tá var ikki nógv í ein-
um sjúkrabili. Har var ein børa
og nakrar træspjálkar til at stíva
beinbrot av við.
– Í dag er ein sjúkrabilur sum
ein lítil skaðastova. Og ein por-
tørur skal duga nógv meira í dag,
sigur Jens og leggur afturat, at
hann væntar, at tað verður skjótt,
at portørar eisini skulu duga at
leggja dropp og geva heilivág.
Og tískil sigur hann, at tað ber
ikki til at samanlíkna starvið nú
og tá.
–Tað var ikki nógv koyring tá,
og hartil koyrdu vit bert út til
Norðoyri, norður í Ánirnar og
Strond. Í dag koyra vit jú heilt til
Viðareiðis og til Kunoyar, greiðir
Jens frá.
Jens minnist eisini aftur á, at
teir sum portørar plagdu at fletta
seyð og kálvar til sjúkrahúsið.
Og tá grind var, var tað teirra
uppgáva at skera upp.
– Sjúkrahúsið fekk ein heilan
hval, og hann skuldu vit so skera
upp, sigur Jens og vísir eina
gamla mynd, har hann er í ferð
við at skera upp.
Rajani – ein broyting
Starvið sum portørur broyttist so
líðandi, men Jens heldur, at tann
heilt stóra broytingin kom í 1971
við Gordon Rajani, yvirlækna.
Hann var ortopediskur skurð-
lækni, og í eina tíð virkaði
Klaksvíkar sjúkrahús sum eitt
landssjúkrahús, tí alt tað orto-
pediska fór fram í Klaksvík. Tað
er nakað, sum aftur er broytt í
dag, men tá førdi tað munandi
broytingar við sær inni á sjúkra-
húsinum.
– Tá Rajani kom, broyttist alt
nógv. Hann vildi hava okkum
meira inni á sjúkrahúsinum og
hjálpa til. Eisini inni á skurð-
stovuni, so tá byrjaði starvið at
taka tann formin, sum tað hevur í
dag, greiðir Jens frá.
Tá komu eisini hjól undir
sengurnar og lyft kom eisini, so
tað gjørdi flutningin inni á
sjúkrahúsinum munandi lættari.
Starvið sum portørur var eisini
sera bundisligt, tí tá ein hevði
vakt, so noyddist ein at sita
heima við telefonina. Ongin
pippari var, so tá Jens fór heim
ein fríggjadag klokkan fýra, og
hann skuldi hava vakt, kundi
hann so at siga ikki fara út. Í
øllum førum ikki langt burtur frá
húsum, og onkur mátti altíð vera
har fyri at taka telefonina. Tí var
tað ein stór kollvelting, tá pipp-
ararnir komu. Brádliga fingu tey,
sum høvdu vakt, nógv fríari
teymar. Tey kundu fara út og so
at siga gera, sum teimum lysti
uttan at hugsa um, at tey ikki
vóru heima við telefonina.
– Pipparin gjørdi alt nógv
lættari, sigur Jens. Men starvið
hjá Jens gjørdi, at hann skuldi
vera tøkur 24 tímar um døgnið.
Og tí var pipparin serliga góður
hjá honum.
Jens greiðir frá, at tá tað
pippar, so er tað ikki altíð
álvarsamt, men tað hoyra tey á
pippunum. Er tað nakað akutt, so
verður pippað tríggjar ferðir trý
stutt pipp, og um tað ikki er
akutt, so verður pippað tríggjar
ferðir.
– Men ein ringir altíð inn at
vita, hvat er á vási, tá tað pippar,
sigur hann.
Hart sálarligt
At vera portørur ger, at ein
kemur út fyri nógvum ymiskum.
Og kanska serliga hugsa fólk
nógv um, at ein portørur eisini
fæst við deyð fólk. Tað eru jú
teir, sum koyra sjúkrabilarnar og
ofta eru millum tey fyrstu til eitt
vanlukkustað. Tað hevur so við
sær, at ein portørur sær mangt og
hvat. Og verri enn so alt er so
tespiligt.
