Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-08-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. august 1996síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

og konan sinar egnu speglmyndir í ti stilla, svarta vatninum. Vardur av paviljongini ødrumegin og tí høga múrnum hinumegim ) húsunum nakað burturfrå, feldi Axel seg róligan og tryggan, slættin, har mann fjøldin alsamt tók seg fram, var ein marra, sum hann ekkaleysur var vaknaður úr. Iti hann legði armin um ta mjúku miðjuna á konu síni og trýsti hana kerliga inn at øks] ini, var tað honum greitt, at hann ikk: heyði fevnt hana í mong ár, hóast teirra tilvera saman hevði verið tíðarleys, og hann mintist sum var tað í gjár tá hann fyrstu ferð heyði ført hana til hesi húsini at búgva "Axel", spurdi kona hansara vid bråd ligum álvarsemi, "áðrenn havin doyr kann eg henta tað seinasta blomstrið?" Hann skilti hennara bøn og nikkaði spakuliga Tey komandi kvøldini hentaði hann tey seinastu blomstrini, eitt fyri og annað eftir, og læt bara ein einasta lítlan knubba, sum vaks beint undir terrassuni, standa eftir til konu sína. Hann hentaði blomstrini sum best bar til, taldi ella drýggjaði tey ikki um tað var neyðugt, tók hann tveir ella triggjar knubbar í senn. Harkaliðið hevði nú tikið seg upp um tann næsta og tann triðja kambin, ein ómetaligur riðil av tí strevandi mannaætt, hyljandi allan sjónar ringin. Av terrassuni sá Axel skilliga teir skjølkandi skararnar ota seg vid bit og slit niður í gilið og upp móti tí seinasta kamb inum, av og á hoyrdust ljóðini frá ræddum teirra, og innimillum illsinnisróp og piska smellir. Trævognarnir skinklaðu úr einum borði í annað á hellandi hjólum, koyri sveinarnir kýttu seg at stýra teimum. Tað Axel dugdi at síggja var ikki ein tann einasti í múgvuni vitandi um nakra endaliga kós Hver einstakur flutti seg frameftir beint í hølunum á undanmanninum, og tað einasta eindarpunktið var at finna í víddini á tí samlaða hópinum. Hóast tað var høpisleyst, vónaði Axel, at tann veruligi miðdepilin, sum nú var væl undir sjónarringinum, kanska førkadi seg ein annan veg, og at mannamúgvan so líðandi fór at broyta kós, sneiða burtur írá húsunum og víkja av slætt anum sum fjarandi sjógvur Tá hann hentaði tidarblomstrid tað næst seinasta kveldið, var tað fremsta raðið av harkalið:inum komið upp á tann triðja kamb- in og tusti upp um hann. Meðan hann bíðaði eftir greivinduni, hugdi Axel eftir termum báðum blomstrunum sum eftir vóru, tveir smáir knubbar, sum tað næsta kveldið fóru at flyta tey bara nakrir fáar mínutur aftur eftir. Glasstelkarnir á teimum deyðu blóm unum peiggjaðu stívir upp í loft, men allur blómi var horvin úr havanum Morgunin eftir stákaðist Axel í frið á bóka savninum. har hann læsti tey sjáldsamaru handritini inn í tey glastaktu skápini millum gongirnar. Hann gekk spakuliga oman igjøgnum portrettgangin, stevaði hverja mynd av væl og virðiliga, ruddaði skrivar borðið og læsti hurðina eftir sær. Seinna partin stákaðist hann í stovunum, gav spak førur konuni eina hond, meðan hon pussaði prýðislutir og rættaði vasar og bringumynd- ir Um kveldið, tá sólin fór niður aftan fyri húsini, vóru bæði móð og støvut, og tey høvdu ikki tosað saman allan dagin. Tá ið konan skuldi fara yvir í musikkstovuna, rópu Axel hana