Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 179 - 23. september 2003 Nr. 179 - 23. september 2003 31 Dagrøktari á Válinum Søkt verður eftir dagrøktara, at byrja 1. oktober 2003. Dagrøktarheimið skal m.a. vera innrættað soleið- is, at børnini hava rúm at spæla í og at trygt er at spæla uttanfyri. Lønin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Heina Holm, borgarstjóra, á tlf. 210294. Kvívíkar kommuna FO-340 Kvívík Tlf. 421294 Hús í Trongisvági til sølu (Lægsta boð: kr. 450.000 + tinglýsing og kostnað) Grundøkið er 1045 m2 til støddar. Húsini eru í tveimum hæddum. Í miðhæddini er durur, gangur, baðiverilsi, kamar, stór stova og køkur – alt gjørt av nýggjum. Í kjallaranum eru wc, baðiverilsi, gangur, trý kømur og fýrrúm. Húsini standa væl fyri og hava stórt parkerings- pláss. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøtu 9 Halgir Winther Poulsen, adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ó. J. Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Tlf. 31 11 45 Til sølu Toyota Carina E 2.0 GLi. árg.6/98, koyrt 100.000 km. Sera væl hildin, til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 225309 Summarhús í Danmark til sølu Húsini eru í Hønsinge Lyng Apollovej 7 á Sjællandi við Sejerø-buktina í friðarligum summarhúsumhvørvi,25 km inn frá Sjællandsodde. Tað eru 7 km. til Sommerland Sjælland, 2 km til strondina. Grundøkið er 1244 m2,húsini eru 86 m2 og innrættað við gongd,stova og køkur saman,hjúnarúm + 3 køm- ur,wc,bryggers,brúsurúm og tvey amboðsrúm. Nærri fæst at vita við at ringja til Tlf. 216555 Frá Zarepta Heystlega fyri 14-17 ára gomul verður frá fríggjadegnum 10. til mikudagin 15. oktober 2003. Legan kostar kr. 450,- (ferðagjald íroknað). Tekning av leguluttakarum á Tlf. 282140 (frá kl. 17.00 - 21.00) Starvsfólkatekning á tlf. 284040 Gravsteinar, kantsteinar og blómubeð Nú eisini úr Føroyskum gróti Marknagilsvegur 77, Postrúm 177, 110 Tórshavn Tel 318813, Fax 313374 team 85 • 35800 TEKNISKI SKÚLIN FØROYA HANDILSSKÚLI Grundleggjandi leiðaraútbúgving Skeiðið varar 12 dagar í tíðarskeiðnum frá 27.oktobur 2003 til 3. februar 2004 Málbólkur Útbúgvingin hóskar sera væl til • nýggjar og komandi leiðarar • deildarleiðarar, virkisleiðarar, formenn, handilsleiðarar o.a. • leiðarar uttan bókliga leiðaraútbúgving á millumstøði • royndar leiðarar sum ynskja at dagføra seg sjálvar Innihald Útbúgvingin er løgd til rættis av m.a. Ledelsesakademiet ved Århus Købmandsskole og er góðkend av Ledernes Hovedorganisation í DK. Útbúgvingin fer fram á sama hátt sum Diplomleiðaraútbúgvingin. Skift verður ímillum stutt útbúgvingarmodul, sum vara 2-3 dagar, í alt 5 ferðir og heimauppgávur við støði í tínum arbeiði. Royndir og trupulleikar hjá hvørjum øðrum verður viðgjørt. Undirvísingin tekur støðið í gerandisdegnum hjá luttakaranum. Tú fært leiðsluamboð, sum gera teg betri føran fyri at loysa tínar leiðsluuppgávur. Tað er ein týðandi liður í útbúgvingini, at luttakararnir koma frá ymsum virkjum/arbeiðsplássum, bæði almennum og privatum. Leiðarar í almennum stovnum kunnu læra av leiðarum í privatum virkjum- og umvent. Leiðarar innan tænastuvinnuna kunnu læra av leiðarum í framleiðsluvinnuni - og umvent. Luttakararnir fáa venjing í m.a. • at seta fólk í gongd við uppgávum • ymiskir leiðsluhættir • at leggja egnu ætlan til rættis • at nýta egnu tíð skilagott • at motivera starvsfelagar og starvsfólk • at vera ein góður leiðari í ymiskum umstøðum • at finna góðar loysnir av trupulleikum • persónlig virkisætlan Grundleggjandi leiðaraútbúgving er praktisk og setir ikki serlig krøv til útbúgving fyri at verða upptikin. Meira um útbúgvingina er á: www. skeidsdepilin.fo. Har kanst tú eisini tekna teg til skeiðið. Tíð: 96 tímar Dagar: okt. 27. 28. 29. og nov. 17. 18. des. 15.16. og jan. 12. 13. 14. feb. 02. 03. Skeiðleiðari: Mogens Abildgaard Kostnaður: kr. 12.000,- Mogen Abildgaard er sera væl umtóktur sum skeiðsleiðari og hevur drúgvar royndir í at undirvísa á hesum skeiðum í Danmark. Tilmelding: Áðrenn 10. oktober 2003. C M Y K 31 30