Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 23. september 2003 27 27 26 Nr. 179 - 23. september 2003 B71-KÍ 6-0 (4-0): B71 fer ongan veg Við stórsigri móti KÍ togaðu sandoyingar seg upp um leirvík- ingar í stríðnum um at sleppa undan upp- og niðurflytingardyst- unum 2. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ikki við mýkindum at B71 tók ímóti KÍ leygar- dagin. Her var annars talan um tvey lið, sum á hvør sín hátt hava gjørt spádómun- um undan kappingarárinum fyri skommum. Ikki minst hevur árið ver- ið hugaligt hjá klaksvíking- um, sum vanliga liggja tungt í deildini, men sum í ár fyri tað mesta hava hildið seg omanfyri miðjuna. Hjá B71 hevur støðan hinvegin verið júst tann øvugta. Liðið varð undan árinum spátt ein leiklut í oddastríðnum í deildini, men ístaðin hevur talan fyri tað allar mesta verið um botnstríð. Men leygardagin lætti B71 sær á í hesum sam- bandi. Ikki minni enn 6-0 vunnu teir á klaksvíkingum, sum ivaleyst eisini er farnir at merkja týdningin av strik- uni, sum hevur við sær, at liðið ikki longur kann læna leikarar av besta liðnum. Longu fyri steðgin stóð 4- 0 til heimaliðið, og so var bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Tvær ferðir afturat megnaði heimaliðið at seta bóltin í kassan, og við hesm lyftu teir seg eitt stig upp um LÍF í dystinum um at sleppa av níggjunda plássinum. Málini hjá B71 skutu Eli Hentze (2), Jónsven Thom- sen (2), Tummas Pauli Ol- sen og Hanus Clementsen. Tó at liðið nú slapp eitt pláss upp, so eru allar súður ikki syftar enn. Munurin er bara eitt stig, og tað merkir, at tað helst skal okkurt stig- ið afturat til í teimum báðum seinastu dystunum, sum eru ímóti ávíkavist TB og B68. Samstundis spælir LÍF ímóti ÍF og VB, og á pappírinum tykist tað í øllum førum, sum fáa leirvíkingarnir tað trupult í hesum dystum. B68-Sumba 0-4 (0-1): B68 niðri B36-LÍF 5-1 (0-0): Leirvíkingar í botni Við tapinum fyri Sumba mistu tofta- menn seinastu vón- ina fyri framhald- andi tilveru í aðru deild 2. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Bjargingarroyndin mis- eydnaðist. Tað má verða niðurstøðan, um tosast skal um lagnuna hjá næst- bestu toftamonnunum. Størsta partin av kapp- ingarárinum hevur tað tókst mest sum ein spurn- ingur um tíð, áðrenn nið- urflytingin var staðfest, men í seinnu hálvu bendi okkurt á, at so fór ikki at verða. Ikki minst eftir at B68 sera óvæntað vann heimadystin móti ÍF, men so er stígur aftur komin í. Sumbingar hava hin- vegin møguleikan fyri uppflyting at stríðast fyri, og leygardagin var greitt, at her fór B68 ikki at fáa nakað forerandi. Hóast heimamenninir stríddust, so vóru sumbingar om- aná, og tá B68 so eisini gjørdi sjálvmál, so mundi tað kennast sum steinur oman á byrðu hjá illa sperda liðnum. Og eftir steðgin stað- festu sumbingarnir, at her skuldu teir hava stigini. Við málum frá Eiriki Joen- sen, Hans Jákup Thomsen og Norbert Lusak beindu teir allan iva til viks, og so hevur Sumba framvegis møguleikan at gera seg galdandi. Spurningurin er so, um teir eisini megna at fáa stig burturúr teimum báðum seinastu dystunum, og her verður ikki minst tann í Fuglafirði á seinasta leikdegi avgerandi. B36 setti ferð á eftir steðgin, og nú sær svart út hjá LÍF 2. