fríggjadagur 19. september 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 178 - 20. september 2003
5
4
Sosialurin Nr. 178 - 20. september 2003
BÓKAÚTGÁVA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Týdningarmesti lærusetningurin,
sum dagsins børn kunnu læra um
lívið, er at øll eru knýtt hvør at
øðrum onkursvegna. Tað segði
Madonna, tá hon helt tíðinda-
fund mánadagin.
– Vit mugu læra at elska og
leggja í medmenniskju, óansæð
hvat. Vit mugu læra, at okkara
tankar, orð og gerðir hava
ávirkan á onnur fólk kring
okkum. At tað at broyta verðina
byrjar við einum tanka, segði
Madonna.
Við hesum orðunum vísti hon
samstundis, at hon hevur ein
greiðan boðskap við sínum fimm
barnabókum, ið eru ávegis.
Mánadagin kom tann fyrsta í
røðini, sum nevnist Ensku
rósurnar. Bókin varð løgd fram á
tíðindafundi í París, og Sosial-
urin var á staðnum, av tí at hon
eisini kom út á føroyskum sama
dag.
Madonna minti staðiliga
vælmannaðu tíðindafjøldina á, at
tey vóru har fyri at tosa um
hennara nýggju bók. Og ikki um
alt hitt, sum hon er vorðin kend
fyri. Tað eydnaðist bara partvíst,
men hon fekk víst, at hon er
gløgg og megnar at svara fyri
seg.
– Tvær orsøkir eru til, at eg nú
skrivi bøkur til børn. Eg havi
sjálv tvey børn, og tey eru ein
stór íblástrarkelda hjá mær.
Harafturat haldi eg tað hava
stóran týdning, at býta tað við
onnur, sum tú hevur lært. Børn
eru opin og sinnað at læra, so eg
helt at eg skuldi byrja at býta tað
við tey, sum eg havi lært, segði
Madonna.
Granskar Kaballah
Til allar fimm barnabøkurnar,
sum Madonna hevur skrivað,
hevur hon funnið íblásturin úr
ortodoksu jødisku trúnni
Kaballah, sum hon er farin at
granska. Kaballah byggir á eina
lívgevandi keldu, sum er Gud, og
tað ræður um ikki at missa sam-
bandið við hesa keldu. Fyrsta
bókin snýr seg um øvundsjúk-
una, sum er ein háttur at missa
sambandið.
– Sum barn upplivdi eg sjálv
øvund móti øðrum gentum av
ymsum orsøkum: Eg var øvund-
sjúk, at tær høvdu mammur, ella
tí tær vóru vakrari ella ríkari enn
eg. Tað er ikki, fyrr enn tú gerst
vaksin, at tú finnur útav, hvussu
stórt spill av tíð slíkar kenslur
eru, sigur Madonna, sum nú
upplivir øvundina á egnum
kroppi.
Hinar bøkurnar snúgva seg
millum annað um megina í
orðum, at læra ikki at døma
onnur, óvissu og girnd.
Sagt hevur verið um
Madonnu, at hon hevur bygt sína
karrieru á at gera ymiskt
óvæntað, uttan hugsa ov nógv
um avleiðingarnar. Nú hon hevur
børn, ber ikki til at hugsa
soleiðis longur, heldur hon.
– Tá tú fært børn, setir tað eina
røð av spurningum í gongd, og tú
leitar eftir svarum. Eg fann nógv
svar, tá eg fór at lesa Kaballah
fyri sjey árum síðani. Eg fann
útav, at har vóru nógv góð svar
upp á allar mínar spurningar og
mínar gerðir, góðar og ringar. Eg
fann útav týdninginumav , at vit
øll eru ein eind, sigur Madonna.
Prinsurin betri enn Potter
Madonna hevur fingið stóra
viðurkenning fyri síni mongu
avrik. Fyri tónleik, video, film,
konsertir og sjónleik. Og ikki
minst sum handilskvinna. Nú er
talan um heilt annan tátt.
