fríggjadagur 19. september 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÁTRÚNAÐUR OG
HEIMSSPEKI
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Tá kend fólk vitja á Harvard, er
altíð stór kapping um atgongu-
merkini. Næmingar skulu ikki
gjalda fyri hesi, men teir skulu
tolnir standa í bíðirað fyri at fáa
atgongumerkini, og tað er langt
frá allir næmingar, sum fáa
atgongd.
Tá Bill Clinton vitjaði, var
eftirspurningurin eftir atgongu-
merkjum serliga stórur, og fólk
gjørdu mangt og hvat fyri at fáa
fatur á gyltu billettunum.
Tað sama hendi, tá Al Gore,
Hillary Clinton, Pervez Mushar-
raf, Gorbatjov, og onnur fólk
vitjaðu. Og Dalai Lama, sum var
her fyri fáum døgum síðani, varð
onki undantak.
- Dalai Lama er ein heimsum-
fatandi fyrimynd, og vit sleppa at
møta honum, og tað er fantast-
iskt, sigur Yaya Wu, næmingur á
Harvard.
Fríggjadagin tann 12. sep-
tember var dagurin, har atgongu-
merkini blivu útgivin til Dalai
Lama tiltakið, sum skuldi vera
mánadagin aftaná.
Undirritaði stóð sjálvur í bíði-
raðnum eina góða løtu, men tað
vóru summi, sum stóðu í meira
enn eina góða løtu. Teir fyrstu
næmingarnir byrjaðu bíðiraðið
longu umleið miðnátt hós-
kvøldið, og tískil stóðu hesi fólk
í einar góðar 11-12 tímar og
bíðaðu eftir teimum gyltu
atgongumerkjunum. Um eitt
tíðina um morgunin vóru fleiri
hundrað fólk í bíðiraðnum.
- Hetta er eitt av teimum
tingunum, sum henda kanska
bert einaferð í lívinum. Og tað er
bara tí, at vit eru næmingar her á
Harvard, at vit fáa henda møgu-
leikan, og slík ting mugu vit
gagnnýta til fulnar, sigur
Candace Mitchell, fyrsta árs
næmingur á Harvard, sum varð í
bíðiraðnum longu á miðnátt.
Onnur fólk vóru ikki so tíðliga
á fótum, men komu í bíðiraðið
nakað seinni. Til dømis komu
heilt nógv fólk um 3-4 tíðina um
morgunin. Tey flestu vóru væl
útgjørd við mati, soviposa,
stólum, spølum, bókum, og
tílíkum.
Prædika, halda fyrilestur,
ella signa?
Summi fólk hildu, at tey kundu
lova sær at sova heilt til klokkan
seks um morgunin og byrja vakt-
ina tá. Hesi vóru ið so sein á
sjóvarfallinum, tí tað skal ikki so
nógv til fyri at fylla kirkjuna á
Harvard.
Tískil vóru tað nógv fólk, ið
fóru til húsa við ongul í reyv.
Upp ímóti 2.000 fólk í bíðirøðini
fingu onki atgongumerki til
Dalai Lama, og svarar hetta til
ein heilan árgang á Harvard.
Men undirritaði var millum
tey fáu hundrað fólkini, sum
fingu atgongumerki til kirkjuna.
Hvussu hetta eydnaðist, skal ikki
greiðast so nær frá her, men
sigast kann, at henda dagin var
tað ikki eitt gott hugskot at
standa í kø – betri var at ganga í
kø, og tað gjørdu tey flestu, sum
fingu atgongumerki.
Aftaná at atgongumerkini
vórðu so kristiliga býtt millum
næmingarnar henda fríggjadagin,
var bara eftir at fáa vikuskiftið at
ganga, og síðani fara í kirkju
mánadagin, har Dalai Lama
skuldi røða.
