hósdagur 25. september 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 181 - 25. september 2003
Nr. 181 - 25. september 2003
3
Heðin Mortensen sat
undir hvørjum orði,
tá ið ST-aðalfundurin
var settur í New York
týsdagin. Trygdin er í
hásæti, og løgreglu-
menn eru at síggja
allastaðni í býnum
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Løgtingsmaðurin
Heðin
Mortensen er í hesum døg-
um á aðalfundi hjá Sam-
eindu Tjóða í New York.
Føroyingar hava á hvørj-
um ári eitt umboð við í
donsku sendinevndini á
fundinum, og fyrra partin
av aðalfundinum verður tað
Heðin Mortensen, sum skal
umboða føroyingar á ST-
høvuðsborgini.
Hetta er 58. aðalfundurin
hjá ST, og tá aðalfundurin
verður sett, eru røðararnir
nakrir av týdningarmestu
monnunum í heimssamfe-
lagnum.
Annan og Bush
Týsdagin var Kofi Annan,
aðalskrivari í ST, fyrsti
maður á røðarapallinum, og
hann tosaði millum annað
um, at ST var á einum
vegamóti.
Amerikanski
forsetin,
George W. Bush, tosaði
eisini fyri teimum umleið
3000 fólkunum, sum vóru
savnað.
– Tað var sera áhugavert
at lýða á og eygleiða so
mætar menn, og sum vænt-
að var nógv tosað um støð-
una í Irak, sigur Heðin
Mortensen.
Strangt eftirlit
Seinastu árini hevur yvir-
gangur verið í miðdeplin-
um, og tí verður ansað væl
eftir, at einki hendir teim-
um, sum eru til ST-aðal-
fundin
– Trygdin er sum vera
man sera strong til ein
slíkan ST-aðalfund bæði
innan og uttanfyri bygn-
ingin. Eftirlitið er strangari
enn í nakrari floghavn.
Løgreglan er at síggja alla-
staðni í býnum, sigur Heðin
Mortensen.
Føroyski løgtingsmaður-
in býr á einum gistingar-
húsi á East 34th Street, og
av 35. hædd er útsýnið yvir
býin óføra gott.
Tað er danska sendistov-
an í New York, sum sam-
skipar arbeiðið hjá donsku
sendinevndini á aðalfund-
inum.
Rás 2 hevur keypt
bygning í Søldarfirði,
og har skal høvuðs-
sætið hjá útvarps-
rásini verða framyvir.
Stjórin á Rás 2 roknar
við, at sendast kann
úr Søldafirði fyri jól
ÚTVARP
Eyðun Klakstein
Rás 2 fer at flyta úr høvuðs-
staðnum.
Hetta er greitt, eftir at
Rás 2 hevur keypt bygning
í Søldarfirði, har høvuðs-
sætið hjá útvarpsrásini skal
vera framyvir.
Higartil hevur Rás 2
hildið til í Havnini, men
seinni í ár verður nýggi
bygningurin í Søldarfirði
tikin í nýtslu.
– Vit skulu fyrst gera
bygningin kláran at hýsa
eini útvarpsstøð, men tað
arbeiðið er byrjað, og vit
vóna, at alt verður klárt fyri
jól, sigur Petur Jacobsen,
stjóri á Rás 2.
Tøkniliga útgerðin verð-
ur flutt í einum á náttartíð,
og tí verður einki órógv á
sendingunum hjá Rás 2.
Eisini studio í Havn
Rás 2 er eina av trimum út-
varpsrásum,
men
hon
verður tann fyrsta, sum fer
út um Havnina við síni
høvuðsskrivstovu.
– Vit hava nógv samband
við fólk og virki uttanfyri
Havnina, og tí fer tað neyv-
an at órógva tað stóra, at vit
vera í Søldarfirði. Vit liggja
rímiliga sentralt hóast alt,
sigur Petur Jacobsen.
Leigusáttmálin í verandi
bygningi í Havn gongur út
1. januar næsta ár.
Rás 2 fer tó ikki at sleppa
høvuðsstaðnum upp á fjall,
tí útvarpsstøðin ætlar sær
framhaldandi at hava studio
í Havn, og harafturat hava
teir eisini studio í Klaksvík.
