mikudagur 24. september 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 180 - 24. september 2003
Nr. 180 - 24. september 2003
7
Barnafagn-
aður 2003
í Klaksvík
Við skrúðgongu, ball-
ónum og tiltøkum
endaðu ansingar-
stovnarnir í Klaks-
víkar kommunu eitt
samstarv, sum hevði
vart í tríggjar vikur.
Børn og starvsfólk
lata væl at samstarv-
inum, sum í ár var
undir evninum
Myndlist
BARNAFAGNAÐUR
2003
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Við trummuspælarum og
skeltaberarum á odda, kom
skrúðgongan
heimeftir
Klaksvíksvegi, sum var
fullur av fólki. Tey flestu
mundu helst vera foreldur.
Nógv mynda- og upptøku-
tól vóru at síggja allastaðni.
Onkur hevði tó ikki fingið
við, at Barnafagnaður og
skrúðgonga var hendan
dagin, so fleiri bilar stóðu
fram við vegnum, meðan
børnini fóru framvið.
Børnini høvdu nógvar
trummur, og tær vóru bæði
úr Cadbury Roses, Quality
Street og okkurt málinga-
blikkið eisini. Men tað
larmaði nógv, og tað lá væl
fyri hjá teimum at spæla í
takt.
Stuttligt at síggja, hvussu
errin tey smíltust til for-
eldur ella systkin so hvørt,
sum tey fingu eyga á tey.
Hóast tað hevði hug at
regna, so vóru rættuliga
nógv fólk komin út at
síggja hesi fittu børnini
ganga í skrúðgongu.
Skrúgongan, sum byrjaði
í Klaksvíksgarðinum, fór
beint niðan á fótbóltsvøllin.
Vælílatin við ballónum í
fleiri litum gingu øll niðan
á vøllin. Aftast komu tey,
sum ganga í dagrøkt. Flestu
teirra í vognum. Øll í reyð-
um Silva T-troyggjum út
yvir dýnujakkarnar og før-
oysku troyggjurnar, og tey
fara spent inn á vøllin.
Fyrst komu tvær av fyri-
reikarunum, Súsanna og
Marjun, á pallin at greiða
frá, hvat fór at henda. Síða-
ni komu systrarnar báðar
Arnfríð og Rannvá Lützen
at syngja barnasangir. Løg
sum Flippan og onnur góvu
øllum hug at standa og
smádansa.
Síðani
komu
tríggir
klovnar á pallin. Til miklan
látur fyri børnini, spæla tey
eina løtu. Og so aftur Arn-
fríð og Rannvá. Hesuferð
saman við Hans Hjalta
Skaale, sum spældi guitar.
Og saman við klovnunum
sungu tey Ein lítil laksur eri
eg, Lítla brúgv og so fram-
vegis.
Tiltakið endaði so við, at
øll børnini fingu Sunkist og
karamell.
Samstarv
Marjun Lassen, leiðari í Dr.
Margrethubarnagarðinum,
sigur, at hetta er aðru ferð,
at tey royna tílíkt samstarv
millum allar ansingarstovn-
arnar í Klaksvík. Og tey
lata øll væl at hesum tiltak-
inum. Børnini hava arbeitt
hugagóð í tríggjar vikur við
evninum Myndalist, og tey
hava verið sera spent.
– Tað týdningarmiklasta í
hesum hevur verið, at her
hava børnini fingið høvi til
at arbeiða sjálvstøðugt, og
tey hava kunnað gjørt tað,
sum tey ynsktu. Við veg-
leiðing frá teimum vaksnu
sjálvandi. Men tað er ongin
ivi um, at tað er hugaligt
hjá teimum at arbeiða so-
leiðis. Sjálvt tey, sum van-
liga ikki tíma so væl at
mála og annað, hava verið
væl við upp á hetta, greiðir
hon frá.
Alt tað, sum børnini hava
arbeitt við seinastu tríggjar
vikurnar, var seinni um
kvøldið fríggjadagin sett
upp í eini framsýning í Bý-
ráðshúsinum. Og hon var
sera væl vitjað.
– Allatíðina stóð ein
javnur streymur av fólki
inn, so tað var virkuliga
stuttligt, sigur Marjun, sum
er ikki sørt ovfarin av
stuðlinum, sum tiltakið
fríggjadagin fekk.
Ein av teimum størstu
skrúðgongunum nakrantíð í
Klaksvík, tá øll børnini í
ansing í Klaksvíkar
kommunu komu gangandi
Børnini høvdu tómar karamellueskjur og málingablikk, sum
tey spældu trummu uppá
Arnfríð og Rannvá Lützen framførdu nakrar av teimum kendu barnasangunum hjá Kulum Rótum
Børnini hugnaðu sær, og tey vóru sera upptikin av klovnunum
Tá tiltakið var komið at enda, fingu øll børnini Sunkist og Karamel
Tað er landsstýris-
maðurin í heilsumál-
um, sum vil hava
hægri avgjald á soda-
vatni og hann úti-
hýsir ikki, at tað fer at
hækka enn meir
BOMMAVGJALD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er landsstýrismaðurin í
heilsumálum, er er upp-
havsmaður til umstrídda
bommavgjaldið.