At Dalai Lama skuldi "røða,"
er kanska ið so nógv sagt, tí fólk
á Harvard vóru ikki heilt samd
um, hvat maðurin heilt ítøkiligt
skuldi gera í kirkjuni henda
dagin. Onkur vildi vera við, at
Dalai Lama skuldi hava prædiku,
meðan onnur hildu, at hann
skuldi halda fyrilestur. Tey meira
kreativu fólkini hildu uppá, at
Dalai Lama var komin fyri at
signa Harvard.
Ongin hevði rætt.
Dalai Lama sum 2 ára
gamal
Sjálvt um endamálið hjá Dalai
Lama kanska ikki var at signa
ein ávísan bólk av fólki, so er
hann andaligur maður.
Tibetanskir buddistar trúgva, at
Dalai Lama er inkarnatiónin av
Bodhisattva Avalokiteshvara,
sum er Buddha hin friðarligi og
samkennandi.
Dalai Lama varð føddur tann
6. juli 1935, og fekk hann navnið
Lhamo Dhondrub. Hann kom inn
í eina bóndafamilju, og longu tá
hann var 2 ára gamal, ásannaðu
tey, at hann var tann nýggi Dalai
Lama.
Dalai Lama tók formliga við
heitinum á stórum hátíðarhaldi í
Lhasa, sum er høvuðsstaðurin í
Tibet. Hetta var í 1940, og varð
Dalai Lama fimm ára gamal tá.
Sum seks ára gamal byrjaði
Dalai Lama sína formligu út-
búgving, og 24 ára gamal varð
hann doktari í buddistiskari
heimspeki (Geshe Lharampa
útbúgving).
6
Sosialurin Nr. 173 -13. september 2003
Dalai Lama á Harvard
Mánadagin vitjaði heimskendi
Dalai Lama lærda háskúlan
Harvard í USA. Dalai Lama,
sum er andaligur leiðari í Tibet
og ríkisyvirhøvur, tosaði til
næmingar og professarar í
kirkjuni á Harvard, og
undirritaði var til staðar
"Framtíðin ber so nógvar møguleikar í sær, og ofta eru vit
kanska bangin av hesum, tí vit hava so nógvar møguleikar"
– Dalai Lama
Dalai Lama dámar væl at tosa, og hann tosar eisini enskt, men hann hevur tolk við sær á ferðini til USA
Mynd: Tibetanska Myndaverkætlanin
Eftir lokna útbúgving í 1959
mátti Dalai Lama flýggja úr
heimlandinum Tibet, tí Kina,
sum síðan 1950 hevði hersett
Tibet, niðurbardi ein umfatandi
tibetanskan uppreistur. Dalai
Lama fekk politiskt friðskjól í
India, og einir 80.000 tibetanar
hava síðani fylgt honum til India.
Í dag liva einir 120.000 tibetanar
í útlegd, og stjórnin hjá Tibet er
eisini í útlegd í India.
Tískil hevur Dalai Lama ferð-
ast kring heimin fyri at kunna
um støðuna hjá Tibet og roynt at
fingið stuðul. Dalai Lama hevur
vitjað eini 50 ymisk lond, og
hann er kendur fyri at tosa um
viðurskifti, ið knýta seg at
heimspolitikki.
Dalai Lama virkar fyri betri
mannarættindum og friðarligum
loysnum upp á altjóða kreppur.
Hann hevur skrivað nógv um
hesi evni, og hansara bøkur um
buddistiska heimspeki hava
fingið altjóða viðurkenning.
Týðuligt tekin um, at Dalai
Lama er ein viðurkendur maður,
er, at hann í 1989 fekk Friðar-
heiðursløn Nobels. Ítøkiliga
grundgevingin fyri at geva Dalai
Lama Friðarheiðursløn Nobels
var millum annað, at hann "í
sínum stríði fyri einum fríum
Tibet altíð hevur staðið í and-
støðu til harðskap. Ístaðin hevur
hann virkað fyri friðarligum
loysnum við støði í tolsemi og
virðing, til tess at varðveita
søguliga og mentanarliga arvin
hjá sínum fólki."
