Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 179 - 23. september 2003 Nr. 179 - 23. september 2003 13 Í næstum verður skotsk vika í Havn. Í hesum sambandi kemur nýggi borgar- stjórin í Aberdeen, John Reynolds fyri fyrstu ferð á vitjan í Føroyum VINARBÝAR- SAMSTARV Jan Müller Millum mongu gestirnar á føroyska básinum í Aber- deen herfyri var eingin minni enn sjálvur borgar- stjórin í Aberdeen, Lord Provost, John Reynolds. Hann er nýliga kosin borg- arstjóri. Tá hann støkk inn á gólvið á føroyska básinum varð hann móttikin av starvsfelaganum úr Havn, Jan Christiansen. Teir báðir tosaðu m.a. um ta stóru skotsku vitjanina, sum verður í Føroyum í næstum. Ætlanin er at skipa fyri stórari skotskari viku í Havn frá 30. september og so nakrar dagar fram. Vikan verður sett í SMS og verða so tiltøk ymsa staðni í bý- num. Fleiri skotskar fyritøkur við borgarstjóranum á odda koma tá til landið. Talan er bæði um eina handilsliga- og mentanarliga viku. Gleðir seg John Reynolds hevur altíð sæð fram til at vitja Føroy- ar. Hóast hann hevur havt samskifti við føroyingar síðani Smyril á sinni fór at sigla til Aberdeen, so hevur tað ikki eydnast hon at vitja hendavegin. Men nú verður tað so, og tað er ein sera spentur og bjartskygdur borgarstjóri, sum skjótt leggur sær leiðina út á flogvøllin og umborð á flogfarið hjá Atlantsflog. Hann er sera fegin um, at Atlantsflog røkir rutu mill- um Aberdeen og Føroyar og vónar, at týttleikin í framtíðini fer at verða uppaftur størri. Hann dylur tó ikki fyri, at hann eisini fegin sá, at sjóvegis sam- band var millum Føroyar og Aberdeen. - Eg var so heppin at verða boðin til hugnaløtu umborð á Smyrli fyri meira enn 10 árum síðani, tá roynt varð at marknaðarføra tá- verandi rutuna. Tá hitti eg fleiri av teimum fólkunum, sum nú aftur eru her. Við hesum sipaði borgarstjórin m.a. til núverandi havna- fútan í Havn. Teir báðir tóku lógvatak saman á før- oyska básinum á olju- messuni og mintust gamlar dagar. John Reynolds heldur fyri, at samstarvið millum vinarbýirnar báðar átti at verið ment og ætlar hann sær eisini at gera sítt til at røkka hesum máli. Á oljumessuni í Aber- deen vitjaðu umboð fyri Tórshavnar Kommunu, Oljuvinnufelagið, Vinnu- húsið og Atlantsflog básin hjá Aberdeen býi, har tað varð røtt um komandi skotsku vikuna í Føroyum og annars um vinabýar- samstarvið sum heild. - Mín kennskapur til Føroyar gongur 10 ár aftur. Tá eg saman við øðrum varð boðin umborð á Smyril, sum tá sigldi í rutu millum Aberdeen og Havn- ina. Tá royndi eg at sann- føra býráðið her um at Stór skotsk vika í Havn Borgarstjórafrúan í Aberdeen hittir Maluna frá Vinnuhúsinum og Súsonnu frá Oljumálaráðnum Mynd: Jan Müller John Reynolds, Lord Provost, borgarstjóri í Aberdeen og frú, her saman við Eyðun Elttør, landsstýrismanni og Jan Christiansen, borgarstjóra í Havn Mynd Jan Müller knýtta tættari sambond millum býirnar báðar. Og tíbetur hava vit fingið eitt tætt samstarv. Vit hava eisini søguliga so nógv í felag. Tí eiga vit at víðka samstarvið sigur borgar- stjórin, sum eisini sær fyri sær økta ferðavinnu í báð- um londum. - Hyggja vit at ferðavinn- uni, so kann betraða sam- bandið millum Aberdeen og Føroyar menna ferða- vinnuna, soleiðis at fleiri skotar koma til Føroya og fleiri føroyingar til Skot- lands. Hann heldur eisini, at vit skulu menna sam- vinnuna á ítróttar- og ment- anarøkinum sum heild. Hvat fiskivinnuni viðvíkur, so hava føroyingar og ser- liga aberdeenbúgvar havt tætt samstarv. –Eg síggi fram til eina spennandi og avbjóðandi framtíð, har Tórshavn og Aberdeen fara at arbeiða meira saman. Sjálvur sær John Reyn- olds fram til sína fyrstu vitjan í Føroyum. –I am in love with the Faroes sigur hann avgjørdur og vísir til tær sera vøkru náttúru- myndirnar hann hevur sæð úr Føroyum. Olja og tol Hann fylgir eisini royndum føroyinga at gerast oljutjóð og sigur, at føroyingar mugu hava tol. Hetta er at líkna við "a waiting game", sum hann málber seg. Tøknin menninst, og hon fer at gera møguleikarnar betri fyri