týsdagur 23. september 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 23. september 2003
19
Við einføldum
kontraspæli var HB
greitt omaná ímóti
B68, sum ongantíð
megnaði at skipa
miðvallarspælið
soleiðis, sum teir hava
gjørt nógvu tær
undanfarnu ferðirnar
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tá ið tað mest galt um hjá
bæði HB og B68, vóru tað
toftamenninir, sum dump-
aðu við einum braki, með-
an HB stóð royndina við
einum glansi.
B68 hevði í viðførinum í
Gundadal sjey sigrar á rað,
sum fyrst og fremst vóru
vunnir, tí liðið hevði víst
sannførandi, hugflogsríkt
og álopskent miðvallar-
spæl.
HB syrgdi fyri, at B68
ætlanirnar við støði í
nógvum teimum undan-
farnu umførunum hesa ferð
duttu sundur, og so høvdu
gestirnir av Skálafjørðinum
einki at bjóða uppá. Tá ið
Birgir Sondum bríkslaði
fyri síðstu ferð, kundi stað-
festast, at B68 onga roynd
hevði havt á HB málið
burtursæð frá í 2. minutti,
tá ið Jóhan Petur Poulsen
sneiddi framvið annars
arbeiðsleysa
Bárði
Jo-
hannesen, men vinkulin úr
høgru gjørdist spískur, og
skotroyndin var lættliga
bjargað
frammanfyri
fremra stólpan.
HB hevði gjørt heimaar-
beiðið. Í ásannan av at teir í
útgangsstøðuni
neyvan
kundu spæla upp ímóti
landsliðsmonnunum á B68
miðvøllinum, royndu teir –
og tað eydnaðist væl – at
spæla uttan um og serliga
upp um sentralu mótstøðu-
menninar. Rógvi Jacobsen
og Tór–Ingar Akselsen
høvdu sum fremstu HB
menninir tyngdina, sum
skuldi til, og sum B68
álopið bara hevði ein farra
av síðstu løtuna, tá ið Øssur
Jacobsen var komin á
vøllin. Rógvi og Tór–Ingar
megnaðu at temja, varð-
veita, draga, seta ferð á og
at sleppa bóltinum akkurát,
tá ið tað skuldi gerast. Á
verjukendu miðvallarpláss-
unum
vóru
Martin
Christensen og Kári Niel-
sen bylgjabrótarar, meðan
Nicu Dogaru og serliga
Rúni Nolsøe støðugt lógu
framvið at stuðla álops-
monnunum, eftir at langar
sendingar vórðu lagdar, og
hetta hevði fleiri ferðir við
sær, at B68 verjan, sum
annars hevur verið sum
kletturin nógvu tær undan-
farnu
ferðirnar,
tóktist
kroyst, og Hans Fróði Han-
sen var ikki so sannførandi,
sum hann hevur verið
størsta partin av árinum.
Tvær
deyðbóltsstøður
vóru upprunin til tey bæði
HB málini, og álopsparið
Tór–Ingar Akselsen og
Rógvi Jacobsen vóru báðu
ferðirnar rættuliga sentralir.
Tað fyrra stútaði Rógvi
Jacobsen, tá ið eitt korter
var farið. Frísparksroynd
frá Tór–Ingar úr vinstru
varð blokerað til horna í
høgru, Tór–Ingar sendi
innfyri, og Rógvi stútaði
mitt fyri málinum í bleytum
boga mitt í málið. Støðan
var rættuliga átøk henni, tá
ið Jann Ingi Petersen hjá
B68 mánakvøldið skoraði
ímóti NSÍ. Støðan tóktist
lítið vandamikil, men bólt-
urin slapp at sigla í málið, tí
Albert Sævarsson var so
óheppin at missa fótafestið.
