týsdagur 23. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 179 - 23. september 2003
Nr. 179 - 23. september 2003
9
MARKNAÐARRÁK
Um vikuskiftið hevur verið G7
fundur í Dubai, har m.a. gjald-
oyrastøðan í heiminum hevur
verið umrødd. Umframt Kina,
fekk eisini Japan toyggið fyri
teirra gjaldoyrapolitikk. Í sein-
astuni hevur Japan dúgligani
strítst fyri, at yennurin ikki skal
styrkna mótvegis dollaranum. Á
fundinum var niðurstøðan tann,
at gjaldoyru skulu flóta meira
frítt og skulu samsvara búskapar-
ligu støðuni í londunum. Niður-
støðan fekk stóra ávirkan á yenn-
in, ið er fallin munandi eftir
fundin. Lutfallið millum evruna
og dollaran er eisini ávirkað av
fundarniðurstøðuni, og seinastu
vikuna er evran hækkað úr
112,84 í 114,75 mótvegis dollar-
anum. Krónan er hækkað sam-
svarandi.
Broytingin í evru-dollara kurs-
inum er stimbrandi fyri amerik-
anska búskapin og tálmandi fyri
evropiska búskapin, og eftir G7
fundin, eru evropisku renturnar
tískil falnar. Um evran heldur
stigið ella hækkar meira, økist
sannlíkindið fyri einari evrop-
iskari rentulækking.
Viðvíkjandi
búskaparligum
uppgerðum, gjørdist farna vika í
ávísan mun ein endurtøka av
næstseinastu viku. Flestu upp-
gerðirnar úr USA vístu eina held-
ur laka gongd, og millum annað
kann nevnast, at kjarnuprísvøkst-
urin fall úr 0,2% í 0,1% í august.
Tosið um vantandi prísvøksturin í
USA vil tískil stundum ávirka
virðisbrævamarknaðirnar. Sein-
astuni tríggjar vikurnar eru láns-
brævarentur sum heild falnar, men
umframt at heldur lakari búskap-
arligar uppgerðir hava viðført
hetta, er fallið eisini ein mótrørsla
í samband við sera ógvusligu
hækkingarnar, ið eru farnar fram
síðani miðjan juni.
Viðvíkjandi
búskaparligum
uppgerðum, verður hendan vikan
friðarlig, og ikki fyrr enn hósdag-
in verða tøl av týdningi kunn-
gjørd, sum kunnu geva eina
ábending um støðuna í týdningar-
mikla USA. Tískil metur Markn-
aðarrák, at gjaldoyrastøðan eftir
G7 fundin kann ávirka rentu-
gongdina stóran part av hesi vik-
uni. Nýggja gjaldoyrastøðan kann
trýsta renturnar eitt vet niður
afturat, men sum frálíður vilja
búskapirnir aftur vísa styrki
soleiðis, at renturnar aftur hækka.
Eftir at partabrøv hava staðið
seg sera væl í seinastuni, kann
væntast, at hesi vera óstøðug
næstu vikurnar, til virkir í USA
seta roknskaparkunngerðirnar
fyri 3. ársfj. í gongd. Roknskap-
irnir fyri bæði 1. og 2. ársfj. vóru
sum heild góðir og grundlag er
fyri, at góða gongdin á hesum
økinum heldur fram. Fyri lang-
tíðar íleggjaran, eru møguleikar í
løtuni at finna á partabræva-
marknaðunum.
Evran styrknað eftir G7 fundin
Vika 39, 2003
www.kaupthing.fo
Løgmaður:
Stovnleiðarar skyldu at halda játtan
-Eg eri samdur við
Páll á Reynatúgvu so
langt, at tað er neyð-
ugt, at tú hevur eina
stýring á nýtsluni, at
tú veit, hvat hendir og
hvat tú brúkar peng-
arnar til. Tú kanst
ikki bara siga, at
heimahjálpin krevur
meira pengar og so
játtar tú meiri pengar
sigur Anfinnur Kalls-
berg, løgmaður
FÍGGJARLÓG
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Løgmaður kemur nú lands-
stýrismanninum í almanna-
málum, Páll á Reynatúgvu
til hjálpar. Eftir at lands-
stýrismaðurin legði rætti-
liga kontant út í loftmiðlun-
um herfyri við at sáa iva um
fíggjarliga førleikan hjá
leiðarunum í heimarøktini
vístu somu leiðarar atfinn-
ingunum aftur. Anfinnur
Kallsberg, løgmaður svar-
aði í farnu viku fyrispurn-
ingi í tinginum um hetta
mál og hevur Sosialurin
spurt hann, um júst málið
við játtanunum til heima-
røkt og heimahjálp ikki
liggur sum ein tikkandi
bumba undir samgonguni!
