týsdagur 23. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 179 - 23. september 2003
Nr. 179 - 23. september 2003
11
Hóast landsstýrissamgongan setti sær fyri at lætta
skatta- og avgjaldstrýstið, er ætlanin at leggja fleiri
avgjøld fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina. "Bomm-
avgjaldið" og "plastikkposaavgjaldið" eru tey
nýggju avgjøldini, landsstýrið ætlar at seta í verk.
Hesi avgjøld eru kortini latin í annan ham, fyri at tað
ikki skal síggjast út sum um tey bara verða sett í
verk fyri at útvega tí, sambært Karsteni Hansen,
tjokkfulla landskassanum.
Avgjaldið á søtmeti og sodavatn kallast "heilsu-
gjald". Orsøkin er, at fólk skulu fara at hugsa meira
um heilsuna og eta minni av tí søta og leskiliga, sum
er á hillum við hvørt kassaapparat í landinum. Av-
gjaldið á ruskposar hevur fingið heitið um-
hvørvisgjald, tí tað skal fáa fólk til at keypa færri
plastposar, tí hesir enda, sum vit ofta síggja, úti á
vegum ella í náttúruni.
Tey flestu kunnu taka undir við, at vit skulu hava ein
konstruktivan og fyribyrgjandi heilsupolitikk.
Somuleiðis eru tey flestu samd um, at vit kunnu seta
í verk umhvørvisgjøld, um veruliga ætlanin er at fáa
fólk og virki at dálka náttúruna - umhvørvið - minni.
Men hetta er bara ikki ætlanin við hesum nýggju
gjøldunum. Tí hevði landsstýrið verið nógv erligari,
um tað kallaði ein "spaka fyri ein spaka", og fann
upp á neyðloysnir fyri betri at kunna selja hesi
nýggju avgjøld. At talan ikki er um heilugjøld og
umhvørvisgjøld hava fólk og serfrøðingar á hesum
økjum víst aftur so dyggiliga og manað í jørðina.
Somuleiðis hava fremstu búskaparfrøðingar land-
sins mælt frá hesum neyðareggum hjá landsstýrin-
um.
Í einum heldur jánkasligum innslagi í Degi og Viku
fríggjakvøldið segði Eyðun Eltør, at hann hevði
hugsað um at seta í verk umhvørvisgjøld sum liður
í einum umhvørvispolitikki. Men hví kom hann ikki
við uppskotum í vár, tá uppskotini vórðu oyst niðan
í Tingið? Hann kom so bara við einum uppskoti í
síðstu tingsetu. Og tá avtornaði var uppskotið á
náttúruøkinum tikið aftur.
Nei, nýggju uppskotini eru ikki liður í einum
konstruktivum politikki. Tey eru uppfunnin upp á
hvamsvís fyri at fáa nóg nógvar inntøkur, so javnvág
fæst á fíggjarlógina. Og er hetta ikki júst í tráð við
góðan Fólkaflokspolitikk, sum til hvørt val lovar
skatta- og avgjaldslætta, hóast gongdin altíð er hin
øvugta. Minnist til rokningina frá Tjóðveldis-,
Fólka-, Sjálvstýris- og Miðflokkinum í vár: hægri
mjólkarprísir, hægri sjónvarpsgjald og hægri
ferðaseðlaprísir við Strandferðsluni! Og nú skal so
eitt søguligt bommgjald og plastikkposagjald bjarga
fíggjarlógini á hesum sinni. Tillukku Karsten, Óli,
Eyðun og Jenis! Sannir garpar! Forrestin, hvussu
nógv fer eitt Time Out nú at kosta Karsten?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Heilsu- og umhvørvis-
politikkur upp á hvamsvís!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Finnur Helmsdal
Nógv hevur seinastu tíðina
verið sagt og skrivað um
uppskotið hjá akademikar-
unum um, at landið nú skal
løna starvsfólki í mun til
avrikið. Víst hevur verið til
ymsar slavsíður við upp-
skotinum. M.a. at tað er
torført at meta um avrik hjá
t.d. pedagogum, sosialráð-
gevarum, sjúkrasystrum,
lærarar og øðrum, sum
starvast primert við menn-
iskjum.