Tór–Ingar Akselsen skor-
aði seinna málið, tá ið ein
tími var farin. B68 verjan
var heilt óskipað, tá ið
Rógvi Jacobsen skundaði
sær at tveita innkast nakrar
metrar frammanfyri mið-
strikuna í høgru. Tór–Ingar
Akselsen megnaði at halda
Hans Fróða Hansen aftan
fyri seg, og tá ið Albert
Sævarsson kom út ímóti,
megnaði hann bara at taka
ferðina eitt sindur av bólt-
inum, sum stiklaði inn um
málstrikuna, og harvið var
tað greitt, at øll stigini fóru
at verða eftir í Gundadali.
Ongantíð undir trýsti
Fleiri ferðir fyrr í summar
hevur verið eyðsæð, at
dygdirnar í framrættaða
spælinum hjá HB hava
verið størri, enn tær hava
verið í verjupartinum. Upp-
skriftin hjá B68 átti at havt
verið at leggja trýst á aft-
astu HB ketuna, sum er
mannað við ikki skjótastu
spælarunum, men sum oft-
ast hevur staðið seg, tí har
eru tryggir bóltspælarar,
sum hava nógvar royndir.
B68 megnaði so at siga
ongantíð at kroysta Jan C.
Dam og hinar í HB verjuni.
Teir vóru avgjørdir og
sparkaðu langt, um ein ráki
av trýsti kendist. Fremstu
B68 menninir høvdu ikki
stóra tyngd, teir fingu sjáld-
an tak á støðuni, og mið-
vallararnir náddu sjáldan
fram at stuðla teimum.
Sammett við eitt nú ímóti
FS Vágum og NSÍ var B68
spælið ein skuggi av sær
sjálvum.
Fyrsta
tíman
megnaðu
teir
ikki
so
sjáldan at finna hvønn
annan, men teir høvdu ikki
framdriftina, hugflogið og
tyngdina, sum teir áður
hava havt. HB spælararnir
útstrálaðu størri vilja og
vunnu flestu nærdystirnar,
og tá ið Øssur Hansen eftir
ellivu minuttir í 2. hálvleiki
noyddist at taka seg av vál-
inum, tí lærkrikin argaði,
og HB tríggjar minuttir
seinni hevði økt til 2–0, var
spenningurin burtur.
HB hevði longu tríggjar
minuttir undan steðginum
havt gyltan møguleika at
økja til 2–0. B68 verjukiks
hevði við sær, at Tór–Ingar
Akselsne kom ígjøgnum og
varð feldur, men Albert
Sævarsson bjargaði flata
brotssparkinum hjá Rógva
Jacobsen. Eftir 2–0 málið
hevði HB fullkomuliga
tamarhald á støðuni. B68
royndi at spenna álopsbog-
an, og tað kostaði í eftir-
ansingunum, uttan at álops-
parturin fekk størri tyngd.
HB broderaði, og í snar-
álopum kundu teir havt
skorað bæði tvey og trý mál
afturat. Men fleiri ferðir
duttu teir í rangstøðu-
felluna, og onkra ferðina
bjargaði Albert Sævarsson
rættuliga væl.
Men tað mundu HB’arar-
nir á og kring vøllin einki
hava ímóti. Teir høvdu sett
B68 miðvøllin út av spæl-
inum, teir høvdu góðar
spælarar í fremstu røð, sum
megnaðu tað, ið tað er
rímuligt at rokna við, at
álopsspælarar gera, B68
hevði ongantíð megnað at
lagt trýst á HB verjuna, og
tí var 2–0 heimasigurin væl
og virðiliga uppiborin.
Dysturin í tølum
HB–B68 2–0 (1–0)
1–0: Rógvi Jacobsen 15.
2–0: Tór–Ingar Akselsen
60.
Dómari: Birgir Sondum
HB: Bárður Johannesen –
Hallur Danielsen, Jan C.
Dam, Símun Eliasen, Janus
M. Joensen – Kári Nielsen
(Bjarni Jørgensen, 79.),
Rúni
Nolsøe,
Martin
Christiansen, Nicu Dogaru
(Rókur Jespersen, 86.) –
Tór–Ingar Akselsen, Rógvi
Jacobsen
Gult kort: Martin Christ-
ensen 90.