Barnabøkurnar eru heilt øðrvísi
at arbeiða við, sigur hon, og hon
følir eisini eina heilt aðra gleði
enn áður, tí hon fær ongar
pengar afturfyri.
– Allur peningurin fer til at
hjálpa bønrum. Av tí, at eg ikki
vinning burturúr og framman-
undan visti, at hvørt oyra fóru til
at hjálpa børnum, so var eg
leysgivin og mín motivatión var
hvørki peningalig ella egoistisk
fyri fyrstu ferð í lívinum, sigur
Madonna.
Sum ein onnur Astrid Lind-
gren hevur Madonna funnið
stóra hjálp hjá dóttrini, tá hon
hevur skrivað bókina.
– Hon segði mær, nær hon var
keðilig. Hon bað meg fáa
genturnar at gera okkurt ávíst,
sum henni dámdi serliga væl, og
hon hjálpti mær at finna
teknarar, sigur Madonna.
Sjálv nevnir hon Alice in
Wonderland og Winnie the Pooh,
sum tvær av góðu bókunum, hon
hevur lisið, men serliga Lítli
prinsurin er góður. Betri enn
Harry Potter hjá Rowlings,
heldur hon.
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tað hevur vakt ans, at eitt so
lítið máløki sum tað føroyska
megnar at vera við í fremstu røð
í bókaútgávu. Journalistar og
bókaforleggjarar, sum vóru í
París í sambandi útgávuna av
barnabókini hjá Madonnu, vóru
ovfarnir av, at hetta lítla fólkið í
Norðuratlantshavi hevur egið
mál og gevur hundraðtals bøkur
út hvørt ár.
At tað so eisini hevur eydnast
at fáa eina bók eftir Madonnu út
í Føroyum samstundis sum í
øllum heiminum, hildu fleiri fólk
vera undrunarvert.
Eftir at bókin »Ensku rós-
urnar« varð løgd fram á tíðinda-
fundinum í París mánadagin,
bjóðaði Gallaway forlagið til
gardenparty saman við
Madonnu, har sjampanja og
pinnamatur var boðið. Men hóast
hon onkuntíð bara stóð ein metur
frá, so bar ikki til at koma
beinleiðis í prát við Madonnu.
Hjá Niels Jákup Thomsen,
leiðara í Bókadeild Føroya
lærarafelags, sum stendur fyri
føroysku útgávuni, bar kortini til.
Hann slapp so at siga í audiens
hjá poppdrotningini í sambandi
við, at bókaútgevarar ein og ein
vórðu avmyndaðir saman við
Madonnu. Hann sigur, at áðrenn
hesa bókaútgávuna, hevur hann
ikki hugsað nógv um Madonnu,
men tað var hugtakandi at
uppliva, hvussu stórur áhugin var
fyri hennara persóni. Alt snúði
seg um hana.
– Áðrenn hon kom, varð nógv
prátað, men so gjørdist kvirt:
Hon kom, umgird av vaktar-
monnum við oyrasniglum og
fartelefon, og øll eygu vóru vend
ímóti henni. Tað kendist nakað
sum at vera statistur, eisini ta
stokkutu stund, eg fekk høvi at
heilsa upp á hana. Hon spurdi,
hvussu føroyskt mál var, og eg
royndi sum frægast at greiða frá.
– So bað hon meg siga okkurt
á føroyskum; tað gjørdi eg, og
síðan var liðugt at taka mynd av
okkum og næsti skuldi framat.
Hon hevur útrúliga útstráling, og
eg havi varhugan av, at hon er
gløgg og sera tilvitað um, hvat
hon ger, sigur Niels Jákup
Thomsen.
Hann vil ikki avdúka, hvat
hann segði á føroyskum. Tað
verður teirra millum. Men hvat
skulu føroyskir bókaforleggjarar
í París? Er tað neyðugt?
– Eg haldi, at tað er týdningar-
mikið at vera til staðar, tá ið
tílíkt hendir, fyri at vísa, at vit
eru ein álítandi samstarvsfelagi.
Tú fært høvi at hitta fremstu
forleggjararnar í heiminum, og
slík sambond eru týdningarmikil.
