Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 179 - 23. september 2003 Nr. 179 - 23. september 2003 3 Sambýlini eiga at fáa eina játtan fyri seg sjálvan, tí sum er, drena tey heima- røktina fyri pening, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelag Føroya HEIMARØKTIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Politikararnir mugu hyggja at heimarøktini við øðrum eygum, enn teir hava gjørt. Tað heldur Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálpara- felag Føroya. Hon hevur ongar við- merkingar til tað, sum hevur verið sagt og skrivað ímillum Lansstýrismannin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu og økisleiðar- arnar fyri heimahjálpina um teirra fíggjarliga før- leika at stýra játtanini til heimarøktina. Men hon sigur, at tað er ein veruleiki, at hóast játtanin til heimarøktina veksur, verður minni og minni av pengum til tey, sum hava brúk fyri heima- røkt av ymsum slagi. Sambýlini fyri seg Hon heldur, at ein orsøk er, at tað eru komin so nógv sambýli ymsastaðni í land- inum hesi seinastu árini. – Útreiðslurnar til sam- býlini verða tiknar av játtanini hjá heimarøktini. Júst tað heldur Ása Olsen er ein trupulleiki. – Sambýlini eru dýr at reka, tí tey eru mannað við fólki alt samdøgurið. Hon sigur, at tí er støðan tann, at sambýlini drena heimarøktina fyri pengar og tað heldur hon, er ein orsøk til, at heimarøktin altíð er við skerdan lut. – Í Sambýlum hava fólk røkt 24 tímar um sam- døgurið. Høvdu somu fólk- ini verið heima, høvdu tey fingið røkt nakrar fáar tímar. Tì eru sambýlini ómetaliga tyngjandi fyri játtanina hjá heimarøktini, og tí koma hesi áhaldandi krøvini um sparingar, sigur forkvinnan í heilsuhjálparafelagnum. – Har, sum sambýlini eru, er tað ómetaliga trup- ult at fáa endarnar hjá heimarøktini at hanga sam- an. Tí heldur hon avgjørt, at hesi bæði økini áttu at verið skild sundur, so at sam- býlini høvdu eina serskilda játtan á fíggjarlógini. Avleiðingin av støðuni, sum er nú, er, at tey, sum liggja á sambýlunum, verða væl og virðiliga røkt, men tey, sum eru heima, fáa alt og vánaliga røkt. Hon heldur ikki, at politikararnir hava gjørt sær greitt, hvat sambýlini bera í sær. – Sambýli verða bygt og so halda politikarar, at tey skulu røkja somu skyldur sum røktarheimini. Men neyðug játtan fylgir ikki við, leggur hon afturat. Rætt at seta eitt mark Men, hvat sigur tú so til, at heimarøktin boðar frá, at tey ikki eru før fyri at taka fleiri fólk í heimarøkt fyribils? – Er tað so, at sjúkra- húsini spara við at skrivað fólk út, "upp á nakkan " á heimarøktini, fyrrenn enn tey annars skuldu at verðið, uttan at heimarøktin fær meiri pening at arbeiða við, er púra rætt at tala at og at gera vart við seg við ikki at taka fleiri brúkarar í heima- røkt. – Tá ið eitt røktarheim er fult, so er tað fult og tekur ikki fleiri fólk inn. Heima- røktin kann heldur ikki strekkja seg í ta óendaliga og tí haldi, eg, at tað er rætt at seta eitt mark og nokta at taka fleiri fólk í skipanina, fyrrenn játtanin hækkar. – Tað kann ikki verða rætt, at sjúkrahúsini sleppa at spara við at leggja eyka byrðar á heimarøktina, utt- an at heimarøktin fær til- svarandi játtan. Hon vísir á, at tað er eisini ein spurningur um at geva teimum fólkunum, sum eru í skipanina, eina forsvarliga tænastu. Skal heimarøktin blíva við at taka fólk í skipanina, kann tað enda við, at røktin verður so smábýtt, at ongin fær eina forsvarliga røkt. Sosialurin hevur eisini fingið upplýsingar, sum benda á, at júst hetta er støðan, tí tað kemur meiri enn so fyri, at sjúkrahús út- skriva sjúklingar " til maksimala heimarøkt", sum sjúkrahúsið sigur. Men slík boð tekur Heimarøktin als ikki til eftirtektar. Tað er altíð Heimarøktin sjálv, sum ger eina fakoiga meting og sostatt ger av, hvussu nógv røkt, hvør einstakur fær. -Eg eri serliga bangin um, hvussu sjónvarpið fer at framstilla Sissal, og hvussu fólk fara at uppfata hana eftir kappingina, men tað hava vit tosað nógv um, og Sissal er fullgreið yvir avleiðingarnar, ein slík kapping kann hava við sær, sigur Nikolina Johannessen, ið er fastur føroyska Big Brother luttakaran FØROYINGUR