mikudagur 24. september 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 180 - 24. september 2003
Nr. 180 - 24. september 2003
5
Løgtingsmaður
Fólkafloksins, Jákup
Mikkelsen, fer í
nærmastu framtíð at
senda Annitu á Fríðr-
iksmørk í Menta-
málaráðnum skriv-
liga áheitan at um-
hugsa samanlegging
av Sjónvarpi og Út-
varpi Føroya. – Bæði
fíggjarliga og viðvíkj-
andi fjølmiðlagóðsk-
uni eru stórir fyri-
munir við eini sam-
anlegging, sigur Ják-
up Mikkelsen, sum
eisini vónar at fáa
politiska undirtøku
fyri einum ítøkiligum
uppskotið um saman-
legging av ÚF og SVF
SAMANLEGGING
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
- Í einum so lítlum sam-
felagið sum okkara kann
tað ikki vera rætt, at tveir so
stórir og kostnaðarmiklir
stovnar dagliga kappast um
tíðindi, og tað hevði verið
bæði bíligari og kvalitativt
betri við eini samanlegging
av ÚF og SVF.
Hetta sigur tingmaður
Fólkafloksins
í
Norð-
oyggjum, Jákup Mikkelsen,
sum í næstum fer at senda
nýklakta
mentamálaráð-
harranum Annitu á Fríðr-
iksmørk skrivliga áheitan
um samanlegging av stóru
fjølmiðlastovnunum.
Jákup Mikkelsen vísir á,
at í búskaparligu niður-
gongutíðunum og sparing-
unum á fíggjarlógini, sum
skjótt skal í tingið, er sam-
anlegging av hesum báðum
fjølmiðlastovnunum
ein
ítøkilig rationalisering.
Enn er ikki greitt, í
hvussu stóran mun henda
hugsan verður realiserað,
og um talan yvirhøvur gerst
um eitt ítøkiligt uppskot,
men hetta er í øllum førum
endamálið
hjá
Jákupi
Mikkelsen, sum hevur reist
málið ymsastaðni.
Ov vánaligur
tíðindaflutningur
Jákup Mikkelsen vísir á, at
talan tó er um meiri enn
bert ein fyrimun við hesi
ætlan.
- Fyrst og fremst er talan
sjálvsagt um sparingar við
t.d. einum leiðslubygnaði
og og færri fólki í arbeiði,
men
fjølmiðlagóðskan
hevði avgjørt eisini hækkað
undir einum felags stovni,
sigur Jákup Mikkelsen.
Hann vísir á, at undir
einum
sjálvstøðugum
stovni hevði ein samanset-
ing av bestu journalistunum
í sjónvarpinum og útvarp-
inum hækka støði í før-
oyska fjølmiðlaheiminum.
- Í løtuni hækkar góðskan
í SVF ikki í samsvar við
vaksandi
útreiðslurnar,
stovnurin nýtir, og umframt
fíggjarliga sjónarhornið er
áheitanin eisini við støði í
kvalitetinum á tíðindaflutn-
ingi, sigur Jákup Mikkel-
sen.
Hann vísir á, at ein sam-
anlegging á henda hátt
hevði verið betri, effektiv-
ari og bíligari fyri lítla sam-
felag okkara, sum als ikki
nýtist tveir stórar og kostn-
aðarmiklar stovnar, sum
hvønn dag kappast um,
hvør er fyrstur við tíðind-
um.
Arbeiðir fyri parla-
mentariskum
meiriluta
Umframt skrivið til Annitu
á Fríðriksmørk hevur Jákup
Mikkelsen reist spurningin
bæði í Mentanarnevndini
og Tingbólki Fólkafloksins,
og hóast uppskotið ikki
tóktist vinna frama í bræði,
er hann bjartskygdur.
- Slíkt skal altíð fyrst upp
at venda og tekur sína tíð
hjá viðkomandi persónum
at umhugsa, men eftir at
hava reist málið ymsastaðni
bæði sum sparingsætlan og
sum hátt at hækka fjøl-
miðlastøðið vóni eg at fáa
undirtøku,
sigur
Jákup
Mikkelsen.
Sjálvur metir hann seg
skula hava fleiri við sær,
áðrenn eitt ítøkiligt uppskot
kann leggjast fyri tingið, og
ætlar tingmaður Fólka-
floksins at arbeiða fyri
parlamentariskum meiri-
luta fyri samanlegging av
stóru og kostnaðarmiklu
stovnunum, Útvarpi Føroya
og Sjónvarpi Føroya.