Um pedagogurin í barna-
garðinum skal fáa stig,
gráta børnini lítið, ella í
mun til, hvussu reyðir og
veðurbardir kjálkarnir á
børnunum eru, ella í mun
til, hvussu kreativur hann
er?
Soleiðis kundi ein hildið
á við at sett spurnartekin
við, hvussu teir ymsu fak-
bólkarnir kundu fingið
savnað neyðugu stigini til
ein feita lønarhækkan.
Onnur slavsíða, ið nevnd
er, snýr seg um andan á
abeiðsplássunum, tá starvs-
fólk skulu kappast um at
fáa viðurkent sítt avrik sum
tað besta. Akademikararnir
siga, ja, men tað fer at elva
til kapping. Okay, men tað
fer sanniliga eisini at elva
til øvund, smikran, baktal-
an, hatur og slíkt, sum verri
er. Ein skipan við avriksløn
fer á flestu arbeiðsplássum,
at elva til mistrivnað og
vánaligan arbeiðsanda.
Aðrar slavsíður hava
eisini verið nevndar. Skal
ikki gera meira burtur úr
enn kanska at seta ein lítlan
kíla í við at koma við pá-
standi um, at tað júst eru
limirnir hjá Búskapar- og
Løgfrøðingarfelagnum,
sum hava bestu møguleik-
arnar fyri at gagnnýta skip-
an við avriksløn, og vil
skipanin tí í hvussu er økja
um lønar- og stættamunin.
Avrik — fyri hvønn
Í uppskotinum um avriks-
løn liggur ikki bert ani-
mering fyri hægri løn, har
er eisini animering til betri
avrik, eitt betri og kanska í
seinasta enda bíligari ar-
beiðspláss. Men hvat er tað
fyri avrik, hugsað verður
um. Avrik fyri hvønn.
Skulu avrikini tæna brúkar-
unum ella stjóra og eisini
arbeiðsgevara.
Skulu
starvsfólk premierast fyri at
veita brúkarunum betri
tænastur, ella skulu tey
premierast fyri at spara og
gera tænastuna verri?
Er tað nakar í Búskapar-
og Løgfrøðingafelagnum,
sum hevur hugsað um tað?
Nevniliga, hvørjum skulu
hesi avrikini tæna? Merki
tað at avrikið er gott, um
starvsfólk ger sum stjórin
sigur, tá ein hevur megnað
at tulka ivasama lógargrein
soleiðis, at viðskiftafólkið
einki fekk, hóast tørvurin
var eyðsýndur, ella tá ein
hevur handfarið eitt mál á
rættan hátt, ella tá ein er
farin væl við viðskiftafólk-
unum, ella nær …?
Settu vit ein bólk, man-
naður við tíggju viðkom-
andi persónum, at orða eina
lýsing av, hvat eitt gott
avrik er í almennum ar-
beiði. So fingu vit uttan iva
tíggju ymiskar lýsingar.
Avrikið hjá arbeiðs-
plássinum
Nei, eg haldi vit skulu
halda okkum langt frá skip-
anum við avriksløn. Finn
Normann doktrinin fekk
almennu umsitingina at
vassa langt nokk út í in-
kompetentan
hurlivasa.
Almenna umsitingin er,
sum er, stødd á djúpum
vatni. Alt ov nógv fólk hava
fingið alt ov stórt vald í
mun til tað, tey megna. Nú
skulu vit ikki vassa víðari
soleiðis, at ávís skulu
kunna profittera upp á tann
hurlivasa, sum valdar. Vit
hava dugnalig starvsfólk í
almennu umsitingini. Tað
sum umræður, er at vit
koma okkum undan avleið-
ingunum av óvanliga in-
kompetentu (og kanska
eisini tilætlaðu) ætlanini
hjá Finn Normann Christ-
ensen.
