fríggjadagur 19. september 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin Nr. 178 - 20. september 2003
JOSHUA TREE
Birgir Kruse
birk@post.olivant.fo
Eitt jósvatræ peikar í ymsar ættir.
Í veruleikanum er tað ikki nakað
træ, men er av liljuættini, Yucca
brevifolia. Sigst, at tá mormonar
miðskeiðis í 19. øld fóru um
Colorado ánna, góvu teir trænum
bíbilska navnið. Fyrimyndin var
Jósva, sum við opnum ørmum
signar teimum landið fyri vestan.
Undan mormonum brúkti upp-
runafólkið, indiánar, jósvatræið í
listahandverki og til matna.
Í hesum heita og berliga parti
av Kalifornia er viðalundin The
Joshua Tree National Park. Ikki
nøkur viðalund í vanligari merk-
ing, heldur oyðimørk við runnum
og mistrivnaðum pálmum, ið
spretta millum steinar og klettar,
ið tykjast sum leiktjøld frá
Hollywood filmum. Luftin darrar
yvir heita asfaltinum og steinar-
nir, ið tykjast lagdir av risum, fáa
skap sum heljareygu og andlit úr
ræðufilmum sum Invasion of the
Body Snatchers.
Og ikki er Hollywood langt
hiðani. Fleiri eru filmarnir, ser-
liga westerns, ið eru tiknir her í
steinoyðuni. Og so eru tað tey,
sum hyggja eftir stjørnum,
stjørnum á himmalhválvinum.
Undir gjøgnumskygdum lofti
búgva tey í fjaldum smáttum.
Til hesa kvirru leitaðu film-
stjørnurnar í fimtiárunum.
Fremsti gistingarstaðurin var ein
kubansk hasienda við høvuðs-
gøtuna The Joshua Tree Inn,
bygd í 1950.
Tríggir sangir úr oyðuni
Tá hippirørslan tók seg upp í
kalifornisku stórbýunum, funnu
ungfólk somu støðini. Teirra
millum vóru Gram Parsons,
Keith Richards og Anita Pallen-
berg. Heilar nætur gingu tey trý í
oyðimørkini við Joshua Tree, har
tey eygleiddu stjørnur og flog-
diskar og ivaleyst onnur flúgv-
andi fyribrigdi, ið kunnu tykjast
bæði nær og verulig, tá ein hevur
bitið í sterkan kaktus og verður
fyltur av stórum sjónum um
lovaða landið.
Sangurin Wild Horses, sum er
um Gram Parsons, er sprottin úr
hesum ferðum.
Gram Parsons, sum var úr
Florida, hevði lisið um lovaða
landið á Harvard. Men eftir
akademiska oyðimarkargongd
gjørdist tónleikurin kallið.
Áhugin fyri siðbundna kantrí-
tónleikinum var stórur, sam-
stundis sum hugurin stóð til
nýkomna elektriska rokkin. Hetta
førdi við sær søguligu saman-
renningina kantrírokk, sum
serliga The Eagles vórðu kendir
fyri. Við floygdum orðum heilsa
teir upphavsmanninum Gram
Parsons í sanginum My Man.
Tá Gram Parsons leitar eftir
eini kvinnuligari rødd at syngja
kór, finnur hann Emmylou
Harris. Hóast einki uttan sangur
var teirra millum, yrkir hon
seinni um kvinnuna Sally Rose,
sum í Sweet Chariot syngur um
kalifornisku oyðimørkina og hin
horvna elskaða í Joshua Tree.
Kantrírokkur
Givin við gudfrøðilesnaði í 1967
stovnar Gram Parsons bólkin The
International Submarine Band, ið
verður mettur sum hin fyrsti
kantrírokkbólkurin. Árið eftir
geva teir út plátuna Safe at Home
á plátufelagnum hjá Lee Hazle-
wood. Samstundis hevur Parsons
hitt blúgrasmannin Chris Hill-
man, sum fær hann upp í víða-
gitna bólkin The Byrds at spæla
ljómborð. Longu í februar fær
Parsons bólkin á Grand Ole
Opry í Nashville og fær høvuðs-
leiklutin á plátuni Sweethearts of
the Rodeo, sum er hornasteinurin
í kantrírokki. Men Hazlewood, ið
enn hevur sáttmála við Parsons,
krevur allar upptøkur strikaðar.