Føroya Gassøla hevur
yvirtikið umboðið upp á
ESAB í Føroyum.
Poul Poulsen, sum hev-
ur havt umboðið, fór
brádliga herfyri.
– Poul hevur í nógv ár
røkt hetta umboð sera
væl og vilja vit á Føroya
Gassølu
gera
okkara
besta fyri at halda á fram
við somu góðu tænastu,
sum Poul altíð gav, og vit
vilja gera okkara besta
fyri, at allir teir kundar,
sum keyptu teirra vørur
frá Poul, koma at føla seg
líka væl komnar hjá okk-
um sum hjá Poul Poulsen,
sigur Føroya Gassøla í
tíðindaskrivi.
Føroya Gassøla selir
mest sum øll sløg av
gassi og nú eisini allar
tær vørur sum ESAB um-
boðar – millum annað
elektrodur,
sveisitráð,
sveisitól og eykalutir.
Móttøka
Bjóðað verður til móttøku í hølunum hjá
Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu 9
í sambandi við stjóraskifti í P/F Sofus M. Jakobsen.
Tað hevði glett okkum at sæð viðskiftafólk,
samstarvsfelagar, vinir og kenningar.
Móttøkan verður
fríggjadagin 26. september frá kl. 15–17.
Pf. Sofus M. Jakobsen
Ráðgevandi verkfrøðingar F.R.I.
Nýtt ESAB-umboð
Rás 2 flytir til Søldarfirðar
Heðin
lurtaði
eftir Bush
og Annan
Heðin Mortensen á ST-høvuðsborgini í New York, har hann umboðar føroyingar á aðalfundinum hjá Sameindu Tjóða
Týsdagin sendi pf
Norðoyatunnilin út
eitt tíðindaskriv, har
boðað varð frá, at
vegagerðin í sambandi
við tunnilin Leirvíkar-
megin, nú er farið í
gongd. Í sama tíðinda-
skrivi verður somu-
leiðis sagt, at trupul-
leikar við ognartøkuni
Klaksvíkarmegin føra
við sær, at vegagerðin
Borðoyarmegin í
fyrsta lagi kann byrja
6. januar 2004
NORÐOYATUNNILIN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Steinbjørn Jacobsen fegn-
ast fyrst og fremst um, at
arbeiðið nú er farið í gongd,
men hann harmast um, at
tað ikki ber til at fara fyrr í
gongd Borðoyarmegin, tí
tað fer at darva fleiri verk-
ætlanum, sum Klaksvíkar
kommuna hevur í umbúnað
at fara í holt við.
– Grótið frá tunlinum
skal nýtast í fleiri verkætl-
anum, men tað ber ikki til
at byrja upp á tær, so longi
sum vegagerðin okkara me-
gin ikki fer í gongd, sigur
borgarstjórin, sum hevur
hug at vera eitt sindur ill-
fýsin um ognartøkuna og
handfaringina av tí mál-
inum.
Tað er ongin loyna, at tá
tað eru yvir 100 eigarar
tvørtur um eitt lendi, sum
skal ognartakast, so kann
tað taka sína tíð.
– Men hetta vistu vit øll
áðrenn, sigur Steinbjørn og
setur spurnartekin við, um
tað sostatt bert mundi vera
pf Norðoyatunnilin, sum
ikki var greitt yvir hetta.
Men tey, sum vóru á
kunnandi fundi um Norð-
oyatunnilin
fyrr
í
ár,
minnast flest øll, at ein av
eigarunum á hesum øki,
reisti seg upp og nam
nevniliga við hendan spur-
ningin um ognartøkuna
tvørtur um Gerðabø.
Tá lat tað ikki til á um-
boðunum fyri Norðoyatunl-
inum, sum um at tey sóu
hetta sum nakran stóran
trupulleika. Men í áður-
nevnda tíðindaskrivi kemur
fram, at nettupp orsakað av
ognartøkuni kann arbeiðið
Borðoyarmegin ikki fara í
gongd fyrr enn eftir árs-
skiftið.