Búskapar- og Løgfrøð-
ingafelagið hevur rætt, tá
tey siga, at stundin er kom-
in til at fáa skil á og hækka
dygdina í almennu um-
sitingini, men tað skal ikki
gerast við at spæla fólk út
móti hvørjum øðrum og við
at sleiska fyri stjóranum.
Tað skal gerast við at
menna starvsfólk fakliga
(eisini tey í Búskapar-
&Løgfrøðingafelagnum).
Tað skal gerast við, at
samlaða arbeiðið (avrikið)
hjá stovninum verður mett í
mun til játtanina. Tað
krevur, at politiska valdið
gera sær greitt, hvat skal
fáast fyri játtanina, og um
tað so kemur burturúr.
Hetta krevur, at politiska
valdið (ikki blandar seg í
smálutir) men kennir økið
so mikið væl, at tað veit,
hvat tað kostar, og hvat skal
koma burturúr. Tað merkir
ikki, at politikarin skal
krevja meira fyri pengar-
nar, enn tað er møguligt at
fáa fyri teir.
Í einari slíkari prosess vil
altíð verða mett um evnini
hjá ávísum, og nøkur sita
fastari í sessinum, nøkur
koma hægri upp, meðan
onnur missa tign ella
arbeiðið. Soleiðis hevur
altíð verið, og soleiðis vil
altíð verða. Kanska hevur
rættvísi ikki altíð valdað í
slíkum
prosessum,
og
kanska hava tað ikki altíð
verið røttu áhugamálini,
sum hava stýrt teimum.
Men skulu vit meta
avrikið, skulu vit meta um
politikararnir
nú
hava
fingið tað, teir ynsktu. Tað
er samlaða avrikið hjá
stovninum sum skal metast
um, og ikki avrikið hjá tí
mest "stjóravinarliga".
Fáa vit á henda hátt
hækkað støðið í almennu
umsitingini, fáa vit á henda
átt eina betri og meira
dynamiska almenna um-
siting, ja, so fer lønin uttan
iva at koma.
Avrik — fyri hvønn
Floksleiðslan í Javnaðar-
flokkinum, ið er tingbólkur,
starvsnevnd og umboð fyri
lokalfeløgini, hevur í dag
verið saman á regluligum
fundi.
Á fundinum greiddi for-
maðurin frá tí tilburði á
almennari samkomu, sum
hevur verið umrøddur í
fjølmiðlunum. Formaðurin
endurtók fyri floksleiðsluni
ta umbering, sum hann eis-
ini alment hevur borið
fram, og gav flokkinum
lyfti um, at slíkt ikki aftur
kemur fyri.
Floksleiðslan harmast og
átalar tilburðin og tekur til
eftirtektar umbering og
lyfti formansins.
Ein samd floksleiðsla sær
tilburðin sum eina hending,
sum ikki endurtekur seg, og
veitir formaninum fullan
stuðul.
Floksleiðslusamtykt 20. sep. 2003
TÍÐINDASKRIV
Føroyingar við ringum eyg-
um fáa nú ein møguleika at
rætta brekið. Dagarnar frá
26. til 28. september verða
Eiríkur
Þorgeirsson
og
Þórður Sverrisson, serfrøð-
ingar hjá fyritøkuni Laser-
Sjón í Reykjavík, staddir í
Føroyum og bjóða tá fólki
við sjónbreki at koma til
kanningar. Tey, sum lata seg
kanna, verða eisini kunnað
um, hvussu brekini kunnu
verða rættað við serligari
lasaraviðgerð á viðgerðar-
stovu í Reykjavík
LaserSjón er fremsta
fyritøkan av sínum slag í
Íslandi og hevur rættað
sjónbrek hjá fólki farnu 3
árini við framkomnastu
lasaraútgerð, sum finst á
økinum. Teir báðir ser-
frøðingarnir, sum koma til
Føroya, hava hesi árini
viðgjørt meira enn 1000
fólk við góðum úrsliti. Teir
teljast millum royndastu
norðurlendsku eygnalækn-
arnar yvirhøvur og hava
sjálvir stovnað LaserSjón.