B68: Albert Sævarsson –
Dánial Hansen, Hans Fróði
Hansen, Arnbjørn Daniel-
sen, Jákup Eli Olsen – Bogi
Petersen (Øssur Jacobsen,
74.), Jann Ingi Petersen,
Fróði Benjaminsen, Øssur
Hansen (Mannbjørn Nesá,
57.) – John Heri Dam, Jó-
han Petur Poulsen (Jákup
Djurhuus, 84.)
Gult kort: Jann Ingi Peter-
sen 21., Fróði Benjaminsen
23.
HB-B68 2-0 (1-0):
HB hevði nógv størri álops-
tyngd enn toftamenninir
Stóri trupulleikin hjá B68 var hesaferð, at miðvøllurin ongan tíð kom veruliga ígongd, og tað dugdi teir í HB at gera sær dælt av
Mynd: Finnur Justinussen
19
18
Nr. 179 - 23. september 2003
GÍ-EB/Streymur 4-4 (0-2):
Málrok í linligum dysti
Áskoðararnir fingu
nógv og góð mál í
Gøtu sunnudagin,
men hetta kundi ikki
krógva, at talan var
um dyst millum tvey
lið, sum lítið og einki
høvdu at spæla fyri
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tvær langskotsperlur frá
Súna Olsen man fara at
verða tað, sum áskoðararnir
í Sarpisgerði fara at minn-
ast frá dystinum millum GÍ
og EB/Streym sunnudagin.
Tí hóast úrslitið kundi
bent á, at talan var um
dramatiska og hendingaríka
uppgerð, so var tað ikki
hetta, sum eyðkendi dystin.
Fyrra hálvleik vóru tað
gestirnir, sum vóru omaná
leikliga. Ikki minst komst
hetta av, at eftiransingarnar
hjá gøtumonnum ikki vóru
so neyvar, sum tær ivaleyst
høvdu verið, um meira enn
eitt pláss í miðjuni stóð upp
á spæl. Møguleikar spurd-
ust eisini burturúr, men tað
var tó eftir eitt GÍ-álop, at
hol kom á. Gestirnir vóru
skjótir avstað í kontra, har
Magni á Lakjuni slapp
leysur, og tá hann so spældi
inn til Sorin Anghel skuldi
hesin at kalla bert rulla
bóltin í netið.
Nakað seinni spurdist
brotsspark
burturúr,
tá
hornaspark
varð
sent
innfyri. Gøtumenn vóru
annars ónøgdir um, at
hornasparkið
yvirhøvur
varð dømt, og ónøgdin var
ikki minni, tá brotsspark
varð dømt, tí ein gøtumaður
skuldi hava nýtt armin.
Hvussu var og ikki, so
var Anghel eirindaleysur, tá
hann skeyt úr 11 metrum,
og við leiðsluni sum førn-
ingi kundu teir hjá EB/-
Streymi róliga fara til
hálvleiks.
Mistu takið
Og leingi bendi alt á, at
talan skuldi gerast um sigur
til EB/Streym. Gaman í
minkaði Súni Olsen við
einum framúr langskoti,
men løtu seinni førdu tvey
merkisverd mál til, at
støðan var 4-1 til gestirnar.
Fyrru
ferðina
skuldi
Marek senda fríspark av
nærum miðjum vølli. Iva-
leyst ætlaði pólendingurin
at senda bóltin innfyri, og í
øllum førum roknaði Hall-
ur Hansen í Gøtu-málinum
við hesum. Men saman við
skotinum kom ein ógvuslig
hvirla og lyfti bóltin høgt í
málið, meðan Hallur bara
kundi hyggja at.
Fjórða málið má GÍ-mál-
verjin tó taka á sín kappa.
Eingin vandi tóktist vera á
ferð, tá bólturin varð sendur
innfyri, men onkursvegna
misti málverjin aftur um
seg, og so kundi Sorin
Anghel uttan stórvegis
hóvasták skjóta sítt triðja
mál í dystinum.
Og tað var so tað mundu
tey flestu halda. Men GÍ
vildi tað kortini øðrvísi.
