Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 23. september 2003 23 Hóast KÍ í løtum sýndi stórspæl, so kláraðu teir ikki at gera sær dælt av leikligu yvirvágini. Vágamenn vóru stinnari at fáa mál burtur úr sínum opnu møguleikum, og at enda gjørdu teir eisini eitt mál fyri klaksvíkingar FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var fyri tað mesta gott fótbóltsspæl á skránni, tá ið FS Vágar og KÍ spældu í nógva vindinum í Miðvági sunnudagin. Hóast umstøðurnar ikki vóru av teimum bestu, vóru klaksvíkingar rættiliga í hopla fyrsta hálva tíman av dystinum. Spælið gekk væl kring allan vøllin, teir vunnu nærdystirnar ímóti teimum sperdu vágamonn- unum, og teir broderaðu seg ferð eftir ferð í gjøgn- um vágaverjuna. Men eitt manglaði. Og tað er tað, sum hevur mesta at siga í einum fótbólts- dysti. Málini. Hóast KÍ hevði eina ør- grynnu av royndum og fleiri opnar kjansir, so fingu teir ikki bóltin í vága- kassan, hvussu teir so enn royndu. Fyrsta hálva tíman var tað líka við, at bólturin fleyg um oyruni á málverja og verjuspælarum, men inn fór bólturin ikki. Fleiri ferðir vóru hornaspørkini og innleggini nask, men avgerandi fóturin var ikki til staðar hendan dagin, hó- ast KÍ hevur toppskjúttin í landskappingini á sínum liði. FS Vágar vaknaði Seinasta korterið av fyrra hálvleiki vildu vágamenn sleppa upp í part, og hóast teirra spæla langt frá var so flótandi sum hjá gestunum, so vóru teir vandamiklir. Teir fangaðu fleiri ferðir KÍ-verjuna langt frammi á vølllinum, og Birgir Joen- sen, sum dugdi væl at temja og venda sær, skapti vanda- støður. Clayton Soares og Birgir Joensen høvdu góðar møguleikar at leggja FS Vágar á odda, men Karstin Joensen í KÍ-málinum stóð sera væl. Hann var tó prísgivin í eina førinum. Birgir Joen- sen longdi bólt við høvd- inum til Jens Erik, sum dróg nakað fram í vinstru síðu, hann legði flatt innfyri til Clayton Soares, sum stýrdi bóltin í málið við fremru stong. Aftaná stóra KÍ-trýstið fyrsta partin av dystinum, vóru tað nú vágamenn, sum vóru á odda, og sum høvdu havt kjansir til fleiri mál. Vandi á ferð Í seinna hálvleiki var KÍ aftur leikliga omaná, og kjansirnir vóru eisini fleiri í tali. Hjalgrím Elttør var spældur blankur, men vága- maður fekk sparkað burtur, tá hann sendi fram við málmanninum. Fleiri aðrar vandastøður vóru frammanfyri málið hjá FS Vágum, men enn einaferð manglaðu gestirnir at fáa avgerandi skotið á bóltin. Seinastu 10 minuttirnar tveittu klaksvíkingar alt fram fyri at javna, men tað skapti eisini møguleikar til vágamenn. Og tað var FS Vágar, sum enn einaferð skoraði. Birgir Joensen varð spældur leysur í vinstru, hann dróg móti málinum og sendi fram við KÍ-málverjanum til 2-0. Tá vóru bara einir fimm minuttir eftir at spæla. Løtu seinni var aftur galið í KÍ-verjuni, eftir at liðið misti bóltin á veg fram á vøllin. Málverji og verja fingu ikki bóltin burtur, og so endaði drúgva støðan í brotsteiginum við, at Clay- ton Soares sendi í máli úr stuttari fjarstøðu. Skoraðu fyri KÍ Nú var 3-0 til FS Vágar, og tað gav skeiva mynd av dystinum, har gestirnir eisini høvdu stórar kjansir, og