Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 19. september 2003 29 29 C M Y K 28 Nr. 177 • fríggjadagur • 19. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Julian er komin í steypafinaluna ÍA Akranes vann mikukvøldið sann- førandi sigur í hálv- finaluni ímóti Akur- eyri og skal spæla finalu ímóti FH av Hafnafriði ÍSLAND ÚTISETI Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Síðsta umfarið í Lands- bankadeildini, sum besta fótbóltsdeildin í Íslandi verður nevnd, er á skránni í vikuskiftinum. Tá skulu Julian Johnsson og liðfel- agarnir verja næstfremsta plássið í Vestmannaoyggj- unum. Annað málið hjá ÍA, sum kom illa frá fyrstu umfør- unum í landskappingini, er at vinna silvurkrónur. Hitt málið er at vinna steypa- kappingina. Mikukvøldið tryggjaðu teir sær finalu- pláss. Finalan verður á Laugardalsvøllinum í Reykjavík annað vikuskifti. Tá skal ÍA spæla ímóti FH av Hafnafirði, sum næst- síðsta mikukvøld vann hálvfinalu á Laugardals- vøllinum 3–2. Mótstøðu- liðið hjá FH var meistara- liðið úr KR. Hálvfinalan hjá ÍA var á Laugardalsvøllinum ímóti KA av Akureryi. ÍA var leikliga omaná alla tíðina, men tað var ikki fyrrenn eftir steðgin, at teir fingu málini og vunnu 4–1. Ferðin var stór, skot- royndirnar vóru nógvar, men neyvleikin var ikki altíð so stórur. Kári Steinn Reynisson skoraði tvey tey fyrstu ÍA málini. Tað fyrra stútaði hann longu í 46. minutti, og tað seinna skor- aði hann við langskoti, tá ið seinna umfarið var sjey minuttir gamalt. Tveir minutti seinni økti Garðar Gunnlaugsson til 3–0, og so var tað greitt, hvør skuldi halda fram í finaluni. Í 56. minutti misti KA Slobodan Milisic, sum dómarin metti hava taklað so ófantaligt, at tað átti at kosta reytt kort. Tríggjar minuttir seinni minkaði Elmar Dan Sigþórsson um munin, men KA kom ong- antíð nærri. Teir royndu at trýsta, men tað var Garðar Gunnlagusson sum í síðstu løtu staðfesti trivaliga sig- urin hjá teimum á Akranesi. Tá ið ÍA fer á Laugar- dalsvøllin næsta vikuskifti verður tað átjanda ferðin, at teir skulu spæla finalu. Higartil hava teir vunnið steypakappingina átta ferð- in. Síðsti sigurin var í 2000. Julian Johnsson verður næsti føroyingurin, sum fer at umboða Akranes í steypafinaluni. Tann fyrsti var Uni Arge, sum var á ÍA liðnum, ið 24. september í 2000 vann finaluna ímóti ÍBV 2–1. Í 1999 vóru Jens Martin Knudsen og Uni Arge á liðnum hjá Leiftri, sum á Laugardalsvøllinum tapti steypafinaluna ímóti júst ÍA. Heldur ikki Fremad Amager fekk nakað burtur úr hesum umfarinum, og nú liggja bæði tey føroysku feløgini í tyngra endanum DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Mikukvøldið vóru Christin Høgni Jacobsen og liðfel- agarnir í Vejle norðuri í Randers. Har gekk tað væl í 1. hálvleiki. Í steðginum var støðan 2–2, men eftir hvíldina vóru heimamenn- inir greitt omaná, og Rand- ers FC vann 4–2. Christian Høgni Jacobsen, sum hevði stútað mál í tveimum dystum á rað, var hesa ferð ikki millum Vejle mál- skjúttarnar. Fremad Amager, sum Jann Ingi Petersen fer at umboða um nakrar fáar vikur, hevði heldur ikki eydnuna við sær. Teir vóru í Sønderborg, har HFK Sønderjylland vann trival- igan 4–1 sigur. Í toppinum vann Hors- ens aftur. Hesa ferð gekk tað út yvir Fredericia, sum varð sent til hús við 1–0 tapi. Ølstykke, sum hevur staðið seg rættuliga væl, tapti 4–3 á heimavølli ímóti Køge, sum hevði nýggjan venjara. Á Eysturbrúgv var 2–2 ímillum grannafeløgini B93 og Skjold, og fyri fyrstu ferð í hesum kapp- ingarárinum eydnaðist tað Brønshøj at fáa