Bill Justinussen sigur, at
hann hevur fleiri ferðir
skotið upp at hækka av-
gjaldið á sodavatni og hann
tekur fult undir við, at tað
nú verður hækkað.
Síðani tað kom fram í
ljósmála, at ætlanin er at
hækka avgjaldið á soda-
vatni einar tvær krónur fyri
liturin, hevur stóri spurn-
ingurin verið um hetta
hevur verið fyri at fylla eitt
hol í landskassanum ella
um hetta hevur verið fyri at
avmarka nýtsluna.
Sjálvur hevur Karsten
Hansen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum alla tíðina
hildið fast um, at tað er av
heilsuligum ávum, at av-
gjaldið á sodavatni hækkar
og at endamálið er at av-
marka nýtsluna.
Næstan øll hini hava
tvíhildið um, at hetta var
eina og aleina fyri at fáa
nakrar krónur eyka í lands-
kassan.
Men nú váttar Bill Just-
inussen, at tað er hann, sum
vil, at avgjaldið skal hækka
og staðfestir sostatt frá-
greiðingina hjá landsstýris-
manninum í fíggjarmálum
um, at tað er eitt heilsumál,
at hækka avgjaldið.
– Mítt endamál við hes-
um er at verja heilsuna hjá
børnunum
og
teimum
ungu, sigur Bill Justinus-
sen.
Hann sigur, at øll, sum
hava við børn og ung at
gera, øtast yvir, hvussu
nógv sodavatn tey drekka.
– Tað verður meiri og
meiri vanligt, at børn heilt
niður í 10 ár fáa tað slagi av
sukursjúku, sum vit á
mannamunni nevna gamla-
manna-sukursjúku og tað
var at kalla ókent fyrr.
– Og talið á hesum børn-
um bara økist og mugu vit
royna at byrgja upp fyri,
sigur Bill Justinussen.
Hann sigur, at tann stóri
trupulleikin er, at vit síggja
ikki fullu avleiðingarnar av
hesi vaksandi nýtsluni,
fyrrenn um eini 20-30 ár, tá
í fleiri ára "misbrúk" fer at
merkjast aftur í heilsuni á
fólki.
Spurningur um hetta
er nóg mikið
Bill Justinussen sigur, at
hann følir avgjørt ábyrgd á
hesum øki og hann sigur, at
tað er ein spurningur, um
avgjaldið, sum nú verður
lagt á sodavatn, er nóg
mikið.
– Avgjaldið,vit nú leggja
á, broytir kanska ikki tað
stóra. Men tað er so fyri at
vísa fólki, hvat vit halda um
hesi viðurskiftini.
Landsstýrismaðurin
sigur, at hann nú fer at seta
kanningar í verk fyri at fáa
turr tøl á borðið fyri,
hvussu mat- og drekkivan-
arnir hjá børnum og ungum
eru.
Hann sigur at úrslitið av
teimum
kanningunum
verða síðani brúktar at
leggja politikkin frameftir
til rættis. Tí kann tað eisini
enda við, at avgjaldið fer
enn longur upp.
Bill Justinussen heldur
nevniliga,
at
avgjaldið
kundi saktans verið hægri.
– Eg haldi, at endamálið
við avgjaldinum skal vera,
at tað skal merkjast ordi-
liga.
Men, hvussu høgt av-
gjaldið skal vera, vil hann
ikki siga enn.
– Lat okkum fyrst síggja,
hvussu
hetta
avgjaldið
virkar. Lat okkum so eisini
síggja, hvat úrslitið verður
av teimum kanningum um
matvanarnar, vit nú fara at
gera. Úrslitið av øllum tí
verður so grundarlagið
undir, hvat vit fara at gera
frameftir, men endamálið
er heilt greitt, at nýtslan av
sodavatni og góðgæti skal
minkast,
sigur
Bill
Justinussen.
Næsta ár er ætlanin at
hækka gjaldið, sum
foreldur í Havn skulu
betala fyri at hava
børn í ansing og í
frítíðarskúla
BARNAANSING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Næsta ár fer tað at verða
eitt sindur dýrari hjá for-
eldrum í Havn at hava børn
í vøggustovu, barnagarði,
ella í frítíðarskúla.
Tað er komið fram, nú
býráðið arbeiðir við at
leggja fíggjarætlanina fyri
komandi ár.
Tá ið lønarsamráðingar
verða aftur, eru útlit fyri
eini ávísari lønarhækking
og tí er ætlanin at gjaldið
hjá
foreldrunum
skal
hækka samsvarandi.