- Fyri mær er hetta ikki
nakað nýtt við heimahjálp-
ini. Tað er á hvørjum tí
einasta ári, tá tú kemur út til
hesa
tíðina,
so
hevur
heimarøktin
brúkt
teir
pengarnar hon hevur fing-
ið. Í 2003 er játtanin til
heimahjálpina 12 mill. kr.
Hægri, enn hon var í 2002.
Tað er ein veldug uppp-
rioritering uppá eini 12 til
13% eftir einum ári. Vit
høvdu júst hetta sama pro-
blemið í fjør og árið fyri
osfr. Tað hendir hvørja ferð,
at man fær eina eykajáttan.
Í hesum árinum hevur man
fingið 12 mill. kr. aftrat til
at brúka eisini til nýtt virk-
semi, sum ikki er byrjað.
Kortini mangla pengar í.
Tvs. at hetta er ein tænasta,
sum accelerar við eini ferð,
sum er langt omanfyri tað,
ið annars er meðaltalið fyri
samfelagið.
- Men kann tað góðtak-
ast, at tað ikki verður vask-
að hjá teimum gomlu
heima?
- Tey gomlu hava brúk
fyri hjálp og fáa eisini ta
tænastu, sum skal til. Her
hava vit kanska ein annan
trupulleika. Vit eisini hevur
eitt heilsuverk, sum skal
hava sínar pengar. Eitt
heilsuverk, sum skal virka,
uppdaterast og taka nýggja
tøkni í brúk. Og har hevur
man møguleikan fyri at út-
skriva
sínar
sjúklingar
kanska fyrr enn áður, tí tað
situr ein onnur skipan og
tekur ímóti.
Løgmaður sigur víðari, at
tað, sum sker í eyguni, er, at
heimahjalpin hevur ongan-
tíð klárað at hildið sína
játtan, og tí hevur hvørt ár
verið neyðugt, tá tað
kemur til september, at fáa
eina eykajáttan.
Hann heldur eisini, at tá
man fer frá 84 mill. til 96
mill. eftir einum ári, og tað
er júst sama skilið, so
ruggar ikki rætt. Og hevði
tú sett 124 mill. av til
heimahjálpina, hevði tú tá
ikki havt júst sama skilið
spyr løgmaður!
- Men um so er, at nógv
fleiri fólk tørva hjálp við
hús, er tað so ikki rætt at
lata teimum hana?
- Tað er spurningurin, um
tað er hetta málið snýr seg
um. Eru tað fleiri brúkarar
inni í myndini og er tað so:
hví eru tað fleiri? Og er tað
tí, at tað er ein annar mynd-
ugleiki, sum átti at tikið sær
av hesum, ið er sloppin
undan teimum, eitt nú
sjúkrahúsverkið spyr løg-
maður og heldur fram:
- Hví eru nógv fleiri
brúkarar í dag enn í fjør.
Hví røkkur ein hækkan av
heimahjálpini ikki longur
enn til tað hon gjørdi í
fjør? Eru tað 12% fleiri
brúkarar í skipanini. Eru
føroyingar blivnir so nógv
vánaligari uppá eitt ár? Tað
krevur eina gjølliga ana-
lysu, áðrenn man leypir
aftaná og sigur, at man hev-
ur brúk fyri meira pengum.
Samdur við Páll
- Tekur tú harvið undir við
Páll á Reynatúgvi, sum sig-
ur, at leiðararnir í heima-
hjálpini hava ikki nóg gott
fíggjarligt innlit?
- Eg eri samdur við Páll á
Reynatúgvu so langt, at tað
er neyðugt, at tú hevur eina
stýring á hesi nýtsluni, at tú
veit, hvat hendir og hvat tú
brúkar pengarnar til. Tú
kanst ikki bara siga, at
heimahjálpin krevur meira
pengar og so játtar tú meiri
pengar.
- Er so fíggjarliga stýr-
ingin í heimarøktini ov
vánalig?
- Er tað soleiðis, at man
hevur brúkt eina játtan, sum
er 12% hægri enn í fjør, og
man hevur brúkt hana nógv
fyrr enn í fjør, so er period-
iseingin ikki í lagi.