- Sum mentamálaráð-
harri er Annita á Fríðriks-
mørk sjálvsagt ein lykla-
persónur í hesi gongd, og
mín vón er, at hon tekur
undir við áheitanini at um-
hugsa ætlanina, so aðrir
politikarar eisini taka við
og talan kann gerast um eitt
uppskot,
leggur
Jákup
Mikkelsen dent á.
Tíverri varð ikki gjørligt
at fáa viðmerking frá
mentamálaráharranum
Annitu á Fríðriksmørk áðr-
enn evstamark á blaðnum,
men vónandi hava vit eina
viðmerking frá henni skjót-
ast gjørligt um ætlanina at
leggja saman ÚF og SVF.
Jákup Mikkelsen skjýtur upp:
SVF og ÚF í sama posa
- Í einum so lítlum samfelagið sum okkara kann tað ikki vera rætt, at tveir so stórir og kostnaðarmiklir stovnar dagliga kappast
um tíðindi, og tað hevði verið bæði bíligari og kvalitativt betri við eini samanlegging av ÚF og SVF, sigur Jákup Mikkelsen,
tingmaður Fólkafloksins í Norðoyggjum, sum vónar at fáa undirtøku at gera uppskot um hetta
- Spurningurin um
samanlegging av SVF
og ÚF er politiskur,
sum eg ikki kann taka
støðu til, men við
tveimum sjálvstøðug-
um stovnum er trygd
fyri óheftum tíðinda-
flutningi, sum í løtuni
altíð verður mettur
um í tveimum støð-
um, sigur útvarps-
stjórin Jógvan
Jespersen
SAMANLEGGING
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Stjórin í ÚF, Jógvan Jesper-
sen, ynskir ikki at leggja
seg út í spurningin, um ÚF
og SVF skulu leggjast sam-
an ella ikki. Hann vísir á, at
tað í seinasta enda er ein
politiskur spurningur.
- Politisk avgerð varð
tikin um hetta í 80´unum,
og síðani tá hava ÚF og
SVF ment seg sum tveir
sjálvstøðugir og øðrvísi
stovnar við hvør sínum for-
treytum,
sigur
Jógvan
Jespersen.
Útvarpsstjórin hevur tó
sínar áskoðanir um, hvat
ein møgulig samanlegging
kann elva til og ikki.
- Eg dugi ikki at síggja, at
tær stóru peningaupphædd-
irnar verða spardar við eini
samanlegging, og tað er
eftir mínum tykki ikki nóg
gott grundarlag, vísir Jógv-
an Jespersen á.
Trygdin í vanda
Útvarpsstjórin heldur, at
líkamikið um talan er um
tveir ella ein stovn, er neyð-
ugt og týdningarmikið at
hava tvær redaktiónir.
- Tað er altíð ein styrki at
hava tvær redaktiónir, og
tað er eisini tað, Danmarks
Radio hevur gjørt. Mið-
skeiðis í ætlanini at leggja
alt saman í eina redaktión
legði nevndin upp í og
gjørdi tað mótsætta, júst tí
tað altíð er ein fyrimunur,
at tíðindi verða vurderað á
tveimum støðum, sigur
Jógvan Jespersen.
Við hesum sigur ovasti
myndugleiki útvarpsins, at
við núverandi støðu í Før-
oyum er tíðindaflutningurin
uppi at venda í tveimum
sjálvstøðugum og óheftum
fjølmiðlastovnum, og tað er
altíð ein trygd fyri borgaran
við óheftum og fjøltáttað-
um tíðindaflutningi.
- Tískil kann trygdin fyri
óheftum tíðindaflutningi
koma í vanda við eini sam-
anlegging, sigur útvarps-
stjórin.
DR móti føroyskum
leisti
Sum áður nevnt hevur Dan-
marks Radio skilt útvarps-
og sjónvarpsredaktiónirnar
sundur, tí leiðslan vildi
varðveita sunna kapping,
og sambært útvarpsstjóran-
um fer fjølmiðlarisin í Dan-
mark
alt
meiri
móti
føroyskum leisti.
- Við gongdini seinastu
tíðina líkist bygnaður teirra
alt meiri tí, vit hava her, júst
tí sjálvstøðugu funktiónir-
nar tryggja óheftum og fjøl-
táttaðum tíðindaflutningi,
vísir Jógvan Jespersen á.