– Tað er trupult at meta
um, hvussu stór lønarhækk-
ingin verður, men vit hava
lagt eitt sindur upp fyri
teimum hækkingum,sum
helst fara at koma, sigur
Jan Christiansen, borgar-
stjóri í Havn.
Hann sigur spurningurin
um, hvat barnaansing kost-
ar er rættiliga einfaldur við
tað, at kommunan betalir
70% av rakstrinum og for-
eldrini betala 30%. Sam-
stundis
eru
90%
av
rakstrinum lønir til peda-
gogar og hjálaprfólk og til
starvsfólk annars.
– Sostatt er tað beinan-
vegin, at lønarhækkingar-
nar gera raksturin dýrari og
fyri at vera fyrivarin, hevur
býráðið gjørt av at býta
eina væntaða lønarhækking
ímillum
foreldrini
og
kommununa við 30% til
foreldrini
og
70%
til
kommununa.
– Sostatt er lagt upp fyri í
fíggjarætlanini, at gjaldið
til
barnaansingina
skal
hækka eitt sindur komandi
ár, sigur borgarstjórin.
Hvussu stór hækkingin
verður, kundi hann ikki
siga upp á standandi fót.
Men aðrastaðni í býráð-
num hava vit fingið at vita,
at frá 1. januar koma
foreldur at betala ein lítlan
hundraðkrónuseðil
meir
um mánaðin fyri eitt barn í
vøggustovu og einar 50
krónur meir fyri eitt barn í
barnagarði og einar 30
krónur meir fyri eitt barn í
frítíðarskúlanum.
Í løtuni kostar tað 2.400
krónur um mánaðin at hava
eitt barn í vøggustovu, men
næsta ár fer prísurin upp á
einar 2.500 krónur.
Tó skal viðmerkjast, at
foreldur betala bara í 11
mánaðir, tí 12. mánaðurin
er feria og hann er ókeypis.
Fyri frítíðarskúla betala
foreldrini í 10 mánaðir.
Sostatt fer tað næsta ár at
kosta foreldrum 27.500
krónur um árið at hava eitt
barn í vøggustovu og tað er
1.100 krónur meiri enn í ár.
Skal merkjast minst
møguligt
Men, sum skilst, verður tað
ikki uttan víðari, at gjaldið
hækkar, tí minnilutin í
býtáðnum ætlar ikki at lata
tað fara afturvið borðinum.
Leivur Hansen úr minni-
lutanum, sum eisini er
limur í fíggjarnevndini hjá
býráðnum, sigur at nú
figgjarætlanin hevur verið
til viðgerðar, hevur hann
fingið ábendingar um, at
ætlanin er at hækka for-
eldraagjaldið til vøggu-
stovu, barnagarð og frí-
tíðarskúla.
Hann sigur, at minnilutin
heldur, at talan er um
hækkingar, sum fara at
merkjast hjá foreldrunum,
serliga teimum, sum eiga
fleiri børn, men hann vil
ikki gera viðmerkingar til,
hvussu stórar hækkingarnar
vera, fyrrenn fíggjarætlanin
er løgd fyri býráðið.
– Men minnilutin heldur,
at foreldragjaldið eigur ikki
at vera hækkað, uttan so at
foreldur fáa onkrar aðrar
batar fyri at sviðin skal vera
so lítil sum gjørligt.
Hann heldur, at tað kann
gerast við at hækka barna-
frádráttin og hetta verður
helst eitt uppskot, sum
minnilutin fer at leggja fyri
býráðið í sambandi við
fíggjarætlanina komandi ár.
Í hesum sambandi kann
upplýsast, at borgarstjórin
hevur í farnu viku upplýst
fyri Sosialinum, at ætlanin
er, at bæði kommunuskatt-
ur og barnafrádráttur, skulu
verða óbroytt komandi ár,
ávikavist 18,75% og 4.500
krónur.
Fíggjarætlanin hjá Tórs-
havnar Kommunu kemur til
fyrstu viðgerð á almennum
býráðsfundi hóskvøldið.
Dýrari hjá foreldrum at
hava børn í ansing í Havn
Bill Justinussen vil hava
hægri avgjald á sodavatn
Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, heldur, at
tað er ein spurningur um avgjaldið, sum nú verður lagt á
sodavatn, er nóg mikið. Hann heldur, at tað eigur at vera so
mikið høgt, at tað ordiliga merkist
Næsta ár fer tað at kosta
foreldrum einar 27.500
krónur tilsamans at hava eitt
barn í vøggustovu í Havn.
Tað er umleið 1.100 krónur
dýrari enn í ár. Gjøldini til
barnagarð og frítiðarskúla
hækka eisini
Myndin er tilvildarlig
C
M
Y
K
7
6