Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 179 - 23. september 2003 Nr. 179 - 23. september 2003 5 Eitt ferðsluóhapp var á Vatnavegnum í Vág- um leygarnáttina. Staðið hevur gjøg- num árini kravt mong mannalív, og tað verður skírt eitt satt undur, at ongin av teimum sjey ungu í bilinum læt lív LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Løgreglan í Vágunum fekk fráboðanina um eitt tíðina leygarnáttina. Bilurin, sum var á veg til Vatnsoyrar fór av vegnum við Gjógvin við Lýð. Tað er eitt sera vanda- mikið stað, sum hevur kravt fleiri mannalív seinnu árini. Og eftir bilinum at døma má tað sigast at vera eitt satt undur, at øll komu frá óhappinum við lívinum. Sjey fólk vóru í bilinum, og sostatt kann út frá tí staðfestast, at ikki øll sótu í trygdarbelti. Løgreglan í Vágunum veit ikki, um nakar sat í trygdarbelti, tí enn hevur hon ikki avhoyrt fólkini í bilinum. Hvør orsøkin til óhappið er, er sostatt heldur ikki staðfest enn. Vakthavandi er varin við at úttala seg um tað. – Eg var ikki á vakt, tá fráboðanin kom, men tað eru nøkur viðurskifti, sum kundu týtt uppá, at nakað av ferð hevur verið, men tað er ikki staðfest, sigur vakthavandi. Hann greiðir frá, at bil- urin fór niðan av vegnum í eina grøv, har hann koyrdi einar 70 metrar, áðrenn hann umvegis ein betong- klossa steðgaði. Klossin varð fluttur av bilinum, og vakthavandi heldur, at alt hetta kundi týtt uppá, at ov nógv ferð hevur verið á bilinum. Tey ungu fólkini í bilin- um, vórðu alt fyri eitt flutt á Landssjúkrahúsið. Ongin hevði fingið álvarsligan skaða. Men tann eini lá framvegis inni til eftirlit sunnudagin. Hesin hevði fingið skaða í høvdið. Onk- ur annar hevði fingið skaða í beinini, men sum sagt er ongin av teimum í lívs- vanda, og bert tann eini varð liggjandi á sjúkra- húsinum. Deyðsfella Vegastrekkið á Vatnaveg- num, har sum óhappið hendi, er ein sonn deyðs- fella. – Tað er eitt undur, at ongin lat lív í hesum óhappinum. Eftir bilinum at døma áttu fleiri at hava verið deyð, so hættisligt sá tað út, sigur vakthavandi. Hesin vegurin verður sagdur at vera skrekkurin í oynni. Vakthavandi sigur, at tá fráboðanir koma um ferðsluóhapp á hesum veg- num, tá verður altíð hugsa, hvør man vera farin nú. – Tað er kanska ljótt at siga so, men tað er ein sannroynd, at hetta vega- strekkið hevur kravt mong mannalív seinnu árini, tí tað er so vandamikið. Vakthavandi heldur, at okkurt kundið verðið gjørt fyri at fyribyrgt vanlukkum á hesum vegnum. Hann heldur, at Ráðið fyri Ferðslutrygd kanska kundi heitt á Landsverkfrøðingin um at gera autoverju niðan av vegnum eisini. – Tað er ikki vanligt, at autoverja er niðanav, men tað kundi bjargað manna- lívum í hesum førinum, heldur vakthavandi. Hann heldur fram, at fram við vegnum eru hamrar og áir, og hesi gera, at tað er sera vandamikið, um ein bilur fer av vegnum. – Tað er satt at siga meiri vandamikið, um ein bilur fer niðan av vegnum enn omanav, sigur vakthavandi, sum ásannar, at upplýs- ingararbeiði er gott, men heldur kortini, at autoverja framvið vegnum báðumeg- in hevði kunnað fyribyrgt fleiri hættisligum óhappum á Vatnavegnum. – Fleiri hava latið lív á sama staði á hesum vega- strekkinum, so hetta er ein sonn deyðsfella, sigur vakt- havandi. Kanningar verða nú gjørdar av óhappinum, og øll sjey í bilinum verða av- hoyrd. Umframt at blóð- roynd er tikin av teimum øllum. Vakthavandi sigur, at tað kann vera, at rús- drekka var uppií, og løgreglan gjørdi av