Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 23. september 2003 25 kom av álvara lív í mongu áskoðararnar, sum høvdu treiskast veðrinum. Og tað hevði neyvan verið heilt forgjørt, um NSÍ eisini fekk sigursmálið. Nærmast vóru teir við, tá Karsten From fekk bóltin framvið Trónda Vatnhamar, men Pól Thorsteinsson hevði sæð vandan og fekk sparkað burtur, áðrenn bólturin hoppaði inn. Og so bleiv tað ístaðin B36, sum avgjørdi. Eftir eitt av fáu gjøgnumspældu álopunum í seinna hálv- leiki royndi John Petersen seg við einum skoti. Jens Martin fekk bjargað út til horna, men tá hetta varð sent innfyri, var lands- liðsmálverjin prísgivin. Við nærmaru stong var Jens Kristian Hansen hægstur, og við einum hørðum stútara fann hann vegin fram til meskarnar, og so var fagnaðurin á hvítu monnunum stórur. Nakrir minuttir vóru enn eftir at spæla, men tað var tó, sum um krútið hjá NSÍ var uppbrúkt, og so kundu bæði leikarar og við- haldsfólk hjá B36 fagnast, meðan heimafólkið bara mátti ásanna, at tað heldur ikki skuldi vera í ár, at NSÍ vann seg heilt upp á fremstu rók. Mental yvirvág Og tá alt kemur til alt, so hevur NSÍ heldur ikki havt neyðugu styrkina til at leggja seg heilt í oddin. Liðið hevur seinnu árini ment seg til eitt av teimum fremstu í landinum, og tað er neyvan nakar, sum ivast í fótbóltsligu dygdunum hjá liðnum. Størsti trupulleikin tykist heldur ikki vera hesar, men harafturímóti sálarliga styrkin hjá liðnum. Skulu gullmerki vinnast, so hend- ir hetta ikki uttan so, at leikararnir eisini sálarliga er førir fyri tí. Eitt hugtak, sum at »tora at vera best« er nærliggjandi at taka til í hesum, og helst er tað her, at trupulleikin er. Í teimum dystum, har tað veruliga hevur staðið nakað upp á spæl, hava runavíkingarnir mest sum hvørja ferð verið ov stuttir, og at bara tvey stig eru fingin til høldar móti hinum trimum odda- liðunum merkist, tá støðan verður gjørd upp. Her tykist støðan hjá B36 vera júst hin øvugta. Størstu trupulleikarnir hjá liðnum hava verið móti teimum á pappírinum veik- aru liðunum. Kanska eitt tekin um, at menninir ikki duga at seta seg nóg væl upp til hesar dystir, og eisini nakað, sum hevur fingið fólk at tosa um eina mettu millum mongu stjørnunøvnini. Hinvegin hevur liðið staðið sera sterkt í »stóru« dystunum. Tá teir vóru um at dragna í fyrru hálvu, vann liðið sjey dystir upp í slag, og eftir eina vánaliga byrjan upp á seinnu hálvu tykist gongd- in nú aftur vera hin sama. Hetta er í øllum førum nakað, sum ber boð um mentala styrki. Og ikki minst, so tykjast teir royndu spælararnir at finna sítt besta fram, tá mest stendur á. Eitt nú John Petersen, sum neyvan hevur arbeitt meira enn tað sama, meðan Allan Mørk- øre, Pól Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen allir vóru við í tí allar mesta av tí, sum B36 sýndi. Um hetta er nóg mikið til gull, fer bert tíðin at vísa, men í øllum førum hevur B36 enn møguleikan at gera hetta av. Og avgerðin kundi neyvan verið betri løgd til rættis í so máta. Slagið um Havnina verður nevnliga eisini slagið um gullið, har vinnarin stendur við øllum trumfunum. Utt- an iva ein sannur gloypibiti fyri tey, sum ynskja drama- tikk og spenning, og so plagar veðrið í Gundadali eisini at vera gott, tá grannauppgerðirnar eru á skránni. Allan Mørkøre er ivaleysur í, at tað er eitt greitt styrkistekin hjá B36, at liðið nú tvær ferðir hevur vunnið seg heilt fram móti oddinum LEIKARAPRÁT Jákup Mørk Hóast teir tvær ferðir í árinum hava tókst tveitt allar møguleikar fyri borð, so er B36 framvegis partur av oddastríðnum. Ein so- mikið stórur partur, at teir enn hava møguleikan at avgera alt sjálvir við tveim- um sigrum í teimum báðum seinastu dystunum. Eftir dystin í Runavík, sum tryggjaði teimum framhaldandi møguleika fyri hesum hittu vit Allan Mørkøre, og hann helt fyri, at hetta var nakað sum vitnaði um sálarligu styrk- ina á liðnum. - Sjálvur haldi eg, at hetta avgjørt er nakað, sum hevur prógvað styrkina á liðnum. Vit hava tvær ferðir hava reist okkum eftir nøkur minni sannførandi avrik, og seinastu