– Tað er altíð trist, tá fólk
doyggja í vanlukku. Og eftir so
mong ár, sum portørur, so veitst
tú av, at tú ongantíð kanst vita,
hvussu hesin arbeiðsdagur fer at
verða. Ella hvat ein kann koma
út fyri, greiðir Jens frá.
– Tað er sálarliga hart, tí ein
sær nógv trist, men tað venur ein
seg við við tíðini. Um ein hevur
ætlanir um at gerast portørur, so
má ein gera sær púra greitt, at
ein kann koma út fyri at síggja
okkurt ógvusligt. Tað er bara so,
sigur Jens beint út.
Jens sigur, at allar vanlukkur
eru syndarligar. Men hann minn-
ist tó eina, sum var øðrvísi enn
hinar. Tað var tann vanlukkudag í
desember í 1992, tá tyrlan datt
niður á Borðoyavík og fleiri
starvsfelagar hjá honum lótu lív.
– Tað var trist og hart at taka
uppaftur, sigur hann rørdur.
Hann greiðir frá, at tey næstan
eru givin at nýta tyrluna síðani
tá.
– Fólk gjørdust bangin eftir ta
vanlukkuna, so nú gongur tann
allarmesti sjúkraflutningurin fyri
seg eftir oyggj, sigur hann.
Einir 1.500 sjúklingar verða
koyrdir um árið. Harav 200 á
Landssjúkrahúsið og 30 á flog-
vøllin.
Men tað eru eisini gleðiligar
hendingar. Jens hevur eisini
upplivað, at tað hevur eydnast
teimum at fáa lív í persónar
aftur. Til dømis um ein hevur
fingið hjartaslag, so hevur tað
eydnast teimum at fáa lív í
viðkomandi aftur. Og viðkom-
andi hevur so livað í mong ár
afturat.
– Tað er ein serlig kensla av
gleði, ein fær tá, sigur hann.
Eisini hevur hann verið eftir
barnakonu við sjúkrabilinum,
sum hevði átt í køkinum, tá teir
komu fram. Hendingarnar,
vanlukkurnar og óhappini hava
verið so mong í tali, at tað ber
ikki til at nevna allar. Men Jens
sigur, at ein gloymir tær
ongantíð.
– Tær koma altíð aftur fram
fyri ein, hóast ein ikki hugsar um
tær til dagligt, sigur Jens, sum
serliga minnist væl tað fyrsta
líkið, sum hann var eftir. Og
hann leggur afturat, at tað ikki
vil siga, at ein gloymir tær
vanlukkurnar, sum ein hevur
verið úti til, tí tað kann ein ikki.
Men ein lærir seg at liva við tí.
Framtíðin
Fyri tað um Jens ikki longur
arbeiðir á sjúkrahúsinum og
alment fer frá tann 1. oktober, so
hevur hann ov mikið at gera.
Hann er ikki bangin fyri, at hann
fer at keða seg.
– Eg eigi nakað av jørð og
seyði. Og eisini bát. Heilsuni
bilar onki, so eg havi nógv at
takast við, sigur hann smílandi.
Tá hann hyggur aftur á sína tíð
á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sær
hann meginpartin av lívi sínum,
tí har hevur hann verið størsta
partin av tí. Jens er ein persónur,
sum øll kenna og vita, hvør hann
er. Hann hevur bæði beinini niðri
á jørðini og er sera róligur. Alt
eginleikar, sum ein portørur má
hava. Tí at leypa í panikk, tað
kann ikki brúkast til nakað í
slíkum starvi. Tá er portørurin
álitið. Og tað má Jens Jacobsen
sigast at hava livað upp til øll
hesi árini, hann hevur starvast
sum portørur.
– Vit hava mest at gera, tá øll
onnur hugna sær. Soleiðis er tað
bara, og tað má ein bara taka við,
um ein hevur ætlanir um at
gerast portørur, sigur fráfarandi
sjúkraflutningsleiðarin í Norð-
oyggjum at enda.
Her sæst Jens í einari av teimum føstu uppgávunum, sum ein portørur hevði fyrr. At skera hvalin hjá sjúkrahúsinum upp eftir eitt grindadráp
C
M
Y
K
25
24