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skulu leirvíkingar ikki spæla tveir eyka dystir um plássið í næstbestu deild- ini, so kenna teir í øllum førum treytirnar. Stig skulu á borðið, tá teir í komandi dystunum skulu takast við ÍF og VB, ann- ars verður talan um eitt pláss sum næst niðasta liðið í deildini. Leygardagin hevði LÍF annars sín trið-seinasta kjans at skava stig saman, og leingi bendi tað tann vegin, at okkurt skuldi spyrjast burtúr úr dystin- um móti B36. Tó at heimaliðið hevði yvirvág, so kom einki mál fyri steðgin, men so fór árstalsfelagið av álvara ígongd. Við tveimum málum frá Sonna Johan- sen og síðani við einum frá ávíkavist Dánjal Petur Johansen, Áka Mørk og Jón Brekku vann B 36 seg upp á eina 5-0 leiðslu, áðrenn Kaj Eli Olsen at enda pyntaði um úrslitið. Meðan hetta fyri LÍF soleiðis tykist hava eina tunga lagnu við sær, so sær tað øðrvísi og meira ljóst út hjá B36. Teir høvdu annars ikki eina serliga góða byrjan, men í summarsteðginum varð liðið væl styrkt, og tað tykist eisini, sum hevur liðið megnað at hildið fast um góða rákið síðani hetta. Heiðursmerki verð- ur talan neyvan um, men fyst og fremst mundi málið undan árinum vera at halda liðnum í deildini, og hesum hava teir í øllum førum rokkið. VB-TB útsettur Aftur hetta vikuskiftið órógvaði veðrið fótbóltsdyst á Eiðinum í Vági. Hesa ferð var tað dysturin millum aðrudeildarliðini hjá VB og TB, sum ikki kundi avgreiðast. Eftir hvat skilst, so var ongan tíð hugsingur um at spæla undir givnu umstøðunum, og ístaðin gjørdu lið- ini av at bíða við dystinum. Enn er ikki endaliga ásett, nær nýggjur dystur skal spælast, men tá talan er um tvey suðuroyðarlið, so verður neyvan nakar trupulleiki at avgreiða dystin einaferð í vikuni. - jm Aftur í verður Ment- anarhúsið í Fuglafirði karmur í gallkvøldið GALLA Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er eftirhondini vorðin fastur siður, at tá eitt kapp- ingarár er liðugt, skal eitt ordiligt punktum setast fyri hesum. Hetta hevur seinnu árini verið gjørt við einum stórslignum gallakvøldi, og soleiðis verður aftur í ár. Og eins og í fjør, so verð- ur tað GÍ, sum fer at skipa fyri hesum. Mentanarhúsið í Fuglafirði er valt sum karmur um tiltakið, og vón- in hjá fyrireikarunum er, at tiltakið á sama hátt sum í fjør fær dygga undirtøku frá teimum, sum ígjøgnum árið hava stríðst í mongu dystunum, sum hava verið í árinum. Umframt møguleikan at hitta mótstøðufólk og vinir undir heldur meira róligum umstøðum enn teimum á vøllinum, so hevur ein fast- ur táttur í hesum verið av- dúkanin av, hvørjir leikarar hava verið teir bestu í farna árinum. Tað eru liðskiparar og venjarar hjá feløgunum í bestu mans- og kvinnu- deildini, sum standa fyri hesum, og er tað Sosialurin, sum stendur fyri sjálvari at- kvøðugreiðsluni. Umframt kjósanir av ymsum slagi, so verða bestu málskjúttarnir á árinum eisini heiðraðir á tiltakinum, og verður hetta gjørt við gylta skógvinum, sum Thomas Dam ítróttur letur. Tiltakið er dagfest til tann 25. oktober, soleiðis at ikki alt ov long tíð skal ganga frá kappingarloki til gallakvøldið, og tó somikið góð tíð, at leikararnir eisini hava stundir at vera við á mongu ársveitslunum, sum verða kring landið. Katrin Olsen og Sigr- id Svartá vunnu um vikuskiftið DM í rógving KAPPRÓÐUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at tær fyri stuttum tóku lut í HM kappingini í rógving fyri fýrarar uttan róðurskvinnu, var tað DM- heitið í double-scullara, sum stóð upp á spæl hjá teimum báðum føroysku kappróðrarkvinnunum leygardagin. Sigrid og Katrin hava áð- ur róð í hesum bátaslagn- um, so talan