Seinkar øðrum
verkætlanum
Steinbjørn Jacobsen sigur
eisini, at tað at arbeiðið
Borðoyarmegin ikki fer í
gongd enn, seinkar sam-
stundir øðrum verkætlan-
um, sum Klaksvíkar komm-
una er farin í holt við, sum
liður í at fyrireika seg til
stóru broytingina, tá tað
verður koyrandi millum
Borðoynna og meginlandið.
Hann nevnir til dømis
góðshavnina í Ánunum, har
Klaksvíkar kommuna hev-
ur tikið av tilboðnum frá J
og K Petersen um at gera
arbeiðið liðugt. Har skal
ymiskt gerast, og tørvur er
á gróti frá tunlinum, men
tað arbeiðið kann sostatt
ikki fara í gongd enn.
– Tað er harmiligt, at aðr-
ar verkætlanir ikki kunnu
fara í gongd, orsaka av, at
tað ikki er rætt framfarið í
ognartøkunum í sambandi
við
undirsjóvartunnilin,
sigur Steinbjørn Jacobsen.
Hann sigur, at hann hevur
fleiri ferðir gjørt vart við, at
tað fór at taka langa tíð,
men kortini er ognartøkan
ikki byrjað enn.
Ein onnur stór verkætlan,
sum fer í gongd í kjalar-
vørrinum av undirsjóvar-
tunlinum, er miðbýurin í
Klaksvík. Ætlanin er at
fylla alt økið frá sandinum,
har sum hann er í dag, og út
til bátabrúgvarnar við gróti
frá tunlinum.
Men hesi mugu sostatt
bíða við at fara í gongd,
inntil arbeiðið upp á tunnil-
in og vegagerðina Borðoy-
armegin eru farin í gongd.
Harmiligt
Dávur Reinert Hansen,
stjóri í Norðoyatunlinum,
sigur, at tey hava ásannað,
at tað ikki er nemt at sam-
ráðast við yvir 100 eigarar í
senn. Og hann sigur, at tí-
skil hava tey sent út eitt
semjuskriv um endurgjald
til flestu eigararnar við
freist tann 6. oktober, sam-
stundis sum ognartøkan
verður fyrireikað. Og kæru-
tíðin er tríggjar mánaðir
eftir freistina.
Dávur sigur, at tey harm-
ast um, at aðrar verkætlanir
ikki kunnu fara í gongd,
men hann leggur dent á, at
tey noyðast at fylgja teim-
um reglum, sum eru og liva
eftir teimum.
– Vit vildu ynskt, at vit
kundu farið í gongd sam-
stundis báðumegin, men
tað ber so ikki til, sum er.
Men ognartøkan fer í
gongd eftir 6. oktober, og
so byrjar arbeiðið Borðoy-
armegin eftir ársskiftið,
sigur hann.
Stjórin í pf Norðoyatunl-
inum hevur sostatt góðar
vónir um, at arbeiðið Borð-
oyarmegin fer í gongd stutt
eftir ársskiftið. Hann sigur,
at eftir sum hann hevur skilt,
so verða møguligar kærur
viðgjørdar í kærufreistini,
og tískil dugir hann ikki at
síggja nakað í vegin fyri, at
alt ikki skuldi verið tilreiðar
tann 6. januar 2004.
– Og so er tað veðrið
sjálvandi. Januar mánaði
kann vera keðiligur, tað
vita vit øll, so um tað kann
sjálvandi henda, at veðrið
fer at hava sína ávirkan á
júst dagfestingina fyri, nær
arbeiðið fer í gongd, sigur
Dávur Reinert Hansen,
stjóri í pf Norðoyatunnilin.
Formaðurin í haga-
stýrinum fyri Upp-
salahagan í Klaksvík,
Jóhan Joensen, sigur,
at eigararnir bert
verja teirra rætt í mál-
inum viðvíkjandi ogn-
artøkuni av lendinum.
Hann sigur eisini, at
hetta málið ikki er so
einfalt, sum tað kann
tykjast at vera
NORÐOYATUNNILIN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Málið viðvíkjandi ognar-
tøku í sambandi við Norð-
oyatunnilin dregur út. Í
tíðindaskrivinum frá Pf
Norðoyatunnilin stendur, at
tey hava spurt seg fyri hjá
hagastýrinum í Uppsala-
haganum,
har
tunnils-
munnin ætlandi verður, um
tey kunnu sleppa inn á økið
at gera forkanningarnar,
hóast ongin semja um keyp
ella ognartøku av lendinum
fyriliggur.
