týsdagur 23. september 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 23. september 2003
17
Talvið hesa vikuna
Dúgliga hevur verið telvað um russiska meistara-
skapin. Yvir 50 stórmeistarar, harav nógvir úr topp 30
í heiminum. Kasparov og Kramnik luttóku tó ikki.
Eisini í Russlandi fingu vit tveir vinnarar, nevnliga
teir navnframu Peter Svidler, sum vann GM-kapp-
ingini í Norðurlandahúsinum í 1997, og Alexander
Morozevich. Báðir fingu sjey stig av níggju
møguligum. Svidler bleiv kosin vinnari vegna betri
mótstøðustig, umframt at hann vann á Morozevich
miðskeiðis í kappingini.
Talvið hesa vikuna er frá fyrsta umfari.
Svidler,P (2723) - Sherbakov,R (2555)
56th ch-RUS Krasnoyarsk RUS (1), 03.09.2003
1.e4 c5 2.Rif3 Ric6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3
d6 6.Bg5 Bd7 (Sokallaði Rauzer varianturin í
sisilionskum) 7.Fd2 Rc8 8.f4 Rixd4 9.Fxd4 Fa5
10.e5 dxe5 11.fxe5 e6 12.0—0—0 (Áhugaverd støða,
sum er púra opin. Eisini er møguligt: 12.exf6 Fxg5
13.Rie4 sum eisini er gott fyri hvítan) 12...Bc6
13.Rib5! Bxb5 14.exf6 Bc6 15.h4 g6 16.Bc4 (Hvítur
er væl betri útviklaður) 16...Fc5 17.Fd3 Ff5 18.Fb3
(Peikar óført móti e6. Svarta støðan tykist vónleys)
18...Rd8 19.Rdf1 Fg4
Støðan eftir 19...Fg4
20.Bxe6! (Avgerandi) fxe6 21.Rf4! (neyðugt er at
fylgja væl upp uppá góðar leikir) Fe2 22.f7+ Kd7
23.Rd4+ Bd6 24.Rhd1 Bd5 25.Rxd5! exd5
26.Fxb7+ og svartur gavst vegna 26...Bc7 27.Rxd5+
Ke6 28.Fc6+ Bd6 29.Rxd6 Rxd6 30.Fe8+ 1—0
Danin Curt Hansen
og sviin Evgenij
Agrest endaðu
fremstir í NM, sum
bleiv telvað í Århus,
meðan Flóvin Tór
Næs bleiv aftastur í
sterku kappingini
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Í frálíkum umstøðum í År-
hus fingu norðurlendskir
telvarar høvi at kýta seg
ímóti hvøjum øðrum. Ein
teirra varð Flóvin, sum
einsamallur umboðaði Før-
oyar. Hini norðurlondini
høvdu tvey umboð hvør,
uttan Danmark sum hevði
trý umboð, orsakað av tí
eina umboðnum úr Føroy-
um.
Leikliga gongdin
Sviin Jonny Hector legði
bestur út við sigrum í trim-
um teimum fyrstu umfør-
unum, men fall síðani
spakuliga burturfrá oddin-
um. Íslendarin Helgi Olafs-
son og Curt Hansen vórðu
fremstir eftir seks umfør-
um, og meðan Helgi eins
og Hector dragnaði eitt
petti, helt Curt fram við
góða spælinum.
Teir einastu ið megnaðu
at fylgja við dananum,
vórðu Evgenij Agrest og
Hannes Stefansson. Fyrr-
nevndi kláraði í tøkum
tíma, við sigri á Flóvini í
síðsta umfari, at fáa Curt
aftur. Curt valdi við hvíta
fólkinum at taka ein skjót-
an risikofrían javnleik í
síðsta umfarinum ímóti
Stefansson.
Flóvin skuldi eitt nú telva
móti átta stórmeistarum.
Ein spennandi avbjóðing,
sum tó bleiv ein ov stór
uppgáva hjá havnarmann-
inum. Hálvt stig av ellivu
møguligum varð úrtøkan
hjá Flóvini. Javnleik fekk
Flóvin móti stórmeistar-
anum Lars Schandorff í
fimta umfari.
