Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 179 - 23. september 2003 Nr. 179 - 23. september 2003 7 Fyrsta oktober tekur Hotel Lonin á Eiði yvir í cafeteria á flogvøllinum í Vágum MATGERÐ Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vágar: Tað verður nýggjur vertur, sum fer at standa fyri cafeteria á flogvøllin- um eftir 1. oktober. Hannis Egilsnes gevst, og Hotel Lonin á Eiði tekur við. – Vit ætla at broyta inni- haldið nakað, sigur Frank Nielsen á Hotel Lonini. vit fara at leggja okkum eftir at gera meira burtur úr sjálv, sigur hann. Fara at hava eitt nú smurt breyð við før- oyskum viðskera. Og kanska einaferð seinni eis- ini geva fólki møguleika fyri at fáa ein búff. Hvør veit? Fólk, sum koma á flog- vøllin í samband við fyrra- partsruturnar fara ikki at merkja ta øgiliga stóru broytingina beinanveg. Tað veru tað vanliga við morg- unmati, sum er at fáa alla- staðni, og sum tey eisini hava fingið á flogvøllinum í Vágum. Men tað verður vónandi so, at vit kunnu gera meira burtur úr til teirra, sum sita og bíða ein seinnapart. Ikki tað, at nakað er endaliga avgjørt enn, sigur hann. Talan er enn bara um ætlanir. Men tey vilja royna at gera ymsar broytingar so við og við og so síggja, hvat fólk halda um tað. Vil fólk so heldur hava tað, sum tað er, ja so fara vit at rætta okkum eftir tí, sigur hann. Tá Sosialurin tosaði við Frank Nielsn, hevði hann enn ikki tosað við starvs- fólkið í avgreiðsluni. Men hann ætlar at gera tað fyrsta dagin, sigur hann, fyri at frætta, um tey møguliga eru áhugað í at halda fram. Sum skiltist á honum hevði hann hug at bjóða teimum tann møguleikan. Nýggjur cafeteriavertur Cafeteria á flogvøllinum i Vágum fer at skifta vert tann 1. oktober Mynd: Edvard Joensen Ferðavinnustevnan Vestnorden Travel Mart, sum varð hildin í Havn í seinastu viku, eydnaðist sera væl. Ferðaráðið hevur bara fingið positivar afturmeldingar, sigur stjórin FERÐAVINNA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Tað er ein væl nøgdur ferða- vinnustjóri, sum ger upp eftir ferðavinnustevnuna Vestnorden Travel Mart, sum Ferðaráð Føroya var vertur fyri í seinastu viku. –Vit hava bara fingið positivar afturmeldingar, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya. Frá bæði keyparum og seljarum um- framt frá teimum myndug- leikum, sum vara av tiltak- inum. Her verður hugsað um leiðsluna fyri Vest- norden Travel Mart, sum nevnd verður WTB, West- norden Travel Board. Heri Niclasen fegnast um, at tiltakið eydnaðist væl í øllum lutum. Enn hevur einki verið funnist at í øllum tí, tey hava frætt aft- ur, sigur hann. Hann metir sjálvur, at tað gekk eisini væl frá byrjan. Ein góð móttøka av femmandu gestunum ger, at tey fáa eina positiva støðu frá fyrsta stigi á føroyskari jørð. Ikki minni umráðandi er, at gistingarmøguleikar- nir hjá frammandu gest- unum eru í lagi. Móttøka og gisting Fólk frá Ferðaráðnum tók í móti á flogvøllinum og syrgdi fyri at øll komu upp á pláss beinanveg, tey komu til Føroya. Hotellini í Havn tóku í móti og Norrøna lá við bryggju og hýsti ikki færri enn 249 stevnuluttakarum. Eisini har umborð gekk alt upp á stás, sigur Heri Niclasen. At Norrøna lá við bryggju sum hotelskip hevði dupulta ávirkan, um ein kann siga so, vísir Heri Niclasen á. Hann takkar í fyrsta umfari Smyril Line fyri at taka tríggjar dagar burtur úr feðaætlanini og leggja skipið til sum gist- ingarhús á stevnuni. Í