Í BIG BROTHER Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo -Vit er øll bangin um Siss- al, sigur fastirin, Nikolina Johannesen, sum hevur tætt samband við føroyska Big Brother luttakaran. Fyri- skipararnir av realitysend- ingini hava boðað frá, at Big Brother-sendingarnar í ár vera villari og eirinda- leysari enn nakrantíð. Her- rópið í ár er "Ingen grænser – ingen hensyn", so lítið er at ivast í, at tey avvarðandi hjá luttakarunum sita spent og fylgja við, hvat fer at henda í Big Brother-húsin- um í ár. Nikolina sigur, at serliga óttast ein avleiðingar av tí, ið møguliga fer at fara fram í húsinum, tí luttakararnir hava eitt lív eftir Big Broth- er. Eins og Sissal býr Niko- lina eisini í Danmark, og tær hava tosað nógv saman dagararnir undan at Big Brother byrjaði . - Eg eri serliga bangin um, hvussu sjónvarpið fer at framstilla Sissal, og hvussu fólk fara at uppfata hana eftir kappingina, men tað hava vit tosað nógv um, og Sissal er fullgreið yvir avleiðingarnar, ein slík kapping kann hava við sær, sigur fastirin. Ikki bangin fyri nøkrum Fastirin og tey avvarðandi lýsa Sissal, sum eina frísk gentu, ið aldrin er bangin fyri nýggjum avbjóðingum. Hon er uttantil, og hevur lætt við at fáa samband við fólk. Sissal er rættiliga virkin, og hevur verið við í nógvum. Hon hevur verið í ólavsøkukabarett, staðið fyri mótasýningum og ver- ið sminkari í bæði filmum og mótasýningum. – Eg vil lýsa hana sum eitt energibunt, ið er ótrú- liga kreativ, skilagóð, og ikki minst ein fitt genta, sigur ein avvarðandi Vóni føroyingar stuðla henni Fastirin sigur, at hon er ómetaliga errin av Sissal, at hon er komin so langt, og hon vónar, at allir føroy- ingar fara at stuðla Sissal í Big Brother kappingini. Sjálv ætlar hon sær at sita spent frammanfyri skíggj- anum hvørt kvøld, tá sendingar verða vístar. Spurd um hvussu langt, hon væntar, Sissal fer at koma í kappingini, svarar Nikolina, at sjálvsagt fer hon allan vegin, og vinnur kappingina. Kemur hon so langt, skal hon verða í Big Brother húsinum í sam- fullar 67 dagar, og eydnast tað henni, so verður hon næsti føroyski millióning- urin. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri samkenslu og hjálp, tá kæra mamma, vermamma og omma okkara Esther Olsen, Tvøroyri andaðist og varð jarðaður. Eingin nevndur og eingin gloymdur, men tó ein serstøk tøkk til tykkum, ið vóru um hana, hjálptu henni og veittu henni linna. Familjunnar vegna Finnløgg og John Javnaðarflokkurin vil hava, at játtanin til heimarøktina verður hækkað HEIMARØKT Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Javnaðarflokkurin mót- mælir harðliga tað við- ferð brúkararnir av heimarøktini fáa frá landsstýrinum. Tað sigur flokkurin í eini yvirlýsing, sum er gjørd nú um vikuskiftið. Flokkurin sigur, at fyri fyrstu ferð, síðani skip- anin varð stovnsett í sjeytiárunum, má bíðast eftir at fáa bráneyðuga heimarøkt. – Vit krevja av lands- stýrinum, at neyðug játt- an verður veitt heima- røktini soleiðis at hon aftur kann verða ein trygg, álítandi skipan fyri tey, ið hava tørv á henni, sigur flokkurin Somuleiðis átalar hann harðliga, at játtanir til- vildarliga verða skornar á serstovnaøkinum. Javnaðarflokkurin fer í komandi fíggjarlógar- viðgerð at arbeiða fyri at játtaninar til heimarøkt- ina og serstovnaøkið verða øktar samsvarandi tí vaksandi tørvinum, sigur hann í yvirlýs- ingini. Mótmæla skerjingum Sambýlini tyngja játtanina til heimarøktina alt ov illa Fastir Sissal, Nikolina Johannessen: – Vit eru øll bangin um Sissal Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya Sissal Olafsdóttir Frisdahl er fyrsti før- oyski luttakarin nakrantíð í einari Big Brother kapping. Saman við fleiri tús- und øðrum sendi hon umsókn fyri góðum trimum mánaðum síðan, og hon hevur nú vunnið seg fram til at verða millum teir 12 seinastu lut- takararnar í Big Brother í ár FØROYINGUR Í BIG BROTHER Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tað mundu vera nógvir før- oyingar, ið sótu framman fyri sjónvarpsskíggjan sunnukvøldið, tá Big Brother á sjónvarpsrásini, TV Danmark, aftur fór av bakkastokki. Heilt óvæntað er ein føroyingur