at finna oljuna úti á Atlanstmótinum. Borg- arstjórin í Aberdeen hevur eisini tey ráð at geva før- oyingum, og tað er ikki uttan víðari at leypa á leist- um fyri teimum risastóru oljufeløgunum, um tey royna at víssa vøddarnar. Tað ræður eisini um at finna seg sjálvan og varð- veita egin virði í øllum hesum nýggja. Tað eru nú eini 30 ár síðani, at oljavinnan tók seg upp í Skotlandi. John Reynolds ber ikki ótta fyri, at oljuævintýrið skal vera av í næstu framtíð. –Oljan í Norðsjónum fer at vara í meira enn 50 ár aftrat vísa tølini. Um hugt verður 30 ár aftur í tíðina, so varð tað mett, at oljan í mesta lagi fór at vara í 30 til 40 ár. Nýggja tøknin hevur gjørt, at vit nú kunnu tosa um 80 til 100 ár. Startskotið Jan Christiansen, borgar- stjóri var við til oljumess- una í Aberdeen og høvdu hann og umboð fyri Tórs- havnar Kommunu fund við borgarstjóran í Aberdeen og hansara fólk eitt nú um framtíðar samvinnu og skotsku dagarnar komandi. Jan minnist løtuna fyri 10 árum síðani, tá hann sjálvur umboðandi Havnanevndina saman við Lisbeth Peter- sen, borgarstjóra tóku stig til at fáa eina fund við býráðið umborð á Smyrli í Aberdeen. Tað var start- skotið til tað samstarv, sum tók seg upp millum býirnar. –Tað er hugaligt at vita sær, at núverandi borgarstjórin var við umborð sum van- ligur býráðslimur tá, og at tann hendingin skal hava givið honum og øðrum so nógvan íblástur til at menna samvinnuna sigur Jan Christiansen, sum samtíðis ynskir skotum vælkomnum til Føroya í næstum. Ungir føroyingar, sum vilja læra nakað um digitalar miðlar, gerð av heimasíðum og annað á lista- økinum nýtast ikki at fara inn á megin- landið. Aberdeen stendur opin fyri teimum ABERDEEN OG FØROYINGAR Jan Müller Á Robert Gordon universt- itetinum í Aberdeen, sum er væl kent millum føroying- ar, hava tey eisini eina list- arliga deild, haðani stu- dentar úr øllum heiminum koma. Umboð fyri skúlan, sum Sosialurin hitti á oljumessuni í Aberdeen, sigur, at hesin skúlin átti at verið eitt sera gott tilboð til føroyingar, sum hava áhuga fyri teimum ymsu listaligu greinunum, ið tey hava at bjóða. Her er talan um rættiliga fjølbroytt tilboð. -Føroyingar skulu vera vælkomnir eisini at troyta henda kærkomna møgu- leikan. Eg ivist ikki í, at tit eiga mong ung fólk við góðum evnum á tí listarliga økinum. Hví ikki royna okkara tilboð sigur John Reynolds, borgarstjóri, sum eisini vísir á, at skúlin leggur serligan dent á at útvega teimum lesandi eitt arbeiði aftaná ella undir útbúgvingini. Listaskúlin ber heitið "The Great School of Art". Endamálið er at kunna samvinna við vinnulívið, soleiðis at vinnulív og list ganga hond í hond. Umboð fyri skúlan sigur, at tey tí- verri enn ikki hava havt nakrar føroyingar á skúlan- um. Onkur íslendingur hevur verið har. Umframt vanligu listagreinirnar so sum málningalist og myndlist eru har eisini út- búgving í digitalum miðl- um, webdesign, 3 D spøl, vørudesign osfr. Roynt verður at vekja áhugan hjá vinnulívinum fyri skapandi list av ymsum slag, soleiðis at næmingarnir longu í út- búgvingini kunnu koma út til arbeiðis í tí teir læra. Talan er vanliga um eina fýra ára útbúgving, men tað veldst sjálvandi um, hvørj- ar greinar tú velur. Fyri at útvega næm- ingum arbeiði undir út- búgving og aftaná er stovn- að serstøk deild á skúlan- um, nevnd, "The Project Bureau". Bjóða føroyskum ung- dómum á listaskúla í Aberdeen Lord Provost, John Reynolds, borgarstjóri í Aberdeen her saman við Jan Christansen, borgarstjóra í móttøkuhølinum hjá Aberdeen kommunu. Stóra uppslagið vísir listaskúlan í býnum, sum eisin,i er opin fyri ungum føroyingum, sum ætla sær listaleiðina Mynd Jan Müller John Reynolds, borgarstjórin í Aberdeen og Jónsvein Lamhauge, havnafúti hittast aftur aftaná 10 ár. Í 1993 hittust teir báðir umborð á Smyrli í Aberdeen Mynd Jan Müller Jan Christiansen, borgarstjóri her saman við stóru plakatini í móttøkuhølinum hjá býráðnum í Aberdeen, har samstarvsavtalan millum Havnina og Aberdeen verður nevnd Mynd Jan Müller C M Y K 13 12