Næsta kappingin hjá
Flóvini verður í oktobur í
Føroyum, tá hann saman
við fýra øðrum føroyingum
fara at royna seg í 2nd
Klaksvík
International.
Meira um IM-kappingina
verður at frætta í næstu
viku.
Sí
www.faroechess.com
um nærri upplýsingar um
kappingina.
1. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál +/- stig
1 HB
16
10 - 5 - 1
36
15
21
35
2 B36
16
11 - 1 - 4
34
17
17
34
3 B68
16
9 - 5 - 2
23
12
11
32
4 NSÍ
16
8 - 4 - 4
29
16
13
28
5 KÍ
16
7 - 2 - 7
25
25
0
23
6 EB/Streymur 16
5 - 6 - 5
29
33
-4
21
7 GÍ
15
4 - 5 - 6
20
26
-6
17
8 VB
15
3 - 4 - 8
15
25 -10
13
9 FS V
16
3 - 2 -11
22
39 -17
11
10 Skála
16
2 - 0 -14
9
34 -25
6
2. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál +/- stig
1 ÍF
16
12 - 3 - 1
36
13
23
39
2 Sumba
16
9 - 4 - 3
32
13
19
31
3 TB
15
9 - 2 - 4
45
22
23
29
4 AB
16
6 - 5 - 5
27
21
6
23
5 KÍ
16
7 - 1 - 8
31
47 -16
22
6 B36
16
6 - 3 - 7
27
21
6
21
7 VB
15
6 - 2 - 7
28
19
9
20
8 B71
16
5 - 2 - 9
24
22
2
17
9 LÍF
16
5 - 1 -10
21
44 -23
16
10 B68
16
2 - 1 -13
9
58 -49
7
Máltindarnir
1. deild menn
Hjalgrím Elttør
KÍ
13
John Petersen
B36
9
Heðin á Lakjuni
B36
8
Sorin Anghel
EB/S
8
Andrew av Fløtum
HB
8
Jákup á Borg
B36
7
Rógvi Jacobsen
HB
7
Helgi L. Petersen
NSÍ
7
Clayton Soares
FSV
6
Sonni L. Petersen
NSÍ
6
Birgir Jørgensen
VB
6
Milan Kulic
VB
6
Súni Fríði Johannesen
B68
5
Birgir Joensen
FSV
5
Krzystof Popczynski
GÍ
5
Súni Olsen
GÍ
5
Tór-Ingar Akselsen
HB
5
John Heri Dam
B68
4
Egil á Bø
EB/S
4
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
4
Ronnie Samuelsen
EB/S
4
Kim Poulsen
FSV
4
Símun Samuelsen
GÍ
4
Karsten From
HB
4
Rúni Nolsøe
HB
4
2. deild menn
Kaj Roest
TB
10
Áki Mørk
B36
9
Eirikur Joensen
Sumba
9
Dan Mortensen
TB
9
Hanus Eliasen
ÍF
8
Eyðun Samuelsen
AB
7
Høgni Zachariasen
ÍF
7
Allan Michelsen
TB
7
Pætur Dam Jacobsen
AB
6
Ken Bærendsen
ÍF
6
Helmar Lassen
KÍ
6
Óli Johannesen
TB
6
Sigmundur Mikkelsen
VB
6
Jónsvein Thomsen
B71
5
Tummas Pauli Olsen
B71
5
Eyðolvur Petersen
ÍF
5
Erling Fles
KÍ
5
Olgar Danielsen
KÍ
5
Rasmus Nolsøe
TB
5
Jón Pauli Olsen
VB
5
Dánjal Petur Johansen
B36
4
Axel Højgaard
B68
4
Símun Hansen
B71
4
Kaj Eli Poulsen
LÍF
4
Magnus Dalbø
LÍF
4
René Thomsen
Sumba
4
Endaliga støðan
GM C. Hansen (2618)
Danmark
8,0/11
GM Agrest (2605)
Svøríki
8,0
GM Stefansson (2560)
Ísland
7,0
GM Olafsson (2498)
Ísland
6,0
GM Hector (2538)
Svøríki
6,0
GM Gausel (2533)
Noreg
5,5
IM Palo, (2510)
Danmark
5,5
FM Lehtinen (2362)
Finnland
5,0
GM Kallio (2471)
Fin
5,0
GM Schandorff (2525)
Danmark
5,0
IM Lie (2440)
Noreg
4,5
FM Flóvin Tór Næs (2330) Føroyar
0,5
Tveir norður-
landameistarar
17
16
Nr. 179 - 23. september 2003
Sunnudagin fara B36
og HB innanhýsis at
gera av, um tað skal
vera annað ella hitt
havnarfelagið, sum
skal vinna
meistaraskapin
16. UMFAR
SAMANUM
Jóannes Hansen
Havnin hevði undanvind í
illsligu fótbóltslíkindunum
sunnudagin. HB vann av-
gjørda toppdystin ímóti
B68 2–0, og við 2–1 sigri í
Runavík syrgdi B36 fyri, at
HB ikki longu eftir 16.