Tá ið okkurt annað er, har vit
kundu hugsað okkum at sloppið
upp í part, gerst alt nógv lættari,
um tú í fyrsta lagi longu hevur
fingið beinleiðis samband við
tey, ið standa fyri útgávuni. Tað
hevur eisini týdning, at vit kunnu
vísa á, at vit tóku lut í
heimsumfatandi útgávunum at
Madonnu-bókunum, sigur Niels
Jákup Thomsen.
Tað ger tað ikki verri, at
tíðindafólk fáa hug at gera
viðmerkingar til okkara støðu
sum eitt hitt minsta máløki í
heiminum, sum kortini sleppur
upp í part, heldur hann.
Løtt og
hugvekjandi
BÓKAÚTGÁVA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Líka til tað allarsíðsta var tað
hildið loyniligt, hvør hevði
myndprýtt bókina Ensku
rósurnar hjá Madonnu. Helst
fyri at vekja áhuga og forvitni
hjá fólki.
Jeffrey Fulvimari hevur
myndprýtt fyrstu bókina; allar
hinar verða prýddar av øðrum
grafikarum, so tær fáa allar
hvør sítt skap. Nú úrslitið liggur
á borðinum sæst, at myndprýð-
ingin telur nógv í samlaða
úrslitinum. Stílurin í fyrstu
bókini er eitt sindur Bratz-
kendur, soleiðis at skilja, at
høvdini á gentunum eru ov stór
í mun til kroppin, eins og hjá
væl umtóktu dukkunum, og tær
eru vakrar. Nógvar krussidullur
og smálutir seta sín heilt serliga
dám á bókina.
Jeffrey Fulvimari er kendur
grafikari og hansara verk hava
verið víst í eitt nú Vogue, Elle,
Glamour, Newsweek og aðra-
staðni. Hann hevur verið knýttur
at móta, sjónvarps- og blaðlýs-
ingum. Jeffrey Fulvimari sigur,
at samstarvið millum seg og
Madonnu hevur gingið væl við
hesari barnabókini.
– Vit arbeiddu fyrst og fremst
gjøgnum internetið. Madonna
visti akkurát, hvat hon vildi
hava, og tað gjørdi meg als ikki
bilsnan. Hon varð ógvuliga
greið og tískil ein góður »art
director«. Alt byrjaði við
grovum sketsjum, og tær fimm
rósurnar komu beint úr mínum
penni. Síðan hava vit sent
myndir aftur og fram, til úrslitið
var nøktandi fyri øll, sigur Jim
Fulvimari.
Nú bókin liggur á borðinum,
er hann glaður um úrslitið.
Hetta er fyrstu ferð, hann hevur
teknað eina barnabók. Og hann
hevur verið glaður fyri avbjóð-
ingina.
– Við »Ensku rósunum«
kundi eg úttrykkja meg, vera
lættur í sinni, og mær var loyvt
at hava tað stuttligt á ein hátt,
sum eg ikki sleppi, tá eg tekni
til vaksin. Eg kom veruliga at
kenna hesar genturnar í bókini.
At tekna er sum at spæla
sjónleik. Tú gevur fólkunum lív,
tú letur tey í, og tú hugsar um,
hvussu tey munnu bera seg at,
um tú gerst okkurt. Ensku
rósurnar eru tær fyrstu, sum eg
havi skapt fullkomiliga sjálvur.
Tær kennast næstan sum míni
egnu børn, og eg føli næstan, at
eg skal verja tær, sigur Jim
Fulvimari.
Poppdrotningin og barnabókin
Madonna hevur ein greiðan moralskan boðskap í
síni nýggju barnabók. Øvundsjúka er spill av tí, sigur
Madonna, sum í sjey ár hevur granskað Kaballah,
sum hon fær íblástur frá
Madonna Louise Veronica Ciccone Ritchie var fødd í Bay
City í Michigan og er eitt av átta børnum í einari stórari
italskari familju. Henni dámdi tíðliga tónleik og at dansa, og
hon vann sær pláss á University of Michigan.