Vit eru øll líka
So Dalai Lama hevði onnur ting
á skránni, enn at signa Harvard
og fólkið her. Hann var nevniliga
komin fyri at tosa um eina hug-
sjón, sum fyrst og fremst snýr
seg um tolsemi, virðing, og ikki-
hernaðarligar loysnir upp á
kreppur.
Nøkur fólk, sum vóru til staðar
henda mánadagin, høvdu sæð
Dalai Lama fyrr, tí hann hevur
vitjað Harvard áður. Men henda
vitjanin er nakað heilt serligt, tí
hesuferð tosar Dalai Lama í eini
kristnari kirkju.
Tiltakið við Dalai Lama er ein
sokallað altrúgvandi tænasta í
kirkjuni. Tað vil siga, at allar
heimsreligiónirnar eru umboð-
aðar í kirkjuni, henda dagin
Dalai Lama er á vitjan. Men
byrjunarorðini hjá Dalai Lama
bera ikki brá av, at nógvir
ymiskir átrúnaðarligir bólkar eru
til staðar í kirkjuni.
- Vit eru øll líka. Tit og eg eru
av sama slagi. Kroppurin er
kanska ikki heilt tann sami, tí eg
eri jú gamal, men grundleggjandi
eru vit øll líka, sigur Dalai
Lama. Hann leggur aftrat, at vit
hyggja øll fram til framtíðina, og
tískil hava vit vón. Og vón er
gott, sigur Dalai Lama við eini
róligari og djúpari rødd.
Dalai Lama fer víðari og
endurtekur onkrar tankar hjá
Søren Kierkegaard og sigur, at
framtíðin ber so nógvar møgu-
leikar í sær, og ofta eru vit
kanska bangin av hesum, tí vit
hava so nógvar møguleikar.
- Alt er møguligt, sigur Dalai
Lama meðan hann hyggir róliga
yvir mannamúgvuna í kirkjuni.
Friðarligt stríð
fyri fríum Tibet
Dalai Lama er væl útbúgvin
maður, og hann leggur áherðslu
á, hvussu týdningarmikið tað er
við útbúgving og vitan.
- Harvard er til fyri menniskja.
Útbúgving og vitan eru ógvuliga
týdningarmikið, og tað síggja vit
á Harvard. Tað er næstan soleið-
is, at eg føli, at eg onki havi at
bjóða tykkum á Harvard, sigur
Dalai Lama lítillátin, og fólkið í
kirkjuni smílist, ásannandi at
maðurin hevur meira at bjóða
enn tey flestu.
Áhugin fyri Dalai Lama hevur
eisini verið stórur, nú hann er í
USA. Til dømis skal hann eisini
til New York City, og hann hevur
eisini vitjað aðrar lærustovnar í
USA, millum annað MIT, sum
liggur beint við Harvard.
Fólk og fæ á Harvard vóru
eisini ógvuliga glað fyri vitjanina
hjá Dalai Lama, og henda
vitjanin verður mett at fara í
søguna sum ein av teimum heilt
stóru.
- Hetta er ein av teimum mest
væleydnaðu døgunum, eg havi
havt á Harvard, sigur Paul
Souder úr Chicago, í tí vit ganga
úr kirkjuni.
Tann 68 ára gamli Dalai Lama
fer aftur til India tann 24. sep-
tember, har hann framhaldandi
fer at stríðast eitt friðarligt stríð
fyri einum fríðum Tibet.
Sosialurin Nr. 173 -13. september 2003
7
Vit eru øll líka. Tit og eg eru av sama slagi. Kroppurin er kanska ikki heilt tann sami, tí eg eri jú gamal, men
grundleggjandi eru vit øll líka, sigur Dalai Lama
Mynd: Tibetanska Myndaverkætlanin
Ein smílandi tibetanskur munkur
Mynd: Tibetanska Myndaverkætlanin
"Dalai Lama er ein heimsumfatandi fyrimynd, og
vit sleppa at møta honum, og tað er fantastiskt" —
Yaya Wu, næmingur á Harvard
C
M
Y
K
29
28