var ikki um nakað fremmant fyri tær báðar, og tað stóð eisini skjótt greitt, at tær fóru at verða tungar at syfta hjá mótstøðuni. Tað var heldur eingin, sum stóð teimum báðum kurl. Ikki minni enn 18 sekund vóru á muni, tá bátarnir komu á málið, so har var hvørki tørvur á málfoto ella øðrum fyri at gera av, hvør vinnarin var. Eisini tóku tær lut í kappingini fyri áttarar. Her var eisini Katrin Rubek Nielsen við á bátinum, sum so sjálvandi eisini taldi fimm danskar róðrakvinnur. Men her gekst ikki eins væl. Av teimum fýra bátunum, sum tóku lut í kappingini, endaðu føroysku kvinnurnar aftast, men sum so tóktist hetta tó ikki vera nakað, sum tær harmaðust serliga nógv um, tá Útvarpið fekk orðið á tær leygardagin. Ikki minst tí tær millum lítið og einki hava vant í hesi bátastøddini. Galla verður 25. oktober Føroyskir danmarksmeistarar Tær báðar, Sigrid Svartá og Katrin Olsen, fingu enn eitt heiðursmerki til goymsluna, tá tær leygardagin í stórum stíli vunnu DM-gull í double-scullara C M Y K 26 Næst við at fáa mál var innskifti Todi Jónsson, men hann sendi í stólpan, og so endaði tað málleyst, sjálvt um heimaliðið hevði stóra yvirvág ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Tað gongur av skriðuni til hjá FCK. Í fyrsta dystinum eftir Europa Cup tapið á heimavølli ímóti Glasgow Rangers spældu teir AGF sundur og saman og vunnu sannførandi. So var steðgur í landskappingini orsaka av tveimum umførum í EM kappingini fyri landslið. Síðani tá hevur FCK spælt tríggjar ferðir, og tað hevur gingið av skriðuni. Leygardagin vitjaði Her- følge, sum higartil hevur verið millum botnliðini, í Parkini. At gongdin ikki hevur verið serliga sann- førandi og at tað tískil ikki kundi roknast við nøkrum serligum tóktust áskoðar- arnir at hava tevjað. 12.579 møttu upp, og tað er lægsta áskoðaratalið hjá FCK á heimavøllinum í hesum kappingarárinum. Tað endaði málleyst, og áskoðararnir vóru ikki blíðir. Við bríkslum og rakstrarrópum sendu teir FCK av vøllinum. Hans Backe, FCK venj- arin, var heldur ikki serliga fegin um tað, sum liðið hjá honum hevði víst: – Tað var betri í 2. hálvleiki. Men tað, sum vit í 1. hálvleiki vóru vitni til, var vánaligasta avrikið, sum eg havi sæð FCK vísa í heilt langa tíð, staðfesti Hans Backe. Todi í stólpan Heldur ikki hesa ferð var pláss millum teir fyrstu ellivu fyri Toda Jónsson. Men hann kom á vøllin í 29. minutti. Orsøkin var tann, at Zuma noyddist at taka seg av vøllinum, tí hann varð skaddur í sam- bandi við ljóta takling. Í dag fer FCK ferðalagið til Budapest í Ungarn, har FCK í morgin skal spæla í UEFA Cup ímóti Ferenc- város. Í gjár var ikki greitt, um tað yvirhøvur fer at bera til hjá Zuma at spæla. Í 1. hálvleiki leygardagin hevði Herfølge einstakar málmøguleikar, men í 2. hálvleiki var mest sum bara spæl til Herfølge spælið. Gestirnir í Parkini settu manngarð kring egnan brotsteig, og tað eydnaðist teimum at halda tætt. Besta FCK møguleikan at gera mál fekk Todi Jónsson. Hann sneiddi framvið mál- verjanum, men tíverri fyri Toda og FCK, so sendi føroyski álopsspælarin fyri aðru ferð í tríggjar dagar úr lutfalsliga góðari støðu og í stólpan. Bæði mikudagin í Viborg og í Parkini ímóti Herfølge leygardagin hevði talan verið um sigursmál ímóti ikki so høgt mettum feløgum, men soleiðis skuldi tað ikki verða hjá Toda, sum var á vøllinum síðsta tíman. Álvaro Santos fekk enn eina ferð møguleikan frá fyrsta bríksli. Í 64. minutti