Ein og hvør stovnsleiðari
í hesum landinum hevur
ábyrgdina av, at játtananin
røkkur fyri alt árið.
- Men hvat nú um polit-
ikarnir hava lagt upp til
eina órealistiska játtan?
- Tað er altíð ringt at
halda eina játtan. Men tað
er skyldan og ábyrgdin hjá
stovnsleiðarum at gera tað.
Óansæð.
Løgmaður vísir til upp-
sagnir í Strandferðsluni,
sum nettupp stava frá tí, at
man er noyddur til at halda
eina játtan.
- Spyr stovnaleiðarar
kring landið, um teir fáa
nokk av pengum, og teir
svara allir sum ein nei.
Men tað er so, at man stýrir
við eini fíggjarlóg og fær
nakrar figgjarligar karmar
at abeiða innan fyri og so er
tað sjálvandi uppgávun hjá
teimum, sum hava ábyrgd-
ina at halda seg innan fyri
hesar karmar.
Løgmaður vísir á, at
løgtingið púra greitt hevur
sagt, at tað kemur ikki
uppá tal við eini eykajáttan.
Tað hevur landsstýrið at
fyrihalda seg til. Tað vit í
besta føri kunnu gera er at
flyta pengar frá einum øki
til eitt annað. Tað er somik-
ið budgeterað, at tað finn-
ast ikki pengar at flyta til
onnur øki.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Elsebeth Holm 60
Mánadagin 22. september
fylti Elsebeth Holm í
Klaksvík 60 ár. Hon varð
fødd í Keypmannahavn,
dóttir Olgu Kalsø, ættað av
Heyggi á Húsum og seinni
gift við Haldor Holm. Olga
og Haldor høvdu bakarí í
Klaksvík í mong ár. Tey
fingu sonin Aksel, men
hann doyði 19 ára gamal í
1972.
Elsebeth gekk í Nunnu-
skúlanum í Havn 1951-52,
men annars gekk hon í
skúla í Klaksvík, har hon
tók millumskúlaprógv í
1959.
Í 1958 var Niels Pauli
Danielsen vikarur í skúl-
anum í Klaksvík, og har
møttust hann og Elsebeth
fyrstu ferð. Tey giftust í
Klaksvík í 1962. Tey búðu í
Keypmannahavn, til Niels
Pauli hevði lokið prógv
sum gudfrøðingur. Tá fluttu
tey heim, og hann tók við
sum prestur á Viðareiði. Í
Danmark hevði Elsebeth
ymisk arbeiði, hjá Forlag-
num Fremad og í bókhald-
inum hjá einum bilsølu-
manni.
Eftir 5 ár á Viðareiði
fluttu prestahjúnini inn á
Skálafjørðin, á Gjaranes
fyri Innan Glyvur. Í 1979
tók Niels Pauli við sum
prestur í Klaksvík, og tey
búsettust á Brekku.
Elsebeth og Niels Pauli
eiga tveir synir. Hilmar er
føddur í 1963 og Olgar í
1966. Hilmar er streym-
verksfrøðingur og hevur
lampubúð í gamla baka-
rínum hjá Haldor. Hann er
eisini býráðslimur. Hilmar
er giftur við Elini Østerø úr
Klaksvík.
Olgar er bankamaður,
men tey flestu kring um í
landinum munna kenna
hann betur sum tann frálíka
álopsleikaran hjá KÍ í
mong ár. Hann er giftur við
Kristiannu
Bjartalíð
í
Klaksvík.
Elsebeth var heima, til
synirnir vóru vaksnir og
giftir. Í 1989 fór hon so út
at arbeiða aftur og fekk
starv sum dagligur leiðari
og bókhaldari á bensin-
støðini Shell Quick Service
á Stongunum.
Dagurin
23. september. Linus, deyður í árinum 79. Var fyrsti
eftirmaður Pæturs á pávastóli í Róm. Halgisøgur siga, at
hetta er tann Linus, sum nevndur er í 2. Tim. 4, 21, men
tað vita teir so ikki við vissu.
Dagurin er eisini heystjavndøgur.
23. september 1963 var Annette
Spange Larsen fødd í útjaðaranum
av Keypmannahavn (takk fyri tað).
Foreldur hennara vóru Jóna Larsen,
fødd í Brekkunum, ættað úr Hósvík
og Rolf Spange Larsen, ættaður úr
Bagsværd í Danmark.