Stutt eftir kom hon til New York í eini roynd at fáa sær
karrieru sum dansari. Hennara alskur til tónleik førdi hana í
fleiri bólkar, teirra millum Breakfast Club. Hon fekk sáttmála
við Sire Records í 1982 og fóru undir at skriva, syngja og
útgeva tónleik. Tað hevur hon arbeitt við í tjúgu ár og er ein
tann mest viðurkenda og dámda í nýggjari tíð.
Seinastu 20 árini hevur Madonna selt útvið 200 milliónir
fløgur og plátur um allan heim og hevur havt yvir 25 løg
millum tíggju tær bestu singlurnar á hittlistunum. Teirra
millum eru Like a Virgin, Material Girl, Like A Prayer,
Express Yourself, Vogue, Ray of Light og Music millum tær
kendastu, og hon hevur móttikið tríggjar Grammy Awards.
Seinasta fløgan »American Life« kom út í apríl 2003 og
hevur fingið góða móttøku.
Hon hevur eisini gjørt vart við seg í filmi. Millum teirra eru
Desperatly Seeking Susan, Dick Tracy, A league of Their
Own og Truth or Dare. Hennara leiklutur í filminum Evita
eftir kenda sangleikin hjá Andrew Lloyd Webber og Time
Rice er hæddarpunktið, og vann hon Golden Globe Awards
fyri hann.
Nú hevur hon so skrivað fimm barnabøkur. Tann fyrsta The
English Rose kom út á 30 málum, teirra millum føroyskum, í
meira enn 100 londum samstunds tann 15. september. Næsta
bókin kemur 10. oktober.
Madonna er gift filmsstjóranum Guy Ritcie og hevur tvey
børn, Lolu og Rocco. Tey búgva bæði USA og Onglandi.
Søgan um Madonnu
Í audiens hjá
Madonnu
Tann fegni teknarin
UMMÆLI
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Persónurin Madonna vakti meira
ans enn bókin, tá »Ensku
rósurnar« vóru lagdar fram í
París. Men uttan mun til, hvør
hevur skrivað, so er talan um
eina góða barnabók.
Hon snýr seg um tær fýra
smágenturnar, Nicole, Amy,
Charlotte og Grace, sum eru 11
ára gamlar og bestu vinkonur.
Tær eru eitt sindur øvundsjúkar
inn á Binu, sum eftir øllum at
døma er perfekt. Vøkur, fitt og
vældámd, og tað kundu tær
hugsað sær eitt sindur av. Men tá
ein álva kemur upp í leikin, vísir
tað seg, at alt er ikki, sum tað
sýnist.
Bókin snýr seg stutt og greitt
um øvundsjúku, og tað er ikki
heilt av leið, tá Madonna sigur,
at hon eisini er fyri vaksin. Tí
hon er lætt lisin og hevur ein
greiðan boðskap: Ver ímóti
øðrum, sum tú ynskir onnur
skulu vera ímóti tær.
Talan er um eina modernaða
útgávu av Øskufíu, og í so máta
er hon ikki nýskapandi. Men hon
reisir nakrar spurningar, fær børn
at hugsa og gevur møguleika
fyri, at børn og vaksin fáa tosað
saman um nøkur ting, um tey
lesa hana saman. Og tað er ikki
so galið.
Formaðurin í Bókadeild Føroya lærarafelags, Niels Jákup
Thomsen, hevur gjørt nakað saman við Madonnu, sum
eingin annar hevur roynt: Tosað føroyskt við
poppdrotningina. Hann heldur tað hava stóran týdning at
sleppa við til slík tiltøk
Tað er ein avbjóðing at tekna barnabøkur, sigur
teknarin Jeffrey Fulvimari, sum hevur teknað
Ensku rósurnar. Hann er annars best kendur sum
reklamuteknari
Myndin ovast t.v.: Nógv tíðindafólk vildu fáa orðið á Madonnu.
Niðara myndin t.v.: Jeffrey Fulvimari, teknari, og Niels Jákup
Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags
T.h.Madonnna
C
M
Y
K
27
26