Tí hoyrist einans Roger
McGuinn syngja á hesi plátu,
uttan í eina førinum, Hickory
Wind, har Gram Parsons syngur.
Tá eitt savn við Byrds upptøkum
verður givið út í 1990 hoyrast
røttu upptøkurnar aftur.
Jagger og Richards
Á sumri 1968 fara The Byrds á
konsertferð til Suðurafrika. Teir
ferðast um London, har vin-
menninir Mick Jagger og Keith
Richards bjóða døgurða. Sam-
bært Richards og ævisøgu hans-
ara er tað undir hesum døgurða,
at teir gera amerikansku lags-
brøðrunum greitt, at teir eiga at
boykotta apartheitstjórnina.
Ongin bretskur rokkbólkur
spælir í Suðurafrika.
Gram Parsons, sum hevur
funnið ein nýggjan vin og
mentor í Keith Richards, takkar
fyri seg og fer úr bólkinum The
Byrds, sum dagin eftir heldur
fram til Suðurafrika. Í hansara
staði er Carlos Bernal.
Hálvt ár seinni, í desember
1968, stovna Chris Hillman og
Parsons bólkin The Flying
Burrito Brothers, sum í 1969
gevur út tiltiknu plátuna The
Guilded Palace of Sin. Á húsan-
um er manningin klædd í búnum
frá skraddaranum Nudie Cohen,
sum eisini seymaði fyri Hank
Williams og Elvis Presley. Búnin
hjá Gram Parsons hevur áseymað
marijuanabløð og frynsar við
LSDpillarum, sigst í hvussu er.
Í apríl 1970 fer Parsons úr
bólkinum og vil ganga egnar
leiðir. Samstundis ferðast hann
við Rolling Stones, men aldri
hoyrist hann spæla saman við
teimum. Sambært Keith Ric-
hards kjakast teir um ameri-
kansku kantrístjørnurnar, eitt nú
George Jones og the Louvin
Brothers, sum báðir eru serstak-
liga fegnir um. Seinni syngur
Keith saman við George Jones
og fær skoðsmálið, at hann
syngur sum ein "Dying
Dolphin".
Tá Rolling Stones eru í Los
Angeles, vitja teir í Joshua Tree.
"For me, Gram was a way of
getting a bit outside of the
Stones, which was getting very
claustrophobic in those years. It
was very nice to have another
musician, a writer, just to bounce
ideas off, without any sense of
intrusion", sigur Keith Richards
og leggur ertandi afturat, at
Gram Parsons lærdi hann meiri
Liðin eru 30 ár síðani ein hin undarligasti rokkarin fór av
verðini. Tað var Gram Parsons, the Grievous Angel, sum
doyði í Joshua Tree í Kalifornia hin 19. september 1973.
Birgir Kruse skrivar úr rúmi nummar 8, sum var karmur
um mest skakandi hending í rokksøguni
Hoyr, tað rópar í oyðimørkini
Í desember 1968 stovna Gram Parsons og Chris Hillman bólkin The Flying Burrito Brothers, sum í 1969 gevur út The Guilded Palace of Sin. Á húsanum er manningin klædd í búnar við
áseymaðum marijuanabløðum og frynsum við LSD-pillarum í
enn nakar annar, ikki minst um
rúsevni: "He could get better
coke than the Mafia".
Tvær plátur
Í egnum navni gevur Gram
Parsons út tvær plátur. Hin fyrra,
nevnd GP, kemur í 1973. Her var
ætlanin at Merle Haggard skuldi
standa fyri upptøkunum, men tá
teir møttust í Bakersfield, rýmdi
hann og ljóðmaðurin Hugh
Davies tók við. Tað var í sam-
bandi við hesar upptøkur, at
Gram Parsons fann fram til eina
unga kvinnu við eini frálíkari
rødd - Emmylou Harris. Í sang-
inum We’ll sweep out the Ashes
vísa tey inniligu, vokalu dygd-
irnar. Hinir tónleikararnir eru
limir í orkestrinum hjá Elvisi.
Parsons eigur 7 av teim 11
sangunum.
Upptøkurnar til seinnu plátuna,
Grevious Angel, verða gjørdar
sama árið. Umframt Emmylou
Harris medvirka Bernie Leadon
og ein røð av fremstu tónleikar-
um innan kantrírokk undir heit-
inum The Fallen Angels Band.