umfarið meiri ella minni
gjørdist meistari.
Undan næstsíðsta umfar-
inum hevur HB 35 stig,
B36 hevur 34 stig, B68
hevur 32 stig, og NSÍ hevur
28 stig. Tað resta tvey um-
før, og tískil er teoretiski
møguleikin hjá NSÍ í ár at
vinna fyrsta FM heitið
nakrantíð heilt burtur.
Toftamenn hava fram-
vegis møguleikan at vinna
fyrsta FM heitið síðani í
1992, men í veruleikanum
er hann burtur. Um B68
ikki fer heilt niður við
nakkanum eftir leikliga
vónbrotið og tapið í Gunda-
dali, so mugu teir metast at
hava møguleikar at vinna
bæði á heimavølli ímóti GÍ
og á útivølli í Vági. Men
tað er á ongan hátt nóg
mikið hjá B68 at fáa fult í
sínum
avbjóðingum.
Møguleikin hjá teimum er
eisini treytaður av, at HB og
B36 spæla javnt, og at KÍ í
síðsta umfarinum í Gunda-
dali fær øll stigini frá HB.
Tað er ikki so langt síðani,
at VB fekk málleysan javn-
leik á territorinum hjá HB,
men tað má metast heilt
lítið ella rættari einki sann-
líkt, at HB skal kiksað á
heimavølli
ímóti
lítið
sannførandi klaksvíking-
unum, tá ið mest fer at
standa á.
At HB ikki skal fáa meiri
enn tvey stig afturat, um
B68 møguleikin framvegis
skal
verða
varðveittur
kemst av, at nú er neyðugt
hjá toftamonnum at fáa
fleiri stig enn HB. Eftir 2–0
sigurin á heimavølli er HB
betri í innanhýsis kapp-
ingini við B68.
Tað skal ein heilt góður
vilji at finna aðrar møgu-
leikar, enn at avgerðin um
FM heitið fer at fella, tá ið
grannarnir í Gundadali fara
at bresta saman næsta
sunnudag.
B36
eigur
heimadyst, og tí verða tað
teir í árstalsfelagnum, sum
fara at fáa áskoðarainntøk-
urnar.
Um tað fer at enda við
javnleiki, so verður HB
framvegis besta boðið upp
á FM heitið. Hjá B36 er tað
knívskorðið. Teir skulu
vinna næsta sunnudag, um
teir skulu verða meistarar.
Um tað fer at eydnast hjá
teimum at vinna, so verður
FM møguleikin stórur, tí
B36 skal í síðsta umfarin-
um til Gøtu. Tá kann støðan
gerast heilt margháttlig, um
B36 altso nú sunnudagin
fer at fáa alt ímóti HB.
Einasti møguleikin hjá GÍ
enn eina ferð at sleppa upp
í part í UEFA Cup er treyt-
aður av, at B36 verður
meistari. So sleppur GÍ upp
í part í altjóða fótbólti, tí
teir á Ólavsøku taptu
steypafinaluna ímóti B36!