øðrum lagi var hetta ein frálíkur møguleiki hjá Smyril Line at lýsa við hes- um frálíka nýggja skipin- um. Tí júst hesi fólkini, sum vóru á Vestnorden Travel Mart eru tey, sum keypa og selja ferðir í Útnorði. Og Norrøna flytir ein stóran part av kundun- um hjá hesum fólkunum. Eitt annað av gistingar- húsunum í landinum, sum Heri Niclasen serliga nevn- ir, er Hotel Vágar, sum stóð fyri matgerð og pynti í sam- band við samansjóðingina mánakvøldið. Tað tey á fremmandum málið nevna »Get together«. Heri Niclasen er ikki smæðin, tá hann umrøður hesa samansjóðingina, sum hann heldur vera eina ta bestu, hann hevur verið við til yvirhøvur í samband við Vestnorden Travel Mart. Eisini útlensku gestirnir hava havt hetta á orði, sigur hann. Tey rósa umstøðun- um, tiltakið varð hildið undir á forngripasavninum í Hoyvík. Har var gott pláss, og alt andaði av mentan og hugna, taka tey til. Tiltakið Sjálvt tiltakið í ítróttarhøll- ini á Hálsi var eisini stórt og væleydnað, láta fólk at. Seinasta Vestnorden Travel Mart stevnan, sum varð hildin í Føroyum, var í 1999. Tá vóru fleiri básar og fleiri luttakandi fyritøk- ur. Men sjálvt luttakartalið, tá vit tosa um fólk, var júst tað sama hesaferð sum seinast. 385 fólk í tali, upp- lýsir Heri Niclasen. Tað vórðu settir 110 básar upp í høllini, har stevnan var. Umframt varð so okkurt annað tiltak, sum eit nú kunngerðingin av, hvør var best røkta bygd í landinum, lagt inn á stevnuna eisini. Hetlendingar, sum vóru við sum eygleiðarar fyrstu ferð, máttu taka til takka við at hava bás í gongini. Men tað tóktust teir eisini at vera nøgdir við, sigur Heri Niclasen. For rætningsmessiga riggaði tað væl í ítróttar- høllini. Tað andaði og livdi alla staðni. Fólk gingu runt og gjørdu avtalur, prátaðu og hugnaður sær. Tað, sum nú verður gjørt, sigur Heri Niclasen, er at eftirmeta tiltakið. Eitt nú at gera spurnarbløð at senda luttkarunum. Eisini ætlar hann at hava ein fund við føroysku ltttakararnar at vita, hvat teir halda um tiltakið, og hvat teir fingu burtur úr sum heild. Ferðaráð Føroya var væl fyrireikað undan stevnuni, sigur Heri Niclasen, og tað var avgjørt ein av orsøkun- um til, at tað gek so væl. Starvsfólkið á Ferðaráðn- um og samskiparin av stevnuni, Birna Jacobsen, fáa bert rósandi orð frá stjóranum, nú liðugt er. Ferðaráðið er ein tænastu- stovnur, sum skapar sam- bond og heldur viðlíka. Tær einstøku avtalurnar gera ymsu feløgini, sum bjóða seg fram. Tað er eisini har, leitast skal eftir ítøkiligum avtalum og handlum á slík- ari stevnu, sigur ein vælnøgdur ferðavinnustjóri. Væleydnað Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya - her saman við Birnu Jacobsen, samskipara - er sera fegin um Vestnorden Travel Mart, sum var í Føroyum í seinastu viku. Alt gekk sum eftir ánni, letur hann at Mynd: Jens Kristian Vang - Avtalan, sum før- oysk rækjuskip hava gjørt við grønlendsk reiðaríir, kemur ikki uppá pláss í ár. Tað hava vit fingið at vit- að úr Grønlandi, sig- ur Petur Jacobsen, reiðari RÆKJUR Vilmund Jacobsen vilnund@sosialurin.fo Seinastu árini hevur staðið í fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland, at reiðaríir í báðum londunum kunnu gera avtalur um keyp av ófiskaðum kvotum hjá hvørjum øðrum. Í fjør keyptu føroysku reiðaríir, sum eiga rækju- skip, soleiðis kvotur frá grønlendskum feløgum og fiskaðu hesar í grønlendsk- um sjógvi. Aftur í ár eru slíkar avtalur