fríggjadagur 19. september 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 177 - 19. september 2003
Nr. 177 - 19. september 2003
27
- Endamálið hjá okk-
um er at verða við til
at nøkta tann vaks-
andi tørvin hjá ein-
taklingum og virkjum
innan internet-
tænastur, siga teir
sum eiga smáparta-
felagið, Krea á Skála-
fjørðinum
VØRUMESSAN 2003
Vilmund Jacobsen
"Frá hugskoti til veruleika.
Krea - tín loysn á alnótini".
Hesi eru slagorðini.
Í januar í ár stovnaðu
ungir menn felagið, Sp/f
Krea, á eystara
armi á Skálafjørðinum.
Felagið
hevur
adressu
Undir Kletti 3 í Saltangará.
Teir, ið standa aftanfyri
felagið, eru Oddmar S.
Olsen, Martin Anthonius-
sen, Bárður S. Hammer og
Egil G. Olsen.
Felagið smíðar heima-
síður fyri einstaklingar,
virkir og stovnar og veitir
tænastur innan internet og
netkipanir.
Drúgvar royndir
- Endamálið hjá okkum er
at nøkta ein part av tí vaks-
andi tørvi hjá einstakling-
um og øðrum innan inter-
nettænastur.
Stigtakararnir, sum hava
arbeitt innan teldutøkni í
fleiri ár, siga, at teir leggja
serligan dent á heimasíður.
- Okkara høvuðsøkið er
at smíða og menna heima-
síður og annars veita inter-
nettænastur og netskipanir
til okkara viðskiftafólk.
Fleiri viðskiftafólk
Í sínum arbeiði við heima-
síðum nýtir Krea serliga
forritini, ASP, PHP, Access
og MySQL database.
Felagið
hevur
longu
smíðað heimasíður fyri
fleiri viðskiftafólk. Av hes-
um kunnu nevnast AWI-
Boats, Bústevnan Hús &
Innbúgv, Estra, Handils-
húsið, Hotel Tórshavn og
Hógv Handilsvirki.
Meira fæst at vita um
Sp/f Krea á www.krea.fo
Ungir menn smíða
heimasíður og
netskipanir
Tríggir teirra, sum standa aftanfyri felagið
Krea: Oddmar S. Olsen, Martin Anthoniussen
og Bárður S. Hammer
- Vit kundu hugsað
okkum at brúkt bæði
ítróttarhøllina á
Nabbi og Gundadals-
høllina, men tað
eydnaðist okkum ikki
at fáa báðar hallirnar
samstundis. Vit hava
ongantíð verið úti og
"selt" okkum fyri at
fáa fyritøkur at sýna
fram sítt útboð.
Vørumessan selir seg
sjálv, og áhugin fyri
sølustevnuni í ár
hevur verið størri enn
nakrantíð, sigur
Birgir Poulsen í
Saltangará sum nú á
6. ári skipar fyri
vørumessu í høvuðs-
staðnum
VØRUMESSAN 2003
Vilmund Jacobsen
Á Vørumessuni 2003, sum
verður í ítróttarhøllini á
Nabbi
um
vikuskiftið,
verða 35 framsýnarar á
tilsamans 37 básum. Hetta
er á leið sama tal sum sein-
asta ár.
Birgir Poulsen, ið er
maðurin aftanfyri tiltakið,
sigur, at áhugin fyri mess-
uni í ár hevur verið ógvu-
liga stórur.
- Eg vil siga, at áhugin er
uppaftur størri í ár enn
seinasta ár, og tað taka vit
sum eina váttan um, at
stórur tørvur er á hesi aft-
urvendandi messuni, sum
nú hevur seks ár á baki.
Stigtakarin sigur, at tað
eru fyritøkur, sum kundu
ynskt sær at verið við, men
sum pláss ikki er fyri á
hesum sinni.
Selir seg sjálv
- Vit hava ongantíð verið úti
og "selt" okkum fyri at fáa
framsýnarar. Vørumessan
selir seg sjálv, og vit fegn-
ast um aftur í ár at kunna
bjóða framsýnarum og vitj-
andi eina áhugaverda og
fjølbroytta messu í hugna-
ligum umhvørvi.
Birgir sigur, at tey kundu
hugsað sær at brúkt bæði
ítróttarhøllina á Nabbi og
Gundadalshøllina til fram-
sýningina hesaferð, men
tað eydnaðist teimum ikki
at fáa báðar hallirnar sam-
stundis.
So stórur, sum áhugin er,
ivast hann ikki í, at tað
hevði eydnast teimum at
fylt báðar hallirnar og
harvið hevði útboðið á
messuni verið størri enn
nakrantíð.
- Vit hava spælt við
tankan um at seta tjald upp
á Nabbi, men har er bæði
vindhart og trongt. So, tað
fara vit ikki at gera.
Hann heldur annars, at
tað hevði borið væl til at
brúkt báðar hallirnar, tí tær
liggja so tætt uppat hvørji
aðrari.