at taka blóðroynd av øllum av løgfrøðisligum orsøkum. Í nógva vindinum á Kaldbaksfirði sunnu- dagin sleyt ein ali- ringur hjá Pf Gulin í Havn, og somuleiðis sleyt ein fóðursilo seg leysa LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Um middagsleitið sunnu- dagin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein aliringur lá og rak fyri veð- ur og vind á Kaldbaksfirði. Hesin hevði slitið seg leysan í nógva vindinum. MRCC støðin boðaði eig- aranum Pf Gulin í Havn frá, og tey fingu leigað ein pressara frá Tórshavnar Skipasmiðju og sleipað ringin uppá pláss aftur. Seinnapartin kom enn ein fráboðan orsakað av vindi. Hesuferð var tað ein fóðursilo, sum verður nýtt í sambandi við aling, sum hevði slitið seg leysa. Hendan stendur beint út fyri Sundsverkinum. Koyrdi ov skjótt Sunnunáttina um eitt tíðina steðgaði løgreglan einum bili, sum koyrdi ov skjótt. Ferðin varð máld til 136 km/t, so bilførarin kann vænta sær ein treytaðan dóm og skal eisini upp til nýggja koyriroynd. Leygarnáttina tók løg- reglan ein bilførara á Marknagilsvegnum í Havn, sum var ávirkaður av rús- drekka. Bilførarin blásti 1,36 ‰ og verður skuld- settur fyri rúsdrekka- koyring. Aliringur sleit Snýttu deyðsfellu í Vágunum – Tað er eitt satt undur, at ongin lat lív í hesum óhappinum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Miðvági Mynd: Sonni Jacobsen Weekendavísin umhugsar endurgjald frá Lassa Klein Hans Mortensen, tíð- indamaður á danska blaðnum Weekend- avisen, umhugsar nú hvørt hann skal krevja endurgjald frá Lassa Klein fyri stuld- ur av framleiddum tilfari ella ikki. - Hetta er rættiliga grovur atburður av føroyska politikar- anum, sigur Hans Mortensen UPPHAVSRÆTTUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo - Eg havi ongantíð fyrr upplivað, at framleitt tilfar hjá mær uttan víðari er tikið og nýtt orðarætt í øðrum samanhangi, uttan at nøkur kelda er uppgivin, og í mín- um eygum er hetta sera frekur atburður! Soleiðis sigur Hans Mort- ensen, journalistur á Week- endavísini, sum mátti síggja grein sína verða nýtta í føroyskum lesarabrævi frá formanninum í Landsfelagi Sjálvstýrisfloksins, Lassa Klein, har føroyingurin um- setti upprunaligu greinina um bretskan og danskan politik til føroysk viður- skifti, har bert nøvnini á politisku flokkunum vórðu skift út, uttan at nøkur kelda varð upplýst. Sjálvur hevur Lasse Klein á erligan hátt ásann- að, at kelda hansara skuldi verið upplýst, hóast hann ikki metir seg hava framt lógarbrot men heldur fing- ið íblástur úr Weekend- avísini. Endurgjald Hans Mortensen, uppruna- ligi høvundurin til samrøðu við Bernhard Ingham, fjøl- miðlaleiðara í Thatcher- stjórnini, heldur talan vera um grovan og frekan atburð at nýta tíðarkrevjandi og framleitt tilfar frá øðrum tíðindamanni uttan at spyrja seg fyri og søkja um loyvi. - Hetta havi eg satt at siga ikki upplivað fyrr, og eg kann ikki siga, hvørjar ítøkiligar avleiðingarnar verða av hesum, við tað at málið er so nýtt fyri mær, vísir Hans Mortensen á. Hann leggur afturat, at hann júst er upplýstur um málið frá danska Blað- mannafelagnum, men enn nýtist honum at hyggja nærri at lesarabrævinum frá Lassa Klein og seta seg í samband við fakfelagið hjá donsku blaðmonnunum at ráðføra seg saman við teimum. - Tað er greitt, at hetta er álvarsamt, og tískil má eg tosa við Blaðmannafelagið og umhugsa, um endurgjald skal krevjast frá viðkom- andi politikara, undirstrikar tíðindamaðurin á Weekend- avísini. Eisini