báðar dystirnar hava vit eisini sýnt stóra styrki. Móti FS Vágum gekk illa, og teir javnaðu, men kortini vunnu vit, og eisini í dag megna vit at seta trumf á, tá hinir hava takið. Vit hava allir staðið sum ein maður, tá mest hevur staðið á, og tað hevur givið úrslit, sigur Allan. Gleðir seg Og at hetta fyribils hevur givið tað úrslit, at B36 nú stendur fyri eini FM-finalu ímóti grannunum úr HB, er heilt avgjørt nakað, sum royndi leikarin fegnast um. - Tað eru júst útlitini til slíkar dystir, sum gera, at tú tímir at halda á við venjing- ini. Og at tað júst skal vera ímóti HB hesaferð ger tað bara eyka stuttligt. Tað er so einki at ivast í, at karmarnir verða perfektir til dystin, og so er tað bara upp til leikararnar at gera sítt ítarsta. At tað verður stuttligt, tað ivist eg ikki í, sigur Allan Mørkøre at enda. Runavíkingar megn- aðu í alt ov lítlan mun at fáa stig móti hin- um oddaliðunum, og Jens Martin Knudsen heldur, at hetta ikki bert kom av óhepni LEIKARAPRÁT Jákup Mørk Tað er eingin loyna, at tað eru toppdystirnir, sum hava kostað NSÍ eina plasering heilt frammi í oddinum. Móti HB, B36 og B68 eru bert tvey stig komin til høldar, og tó at tey flestu av ætlaðu stigunum eru fingin ímóti hinum, so hevur stigamissurin í toppinum verið ov stórur. Ikki minst, tí talan tá ofta hevur verið um sokallaðu seks-stiga dystirnar. Eftir dystin móti B36 fingu vit orðið á Jens Mart- in Knudsen, og hann var eisini skótur at staðfesta, at hann og liðfelagarnir høvdu verið ov stuttir. - Vit kunnu so í øllum førum staðfesta, at vit ikki verða meistarar í ár, og orsøkin er eingin loyna. Vit hava snøgt sagt ikki verið nóg góðir, tá stóru dystirnir hava verið á skránni, og tað hava vit ikki ráð til. Tá tú sigur nóg góðir. Hugsar tú tá um tað leikliga, ella er tað eisini um sálarliga partin av spæl- inum? - Tað vil so altíð vera ein blanding av báðum. Men tekur tú dystin í dag, so eru teir hjá B36 munandi meira effektivir. Teir skora, tá teir hava møguleikan til tað, og tað er so sanniliga eisini ein dygd, heldur málverjin. Á rættari leið Men hóast omanfyristand- andi útsøgn, so tykist Jens Martin Knudsen bjart- skygdur, tá tosað verður um framtíðina og møguleikan fyri, at NSÍ aftur næsta ár kann blanda seg í oddinum. - Akkurát nú eru vit sjálvandi vónbrotnir. Vit hava havt møguleikan í ár, men tað gekk so ikki. Men hinvegin, so vita vit av, at hetta er nakað, sum tekur tíð. Felagið hevur sett sær sum mál at etablera seg í oddinum, og tað er ikki nakað, sum gerst eftir einum ári. Vit eru í øllum førum á rættari leið, og fyrr ella seinna, so fer tað at bragda, sigur Jens Martin Knudsen at enda. Dysturin í tølum NSÍ-B36 1-2 (0-1) 0-1: Jákup á Borg, 21 1-1: Sjúrður Jacobsen, 69 1-2: Jens Kristian Hansen, 88 Dómari: Lassin Isaksen. Hevði alla tíðina eitt gott tak á dystinum, og tó at leikararnir ikki altíð vóru samdir í dømingini, so tóktist hetta ongantíð at nerva løgdu linjuna. NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjólvur Nielsen (Áki L. Hansen, 87), Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen – Jústines R. Hansen (Gert Lang- gaard, 66), Ian Højgaard, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen – Sonni L. Petersen (Rúni R. Rasmussen, 88), Karsten From Gult kort: eingin B36: Tróndur Vatnhamar – Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Rúni Elttør, Sverrir Kjærbo – Niels Joensen, Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen – John Petersen, Jákup á Borg (Bergur Midjord, 88), Heðin á Lakjuni (Bogi Hermansen, 90) Gult kort: Klæmint Matras, 77, Heðin á Lakjuni, 80 Ov stuttir - Vit hava snøgt sagt ikki verið nóg góðir, tá stóru dystirnir hava verið á skránni, sigur Jens Martin Knudsen Standa saman - Vit hava allir staðið sum ein maður, tá mest hevur staðið á, og tað hevur givið úrslit, sigur Allan Mørkøre 25 24 Nr. 179 - 23. september 2003 Runavíkingar meld- aðu seg endaliga úr FM-stríðnum, tá teir á heimavølli máttu lúta fyri B36, og nú tykist gullið verða ein spurningur millum tey bæði