Deyðbóltsstøðurnar
Ofta verður tikið til um eitt
nú íslendskan og norskan
fótbólt, at flestu málini
verða skorað í sambandi
við deyðbóltsstøður. Onkra
ferðina áður hava vit víst á,
at gongdin við lutfalsliga
nógvum málum í sambandi
við fríspark, hornaspark,
innkast og sjálvandi brots-
spark eisini hevur gjørt seg
galdandi í føroyskum fót-
bólti. Gongdin í teimum
báðum
oddadystunum
sunnudagin var gott dømi
um hetta.
Í Gundadali vórðu bæði
málini skorað eftir deyð-
bóltsstøður. Hitt fyrra eftir
hornaspark, og hitt seinna
eftir innkast.
Í Runavík vóru tvey av
trimum málum skorað í
sambandi við deyðbólts-
støður. Sjúrður Jacobsen úr
NSÍ javnaði til 1–1 eftir
hornasparksinnlegg,
og
Jens
Kristian
Hansen
stútaði sigursmálið hjá B36
– eftir hornaspark.
Í Gundadali megnaði
B68 ikki at spæla seg til
upplagdar málmøguleikar.
Teir tiltuskaðu sær fríspark
úr nett somu støðu, sum
Øssur Hansen hina ferðina
skoraði ímóti Slovenia. Øll
hildu ondini, meðan Øssur
gjørdi seg til at skjóta
sunnudagin, men so søplaði
B68 møguleikan burtur í
kombinatión, sum heilt
kiksaði, uttan at Øssur
slapp framat.
Botnurin lætti sær á
Skála fekk sunnudagin trý
stig á heimavølli ímóti VB.
Men
bjargingin
undan
aftasta plássinum er fram-
vegis fimm stig burtur. Tað
er hon, tí FS Vágar á
heimavølli
megnaði
at
vinna ímóti KÍ, sum eftir
summarsteðgin bara hevur
vunnið ímóti EB/Streymi
og Skála, og sum má metast
at hava havt eitt rættuliga
kiksað kappingarár.
At FS Vágar fekk øll
stigini ímóti KÍ, meðan VB
tapti á Skála hevur við sær,
at tað brennur ikki sørt
undir VB.
Næstniðasta
plássið er bara tvey stig
burtur.
FS Vágar
fær
sunnudagin vitjan av Skála,
meðan VB skal til Eiðis, og
í síðsta umfarinum fer VB
at fáa vitjan av B68, meðan
FS Vágar skulu spæla í
Runavík.
VB eigur útsetta avbjóð-
ing á Vágseiði ímóti GÍ.
Tann uppgerðin er ásett at
verða nú mikukvøldið. Um
VB fer at megna at fáa alt,
so verður rættuliga torført
hjá FS Vágum at sleppa
burtur av næstaftasta pláss-
inum. Um tað eydnast FS
Vágum at fáa stig nú
sunnudagin, so hevur tað
við sær, at tað undan sein-
astu umfarinum verður
greitt, at Skála næsta kapp-
ingarár verður í næstbestu
deildini.
Eysturoyggin
hevur
longu tryggjað sær nýtt
umboð í 1. deild. Leygar-
dagin flutti ÍF, sum hevur
átt mest støðuga liðið í
næstbestu deildini, upp
aftur í 1. deid, sum teir
fluttu niður úr á seinasta
leikdegnum í 1999.
Heldur ikki hesa ferð
eydnaðist tað hjá B68 at
varðveita næstbesta liðið í
2. deild í meiri enn eitt
kappingarár. Royn er flutt
upp í 2. deild, og í løtuni
bendir nógv á, at tað verð-
ur næstbesta liðið hjá HB,
sum skal spæla ímóti LÍF
ella B71, sum leygardagin
styrkti um sína støðu, um
eitt pláss í næstbestu deild-
ini.
FM heitið er komið í Gundadal
Í Havn syrgdi HB fyri, at tað framvegis verða teir, sum skulu gera av, hvar gullið skal enda
Mynd: Finnur Justinussen
Tó at B68 framvegis hevur møguleikan, so tykist spurningurin um gullið nú vera eitt mál
millum tey bæði havnarfeløgini, og B36 greiddi í so máta sína skyldu í Runavík
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16