skeivt móti kelduni Hans Mortensen vísir á, at sitering av aðrari grein við upplýsing um keldu als ikki er brot á journalistiska upp- havsrættin, men tá talan er um beinleiðis umseting, noyðist hann at taka málið álvarsligt og umhugsa, hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri Lassa Klein. Um- framt sær sjálvum metir Hans Mortensen, at hetta eisini er skeivur atburður mótvegis øðrum. - Hetta er eisini grovt og skeivt mótvegis kelduni, eg havi nýtt í míni samrøðu (Bernhard Ingham), tí Lasse Klein hevur eisini misnýtt hansara áskoðanir og broytt hansara orð, stað- festir Hans Mortensen. Lasse Klein bert ein av fleiri Sum sagt hevur danski blað- maðurin ikki upplivað slíkt fyrr sjálvur, men týdn- ingarmikið er at hugsa um, at hetta er ein áhugaverdur og afturvendandi probl- ematikkur í fjølmiðla- og rithøvundaheiminum yvir- høvur, og at hetta bert er eitt ávíst dømi av fleiri her á landi. Tað kann tískil tykjast órættvíst at revsa ein einstakan, tá fleiri, m.a. fjølmiðlar, hava gjørt og gera tað sama, og júst av hesum hava vit við ein rættiliga prinsipiellan trup- ulleika at gera. Orsakað av hesum metir Hans Morten- sen tað vera týdningarmikið at rætt verður borið at. - Eg eri glaður fyri, at slíkt verður gjørt vart við, júst tí hetta er so prinsipielt, og fyri framtíðina á økinum hevur tað týdning, at rætt verður borið at frá mínari og fakfelagsins síðu. Nú fari eg at umhugsa, um endurgjald skal krevjast frá Lassa Klein, vísir Hans Mortensen á. Hann hevur sett seg í samband við løgfrøðiliga ráðgevan í danska Blað- mannafelagnum at vita, hvørjir møguleikar eru, og hvussu stórt eitt møguligt endurgjald sambært lógini kann vera. Danskir fjølmiðlar lótu tað ikki fara aft- ur við borðinum, at formaður Javnaðar- floksins Jóannes Eid- esgaard datt av undir sendiharra-døgverða á Hotel Føroyum RÚSDREKKA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Høvuðskjakevnið í Føroy- um seinastu dagarnar um atburðin hjá Jóannesi Eidesgaard verður eisini umtalað í donskum fjøl- miðlum. Stóra danska blað- ið, BT, skrivaði um viku- skiftið grein um formannin í Føroya Javnaðarflokki, sum týðiliga varð rús- drekkaávirkaður undir sendiharra-døgverðanum á Hotel Føroyum við tilsam- ans 112 gestum úr øllum heiminum. Føroyski blaðmaðurin Fróði Holm Knudsen er høvundurin í greinini um tilburðin á Hotel Føroyum. Spottandi tóni BT fer ikki væl við for- manni Javnaðarfloksins, og serliga verður gjørt vart við, at rúsrekkaávirkaði Eidesgaard á galladøgverð- anum á fýra-stjørnaða Hot- el Føroyum er fyrrverandi fólkatingslimur. Við rættiliga spottandi tóna og yvirdrivnum lýs- ingarorðum um Jóannes Eidesgaard fer greinin ikki væl við fyrrverandi sosial- demokratiska fólkatings- liminum. BT vísir tó eisini á, at Jó- annes Eidesgaard hevur borið fram treytaleysa og almenna umbering í sjón- varpinum, og at atburðurin ikki fær avleiðingar fyri formanssessin hjá Jóannesi Eidesgaard í føroyska Javn- aðarflokkinum. Hans Mortensen, blaðmaður á donsku Weekendavísini, umhugsar nú saman við danska Blaðmannafelagnum, hvørjar avleiðingarnar skulu gerast fyri Lasse Klein at hava umsett grein sína uttan at upplýsa kelduna Brølarin hjá Jóannesi í BT Danska blaðið BT borðreiddi um vikuskiftið teimum við speiskari grein um fyrrverandi fólkatingslimin Jóannes Eidesgaard og atburð hansara á Hotel Føroyum Tað var henda greinin á forsíðuni á Weekendavísini, sum skapti rumbul kring Lassa Klein C M Y K 5 4