Hetta
hevur
hagastýrið noktað teimum.
Jóhan Joensen, formaður í
stýrinum, sigur, at haga-
stýrið umboðar allar eigar-
arnar og má rætta seg eftir
teirra ynski.
Hann váttar somuleiðis,
at prísurin fyri lendini er
ikki nøktandi. Norðoya-
tunnilin hevur bjóðað ein
prís áljóðandi millum 12 og
25 krónur fyri fermeturin.
Og tað halda eigararnir er
ov lítið. Men spurningurin
er í veruleikanum um,
hvørja nyttu tað ger, at teir
nokta. Tí sambært tíðinda-
skrivinum fer ognartøkan í
gongd eftir 6. oktober. Og
tá hava eigararnir ikki so
nógv at skula sagt.
– Hetta er eftir mínari
meting bert ein útsetan av
byrjanini av arbeiðinum,
heldur enn nakað annað.
Men vit vilja sjálvandi
verja okkara rætt í hesum
málinum, tí vit standa jú
sum eigarar, sigur hann.
Sigast skal tó, at júst tað
lendið, sum Norðoyatunnilin
hevur spurt seg fyri um, er
kongsjørð, so hann per-
sónliga dugir ikki at síggja
nakað í vegin við, at Norð-
oyatunnilin fór inn og gjørdi
tað forkanningararbeiðið,
sum skal til, áðrenn tunnils-
gerðin sjálv fer í gongd.
– Eigararnir blanda ting-
ini saman her, haldi eg.
Men stýrið umboðar jú teir,
og vit rætta okkum eftir
meirilutanum, sigur Jóhan,
sum heldur, at um Norð-
oyatunnilin kanska hevði
boðið ein meira sámuligan
prís fyri lendini, so hevði
ognartøkan langt síðani
verið farin í gongd.
Løgin mannagongd
Jóhan fílist eisini á manna-
gongdina hjá Norðoyatunl-
inum í sambandi við hetta.
Hann sigur, at teir sum
eigarar hava bert sæð og
hoyrt í fjølmiðlunum um
ætlaninar hjá Pf Norðoya-
tunlinum. Og hann heldur
tað vera sera løgið, at eigar-
arnir ikki hava fingið greitt
at vita fyri langari tíð síð-
ani, júst hvørjar ætlanir
lógu fyri framman.
– Um vit bara til dømis
høvdu fingið eitt bræv, har
alt varð nágreiniliga frá-
greitt, so kann tað hugsast, at
alt hevði verið munandi lætt-
ari. Nú eru eigarar í staðin
vorðnir uppaftur tvørari ors-
akað av væntandi kunnan
um málið, sigur Jóhan
Joensen.
Jóhan er sannførdur um,
at Pf Norðoyatunnilin hev-
ur undirmett tað, sum tey
eru farin í holt við í Klaks-
vík, og tí er støðan, sum
hon er, í dag.
Dávur Reinert Hansen
sigur aðrastaðni í blaðnum í
dag, at Norðoyatunnilin
hevur ásannnað trupulleik-
an við øllum eigarunum, og
tíski lhava tey sent út semj-
unarskriv, tí tað verður ikki
mett at vera praktiskt gjør-
ligt at seta seg at samráðast
við yvir 100 eigarar.
Um prísin, sum felagið
hevur boðið eigarunum í
Klaksvík, sigur hann, at tey
hava hildið seg til prísir,
sum tey kenna aðrastaðnis
frá.
Ognartøkan forðar vegagerð Borðoyarmegin
Ognartøkan av lendunum í
Klaksvík í sambandi við
Norðoyatunnilin eru ikki
farnar í gongd enn, men
sambært tíðindaskrivi frá
felagnum, so fara tær í gongd
eftir 6. oktober
Verja okkara rætt
Jóhan Joensen, formaður í
hagastýrinum í Uppsalahag-
anum, sigur, at eigararnir og
stýrið vilja sjálvandi verja
teirra rætt sum ognarir við-
víkjandi ognartøkuni í sam-
bandi við Norðoyatunnilin
C
M
Y
K
3
2