Plátan kemur út posthumt í 1974.
Parsons eigur 6 av teim 10
sangunum, teirra millum Brass
Buttons og her er ein yndislig
duett við Emmylou Harris Love
Hurts. Plátan er nummar 44 í
einum lista, har heimsgitnir
ummælarar kjósa 100 tær bestu
pláturnar í allari rokksøguni í
bókini "Top 100 Albums", sum
fyrstu ferð kom út í 1987.
Ein sáttmáli
Ein hin løgnasti sáttmálin í
undirhaldsverðini verður gjørdur
í 1973. Inngangurin verður skriv-
aður við vegjaðaran í Palmdale í
Kalifornia á kvøldi hin 14. juli.
Her hava The Byrds spælt og
eftir lokna konsert rigga teir av
og bera ljóðførini í bilin. Lagnan
vil tað so, at ein drukkin bilførari
strýkur framvið og í ferðini
rennir hann á Clarence White,
sum doyr á staðnum. Hann
spældi gittar í The Byrds.
Á gravarbakkanum syngja
Gram Parsons og Bernie Leadon
sálmin Farther Along. Í ervinum,
sum seinni er, svørja Parsons og
Phil Kaufmann í fyllskapi tann
eið, at tann av teimum, ið fyrstur
doyr, skal brenna hin og kasta
hann í allar ættir í oyðimørkini
við Joshua Tree. "The survivor
would take the other guy's body
out to Joshua Tree, have a few
drinks and burn it", sum Phil
Kaufman sigur í bókini Road
Mangler Deluxe. Kaufmann, ið
hevði eina ivasama fortíð og
áður hevði samstarvað við
Charles Manson, var umboðs-
maður Parsons.
Í rúmi nummar 8
Hin 17. september 1973 skrivar
Gram Parsons seg inn á rúm 1 og
8 í The Joshua Tree Inn. Við
honum eru Phil Kaufman,
Michael Martin, unnusta hansara
Dale MacElroy og Margareth
Fisher úr Florida. Her varð
ballast til tann ljósa dag, tá Par-
sons gerst ússaligur og Martin
verður sendur eftir meiri mariju-
ana, Jack Daniels og teim rús-
evnum, hugsast kunnu.
Tá hann kemur aftur og miku-
dagurin hin 19. september rennur
upp, finna tey Gram Parsons
lívleysan í rúmi nummar 8.
Í skundi verður hann førdur til
Yucca Valley sjúkrahúsið, har tey
einans kunnu staðfesta, at Gram
Parsons er deyður, 26 ára gamal
av hjartatilburði. Líkskoðarin
skrivaði í frágreiðingina "Drug
toxicity, days, due to multiple
drug use, weeks."
"Tequila og Grevious Angel
Dust tóku lívið av honum," sigur
Emmylou Harris í fløgusavnin-
um "Portraits", sum kom í 1996.
Phil Kaufman er meiri bersøgin
og sigur turrisliga "He thought
he had Keith Richard’s
metabolism. Gram was
mistaken".
Brandar í oyðuni
Tey avvarðandi í New Orleans
vildu hava kistuna við The
Grevious Angel, sum Parsons
varð róptur, heim, so jarðarferðin
kundi verða hildin í heimbýnum.
Heim, var tó so nógv sagt. Hóast
abbin átti ein triðing av sitrón-
markunum í Florida og húskið
var múgvandi, doyði mamman av
drukk og pápin tók seg av
døgum, tá Gram var 13. Árið
eftir stakk hann av. Fosturpápin,
ið bar navnið Parsons, var tað, ið
vildi hava kistuna heim.
So varð og heimleiðin varð
løgd um altjóða flogvøllin í Los
Angeles. Her varð kistan goymd
til flogfarið fór. Ímeðan eru teir
báður Kaufman og Martin farnir
til verka. Vinurin og lyftið skulu
ikki svíkjast.
Teir drekka seg skít, lána
kampingvognin hjá Dale
MacElroy, sum í veruleikanum er
ein Cadillac líkvognur og klæða
seg í svart, sum vóru teir menn,
ið skipa fyri jarðarferðum. Í
líkhúsinum á flogvøllinum billa
teir vaktarmanninum inn, at
broytingar eru og líkið sum
skjótast skal flytast til annan
flogvøll. Hesin eftirlíkar og
kistan verður borin í skirvisliga
Cadillac bilin, sum uttan
nummarspjøldur heldur ta beinu
leið út í oyðimørkina.