Seinastu 20 minuttirnar ella
so funnu teir nakað av
press-spælinum, sum áður
hevur eyðkent liðið, fram,
og tá teir hjá EB/Streymi so
ikki løgdu nóg nógv fyri í
verjupartinum, fall revs-
ingin. At Bárður Olsen sá
sítt seinna gula kort stutt
eftir at Gidek hevði minkað
um munin, betraði ikki um
fyritreytirnar, og so setti GÍ
av álvara ferð á.
Súni Olsen gav enn eitt
dømi um framúr sparki-
teknikkin, tá hann úr 25
metrum meddaði eftir mál-
inum. Skotið var gott, men
av tvørstongini stakk tað
niður á Gunnar á Steig í
málinum og so inn í málið.
Og móti dystarenda kom
so útjavningin. Krzystof
Popczynski royndi seg við
stútara, og tá Gunnar bert
fekk hálvbjargað hesum,
var Bartal Eliasen rætti
maðurin á rætta staðnum,
og sum so oftani fyrr, so
sendi hann við høvdinum
bóltin í málið.
Tvístøða?
Fagnaðurin um málið var
sjálvandi stórur, men tað
skerst ikki burtur, at hjá GÍ
hevur tað verið væl minni
at fegnast um í ár, enn tað
vanliga plagar at vera har
um leiðir.
Í landskappingini er liðið
í einum ongamannalandið,
har tað hvørki verður fuglur
ella fiskur, men vónin fyri
europeiskum fótbólti livir
tó enn. Hetta hendir, um
B36 gerst føroyameistari,
men skal hetta bera til,
skulu tvinnir lutir uppfyll-
ast. Fyrst og fremst skal
B36 vinna grannauppgerð-
ina ímóti HB, og so skal
árstalsfelagið vinna sein-
asta dystin á árinum. Hesin
er í Gøtu, og har plagar B36
vanliga at hava tað sera
trupult...
Hjá EB/Streymi er støð-
an á leið tann sama, skilt
soleiðis, at liðið hvørki fer
niður, ella verður partur av
oddastríðnum. Men einki er
at ivast í, at hetta eru teir á
samansetta liðnum munin
fegnari um, enn gøtumenn
eru um sína støðu. Og enn
kann EB/Streymur klintra
longur upp. Eftirverandi
dystirnir eru ímóti VB og
Skála, og á pappírinum áttu
møguleikarnir fyri stigum í
øllum førum at verið góðir í
hesum uppgerðum.
Dysturin í tølum
GÍ-EB/Streymur 4-4 (0-2)
0-1: Sorin Anghel
0-2: Sorin Anghel (br.)
1-2: Súni Olsen
1-3: Marek Wierzbicki
1-4: Sorin Anghel
2-4: Zdzislaw Janik
3-4: Súni Olsen
4-4: Bartal Eliasen
Einki veiggj var í vág-
bingum í 1. hálvleiki,
og tá ið teir í seinna
umfarinum royndu at
taka seg saman, megn-
aðu teir ikki at spæla
seg til upplagdar
møguleikar
SKÁLA–VB
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Endiliga eydnaðist tað hjá
Skála. Eftir tap omaná tap
síðani heimasigurin á FS
Vágum 2. juli, eydnaðist
tað at fáa fult, tá ið vág-
bingar vitjaðu.
Í útgangsstøðuni hevði
Skála fimm á miðvøllinum,
meðan Jónhard Frederiks-
berg var einsamallur í frem-
stu røð. Skálamenn fingu
nógv pláss at spæla á, og
serliga í 1. hálvleiki vóru teir
greitt omaná. Vágbingarnir
vóru eisini væl mannaðir á
miðvøllinum, men teir vóru
sera tamir. Teir góvu heima-
monnunum
heilt
langar
teymar, um tað yvirhøvur ber
til at tosa um teymar í hesum
sambandinum, og teir ar-
beiddu ikki nógv. Tað tóktist,
sum um hugurin at spæla ikki
var nakar serligur, og harvið
kundi tað bent á, at miseydn-
að kappingarár líka sum var
lagt afturum, áðrenn tað átti
at havt verið tað.