stig. Á heimavøllinum í Tingbjerg í Keypmannahavn vunnu teir 2–1 á B1913 úr Od- ense. Nykøbing Falster Alli- ancen, sum so fegin vil sleppa longri upp í donsk- um fótbólti, fekk aftur eitt skot fyri bógvin. Hesa ferð taptu teir á heimavølli 1–0 ímóti FC Nordjylland. Tað varð ikki mett at vera nakað serligt úrslit. Vejle er framvegis á 11. plássinum, og Fremad Am- ager er nummar tíggju. Vejle tapti enn eina ferð Julian Johnsson, sum her sæst tørna út fyri føroyska landsliðið, er nú komin í íslendsku steypafinaluna FCK vassaði í møguleikum Í síðstu løtu eydn- aðist tað at javna í Viborg, og í yvirtíðini misnýtti innskifti Todi Jónsson gyltan møguleika at skora sigursmálið ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum var Todi Jónsson mikukvøldið ikki millum teir fyrstu ellivu á FCK liðnum, sum spældi 2–2 í Viborg. Hann varð settur á vøllin, tá ið ein lítil hálvur tími var eftir, og tað var um reppið, at Todi gjørdist hetjan á FCK liðn- um. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, var hann á rætta staðnum, tá ið eisini innskifti Peter Møller (fyri Erik Mykland í 71. minutti) lyfti høgt úr vinstru og til handara stólpan. Todi rakk akkurát fram, men ein hálvan metur frá baklinjuni og eitt vet handan stólpan brast bólturin í uttaru síðuna á stólpanum, tá ið Todi við høgru innarusíðu royndi at flukta í púra tóma málið. At Todi Jónsson ikki var millum teir fyrstu ellivu komst av, at Hans Backe hesa ferð hevði gjørt av, at nýggi brasilski spælarin, Álvaro Santos, skuldi vera undir liðini á Zuma. Samanspælið teirra millum tóktist ikki at vera so galið, men hvørgin teirra kom á málskjúttaralistan, sum er týdningarmiklasta vektin, ið álopsspælarar verða vig- aðir á. Hóast FCK leikliga var omaná so at siga alla tíðina, so mundi uppgerðin kennast sum støðug mótbrekka. Søren Frederiksen, ið er tann spælarin, ið hevur skorað flest mál tilsaman í super- liguni, sum nú er ellivu ára gomul, setti longu í 2. min- utti hol á fyri Viborg, tá ið hann sendi fríspark í málið. FCK royndi og royndi at spæla, og aftaná metti venjarin hjá teimum, Hans Backe, at hansara lið hevði havt fjúrtan upplagdar mál- møguleikar. Men tað var ikki fyrrenn ein tími var farin, at Thomas Røll skor- aði upp á brotssparkið, sum hann sjálvur hevði fingið. So var lagt upp til, at Viborg skuldi verja javn- leikin, men bara tríggjar minuttir seinni vóru teir aftur frammanfyri. Við dundurskotið úr 16 metrum skoraði Christian Magleby, sum í summar kom til Vi- borg, eftir at hann í vinstru hevði sneitt framvið fleiri mótstøðumonnum. FCK royndi og royndi, og í síðstu løtu í vanligu leik- tíðini eydnaðist tað lið- formanninum og stríðs- manninum á miðvøllinum, Peter Nielsen, at javna, tá ið hann mitt fyri setti framvið sera tryggja Viborg mál- verjanum. Hetta var aðru ferð á rað, at meistararnir úr Keyp- mannahavn bara fingu eitt stig burturúr. Tað kemur ikki ofta fyri hjá teimum. Men tað plagar at vera tor- ført hjá teimum í Jyllandi, so kanska vóru teir kortini ikki heilt misnøgdir við úrtøkuna. Leikliga avrikið segði venjarin seg vera heilt væl nøgdan við. Og so hevði tað verið sera huga- ligt, um Todi Jónsson, sum hesa ferð varð settur í skuggan av nýggja spælar- anum, hevði verið hepnari í síðstu løtu, enn hann var tað hesa ferð. Men tað var ikki eftir bókini, at teir á heimavølli bara fingu eitt stig burturúr ímóti AaB, sum higar- til hevur staðið seg illa SUPERLIGAN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Nú er nakað síðani, at Jón Rói Jacobsen var í fimtan