aftur "I kvøld skulu vit henta blomstrini í felag, elskada”, segði hann róliga við hana. "Eitt ul hvønn” Hann kveitti upp um múrin. Minni enn hálvan fjórðing burturi hoyrdu tey tað øgil- iga doyvda dunið frá ti klodduta herinum, sum trokandi nærkaðist, glinuð av jarni og brestin av koyrlum Axel var kvikur at henta sína blómu, tað var ein knubbi ikki størri enn ein safirur. Iti hon blaktraði, fjaraði gangurin uttanfyri eitt bil, mentist so aftur Axel læt eyguni aftur fyri larminum og hugdi rundan um seg at húsunum, taldi tær seks súlurnar í súluganginum, hugdi so út yvir plenuna at:tí silvurblanka vatninum, hvers vatnskorpa speglaði ta seinastu kvøldarglæmuna, og síðani at skuggunum sum rørdust undir teimum høgu trøunum Vikuskiftið og toygdu seg eftir tí skróvturra svørdinum Hann drálaði við brúnna, har hann og konan høvdu staðið arm í arm so mangt summarð "Axel!" Rómurin uttanfyri brøladi ut í luftina, túsund røddir geylaðu bara tjúgu ella tretivu fótur burturi. Ein steinur kom sendandi upp um múrin, brast niður ímillum tidarblomst- rini og kvetti fleiri av teimum broysknu stelkunum. Greivindan rann yvir til hansara, iti ein grótríð aftrat skramblaði móti múrin- um. So kom ein tungur tigulsteinur singl- andi gjøgnum luftina beint uppi yvir teim- um og sorlaði eitt av vindeygunum í vakstrarhúsinum "Axel!" Hann tók armarnar tvørtur um hana og rættaði silkishipsid iti økslin á henni bar við tað millum uppsløgini "Skjótt, elskaða, tað seinasta blomstrið!" Hann førdi hana oman gjøgnum trappurnar og út í havan. Hon tók um stelkin við sínum diamantglitrandi fingrum, sleit hann snøgg liga og helt honum í lógvunum Eitt bil minkadi málageipið eitt sindur og Axel síissaði seg. I tí bjarta ljósinum, sum glitraði úr blomuni, så hann tey hvítu, bangnu eyguni á konu síni. "Halt un' hana so leingi tú kanst, elskaða, til tann seinasta tægrin doyr' Saman stóðu tey á terrassuni, greivindan helt um tann glógvandi, doyggjandi gim- steinin, luftin seig inn at teimum, meðan røddirnar uttanfyri aftur harðnaðu. Harka- liðið hamraði á tað tunga jarnportrið, og all húsini skulvu av brestunum Meðan tann seinasti ljósglottin streymaði burtur, heyði greivindan lógvarnar upp í loft, sum slepti hon einum ósjónligum fugli, so samlaði hon sítt mót fyri seinastu ferð, legði sín.r hendur í tær hjá manninum, og hennara smíl var líka so strálandi sum tann horvna blóman "O, Axel!" rópti hon Myrkrið skjeyt seg niður yvir tey, sum eitt sverð Við stunan og blótan kom útjaðarin á harkaliðnum til tær knæhøgu leivdirnar av múrinum, sum umgyrdi toftirnar av góðs- inum, tey drógu trævognarnar upp um hann og víðari gjøgnum tey turru hjólsporini í tí sum einaferð hevði verið ein prýðilig inn- koyring. Toftirnar, sum einaferð høvdu ver- ið ein rúmlig villa, megnaðu nóg illa at steðga hesi mannaættar endaleysu flóð Vatnið var tómt, niðurdottin trø lógu og rotnadu á botninum, ein gomul, rustað brúgv var smokkað niður í tað. Okrútið var runnið upp í slokk millum tað síða plenu- grasið, breiddi seg eftir teimum skrýddu gøtunum og upp um tey tilhøgdu grót skylim Terrassan var sprungað nógvastaðni, og høvudsparturin av mannamugvuni stýrði beint yvir um plenuna, fram við teimum sorlaðu húsunum, men eini tvey av teimum forvitnaru klintraðu niðaná og leitaðu mill um