Skála skoraði eitt mál, tá
ið fyrra umfarið var gott og
væl hálvrunnið. Tað vísti
seg at verða sigursmálið.
Julian Floresco var meistari
fyri málinum. Hann setti
álop í gongd aftarlaga í
vinstru, Hanus Thorleifsson
á miðvøllinum sendi út aftur
í borði, har Julian var komin
langt fram, hann var púra
leysur, megnaði at draga inn
í brotsteigin, og smekkaði
flatt í handara síðunetið.
Skála spældi seg til fleiri
aðrar
møguleikar,
men
Bjarni Johansen var sum
ikki eina ferð knassi í VB
málinum, og so vóru skála-
menninir enn eina ferð ikki
nóg avgjørdir, tá ið teir
høvdu komið sær í góðar
støður í brotsteiginum hjá
mótstøðumonnunum.
VB hevði onga skotroynd
ímóti mótstøðumálinum í
1. hálvleiki. Dan Djurhuus
legði eina ferð innfyri.
Eingin vandi var á ferð,
men tað kundihavt verið
heilt álvarsamt hjá heima-
liðnum, um onkur mót-
støðumaður hevði verið
nóg vakin, tá ið Eugen
Voda, sum var komin aftur í
Skála málið at standa, fór
skeivur av innlegginum.
Bjargaðu á strikuni
Eftir steðgin var viljin størri í
VB avrikinum. Vágbingarnir
fóru við størri hugi í nær-
dystirnar, og teir komu ikki
so sjáldan í nánd av brots-
teiginum
hjá
mótstøðu-
monnunum.
Royndirnar
ímóti málinum eftur uppspæl
vóru fáar og smáar, men
onkrar ferðirnar var tað eitt
sindur vandamikið í sam-
bandi við fríspørk og horna-
spørk. Tvær ferðir fingu
vágbingar bóltin inn um
málverjan, men á strikuni
bjargaði Ronni Hansen, eftir
at fremstu VB menninir,
Brian Andersen og Birgir
Jørgensen, høvdu roynt seg.
Skála hevði eisini sínar
møguleikar, men úrtøkan
var, sum hon plagar at vera.
Tað kundu bæði Alexander
Johansen og Bogi Greger-
sen skriva undir uppá hesa
ferð.
Eftir at FS Vágar fekk trý
stig, eru vágbingar komnir í
støðu, sum eigur at bera við
sær, at teir tvær tær næstu
ferðirnar fara at stríðast fyri
at sleppa undan endaspæli.
Teir skulu til Eiðis, áðrenn
teir runda av á heimavølli
ímóti B68. Um Skála vinnur
bæði í 17. og í 18. umfarin-
um, so fara teir ivaleyst at
lyfta sær upp á næstaftasta
plássið. Lykladysturin verð-
ur nú sunnudagin í Miðvági,
áðrenn Skála fær vitjan av
EB/Streymi.
Um
Skála
vinnur ímóti FS Vágum
kunnu teir bjarga sær við
sigri á heimavølli ímóti EB/-
Streymi, um FS Vágar ikki
megnar meiri enn javnleik í
Runavík.
Niklas á Líðarenda var
uppmaður á Skála, har lík-
indini vóru sum allar aðra
staðni. Mest merkisvert við
dómaranum var tað, tá ið
luftin í 1. hálvleiki fór úr hon-
um. Eftir at hann hevði
bríkslað fyri frísparki til VB,
smekkaði ein skálamaður til
bóltin, sum rakti í krovið á
dómaranum, ið small um.
Men bara eina lítla løtu, so
var hann á fótum aftur og
røkti uppgávuna alla tíðina.
Skála–VB 1–0 (1–0)
1–0: Julian Floresco
Dómari: Niklas á Líðar-
enda
Endiliga eydnaðist tað hjá Skála
C
M
Y
K
18