Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-08-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 1996síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 148 — 6. AUGUST 1996 tíðindablaðið + + 1" 3 Ein fóroyingur og 8 danir doyðu: Svartur dagur í Føroya søgu Føroyski stýrimaðurin Tummas Djóni Askham, ovastin fyri donsku verjuna Hans Jørgen Garde og kona hansara lótu lív saman vid seks øðrum dønum, tá ið Gulfstream GIII flogfarið hjá donsku verjuni leygardagin datt niður uttan fyri Sórvágs bygd MAGNUS DAM Enn veit eingin at siga hví flogfarið brast inn í fjallið við Selvík leygardagin um middagsleitið Klokkan umleið 12.45 fekk sýslumaðurin í Sørvågi boð um vanlukkuna, og menn fóru beinanvegin út á vanlukkustaðið Sjóverjuskipið „Vædd- eren“, ið lá á Sørvågi, sendi eisini læknar og bjarging arfólk út á staðið, men teim um gjørdist skjótt greitt. at einki var at bjarga, og at øll tey níggju umborð vóru deyð Einasta, ið var at síggja eftir tilburdin, var eldur roykur og vraklutir í tús undavis sløddir um ett stórt ekið ta ið flogfarið sprongdist Kom úr Keflavík Flogfarið kom av hernað arliga flogvøllinum í Kefla vík, og tað var fad undir innflúgvingina til flogvøllin í Vágum, tá ið vanlukkan hendi. Í Íslandi heyði sendi nevndin vitjað teir hernað arligu myndugleikarnir og verjueindirnar, í sambandi við at Hans Jørgen Garde admiralur 1. apríl varð út- nevndur til verjuo”asta Eisini hevdi sendinevndin vitjad i Grønlandi Ætlanin var at degurði skuldi verda i Torshavn um kveldið, har millum onnur Løgmaður Edmund Joen sen, Lisbeth Petersen, borg arstjóri, og Ríkisumboðs maðurin, Vibeke Larsen skuldu verða til staðar „Vædderen“ lá við bryggju í Sørvågi og skuldi taka ímóti sendinevndini, tá ið hon kom Vaggaði inneftir fjørdinum Evan Hansen ur sørvågi sá, tå ið flogfarið datt niður Hann var staddur hinumeg in fjørðin nakað uttanfyri B Hann helt seg ikki síggja nakað óvanligt við flogfar inum beint áðrenn tilburðin Hann sigur, at flogfarið heyði vanliga kós og hædd men knappliga byrjaði tað at vagga ermar 3-4 ferðir, og alt í einum vendist tað heilt við, fyri síðani at:stoyta seg beint niður í fjallið Eitt æl heyði verið beint frammanundan vanlukkuni men tað regnaði ikki, meðan vanlukkan hendi, sigur hann Evan Hansen sigur, at vin durin og sýnið ikki vóru av ti ringasta, og heldur tí ikki, at hetta kann vera orsøkin til vanlukkuna Av flogvøllinum verður eisini sagt, at sýnið var nóg gott til, at flogfarið skuldi kunna lent, og at vindurin ikki var so nógvur, at tað var óforsvarligt, at flúgv arin byrjaði innflúgvingina Vindurin var um tað mun dið útsynningur-sunnan, og sýnið var 6 kilometrar Fyri at flogfar skal kunna lenda krevst, at sýnið er minst tveir kilometrar Ein knappan tíma framm anundan vanlukkuni hevði rutuflogfarið úr Íslandi sett seg á flogvøllinum i Våg um Eingir trupuleikar vóru hjá ti at lenda Tornid hevdi samband Jesper Dinesen, ovastin vid Færøernes Kommando segði við Utvarp Føroya í gjár, at hann var staddur í torninum á flogvøllinum, tá ið vanlukkan hendi Hann og hini, sum vóru stødd í torninum ikki løgdu merki ul nakað óvanligt beint áðrenn vanlukkuna Teir opnaðu hurðina í tor ninum, fyri at hoyra flog farið, tá ið tað kom Jesper Dinesen sigur, at tornið hevði samband við flogfarið, líka inntil tað datt niður Teir hoyrdu knappliga 6- ljóð frá motorinum í umleið S sekundir, so bleiv stilt, og beint aftaná sóu teir eitt roykskýggj við Selvík. Teir vóru beinanvegin greiðir yvir, at flogfarið var dottið viður Jesper Dinesen segði ei- síni, at hann ongantíð í sin- um 35 árum í verjuni hevur upplivað nakað líknandi, og at tað var skelkandi fyri øll tey, ið vóru hjåstødd í torn- inum. Havarinevndin er komin Havarinevndin hjå donsku verjuni kom fyrrakvøldid við flogfarinum hjá Mærsk til Føreyar Teir fóru í gjåramorgunin í holt við torføru uppgåvuna at finna orsøkina til, at flog farið datt niður Tað var ein ræðulig sjón, ið møtti teimum, sum komu á staðið eftir vanlukkuna Finn Christensen, orlogs- kapteynur við Færøernes Kommando, sigur við Sosialin, at tað má sláast heilt fast, at tað enn er 6- møguligt at siga nakað sum helst um orsøkina vanlukk- una Hann hevur heldur ikki hóming av, hvussu long tíð kann ganga, áðrenn, nakað við vissu kann sigast um orsøkina til syndarligu van- lukkuna. Tey níggju fólkini, ið doyðu, vóru útyvir stýri- mannin og premierløjtnant- in Tummas Djóna Askham og Verjuovastan Hans Jør- gen Garde hesi Anna Garde, kona verju- ovastan O. Jørgensen, oberstur, H. H. Spøhr, orlogskap teynur, J. Blæhr, majorur C. E. Jørgensen, flog skipari og kapteynur B. Nielsen. yvirsersjantur FRÍ