manna hópinum hjá Michael Laudrup. Síðani UEFA Cup ferðian til Hvítarussland hevur Jón Rói einans verið á talent- liðnum, og mikukvøldið, tá ið Brøndby hevði vitjan av AaB, var heldur ikki pláss fyri Jón Róa millum teir bestu. Laudrup hevur síðstu tíðina roynt at fáa Brøndby viðhvørt at spæla 3–4–3 í staðin fyri 4–3–3, sum liðið hevur spælt síðsta árið. Tað er kortini ikki púra upplagt, at hetta skal skaða møgu- leikarnar hjá Jón Róa. Heldur er tað veruleikin, at har eru fleiri góðir spælar- ar, sum hann kappast við. Ikki minst hevur svenski Andreas Jakobsson staðið seg framúr væl, síðani hann fyrr í summar kom úr Hansa Rostock og til Brøndby. Brøndby er oddalið í superliguni eftir átta tey fyrstu umførini. Miku- kvøldið megnaðu teir kort- ini bara 1–1 á heimavølli ímóti AaB, og tað vóru teir ikki nøgdir við. Michael Laudrup ásannaði aftaná, at hesa ferð høvdu teir leik- liga ikki víst tað, sum teir eiga at megna. AaB skifti í síðstu viku venjara. Nýggi venjarin, Søren Kusk, fekk trý stig burturúr fyrstu royndini, sum var á heima- vølli sunnudagin, og at fáa eitt stig burturúr í Brøndby er sjálvandi óført hjá felag, sum mest hugsar um at sleppa burtur frá niðurflyt- ingarstrikuni. AaB, sum ongantíð hevur vunnið í Brøndby, legði seg framum við brotssparki, og Brøndby javnaði fram ímóti dystarenda. Uppspælið til málið minti nógv um tað, sum B68 vísti, tá ið teir skoraðu sigursmálið ímóti NSÍ! Eftir vónbrotið í Odense sunnudagin nýtti Esbjerg høvið at leggja seg upp á síðuna av Brøndby, tá ið teir á heimavølli vunnu sannførandi 2–0 sigur á Frem, sum ikki hevði nógv at bjóða uppá, og sum nú hevur tapt tvær ferðir upp í slag. FCM megnaði ikki at fáa tað burturúr, sum tað kundi roknast við, tá ið tað var botnliðið, FC Nordsjæl- land, sum var mótstøðulið. Gestirnir høvdu meiri spæl, og venjarin hjá teimum, Christian Andersen, var ikki blíður við sínar menn, sum hann helt høvdu fingið alt ov lítið burturúr. Úrslitið var 1–1. OB eisini meiri enn hálvsnávaði ímóti einum av teimum í niðara endan- um. Teir vóru í Herfølge, har heimaliðið hevði nógv- ar møguleikar at skjóta mál og vinna. Úrslitið gjørdist 2–2. Eftir sera tunga gongd í fyrstu umførunum hevur AGF lætt sær upp í miðj- una. Mikukvøldið høvdu teir vitjan av AB, sum mánadagin fekk nýggjan venjara. Henrik Jensen, sum í síni tíð spældi í Hvid- ovre og síðani í Brøndby, har hann var partur av góða liðnum fyrrapartin av níti árunum, er nýggjur maður við AB róðrið. Hann hevur higartil verið venjari hjá Køge, sum flutti niður í summar, og sum nú er í so- vornum fíggjarligum óføri, at teir ikki hava ráð at rinda avráddu lønirnar. AB fekk ikki tað burturúr við nýggjum venjara, sum eitt nú AaB hevur fingið síðstu dagarnar. AGF vann 2–0, og tað var fyrrverandi FCK álopsspælarin Thom- as Thorninger, sum seinna- partin av 1. hálvleiki skor- aði bæði málini. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (S) 8 5 - 2 - 1 13 4 9 17 2 Esbjerg 8 5 - 2 - 1 15 8 7 17 3 OB 8 4 - 2 - 2 15 10 5 14 4 FCK (M) 8 4 - 2 - 2 14 9 5 14 5 FCM 8 4 - 2 - 2 12 10 2 14 6 Viborg 8 2 - 4 - 2 13 14 -1 10 7 AGF 8 3 - 1 - 4 11 15 -4 10 8 Frem 8 3 - 0 - 5 8 12 -4 9 9 AaB 8 2 - 2 - 4 6 9 -3 8 10 Herfølge 8 2 - 1 - 5 7 11 -4 7 11 AB 8 2 - 1 - 5 7 16 -9 7 12 FC Nordsj. 8 1 - 3 - 4 8 11 -3 6 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen (Brøndby) Brøndby er framvegis oddalið Todi Jónsson hevði risamøguleika at tryggja sigurin móti dystarenda, men saman við liðfeløgunum mátti hann bara iðra seg um, at hetta miseydnaðist