útveggirnar. Hurðarnar vóru rotnaðar av hongslunum og gólvini niðursmokkað Í musikkstovuni var eitt gamalt kembalo høgt til pinnabrenni, men nakrir fáir tan gentar lógu enn í støvinum. Allar bøkurnar vóru sópaðar av hillunum á békasavninum, løriftini vóru sundurkarvað, og gyltar rammur sløddust um gólvið Tá ið høvudsparturin av harkaliðnum kom til húsini, fóru fólk at klúgva upp um múrum allastaðni. "Jú bleiv trokan, fólk stumblaðu niður í tað turra vatnið, tustu eftir terrassuni og trokadu seg igjøgnum húsini móti teimum vidopnu norðurdur- unum Bara eitt umráði stóð ímóti tí endaleysu flóðini. Beint undir terrassuni, millum tað brotnu balkongina og múrin, var eitt tætt kjarr av tornarunnum, seks føtur høgt. Tey stingandi blødini vóru ein 6gjøgnumkomi- ligur hópur, og fólkini gingu varliga rundan um hann, iti tey varnaðust, at ein belladonna var fløkt upp i greinarnar. Tey flestu høvdu so nógv um at vera ikki at snåva á millum tær endavendu flísarnar, at tey ikki hugdu inn í miðjuna á tornarunnunum, har tvær standmyndir úr gróti stóðu lið um HO og stardu út yvir lendið av teirra vælvarda hyggingarstað. Tann stórri figururin var standmyndin av einum skeggvaksnum manni í jakka og rullukraga, við stavi undir Vikuskiftið múrlista, rakti rósuna, skygdi av krúnblaða- kransinum yvir á standmyndirnar og upplýsti tað gráa grótið, so tað eitt stokkut bil ikki var til at skilja frá ti langt síðani fúnaða holdinum á standmyndanna upp runafólkum arminum. Undir liðini á honum stóð ein kvinna í kynstrugum, síðum kjóla, vindur og regn høvdu ikki rinið við tað mjáa, friðsæla andlitið. Við vinstru hond helt hon leysliga um eina einstaka rósu, tey yndisliga dánaðu krunblødini vóru so tunn, at tað næstan sást igjøgnum tey Ítí sólin slóknaði aftan fyri húsini, kveitti ein einstøk strála igjøgnum ein brotnaðan Hanus Andreassen týddi KPMG Pauli Ellefsen p/f Statsaut. revisor Gasskomfýrar | á goymslu Skrivstovustarv Fyri P/F Eimskip í Føroyum verður sekt eftir skrivstovufólki til inn- og avskiping- ardeildina. Starvið Arbeiðið fevnir um alt vanligt skriv- stovuarbeidi við høvudsdenti á fyrireik- ing og gerð av farmabrøvum. Harumframt fær starvsfólkið ábyrgd av ávísum uppgávum og tænastum vegna vidskiftafeløg. Talan er um eitt åhugavert framtidarstarv i einum spennandi umhvørvi. Lønin verdur åsett eftir utbugving og | royndum. Umsøkjarin Tann, id settur verdur, skal vera kunda- vinarligur og hava hollan kunnleika til danskt og enskt. Royndir innan skrivstovuyrki og teldu- | arbeiði eru neyðugar. Posar. bustir og slangur | | til flest allar duStsúgvarar Mouarcr DULAMENN Dr Jakobsensgøta 19 100 Torshavn. Tf 19496 LOTTO viku nr. 32, 07.08.96 Umsóknin Umsókn við upplýsingum um royndir og | útbúgving verður at senda til KPMG Paula Ellefsen p/f innan 20. august 1996. | Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Jonny Kruse. Vinnarate!: 2-11-21-22- 44 - 47 Eykatol: 6 - 17 - 19 Prognosa 6 vinnaratøl 1.715.192 kr 5 vinnaratøl + 1 eykatal 67.229,-kr. 5vinnaratøl = + 5.775,-kr. 4 vinnaratøl 148,-kr. 3 v.tøl + minst 1 eykatal 52,-kr. Sosialun. tekur onga ábyrgð av møguligum villum ROKKJALLARIN Vit átaka okkum at selja fyri fólk. Eisini keypa vit deyðsbúgv. Rokkjallarin - if. 11990 Tinghúsvegur 42 - 100 Tórshavn mm €B íbelti er lívbelti } mæ