týsdagur 23. september 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 • týsdagur • 23. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Formaðurin heldur,
at ÍF eigur at hava
góðar fyritreytir at
vera við í kappingini
millum tey bestu
ÍF UPPFLYTING
Jóannes Hansen
Fagnaðurin í sambandi við
uppflytingar
veruleikan
hevur ikki lagt seg í Fugla-
firði, men ábyrgdarpersón-
arnir eru longu farnir at
hugsa um, hvussu nýggja
støðan skal taklast og
harvið um, hvussu ÍF skal
megna at standa seg í bestu
deildini.
– Hetta er rættuliga
spennandi, og vit halda
okkum hava fleiri góðar
orsøkir at rokna við, at tað
skal ganga, sigur ungi ÍF
formaðurin, Rúni Petersen,
tá ið vit ynskja honum og
felagnum tillukku við upp-
flytingini.
Hvørjar eru orsøkirnar
til, at tað skal ganga betri
hesa ferð, enn tað gekk fyri
fýra árum síðani?
– Íblásturin í felagnum
og á besta liðnum er heilt
øðrvísi nú. Tað ikki bara
kennist sum um, at hug-
burðurin er broyttur. Tað
sást aftur á avrikunum og
úrslitunum.
Hvør er orsøkin til tað?
– Tað riggar væl fyri-
sitingarliga nú, felagið er
hampuliga væl fyri fíggjar-
liga, og samanspælið mill-
um nevndir, venjarar og
spælararnar hevur verið
gott.
Heldur Sigfríður Cle-
mentsen fram sum venjari?
– Vit hava ikki skrivað
sáttmála við hann, men vit
eru áhugaðir í, at hann
heldur fram, og Sigfríður
sjálvur er eisini áhugaður.
Vit hava verið fegnir um
tað arbeiðið, sum hann
hevur lagt í at ala tað sunna
og framrættaða og at lúka
burtur tað, sum ikki ber
rætta vegin. Tað er eisini
hugaligt at hava ein venj-
ara, sum í álvara og miðvíst
byggir frá botninum av, fær
úrslit og trýr upp á, at tað
kann gerast uppaftur betur
eitt nú við at leggja størri
dent á talent menningina.
So vit vóna ein av fyrstu
døgunum at gera nýggja
avtalu við Sigfríð Clement-
sen.
Vit skilja á góðum keld-
um í Fuglafirði, at ætlanin
er hjá fleiri at leggja stórt
arbeiði í at fáa ÍF heilt upp
í 1. deild soleiðis at skilja,
at tað ikki bara skal verða
ein spurningur um at sleppa
undan aftasta plássinum.
– Vit hava eins góðar og
kanska betri umstøður enn
fleiri onnur feløg. Komm-
unan hevur rindað fyri
nýggjan og fínan vøll, og tá
ið tað sást aftur, at stórur
álvari verður lagdur í mið-
víst arbeiði, so er tað
hugaligt at síggja, hvussu
vinnulívið stuðlar, heldur
ÍF formaðurin.
Í fótbóltspráti hava fugl-
firðingar ofta harmast um,
at tað skal hava gingið so
illa hjá teimum at vera við í
stóru kappingini í oynni,
samstundis sum teir hava
víst á, at tað eru so nógvir
góðir fótbóltsspælarar úr
Fuglafirði í øðrum 1. deild-
ar feløgum. Her verður eitt
nú hugsað um Áslak R.
Petersen, Høgna Madsen,
Bárð á Lakjuni og Bartal
Eliasen í GÍ, Magna á Lakj-
uni í EB/Streymi og Símun
Eliasen í HB. Onkrir av
hesum eru bundnir at sátt-
málum næsta ár og kanska
fleiri árum enn so, men í
Fuglafirði vóna teir, at tað
fer at bera til at fáa spælarar
afturat teimum, sum hava
verið við til at flyta upp.
– Tað verður neyðugt at
fáa styrk. Men vit fara ikki
til Eystureuropa at brenna
okkum eina ferð afturat, og
vit fara ongantíð aftur at
gjalda yvir evni fyri at fáa
fótbóltsspælarar til okkara
felag. ÍF er eitt áhugafelag,
og tað skal vera góður og
hugaligur
felagsskapur,
sum fyrst og fremst skal
draga fólk henda vegin.
Men sjálvandi eru vit
greiðir yvir, at tað er neyð-
ugt við pengum og størri
upphæddum enn teimum,
sum vit higartil hava arbeitt
við, sigur Rúni Petersen,
formaður í ÍF.
Ítróttarsosialurin ynskir
ÍF hjartaliga tillukku við
uppflytingini.