høvuðsstað- arliðini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Hóast vánaligar umstøður, so royndu NSÍ og B36 at spæla nakað, sum líktist einum góðum fótbóltsdysti við Løkin í Runavík sunnu- dagin. Vindurin var nógvur, og tó at Svangaskarð lívdi nakað fyri vestanættini, so var kanska frygtandi, at talan fór at verða um ein av teimum dystunum, har liðini bara sparkaðu undan ella ímóti vindinum, heldur enn at spæla. Miðvøllurin avgerandi Men tíbetur var hetta ikki tað, sum hendi. Frá fyrsta bríksli tóktist tað hinvegin, sum um liðini bæði royndu at halda bóltinum á jørðini í mest møguligan mun. Og hartil var eisini greitt, at bæði liðini løgdu nógv fyri í royndunum at vinna. Gestirinir, tí teir við einum sigri møguliga kundu leggja seg á odda, og í øll- um førum halda fast í møguleikanum fyri gullin- um. Heimaliðið, tí teir framvegis jagstra møgu- leikan fyri altjóða bólti komandi ár, og ikki minst tí eitt møguligt gullmerki til B36 nærum er tað ringasta, sum kann henda fyri NSÍ í so máta. Hetta tí tað tá verður GÍ, sum fær UEFA- plássið í steypakappingini, og tí eitt triðja pláss tá bert gevur Toto-bólt, meðan eitt fjórða pláss ikki gevur nakað sum helst. Og tað vóru kanska eisini runavíkignarnir, sum trýstu meira fyrstu løtuna. Sum vant, so royndu teir at spjaða bóltin út í síðurnar, har ferðmiklu spælararnir so skuldu syrgja fyri neyð- ugu innleggunum. Men tað var tó skjótt, at B36 fekk rætta takið á teimum her. Ikki minst tí teir í Allan Mørkøre og Sverrir Kjærbo høvdu tveir sera væl upp- lagdar bakkar, og so tóktist kompakti trý-manna mið- vøllurin hjá gestunum eis- ini at fanga fleiri bóltar enn tann hjá runavíkingunum. Serliga viðvirkaði hetta seinasta til, at spælið hjá havnarliðnum tóktist væl meira skipað fyrstu trý korterini. Spakuliga eydn- aðist eisini at fáa alt fleiri gjøgnumbrot í lag, og tað lá líkasum í luftini, at skuldi eitt mál koma, so blivu tað nokk gestirnir, sum fingu hetta. Og soleiðis varð eisini, men tá hetta kom, so mundu gestirnir tó iðra seg um mistøkini, sum førdu til hetta. Eitt innkast til NSÍ varð tikið dekan ov skjótt, og meðan runavíkingar vóru á veg fram, eydnaðist Niels Joensen at fáa fatur á bóltinum. Hann sendi alt fyri eitt John Petersen av- stað, og eftir at hann hevði strítt seg framvið Messias, sendi hann flatt til Jákup á Borg, sum við einum sera knøppum skoti avgreiddi í málið. Og restina av hálvleikin- um, so var tað sum um, at hetta málið hevði skilt part- arnar. Soleiðis at skilja at B36 nú fekk nógv betri frið yvir sítt spæl. Teir høvdu tol at lata bóltin koyra runt, og tó at tað ikki gjørdist talan um so øgiligar møgu- leikar, so megnaðu teir at halda NSÍ mest sum heilt burtur frá slíkum. Einasta undantakið var, tá Jónstein Petersen úr 30 metrum smekkaði til undan vindin- um, men í evstu løtu fekk verjuleikari ruddað, eftir at Tróndur Vatnhamar bert fekk hálvbjargað skotinum. Góvu tað seinasta Við vindinum í rygginum seinastu trý korterini var kanska væntandi, at B36 nú fór at seta seg á dystin, men soleiðis gjørdist ikki. Als ikki. Runavíkingar mundu í steðginum hava gjørt upp við seg sjálvar, at hetta var teirra seinasti møguleiki, og tí tóktust teir nú offra alt. Við einum uppskrúv- aðum tempospælið bleiv bólturin mest sum trýstur niðan eftir vøllinum, og fleiri ferðir vóru gestirnir um ein háls av ágangandi vespunum. Hartil framdi B36 nú eina deyðssynd, tá teir løgdu seg alt ov langt aftur á vøllin. Ivalest í eini roynd at halda NSÍ frá alt ov nógvum møguleikum, men ein avleiðing varð í øllum førum, at gestirnir nú í alt ov lítlan mun megnaðu at spæla seg undan trýstin- um. Fleiri ferðir lógu runa- víkingarnir framvið, og eftir eitt hornaspark fekk NSÍ eisini løn fyri stríðið. Bólturin varð sendur tætt undir málið, og tó at fleiri mans royndu at beina vand- an burtur, so endaði alt við, at Sjúrður Jacobsen fekk pilkað bóltin inn, og so NSÍ-B36 1-2 (0-1): Finalan verður í Havn Óli Hansen og Messias Perreira høvdu oftani trupulleikar av John Petersen, sum framdi eitt óvanliga stórt arbeiðsavrik sunnudagin C M Y K 24