gjørdar, men enn eru tær ikki komnar uppá pláss, og tað koma tær eftir øllum at døma heldur ikki. Grønlendska heimastýrið vil nevniliga ikki góðkenna avtalurnar í ár, tí heima- stýrið heldur tað ikki vera rætt, at grønlendsk reiðaríir biðja um meira kvotu, sam- stundis sum kvotur verða seldar føroyskum skipum. Stóran týdning Petur Jacobsen, reiðari á Sólborg, sigur, at føroysku reiðaríini hava fingið at vitað úr Grønlandi, at tey ikki sleppa at fiska av keyptum kvotum í ár. Í fjør keypti og fiskaði Sólborg 500 tons, og Arctic Viking keypti og fiskaði eisini kvotur í grønlendsk- um sjógvi. Herfyri segði Bjarni Pet- ersen, skipari á Arctic Vik- ing, í samrøðu við Sosialin, at slíkar avtalur kunnu verða við til at bjarga árin- um hjá teimum. Men nú er so greitt, at hóast hesar avtalur eru møguligar í fiskiveiði- avtaluni millum Føroyar og Grønland - og aftur í ár eru gjørdar millum føroysk og grønlensk feløg - so sleppa føroysk rækjuskip kortini ikki at fiska av keyptum kvotum í grønlendskum sjógvi í ár. Sostatt verða tað ikki hesar avtalur, sum koma at bøta um støðuna hjá nøkr- um føroyskum rækjuskipi í ár. Grønlendska heimastýrið liggur í buktini Føroysk rækjuskip sleppa ikki at fiska av keyptum kvotum í grønlendskum sjógvi í ár - eins og tey gjørdu í fjør. Grønlendska heimastýrið liggur í buktini og vil ikki góðkenna avtalur, sum før- oysk og grønlensk reiðaríir hava gjørt Eskild og Jóannes fiskikongar 23 bátar luttóku í fiskikappingini, sum var norðan fyri leyg- ardagin. Hóast tað sá út til at vera av fagr- asta veðri, lotaði so mikið, at ikki bar til at fara út um end- arnar FISKIKPANNING Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Tað er stuttligt og spenn- andi at vera við á eini fiski- kapping. Teir, sum royna seg, eru oftast menn, sum ikki søkja sjógvin dagliga, men hava tað til ítriv at vera á floti av og á. Teir, sum burturav liva av útróðri, eru ikki so nógv við í hesum kappingum og serliga ikki, tá ið streym- loysa er, sum hendan dagin, Dragin skipaði fyri fiski- kapping. Tað eru heldur ikki altíð teir royndu, sum fáa mest burtur úr ein slíkan dag, tí tað kann vera rættiliga tilvildarligt, hvør dettur á nakrar fiskar hesar tímar- nar, kappingin varir. Menn, sum nýliga hava verið á floti, vita kanska, hvar nakrir fiskar kunnu standa, meðan aðrir, ið ikki hava verið á báti leingi, mugu leita seg fram. Øðrvísi dagur Fiskikapping hevur verið hildin í mong ár, og er tað ein øðrvísi og hugnaligur dagur hjá monnum, sum fáast við at fiska; og tað er altíð spennandi at vita, hvørjum eydnast at verða bestir. Í ár vóru tað teir báðir, Eskild Hansen og Jóannes Joensen, á bátinum, Saga, ið vunnu. Teir fiskaðu 217 kilo, og fingu teir ferða- steyp og steyp til ognar. Næstir teimum vóru brøðurnir Palli og Elmar Simonsen við 196 kilo, og nummar 3 gjørdust, Per Joensen og Richard Jo- hannesen við 163 kilo. Elias á Lágni fekk størsta fiskin, og fekk hann steyp til ognar. Tað var stuðulsfelagið hjá skúlaskipinum, Dragan- um, ið skipaði fyri fiski- kappingini. Teir, ið vóru við í fiski- kappingini, fingu kaffi og pannikøkur umborð á Draganum, tá komið var at landi. Um kvøldið var al- mennur dansur í Skálanum til frama fyri Dragan. Eskild Hansen og Jóannes Joensen, á bátinum, Saga, gjørdust nummar 1. Teir fiskaðu 217 kilo Tað var bæði hugnaligt og spennandi at koma á støð leygardagin, tá menn komu aftur av útróðri C M Y K 7 6