Fáa fulla sjón
Viðgerðarhátturin,
sum
LaserSjón nýtir, kallast
Lasik. Hetta er vanligasta
viðgerðin fyri sjónbrek, og
milliónir av tílíkum við-
gerðum verða framdar í
heiminum
hvønn
dag.
Viðgerðin er væl egnað til
teirra, sum vilja sleppa av
við brillurnar ella linsurnar
ella tola illa linsur. Um
brillurnar ella linsurnar eru
ein bági í gerandisdegnum,
er Lasik-viðgerðin rætta
loysnin, vísa royndirnar.
Ein kanning hjá ameri-
kanska heilsu- og heili-
vágseftirlitsstovninum
FDA vísir, at tólini, sum
LaserSjón nýtir í sínum
viðgerðum, rigga serstak-
liga væl. Niðurstøðan av
kanningini er, at 87,3
prosent av teimum, sum
fara í viðgerð, fáa fulla
sjón, 12,4 prosent fáa mun-
andi betri sjón, og bara 0,3
prosent fáa ikki nøktandi
hjálp.
Fyrsti føroyingur
Fyrsti føroyingur, sum var í
viðgerð hjá LaserSjón, var
stjórin í Atlantic Airways,
Magni Arge, sum eftir við-
gerðina í fjør hevur lagt
linsurnar og brillurnar á
hillina.
Kontaktpersónur
hjá LaserSjón í Føroyum er
Kaj Vilhelmsen, eygna-
lækni, sum síðan 1995 hev-
ur starvast á eygnadeildini
á Landssjúkrahúsinum og
er serútbúgvin eygnalækni.
Tey, sum vilja vita, um
teirra sjónbrek kann rætt-
ast, kunnu bíleggja sær tíð
til at verða kannað hjá
Eiríki Þorgeirsson og Þórði
Sverrisson, nú teir koma á
vitjan í Føroyum. Tað kann
gerast við at senda ein
teldupost til
lasersjon@lasersjon
ella
við at ringja 322825. Til ber
eisini at lesa meira um
virksemið hjá íslendsku
fyritøkuni á
www.lasersjon.fo
Gerhard Lognberg
borgarstjóri í Skopun og
løgtingsmaður
Tað verður nógv tosa um
eldraøki í hesum tíðum.
Andrias
Petersen
setti
landsstýrismanninum Páll á
Reynatúgvu ein fyrispurn-
ing. Andrias kennur sjálv-
sagt væl til hetta økið sum
lækni, og má reingerð
verða ein sjálvsagdur part-
ur í skipanini tí annars trív-
ast fólk ikki. Sjálvsagt má
peningurin verða fyri at
arbeiði kann útynnast, rein-
gerð kann ikki verða tað,
sum verður niður priori-
terað.
Ein kanning er herfyri
gjørd um, hvat heimarøktin
pláss kostað fyri hvønn
brúkara.
Í Sosialinum 17. sep.
stendur í brotinum "Sand-
oyingar fáa sersømdir"at
"Tað hevur verið ein meg-
inregla, at í landinum skulu
hava javnbjóðis kor, tí øll
gjalda tað sama í lands-
skatti", síðani stendur at
hetta er ikki galdandi fyri
heimrøktina.
Í Sandoy kostar eitt røkt-
arpláss kr. 7.200 fyri hvønn
íbúgva um árið, í hinum
økjunum kostar tað kr.
4.400.
Í fyrispurningi á løg-
tingið spurdi Katrin D.