Fuglfirðingar trúgva upp á tað
Fuglfirðingar eiga nú aftur lið í bestu deildini. Hetta varð staðfest á heimavølli leygardagin
15
14
Nr. 179 - 23. september 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Ivast í Blair
Tað tykist vera líka mikið, hvat bretski forsætisráðharr-
in ger fyri at tekkjast veljarunum, tí bretar hava snøgt
sagt ikki álit á honum longur, eru meiningakanningar-
nar eftirfarandi.
Fyri nøkrum døgum síðani kunngjørdi Blair, at
stjórnin fer at nýta nógvar pengar til at nútímansgera
heilsuverkið, skúlaverkið og ta almennu samferðsluna,
samstundis sum størri dentur skal leggjast á bardagan
ímóti tí veksandi kriminalitetinum. Men nú vísir ein
kanning, at heili 63 prosent av fólkinum vænta sær
ongan bata burtur úr teimum fráboðaðu tiltøkunum.
Tað er ikki bara á tí innanríkispolitiska pallinum, at
Blair hevur trupulleikar við undirtøkuni. Bara 22
prosent siga seg hava álit á tí, sum forsætisráðharrin
sigur um bretska uttanríkispolitikkin.
Fer sjálvur at skriva
Shah Mohammad Rais, sum gjørdist kendur um allan
heim sum høvuðspersónur í bókini "Bókahandils-
maðurin í Kabul" hjá norsku tíðindakvinnuni Åsne
Sejerstad, ætlar sær nú at skriva sína egnu bók.
Shah Mohammad Rais er sera misnøgdur við tað,
sum stendur í bókini hjá norsku tíðindakvinnuni, tí
hann heldur, at hon fer alt ov nær dagliga lívinum hjá
bókahandilsmanninum og húski hansara. Hann sigur,
at hann fer at skriva sína egnu bók, og at hann tá fer at
lýsa tað, sum Åsne Sejerstad fekst við, meðan hon var
í Kabul. Hvat hann fer at skriva, vil hann ikki siga.
"Bókahandilsmaðurin í Kabul" er týdd til seytjan
mál og er komin út í fleiri londum. Í gjár kom hon út í
USA, sjálvt um høvuðspersónurin hevði kravt, at
amerikanska útgávan varð steðgað.
Kann enda í fongsli
Tann 62 ára gamli fyrrverandi amerikanski skúlalærar-
in Faith Fippinger fór til Bagdad at virka sum livandi
skjøldur, tá amerikanararnir hóttu við at leypa á Irak.
Nú kann hon fáa stóra bót og fongsulsrevsing.
Faith Fippinger var í Irak í tríggjar mánaðir. Um-
framt at virka sum livandi skjøldur arbeiddi hon sum
lærari í fleiri skúlum og á einum sjúkrahúsi. Tá amer-
ikanararnir gjørdu álvara av ætlan síni og lupu á Irak,
rýmdi hon haðani og fór aftur til Florida, har hon býr.
Men tá var sambært amerikonsku myndugleikunum ov
seint. Teir hava nú skuldsett hana fyri at hava brotið
amerikonsku revsitiltøkini ímóti Irak, og fyri tað kann
hon fáa næstan sjey milliónir krónur í bót og upp til
tólv ára fongsul.
Fyrrverandi lærarin, sum hevur tikið lut í fleiri frið-
artiltøkum fyrr, vísir skuldsetingunum aftur. Hon sigur,
at tað, sum hon gjørdi, var ein partur av hennara
demokratisku rættindum. Vit hava ymsikar áskoðanir,
og vit hava loyvi at vísa tað, sigur hon.
Drekka minni mjólk
Tað er ikki bara í Føroyum, at tosað verður um, at
skúlabørn drekka minni mjólk enn fyrr.
Soleiðis er eisini í Noregi. Har vísir ein kanning, at í
1997 drukku 79 av teimum norsku skíulabørnunum
mjólk fleiri ferðir um dagin, men í dag eru tað bara 45
prosent av skúlabørnunum, sum gera tað. 34 prosent av
børnunum siga, at tey drekka ongantíð mjólk, áðrenn
tey fara í skúla. 22 prosent siga, at teimum dámar ikki
mjólk. Tað søgdu 13 prosent fyri seks árum síðani.
Tað eru ikki bara børnini, sum drekka minni mjólk
nú enn fyrr. Støðan hjá foreldrunum er tann sama. Í
kanningini í 1997 søgdu 54 prosent av foreldrunum, at
tey drukku mjólk meiri enn einaferð um dagin. Nú eru
tað bara 26 prosent av foreldrunum, sum fáa sær mjólk
meiri enn einaferð um dagin.