allatíðina høvdu leikliga yvirvág. Í yvirtíðini hjá dómaran- um fekk KÍ eitt mál, men tað máttu vágamenn gera fyri teir. Ein høgur bóltur var sendur innfyri, og tað endaði við, at Ári Thomas- sen sendi í egið mál við høvdinum. Lítla løtu seinni hevði Aleksander Djordjevic, sum var sendur fram sein- astu løtuna, gyltan møgu- leika at minka meira um munin, men úr fimm metr- um stútaði hann á mál- verjan. Tað endaði tí við, at vágamenn fingu sín fyrsta heimasigur í ár, og teir vóru teir sera fegnir um. Teir eru framvegis næstniðast, men hava møguleikan at fáa VB aftur í seinastu tveimum umførunum. Klaksvíkingar kundu havt spælt seg í eina góða støðu undan dystinum ímóti NSÍ sunnudagin, men við heilkiksaranum í Vág- um hava teir helst spilt sín seinasta møguleika fyri at fáa nakað líkinda úrslit burturúr hesum kappingar- árinum. FSV-KÍ 3-1 (1-0) 1-0: Clayton Soares 2-0: Birgir Joensen 3-0: Clayton Soares 3-1: sjálvmál FS Vágar: Jákup Joensen – Jógvan Hendrik Samuel- sen, Jack Johansen, Albert Ari Thomassen , Silva – Sjúrður Ellefsen, Rói Ár- ting, Ruslan Screlea, Jens Erik Rasmussen – Birgir Joensen, Clayton Soares KÍ: Karstin Joensen – Leon Bjartalíð, Jan Andreassen, Aleksandar Djordjevic, Harley Bertholdsen – Arnold Joensen, Allan Joensen, Atli Danielsen, Eyðun Klakstein (Fríðin Ziskason, 62.) – Hjalgrím Elttør, Jacob Bymar Dómari: Eiler Rasmussen FS Vágar-KÍ 3-1 (1-0): Vágamenn dugdu at gera mál KÍ hevði bóltin nógv, og teir skaptu nógvar møguleikar, men vágamenn vóru munin hvassari framman fyri málinum 23 22 Nr. 179 - 23. september 2003 Bæði í triðju og fimtu deild eydnaðist Royn at flyta upp hetta kappingarárið UPPFLYTING Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fótbóltshýrurin í Hvalba er í topp í hesum døgum. Fyri góðari viku síðani tryggjaði besta liðið í bygdini sær uppflyting, tá tað stóð greitt, at einki av mótstøðu- liðunum hevði møguleikan at taka tey aftur. Royn tapti tá annars sín fyrsta dyst á árinum, tá GÍ vann 2-1 í Hvalba. Hetta bilti tó millum lítið og einki, tí EB/Streymur, sum undan hesum var næst- fremst, tapti við fýra mál- um móti einum ímóti HB. Við hesum stóð greitt, at Royn komandi árið skal spæla í aðru deild, og um vikuskiftið fekk fótbólts- hýrurin í bygdini enn eitt spark uppeftir. Í fimtu deild hevði Royn nevnliga vunn- ið seg fram til finaluna, og tá hendan so skuldi spælast ímóti grannunum av Tvør- oyri, so kundi spenningurin neyvan verið størri enn tað sama. Finalan varð leikt á Krossinum í Sumba, og her stóð skjótt greitt, at tað vóru hvalbingarnir, sum vóru teir stinnaru. Fimta deild er ofta mannað við leikarum, sum hava havt eina fortíð í ovaru deild- unum, og hjá Royn var tað Vilmund Michelsen, sum var stóra hetjan hendan dagin. Hann hevur annars eisini skotið mál fyri TB í sínari tíð, men nú er tað so aftur Royn, sum hevur gleðina av máltevinum, sum hann sýndi tvær ferðir hendan dagin. Hartil skeyt Jákup Midjord eisini eitt mál, soleiðis at talan sam- anlagt gjørdist um greiðan 3-0 sigur til Royn, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 2-0 til Royn. Hvalbingar stevna beint