Annette vaks upp í Danmark,
gekk í dansiskúla, ríðingarskúla,
seglklubba, sang við barnakóri
o.m.a. Í 1977, tá hon var 14 ára
gomul, gjørdu foreldur hennara av
at flyta heim til Føroyar.
Annette fekk realprógv á Felags-
skúlanum á Oyrabakka í 1980, fekk
FHS-prógv í 1985 og lærupláss hjá
Tummas Ørv. Aftaná lokna lærutíð
í 1987 var hon sett í starv sum bók-
haldari hjá P/F Norðsetur. Sama
árið bygdi hon sær hús í Hósvík.
Annette starvaðist frá 1993 til 1996
sum bókhaldari á flakavirkinum
Klinkuni í Hósvík. Í 1997 varð hon
sett í starv sum bókhaldari á
Rækju- & Skeljavirkinum O. C.
Joensen á Oyri, í 2000 bleiv hon
skrivstovuleiðari í somu fyritøku,
har hon enn hevur sína dagliga
gongd.
Í 1990 giftist Annette við mær,
Brestir Davidsen, sonur Jytte &
Ove Davidsen í Hósvík, saman
hava vit børnini Karinu og Kennet.
Annette er ein "handy-kvinna",
hon hevur riðið kapp, smíðað hús,
lakkerað bilar, verið barrvørur, lagt
flisar o.m.a. Hon hevur grønar
fingrar. At leiða, at sam- og fyri-
skipa liggur sera væl fyri, og hon
elskar at syngja. Síðani hon var
lítil, hevur hon sungið nógv. Hon
hevur sungið í kórið í Havn í nógv
ár, verið forsangari í Rockbólk-
inum "Rockwall", kórsangari í
rockbólkinum "Chase", er 4. lim-
urin í swing-kvartettini SISQ. Tá
tað i 1995 varð heitt á Annette &
Árna av Reyni um at byrja eitt
barnakór í Hósvík, var hon beinan-
vegin klár. Barnakórið var sett á
stovn og seinni byrjaði eisini eitt
baby- og eitt ungdómskór. Á
hvørjum ári skipar hon fyri Lucia-
gongd fyri pensionistunum í
Norðstreymi og bygdarfólkinum í
Hósvík. Hóast Annette nú er 40 ár,
er rock-tónleikurin og sangurin ikki
lagdur til viks, hon elskar at
"jamma".
Góða kona og mamma vit ynskja
tær hjartaliga tillukku á 40 ára deg-
num, takk fyri alt tú ert fyri okkum,
muss og klemm.
Maður tín og børnini
Alma Petersen 70 ár
Í dag fyllir Alma Peteresen úr Klaksvík 70 ár.
Alma er dóttir Gretu og Aksel Olsen. Hon er
fødd og uppvaksin í Klaksvík.
Alma giftist Mikkjal Lenus úr Fugloy í 1956.
Tey búsettust í Víkunum, og fingu tey fýra børn.
Katrin, Gretu, Eliesar, sum andaðist í 1998, og
Aksel.
Seinni fluttu tey oman á Stoksoyraveg, har Alma
hevði handil í kjallaranum í eini 15 ár. Hon ynskti
at hava handilin í kjallaranum, so hon slapp frá at
fara út frá børnunum, tá hon skuldi til arbeiðis.
Hóast komin upp í árini, so situr hon ikki hendur
í favn. Alma er altíð í gongd. Tað hendir allatíðina
okkurt, tá hon er í nánd. Tað skal vera ferð á, og tað
er ikki nakað, sum eitur, at tað ikki ber til. Alt ber
til í hennara verð. Og tað hevur sást aftur í hennara
livihátti. Hon er helst mest kend fyri sítt ótroytti-
liga arbeiði innan Klaksvíkar Húsmøðrafelag, har
hon framvegis er limur.
Í dag seymar hon kitlar og onnur arbeiðsklæði
fyri virkir og sjúkrahúsið.
Almu verður ynskt hjartaliga til lukku við runda
degnum og góðan byrð framyvir.
Børnini
Annette Spange Davidsen 40 ár
Nøvn í vikuni
Kennir tú onkran …
Kennir tú onkran í familjuni,
á arbeiðsplássinum, í grannalagnum
hvar tað skal vera, ið hevur ein
um t.d. rundan
dleypsdag, starvsdag
fingið nýtt starv
ørligt aðrar upplýsingar eisini u
í vikuni", so taka vit ok
g um møguligt
ur
C
M
Y
K
9
8