Hann leggur tó dent á, at
talan í seinasta enda er um
ein politiskan spurning, har
avgerð eisini má takast frá
politiskari síðu.
Ovasti myndugleikin
í sjónvarpinum,
Mikkjal Helmsdal,
metir ikki, at fíggj-
arligi vinningurin er
størri enn inni-
haldsliga tapið við
eini samanlegging. –
Dagliga kappingin
millum ÚF og SVF
økir um fjølmiðla-
góðskuna, sigur
Mikkjal Helmsdal
SAMANLEGGING
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Við skrivligu áheitanini til
Mentamálaráðið frá løg-
tingsmanninum
Jákupi
Mikkelsen tykist politiskur
vilji vera fyri samanlegging
av størstu fjølmiðlastovn-
unum, hóast tað ikki er
greitt, hvørja undirtøku
hetta fær, og um hetta
yvirhøvur gerst til ítøkiligt
uppskot, sum skal í tingið.
Kappingin er
mennandi
Meðan Jákup Mikkelsen
vísir á bæði fíggjarligar og
kvalitativar fyrimunir við
eini samanlegging, sigur
sjónvarpsstjórin
Mikkjal
Helmsdal hinvegin, at júst
sundurskiljingin av SVF og
ÚF er mennandi.
- Við tað at vit hvønn dag
eru í kapping, setir tað
hægri krøv til báðar stovn-
ar, og tískil kann tað skaða
støðið á tíðindaflutningin-
um, um talan gerst um ein
stóran og einsamallan loft-
miðil,
sigur
Mikkjal
Helmsdal.
Stjórin í SVF leggur dent
á, at fíggjarliga motivið at
leggja stovnarnar saman
ikki er nóg mikið.
- Við tað at umsitingin er
so lítil bæði í ÚF og SVF,
fáast fíggjarligar rationalis-
eringar ikki við eini saman-
legging. Einasta rationella
grundgevingin fyri eini
samanlegging má tískil
vera at vilja skapa ein so
góðan miðil sum gjørligt,
vísir Mikkjal Helmsdal á,
sum tó ikki metir góðskuna
hækka við eini saman-
legging.
Persónliga ímóti
Mikkjal Helmsdal vísir á
henda hátt á, at sparingar
ikki er nóg góð orsøk at
fremja hesa stóru broyting,
og sjónvarpsstjórin dylur
heldur ikki fyri, hvør per-
sónliga áskoðan hansara er.
- Eg eri ikki kategoriskt
ímóti eini samanlegging,
men sum heild meti eg, at
vinningurin við eini saman-
legging er ov lítil saman-
borið við, hvat vit missa, og
tískil eri eg ikki fyri eini
samanlegging í løtuni, sig-
ur ovasti myndugleikin í
SVF.
Mikkjal Helmsdal heldur
sostatt, at rationaliserings-
vinningarnir við saman-
legging ikki viga upp ímóti
kvalitativa
tapinum
av
føroyskum tíðindaflutningi.
DR skilir redakti-
ónirnar sundur
Við áskoðan Jákup Mikkel-
sens kundi ein sæð fyri sær
eitt líknandi Danmarks
Radio, sum umsitur bæði
sjónvarp og útvarp, men
Mikkjal Helmsdal vísir júst
á mótsætta rákið.
- Danmarks Radio hevur
fyri stuttum skilt sundur
redaktiónirnar í útvarpi og
sjónvarpi, tí størri vinning-
ur fekst við hesum, og
kunnu vit tí ikki nýta Dan-
marks Radio sum fyridømi
fyri samanlegging, sigur
sjónvarpsstjórin at enda.
Útvarpsstjórin um samanlegging:
- Sjálvstøðugir stovnar skapa trygd
- Tveir óheftir og sjálvstøð-
ugir fjølmiðlastovnar tryggj-
ar óheftan og fjøltáttaðan
tíðindaflutning fyri borgar-
an, sigur útvarpsstjórin
Jógvan Jespersen um møgu-
liga samanlegging av SVF og
ÚF
Sjónvarpsstjórin um samanlegging:
- Størri tap enn vinningur
- Fíggjarligi vinningurin er
minni enn kvalitativa tapið
við einum stovni, tí kapp-
ingin millum ÚF og SVF er
mennandi, sigur Mikkjal
Helmsdal, stjóri í SVF
C
M
Y
K
5
4