- Men tað verður so
kanska eina aðru ferð,
leggur hann aftrat.
Meira hugni
Birgir sigur, at tey hava valt
at gera meira burtur úr
hugnanum í ár, og tað er í
fyrsta lagi blómuhandilin,
Orkis í Saltangará, sum
tekur sær av hesum.
- Orkis tekur sær av at
pynta torgið, har fólk
kunnu sita og hugna sær,
meðan messan er. Ynskja
fyritøkur, sum eru við á
Vørumessuni, at hava Orkis
til hjálpar, eru tey tøk til
tess við sínum útbúnaði og
vitan á økinum.
Stigtakarin ásannar, at
Orkis er ein fyritøka, sum
rættiliga ger seg galdandi á
sínum øki – við hópin av
møguleikum og hugskotum
til síni viðskiftafólk.
Birgir sigur, at eins og
seinasta ár, verður ein
hugnalig og trivalig mót-
tøka í gongini í høllini á
Nabbi.
- Vit halda tað vera meira
praktiskt, at móttøkan er í
gondini. Her fáa tey vitj-
andi atgongukort og ta
kunning, tey hava fyri
neyðini. Trý fólk verða
burtur av í móttøkuni, um-
framt at trý onnur verða
knýtt at høllini, sum kunnu
vera framsýnarum til hjálp-
ar, sigur hann.
Tað er Dekostovan, sum
aftur í ár syrgir fyri básun-
um, og Birgir er ógvuliga
væl nøgdur við tað arbeiði,
tey gera.
- Hetta eru hugnaligir og
snotuligir básar, sum bæði
framsýnarar og vitjandi eru
fegin um, sigur hann.
Bjarni setir
Tað verður Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum, sum setir
Vørumessuna
2003
kl.
10.15 fríggjamorgunin, 19.
september.
Birgir sigur, at tað var
býráðsformaðurin í Havn,
Jan Christiansen, sum setti
stevnuna seinast.
- Vit plaga at heita á ein
politikara við tilknýti til
vinnuna um at seta stevn-
una, og hesaferð verður tað
so Bjarni Djurholm.
Vørumessan verður opin
dagarnar, 19.-21. septemb-
er, fríggjadagin og leygar-
dagin frá 10-19 og sunnu-
dagin frá kl. 13-18, tá ið
messan letur aftur.
Stórur áhugi fyri Vørumessuni
Magni Laksáfoss,
búskaparfrøðingur,
hevur almennan fyri-
lestur í býráðshøllini,
mánakvøldið 22.
september kl. 19:00
undir heitinum: Er
føroyski búskapurin á
veg inn í eina kreppu?
TÍÐINDASKRIV
Magni
Laksáfoss,
bú-
skaparfrøðingur sigur, at
sjálvandi er ikki talan um
eina kreppu sum vit kendu
frá fyrst í 90 unum.
"»Vit kunnu tó ikki koma
uttan um at talan eru um
eina niðurgongd í búskap-
inum.
Tí er umráðandi at vit
hyggja eftir hvussu henda
niðurgongd kemur at raka,
og hvussu tað almenna
eigur at mótvirka gongd-
ini.«
Magni sigur, at bú-
skaparliga níðurgongdin er
stórst innan aluvinnuna og
tí verður hetta evnin, við
atlitið til norðoyggjar, við-
gjørt serstakt í fyrilestr-
inum mánakvøldið.
Sjúkrahúsverkið og
vinnulívið
Við á fundinum verða limir
í tingbólkinum hjá Sam-
bandsflokkinum.
Alfred Olsen, formaður í
Trivnaðarnevnd
løgting-
sins, kemur at greiða frá
støðuni innan sjúkra-hús-
verkið og ætlanunum hjá
landsstýrinum at lækka
stuðulin til smærri sjúkra-
húsini. Kaj Leo Johanne-
sen, limur í Vinnunevnd
løgtingsins, kemur at
greiða frá vinnusjónar-mið-
unum hjá Sambandsflokk-
inum.
Burturlutan
Norðoya
Sambandsfelag
hevur móttikið umsókn frá
starvsfólkum á umlætting-
arheiminum Dáanum, um
stuðul í samband við keyp
av nýggjum bussi.
Í hesum sambandi hevur
nevndin avgjørt at skipað
fyri burturlutan í samband
við tiltakið mánakvøldið í
býráðshøllini har pening-
urin, ið inn kemur, fer ó-
skerdur
til
umlættingarheimið Dáan.
Fundurin í býráðshøllini
er almennur og eru øll
sjálvandi hjartaliga væl-
komin.
Norðoyggjar og alikreppan
Hetta er sættu ferð, at Marknarføring við Birgiri Poulsen skipar fyri Vørumessu í
høvuðsstaðnum.
- Áhugin fyri messuni í ár er størri enn nakrantíð, sigur stigtakarin.
C
M
Y
K
27
26