uppeftir Hvalbingar hava havt eitt gott fótbóltsár í ár. Í triðju deild hevur liðið verið mest sum einaráðandi, og um vikuskiftið eydnaðist eisini fimtu deild at vinna sína kapping Mynd: Áki Bertholdsen Á heimavølli tryggj- aðu fuglfirðingar sær uppflyting til 1. deild, og tað var ongan tíð ivi um, hvør skuldi vinna dystin, tá AB var á vitjan 2. DEILD Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað var eingin slingur í valsinum. Áskoðarafjøldin var størri í Fuglafirði leyg- ardagin, enn hon plagar at vera, og Sigfríður Clement- sen og hansara menn sviku ikki. Áskoðararnir tevjaðu 1. deild, og hálvan tíma eftir fyrsta bríksl var tað greitt, at ÍF næsta kappingarár verður aftur í fremstu røð, eftir at fremsta fóbóltsfelagið í Eysturoy í seksti og sjeyti árunum hesi seinastu árini hevur staðið heilt í skugg- anum av fimm ella seks øðrum feløgum í oynni. AB hevði lítið at siga fyrsta hálva tíman, tá ið ÍF skoraði trý mál, sum øll vóru rættuliga góð. Høgni Zachariasen, sum hevur ment seg heilt nógv í hesum kappingarárinum, legði upp til tað fyrsta og skoraði sjálvur tað næsta. Í fyrra førinum legði hann innfyri úr vinstru til liðformannin, Eyðolv R. Petersen, sum úr eitt sindur spískum fluktaði framvið Egini Høgnesen í AB málinum, og í seinna førinum sneiddi miðvallarin framvið trimum ella fýra mótstøðumonnum, áðrenn hann úr ellivu metrum setti framvið málverjanum og umvegis stólpan skoraði til 2–0. ÍF stóð hesa løtuna á øll- um, og Eyðolvur R. Peter- sen setti punktum fyri mál- skjótingini hjá heima- liðnum. Eyðun Rygshamar spældi hann leysan í høgru, skjóti síðuspælarin megn- aði at halda verjuspælaran aftanfyri seg, og tá ið mál- verjin kom út ímóti lyfti hann upp um hann og í málið. Eftir steðgin tóktist tað sum um fuglfirðingarnir á og kring vøllin mest hugs- aðu um at bíða eftir síðsta bríkslinum. Jan B. Jørgen- sen, sum í síni tíð var í NSÍ álopinum, og sum í fjør hjálpti fuglfirðingum, pynt- aði um úrslitið fyri AB, ið hevur ásannað, at teir í hvussu so er eitt ár afturat mugu vera í næstbestu deildini. Málið fekk Jan, eftir at Fróði Poulsen í ÍF málinum í fyrstu atløgu hevði hálvbjargað skot- roynd. ÍF hevur vunnið næst- bestu deildina, men teir ætla sær at taka tær báðu uppgávurnar, sum standa fyri framman, í tí álvara, sum teir halda, at teir sjálv- ir, viðhaldsfólkini og ikki minst hini liðini í 2. deild mugu rokna við, at teir gera. Leygardagin skulu teir til Leirvíkar, har LÍF stríðist fyri lívinum, og so fara teir á heimavølli at runda av ímóti Sumba, sum framvegis hevur møguleika at røkka næstfremsta pláss- inum og harvið endaspæl- inum um eitt pláss í bestu deildini. AB eigur VB á heima- vølli og KÍ á útivølli. Takið hjá argjamonnum er at halda hesum báðum feløg- unum aftanfyri seg á saml- aðu støðutalvuni. Dysturin í tølum ÍF–AB 3–1 (3–0) 1–0: Eyðolvur R. Petersen 2–0: Høgni Zachariasen 3–0: Eyðolvur R.Petersen 3–1: Jan B. Jørgensen Eftir dystin var frøin á leikarum og viðhaldsfólkum sjálvsagt ovurstór. ÍF hevur nú aftur lið í bestu føroysku mansdeildini í fótbólti ÍF-AB 3-1 (3-1): ÍF brúkti hálvan tíma C M Y K 22