Teir renna á, men eydnast at
rýma undan løgregluni og støðga
bert fyri at keypa øl og ein dunk
av bensini, ávegis til Joshua Tree
National Park.
Komnir fram, steðga teir undir
klettinum Kap Rock. Her opna
teir kistuna, stoyta bensin á líkið
og skotra ein tóman øldunk, sum
er fyltur við illgresi, niður í
kropnu hondina. So festa teir í.
Í staðin fyri at verða grivin
heima í New Orleans, verður
Gram Parsons brendur í oyði-
mørkini í Joshua Tree og síðani
spjaddur fyri allar vindar.
Bløðini eru á tremur við
søgum um líkbrennu Grams og
heidnu hundarnar í oyðimørkini.
Nakrar dagar seinni verða teir
báðir Phil Kaufman og Michael
Martin handtiknir. Teir verða
funnir sekir í at hava stolið og
brent kistuna og verða dømdir at
rinda 700 $. Eftir galdandi lóg
verður líkrán ikki revsað.
"His exit was perfect," segði
Elvis Costello, sum eins og
Uncle Tupelo, Carla Olson og
Steve Wynn, hevur sungið sangir
Parsons.
Hóast staðurin við Kap Rock í
Joshua Tree oyðimørkini er
fremsti minnisstaður Gram
Parsons, er hann alment jarðaður
við New Orleans í Louisiana.
Ella í hvussu er tað, ið ikki fór
upp í royk hin dagin fyri 30
árum síðani. Á grøvini stendur
"God’s own singer".
Sosialurin Nr. 178 - 20. september 2003
11
• 1946: Føddur 5. november í Winterhaven, Florida, nevndur
Ingram Cecil Connor III, kallaður Gram
• 1955: Elvis syngur í skúlanum og Gram lærir at spæla á
klaver.
• 1960: Syngur saman við Jim Stafford og Ken Lavoie
(Lobo)
• 1961: Rýmur heiman og gerst mótmælissangari í
Greenwich Village, New York. Pápin tekur seg av døgum;
ættleiddur og fær navnið Parsons.
• 1965: Lesur gudfrøði á Harvard, men velur tónleikin tá
mamman doyr. Stovnar International Submarine Band og
vil samantvinna kantrí og rokk. Fyrsta single plátan.
• 1968: Bólkurin gevur út einastu LP plátuna, "Safe At
Home". Parsons er við í The Byrds og skipar fyri
"Sweetheart Of The Rodeo". Fer úr bólkinum, ávegis til
Suðurafrika.
• 1969: Stovnar Flying Burrito Brothers, sum gevur út LP-
plátuna "The Gilded Palace Of Sin". Møtir Gretchen
Burrell, sum hann giftist við í 1972.
• 1970: Fer úr bólkinum eftir aðru plátuna "Burrito Deluxe"
við sanginum "God’s own singer". Til Fraklands við Keith
Richards, sum sigur, at "Wild Horses" og "Dead Flowers"
stava frá samstarvi teirra.
• 1972: Aftur í Los Angeles og fer saman við Emmylou
Harris og tónleikarum hjá Elvisi Presley undir fyrstu
plátuna í egnum navni, "G.P.", sum kemur út árið eftir.
• 1973: Stovnar bólkin Fallen Angels og ger seinnu LP
plátuna, sum er liðug, men ikki útgivin, tá Parsons doyr hin
19. september 1973. Plátan "Grievous Angel" kemur út fýra
mánaðir seinni, í január 1974.
Fakta
Safe at Home: Minnissteinur við Kap Rock í Joshua Tree, har Gram Parsons
varð brendur. Fremst fyri er lykilin til rúm nummar 8 á Joshua Tree Inn
Phil Kaufman: "He thought he had
Keith Richard’s metabolism. Gram
was mistaken"
Emmylou Harris: »I knew a little
about country music, but with Gram
it was like being constantly in a
seminar«
Sangarin og skraddarin: Gram Parsons og Nudie Cohen
C
M
Y
K
33
32