Í næstsíðstu viku
noyddist stjórin á
uttanlandsdeildini
hjá almenna norska
oljufelagnum úr
starvinum, og í gjár
segði nevndarfor-
maðurin seg frá.
MUTUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað prutlar undir lokinum í
almenna norska oljufelagn-
um Statoil.
Í næstsíðstu viku reyk
stjórin á uttanlandsdeildini
hjá felagnum, eftir at tað
varð avdúkað, at felagið
hevði havt sera ivingasamt
samskifti við Iran, og
sunnukvøldið
varð
so
kunngjørt, at nevndarfor-
maðurin, Leif Terje Lødde-
søl, hevði sagt formans-
starvið og nevndarsessin
frá sær.
Aðalstjórin, Olav Fjell,
kann heldur ikki kenna seg
tryggan. Hann varðveitti
starvið eftir ein sjáldsama
drúgvan nevndarfund í
síðstu viku, men í gjár
kravdi nevndarumboðið hjá
starvsfólkunum, at nevndin
skuldi halda nýggjan fund,
tí umboðið metti ikki, at alt
var komið fram á tí fyrra
fundinum.
Upprunin til rokið, sum
hevur skakað Statoil, er ein
avtala, sum leiðslan gjørdi
við bretsku ráðgevingar-
fyritøkuna Horton Invest-
ments Ltd. fyri einum ári
síðani. Eftir avtaluni, sum
var galdandi í tíggju ár, og
sum kostaði Statoil 115
milliónir krónur, skuldi
Statoil fáa góð ráð um,
hvussu
felagið
kundi
sleppa inn á iranska olju-
marknaðin.
Men herfyri varð avdúk-
að, at ein av ráðgevunum
hjá bretska felagnum er
sonur fyrrverandi iranska
forsetan Akbar Hashemi
Rafsanjani, og tá kom ill-
gruni um, at mutur mundi
vera uppi í málinum. Blað-
ið Dagens Næringsliv tók
málið upp, og tann serliga
fíggjarløgreglan
fór
at
kanna málið. Eitt nú er að-
alstjórin, Olav Fjell, av-
hoyrdur sum vitni. Eitt nú
er komið fram, at Statoil
hevur goldið pengar inn á
eina konto í Sveits, og at
kontoeigarin er eitt felag á
einari oyggj í Karibiska
Havinum. Norskir fjølmiðl-
ar skriva, at sessurin hjá
aðalstjóranum
er
sera
heitur í løtuni.
Muturgølan í Statoil ikki
liðug enn
Hann kann koyra Bush
úr Hvítu Húsunum
Fyrrverandi general-
urin Wesley Clark er
tað av teimum demo-
kratisku evnunum,
sum tykist hava besta
møguleikan at vinna
á George W. Bush.
UPPSTILLING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hevur tú verið generalur í
amerikanska herinum, kann
tað væl loysa seg at stilla
upp til forseta. Av teimum
43 forsetunum, sum USA
hevur havt, vóru ellivu fyrr-
verandi generalar.
Nú ætlar ein afturat at
royna. Tað er Wesley Clark,
sum ætlar at royna at gerast
valevni hjá demokratunum
til forsetavalið næsta heyst.
Hann hevur arbeitt í herin-
um í 34 ár og varð særdur
fýra ferðir í Vietnam-krígn-
um. Tað telur í USA.
Wesley Clark boðaði frá
avgerð síni í síðstu viku, og
longu nú vísa meininga-
kanningar, at hann er tann,
sum hevur besta møguleik-
an at koyra Bush úr Hvítu
Húsunum. Tann seinasta
kanningin sigur, at fáa am-
erikanararnir møguleikan
at velja ímillum Bush og
Clark, ætla 47 prosent at
kvøða fyri Bush og 43 pro-
sent fyri Clark. Hann er tí
tað demokratiska valevnið,
sum hevur besta møguleik-
an at vinna á sitandi forset-
anum.
Men eitt annað spenn-
andi úrslit er eftir, sjálvt um
tað ikki tykist serliga hugs-
andi í løtuni. Kanningar í
USA vísa, at nógvir demo-
kratar vilja hava Hillary
Clinton ella Al Gore at
stilla upp fyri demokratar-
nar, sjálvt um bæði hava
boðað frá, at tey fara ikki at
stilla upp.
58 ára gamli Wesley Clark
kann gerast ein hóttan fyri
George W. Bush á
forsetavalinum næsta ár
C
M
Y
K
14