millum luttakararnar í Big Brother í ár. Sissal Ólafsdóttir Fris- dahl úr Havn, men búsit- andi í Keypmannahavn, hevur vunnið seg fram millum tólv tey seinastu í kappingini í ár. Hon er dóttir Inu Frisdahl og Olaf Johannessen, ið bæði eru búsitandi í Danmark. Lutakararnir í Big Broth- er í kappast um ein millión krónur. Sendingin er fyri- skipað í einum húsi, har luttakararnir verða filmaðir alt døgnið. Big Brother er eitt sokallað realityshow, har møguleiki er hjá hyggj- arum at fylgja gjølla við, hvat luttakararnir fáast við inni í húsinum. Alt frá, hvat tey eta um morgunin til at síggja luttakararnar naknar í brúsini er rúm fyri í Big Brother-sendingunum Nógv rok hevur verið um sendingar seinastu árini, tí luttakararnir hava ikki smæst burtur við at bera seg at á ein hátt, ið vanlig fólk ikki høvdu hættað sær frammanfyri sjónvarpsskíggjanum, har eitt ótal av hyggjarum fylgja spent við. Til stuttleikar Avvarðandi hjá Sissal siga, at hon meldaði til Big Brother til stuttleikar, og hon hevði als ikki væntað at vinna seg fram millum tey, ið at enda skuldu í Big Brother húsið. Fyri góðum trimum mánaðum síðan sendi hon umsókn, og síðan hevur hon verið ígjøgnum eitt ótal av kanningum, til hon endiliga slapp inn í Big Brother-húsið sunnukvøld- ið. Tey avvarðandi greiða frá, at Sissal og hinir luttak- ararnir hava verið ígjøg- num drúgva heilsukanning og prát við sálarfrøðingar, áðrenn tey sluppu í Big Brother-húsið. Hvørja viku frammyvir verða luttakarar sáldaðir frá, og vinnarin verður í húsinum í 67 dagar í alt. Sunnudagin varð fyrsta sendingin send. Stutt inn- sløg vórðu gjørd um hvønn av teimum 12 luttakararun- um. Innslagið við føroysku Sissal var ógvuliga vakurt. Innslagið varð tikið upp í Føroyum næstseinasta vikuskifti. Hon var við Norðlýsinum á Nólsoyar- firði, í Kirkjubø og Cafe Natúr, har Sissal greiddi stutt frá sær sjálvari, og hvørjum hon stendur fyri Tey avvarðandi siga, at eingin mátti vita, hvørji ørindi, Sissal hevði í Føroyum undir upptøkuni, tí fingu fólk frænir av, at hon skuldi vera við í Big Brother, varð hon koyrd úr kappingini alt fyri eitt. Trygdin í hásæti Luttakararnir fáa einki at vita, hvat fyrifert uttanfyri húsið, og hava einki sam- band útheimin. Kortini hava tey avvarðandi av lut- takararunum í Big Brother- húsinum fingið ta trygd, at um okkurt álvarsamt er áfatt, so fáa tey alt fyri eitt samband við luttakararnar. Í húsinum er ein so- kallaður skriftistólur, har luttakararnir sleppa at tosa við tey avvarðandi, um tey ikki kenna seg væl í húsin- um ella um annað er áfatt, uttan at sjónvarpstólini eru frá, og tey avvarðandi halda at tað er ein góð trygd at hava. Eftir sendingarnar fáa luttakararnir knýttan ein sálarfrøðing at sær, um neyðugt er fyri tí. Sissal longu gjørt seg merktan Sunnukvøldið fingu teir tólv luttakararnir høvi til at læra hvønn annan betri at kenna. Skipað var fyri ein- um hugnakvøldi, og sam- bært heimasíðuni, bigbrother.dk, so hevur føroyska Sissal funnið seg væl til rættis í húsinum, og longu gert seg merktan við einum lítlum flirti við dan- anum Robert. Navn: Sissal Olafsdóttir Frisdahl Foreldur: Olaf Johannessen og Ina Frisdahl Fødd: 16. januar 1983 Bústaður: Keyp- mannahavn Hædd: 168 cm Vekt: 56 kilo Starv: Barvørður Eygnalitur: Blá kelda: bigbrother.dk Fakta Sissal við í Big Brother Sissal Olafsdóttir Frisdahl er fyrsti føroyski luttakarin nakrantíð í einari Big Brother kapping. Saman við fleiri túsund øðrum sendi hon umsókn fyri góðum trimum mánaðum síðan, og hon hevur nú vunnið seg fram til at verða millum teir 12 seinastu luttakararnar í Big Brother í ár. Mynd: www.bigbrother.dk C M Y K 3 2 einans699 kr. SIEMENS A55 Tilboðini eru galdand til 1. okt, ella so leingi vøra er á goymslu.Fyrivarni verður tikið móti prentvillum Norðstreymoy 421000 Miðvágur 332000 Klaksvík 404500 Sandur 361000 Tvøroyri 371000 Saltangará 404400 team85 einans975 kr. NOKIA 3410 Lítil og løtt, einans 84 g. við krom og í ymsum litum Vibrator, wap, innbygt mótald, spøl og mangt annað Mest selda frá Nokia. Sera brúkaravinarlig og við øllum hentleikum Ymiskar frontar, wap, spøl og mangt annað Tórshavn 317010