Jakobsen um støði skuldi
leggjast eftir Sandoy ella
restini av landinum.
Tað sum undrar meg er,
at eg dugi ikki at síggja
nakað marglæti í Sandoy
frammum aðrastaðni. Fólk-
ini á heiminum hava tað
gott, starvsfólkini eru sera
dugnalig og tey eldru trív-
ast.
Men Sandoy liggur nokk-
so avskorin frá megin-
økinum, tey gomlu hava
sostatt slettis ikki møgu-
leikan til alt tað, sum onnur
í meginøkinum kunnu.
Men sum sagt, tey hava tað
gott saman við arbeiðsfólki
og leiðslu.
Eg fari at heita á lands-
stýrismannin um at kanna,
hvar hesin munurin stavar
frá tí tað má verða ein
saklig frágreiðing um, hvar
hesin munur kemur fram.
Sjálvur havi eg verði ein
at teimum, sum metti at
kommunurnar eiga sjálvar
at stýra eldraøkinum, alt
hetta tosi og frágreiðingar
gera meg ósikran.
Til síðst til Katrin Dahl
Jakobsen. Um so er at tað í
veruleikanum er so stórur
munur (sum eg slettis ikki
meini sjálvur) og støði í
Sandoy skal lækka, so
kunnu tit nokk beina fyri
heimunum í Sandoy, sum
verða forsvarliga rikin og
við ábyrgd.
Men eg hopi at landsstýr-
ismaðurin Páll á Reyna-
túgvu kemur við eini sak-
ligari grundgeving í bløð-
unum, so hesir løgnu pá-
standir kunnu afturvísast.
Bárður Nielsen
løgtingsmaður
Vit hava seinastu dagar-
nar fingið ein forsmakk
uppá hvat vit kunnu
vænta okkum frá sam-
gonguni í samband við,
at fáa fíggjarlógina fyri
2004 at hanga saman —
ella í øllum føri pynta
eitt sindur uppá undir-
skoti. Hetta prógva sig-
nalini samgongan hevur
sent út, at nú skal av-
gjaldi av góðgæti og
sodavatni hækkast mun-
andi og at ein króna skal
gjaldast av hvørjum
beriposa til landskassan.
Grundgevingarnar
Grundgevingarnar eru,
at vit skulu eta sunnari
og verja umhvørvi, men
sjálvsagt er hetta fyri at
fáa fleiri inntøkur í
landskassan, nú inn-
tøkuvøksturin frá skatti
og avgjøldum annars
sær út til at flata út, hetta
sum ein fylgja av fall-
andi fiskaprísum og
ringvirkningarnir
frá
niðurskurðinum í blokk-
inum.
Grundgevingarnar
fyri góðgæti og soda-
vatni eru kanska á eini
leið, tí um prísirnir á
hesum vørum hækkar
kann roknast við, at
minni
verður
keypt.
Men um samgongan
meinar, at vit skulu hava
ein sunnari ungdóm, hví
er so stuðulin til ítrótt
skerdur síðstu árini, tí er
tað nakað ungdómurin
hevur brúk fyri í dag, er
tað at verða meira í
rørslu, men kanska játt-
anin til ítrótt hækkar
samsvarandi
inntøku-
hækkingini av omanfyri
nevndu eykaavgjøldum.
Men grundgevingin
fyri, at leggja eina krónu
í avgjaldi á hvønn beri-
posa og kalla hetta ein
umhvørvisskatt er heilt
burturvið. Tí beriposar-
nir, ið verða nýttir í dag
eru als ikki skaðiligir
fyri umhvørvi, tá ið ein
posi verður brendur, er
tað einans koltvíilta og
vatn í kemur frá brenn-
ingini. Og um meiningin
við uppskotinum er, at
fáa fleiri inntøkur til
landskassan er hetta
eisini ivasamt, tí at
roknast kann við at ein
beriposi verður so dýrur,
at eingin vil keypa pos-
an og so verður heldur
ikki avgjald goldið í
landskassan.