varð hann skiftur út við Peter Møller. Hesa ferð spældi Jörgen Pettersson á miðvøllinum frá fyrsta bríksli. Hóast tað tóktist koma rættuliga óvart á eitt nú tey, sum fáast við at vedda, at FCK ikki megnaði at vinna ímóti Herfølge, so var javnleikurin ikki so langt burtur frá hagtølunum. Seinastu ellivu ferðirnar, sum feløgini hava spælt í Parkini, hevur úrslitið fýra ferðir verið javnleikur, fýra ferðir hevur Herfølge vunn- ið og bara tríggjar ferðir hevur FCK vunnið. – Nú vóna vit, at gamla orðatakið um, at tá ið generalroyndin ikki hilnast so væl, so fer fyrsta sýning- in at verða góð, fer at vísa seg at liggja tætt at veru- leikanum. FCK skal í annaðkvøld spæla í Europa Cup í Ungarn. Enn eina ferð var Christian Høgni á vøllinum alla tíðina, og enn eina ferð stóðu teir í Vejle eftir við ongum á heimavølli DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Tað gongur av skriðuni hjá føroysku feløgunum í næst- bestu deildini í Danmark. Enn eina ferð taptu Vejle og Fremad Amager, og enn eina ferð verður staðfest, at tað meiri er botnstrikuni enn uppflytingini, at hesi feløgini mugu fyrihalda seg til. Hóast tað gongur illa hjá Vejle, so eru tað feløg í Jyllandi, sum mynda topp- in. Hesa ferð var toppdystur í Silkeborg, har AC Hor- sens, sum higartil einki stig hevði mist, var á vitjan. Heimaliðið var á odda 1–0 inntil í síðsta minutti, tá ið Horsens javnaði. Harvið misti Horsens fyrstu stigini, men teir vóru fegnir um at sleppa úr Silkeborg við oddasessinum. Silkeborg er á triðja plássi. Randers FC er næst- fremst. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Fremad Amager, sum Jann Ingi Petersen hevur sáttmála við frá ársskiftinum av. Hóast tað í steðginum stóð á jøvnum 1–1, so var eingin spurningur um heima- sigurin, ið varð so sann- førandi sum 4–1. Fremad Amager er á trettanda plássinum, og Vejle, sum hevði heimavøll ímóti einum av heitastu niðurflytingar evnunum, Nykøbing Falster Allianc- en, er á tólvta plássinum. Christian Høgni Jacobsen tykist hava bitið seg fastan ímillum teir fyrstu ellivu. Hann var allar 90 minutt- irnar annar av álopsmonn- unum. Vejle hevði bóltin mest, Christian Høgni og fleiri liðfelagar hjá honum høvdu málmøguleikar, og leingi tóktist tað sum um, at Vejle skuldi vinna. Men í 75. minutti javnaði NFA til 2–2, og tríggjar minuttir seinni skoraðu teir sigurs- málið. Nú verður tosað um, hvussu leingi nýggi Vejle venjarin, Steen Thychosen, fer at sita í heita stólinum. Men tað er neyvan nøkur góð loysn enn eina ferð at skifta venjara í Vejle, har tað tykist vera heilt langt millum tað, sum teir fegnir vilja vera, og tað sum teir tykjast megna. Felagið, sum Henrik Larsen vandi, áðrenn hann gjørdist landsliðsvenjari, Ølstykke, hevur verið mill- um tey ovastu, men nú eru teir dotnir afturum tey trý bestu úr Jyllandi. Ølstykke tapti á útivølli 2–1 til Fredericia, sum eisini í steðginum var frammanfyri 2–1. HFK Sønderjylland ætlar sær at teljast millum feløg- ini, sum kappast um upp- flytingina. Tað sá eisini ljóst út eftir fyrra umfarið í Køge. HFK var framman fyri 1–0, men at enda hevði Køge við nýggjum venjara vunnið 2–1. AC Aarhus, sum er botnlið, tapti 3–0 á Eystur- brúgv ímóti Skjold, í Aalborg endaði tað 1–1 millum FC Nordjylland og Brønshøj, sum fekk stig fyri aðru ferð á rað, og ávikavíst 90 og 100 ára gomlu B1913 og B93 spældu málleysan javnleik í Odense. FCK heilt á botninum Tað gongur av skriðuni hjá Vejle