Framleiðsluvinnan
Vit hava eitt virkið í
Føroyum, ið hevur víst
at teir eru kappingarførir
við útlendingar, og tí
framleiðir ein stóran
part av beriposinum, ið
verða bruktir í Føroyum
og er hetta virkið eitt av
teimum fáu virkjunum
vit hava, ið framleiðir
brúksvørur sum tálma
innflutninginum og her-
við bøta um okkara
handilsjavna við um-
heimin. Av tí at fram-
leiðslan av beriposum er
ein rættiliga stórur part-
ur av samlaðu fram-
leiðsluni vil hetta upp-
skoti verða til óbóta-
ligan skaða fyri hetta
virkið.
Umsitingarliga verður
ómøguligt at tryggja, at
avgjald verður goldið av
øllum beriposum, eitt nú
er tað heilt vanligt, at
handlar fáa beriposar
við ymiskum merkjum á
ókeypis í samband við
keyp av eini vøru frá út-
landinum og her verður
tað eingin annar enn
føroyski framleiðarin í
er stóri taparin, saman
við brúkarinum.
VIÐMERKINGAR
Fullveldisskattur
Nakrir tankar um eldraøkið
TÍÐINDASKRIV
Hósdagin 25. og fríggja-
dagin 27. sept. fara svensk-
arin Anders Nyqvist, trom-
pet og føroyingurin Andras
Olsen at hava konsertir,
hósd. 25. kl. 20 í Fríðriks-
kirkjuni á Toftum og leyg-
ardagin kl. 1900 í Lista-
skálanum í Havn. Klaver-
fylgispælið hevur Jóhannes
Andreasen.
Meðan teir gingu á Royal
Academy of Music í Lond-
on frá 2000 til 2002, funnu
teir útav at teimum dámdi
at vera kreativir og at teir
vildu
framføra
nútíðar
klassiskan tónleik. Við
sínari klassisku útbúgving,
eru teir báðir á einum máli
um, at klassiskur tónleikur
má leggjast til rættis eftir
nútíðar fólki og samfelag.
Skráin verður fjølbroytt
við ymiskum undirhaldi,
t.d. sjónleiki har ymiskur
tónleikastílur verður brúkt-
ur.
Í hesari vikuni fara teir at
spæla á skúlum í Havn og í
Suðuroynni, har teir vísa
børnum og ungum nakað
av tí, teir sum klassiskir
tónleikarar arbeiða við.
Anders er 26 ára gamal
og føddur í Svøríki. Hann
byrjaði at spæla trompet
sum 10 ára gamal. Hann
hevur sína tónleika-út-
búgving frá Hong Kong
Academy for Performing
Arts og Royal Academy of
Music í London. Anders
arbeiðir við nøkrum av
teimum bestu evropeisku
orkestrum og bólkum, tá
hann ikki arbeiðir sum
solistur ella hyggur eftir
fóbólti (Anders heldur við
Arsenal).
Andras er 25 ára gamal
og er føddur í Føroyum.
Hann byrjaði at spæla
trombon sum 13 ára gamal
eftir at hava spælt euphon-
ium í 3 ár. Andras hevur
sína tónleika-útbúgving frá
Det Jyske Musikkon-serva-
torium í Århus og Royal
Academy of Music í Lond-
on. Eins og Anders arbeiðir
hann við nøkrum av bestu
evropeisku orkestrum og
bólkum, tá hann ikki ar-
beiðir sum solistur ella
hyggur eftir fóbólti (Andras
heldur við Liverpool).
Konsertirnar
stuðla:
Mentunnargrunnur land-
sins, Konsertfelagið, Tórs-
havnar Býrað og Havnar
Hornorkestur.
Konsert
Íslendsk fyritøka bjóðar føroyingum
viðgerð fyri sjónbrek
C
M
Y
K
11
10