Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 181 - 25. september 2003 Nr. 181 - 25. september 2003 5 Um ikki so langa tíð fær landsstýrismað- urin nøkur uppskot frá Strandferðsluni um, hvussu prísirnir á ferðaseðlum kunnu broytast FERÐASEÐLAPRÍSIR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er ætlanin, at prísirnir á ferðaseðlunum við skipun- um hjá Strandderðsluni, skulu broytast. Í longri tíð hevur verið tosað um at broyta prís- bygnaðin á ferðaseðlum við skipunum hjá Strandferðsl- uni. Tað er tó ongantíð blivið til meiri enn tos. Men nú sær út til at vera øðrvísi og ætlanin hevur ongnatíð verið so nær sum nú. Í næstum fer Strand- ferðslan at handa landsstýr- ismanninum í vinnumálum nøkur uppskot um, hvussu prísbygnaðurin kann verða. Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at í uppskotinum til landsstýr- ismannin eru fleiri møgu- leikar nevndir fyri, hvussu prísbygnaðaðurin kann verða. Hann sigur, at prísirnir á ferðaseðlunum við skipun- um hjá Strandferðsluni er ein politiskur spurningur og ætlanin við uppskotinum, sum nú verður lagt fram er eisini, at tað skal vera grundarlagið undir einum politiskum kjaki um prís- bygnaðin. Hann sigur, at uppskotið fevnir bara um ferðaseðlar við skipunum. Hinvegin fevnir uppskotið um bæði vanligar ferðaseðlar og um prísin á ferðaseðlum til bilar. Kristian Davidsen sigur, at í uppskotunum, verða ymsir prísbygnaðir lýstir við teimum fyrimunum og vansum, teir hava vit sær. Samstundis eru útrokn- ingar gjørdir, hvussu teir annars fara at ávirka Strandferðsluna. Hann leggur tó afturat, at uppskotini byggja á, at tey skulu hvørki geva Strand- ferðsluni størri ella minni inntøkur, enn hon fær í dag og at játtanin á fíggjarlógini verður tann sama, sum hon er nú. Sjálv hevur Strandferðsl- an ikki nakað tilmæli um, hvønn prísbygnað, hon sjálv heldur vera tann besta. – Í uppskotunum til landsstýrismannin hava vit lýst ymsar møguleikar fyri at geva politikarum eitt grundarlag at viðgera málið á. Fleiri møguleikar Kristian Davidsen sigur, at tosað vit um prísbygnaðin, kunnu fleiri møguleikar verða. Ein møguleiki kann vera, at jú longri ein siglur, jú dýrari skal ferðaseðilin verða. Men hann sigur eisini, at ein annar møguleiki, ið er nevndur í uppskotinum, sum landsstýrismaðurin fær í næstu framtíð, er, at allir ferðaseðlarnir skulu kosta tað sama. – Ein samhaldsfastur prísbygnaður er eisini eitt av uppskotunum, sum vit leggja fyri landsstýris- mannin, sigur stjórin á Strandferðsluni. Eftir tí uppskotinum, verða prísirnir á øllum skipunum tann sami. – Tað merkir, at ongin skal vera fyri vanbýti fyri tað, um tey búgva langt burtur frá miðstaðarøkin- um, tí tey skulu hava somu møguleikar at ferðast ímill- um sum tey, ið búgva tætt við miðstaðarøkið. Sostatt kemur prísurin á teimum dýrastu ferðaseðl- unum, sum eru ferðaseðl- arnir ímillum Suðuroynna og Havnina at verða bíligari, hann kostar í løtuni 75 krónur. Hinvegin kemur prísurin á teimum bíligastu ferðaseðlunum, sum er 35 krónur, at dýrka. Hann sigur, at eitt annað uppskot er at varðveita bygnaðin, sum nú er, men at gera hann einfaldari, so at tað ikki vera so nógvir ymiskir prísir. Bíligari til útoyggj Áður hevur Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður í vinnumálum, upplýst fyri Sosialinum, at hann ætlar at seta 700.000 - 800.000 krónur av á fíggjarlógini til útoyggjarnar. Hendan upp- hæddin skal markast til at gera tað bíligari at ferðast við skipunum hjá Strand- ferðsluni ímillum útoyggj- arnar og meginlandið. Kristian Davidsen sigur, at hendan ætlanin hjá Landsstýrismanninum má so samantvinnast við ætl- anina at broyta prísbygn- aðin, men akkurát, hvussu tað verður gjørt, veit hann ikki enn. Í dag letur nýggjur handil upp á Tvøroyri við ítróttar- og frítíðarklæðum NÝGGJUR HANDIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í eina tíð hevur Elin Dimon Næs búð í Noregi. Har ar- beiddi hon eitt skifti í ein- um handli, sum seldi frí- tíðar og ítróttarklæðir til børn og ung. Sjálv er hon av Tvøroyri og tá kom hon at hugsa um, at einum slíkum handli var eisini brúk fyri í Suður- oynni. Sum sagt so gjørt og í dag letur hon nýggjan handil upp á Tvøroyri. Frítíðarhornið, sum handilin eitur, liggur mitt á Tvøroyri í húsunum hjá Tvøroyrar Handverkara- felag. Í handlinum verður dentur lagdur á at hava ítróttar- og frítíðarklæðir til børn og ung. Men hon hevur eisini vetrarklæði og skógvar, og úrvalið er eisini kryddað við ymsum til vaksin. Finskt handverk er heimsgitið fyri dygd og snið og tí dylir Elin Dimon Næs heldur ikki fyri, at hon er fegin um at hon er sloppin at umboða finska klædnamerkið Reima, men hon hevur eisini onnur merki. Frítíðarhornið fer at hava framsýning á bilasølustevn- uni, sum verður í ítróttar- høllini á Tvøroyri hetta vikuskiftið. Annars er handilin opin seinnapart- arnar, frá klokkan 13 til 18, men leygardagar er opið frá klokkan 10 til 13. Letur handil upp sum brúk er fyri í Suðuroy Hesar seinastu dagarnar hevur Elin Dimon Næs havt úr at gera við at innrættað handilin, men nú er komið undir land og í dag letur nýggi handilin upp Myndina tók Jón Næs Prísirnir á ferðaseðlum hjá Strandferðsluni broytast Strandferðslan fer nú at leggja nøkur uppskot fram um, hvussu prísirnir á ferðaseðlum hjá Strandferðsluni kunnu broytast. Eitt uppskot er, at tað skal kosta tað sama við øllum skipunum so at teir dýrastu ferðaseðlarnir verða bíligari bæði hjá ferðafólki og hjá bilum og at teir bíligastu ferðaseðlarnir afturfyri verða dýrari Leskiligt seyðakjøt út Íslandi mátti brenn- ast í síðstu viku, tí tað livdi ikki upp til ES- krøv. Talan er um tíggjutals tons av bæði seyði og lund- um, sum føroyskar heilsølur hava inn- flutt. Heilsufrøðiliga starvsstova hevur steðgað kjøtinum á bip-støðini í Kolla- firði, tí tað var ikki heilt so kalt, sum kravt verður í ES- reglum MATVØRUTRYGD Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Gott íslendskt kjøt og lund- ar í hópatali av Vestmanna- oyggjunum vóru í síðstu viku brend á Brennistøðini á Hjalla. Orsøkin er, at mat- vørurnar ikki livdu upp til strongu ES-krøvini, sum marknaeftirlitsstøðin í Kollafirði setir til vørur úr triðjalondum. Marknaeftirlitsstøðin í Kollafirði er eitt úrslit av ES-avtaluni frá 2001. Allar vørur skulu kannast við- víkjandi góðsku og merk- ing. Talan er um tvær ymiskar sendingar av matvørum úr Íslandi, sum heilsølurnar Poul Hansen, K-heilsøla og Føroya Keypsamtøka hava fingið fraktað til Føroya við íslendska farmaskipin- um Ernir. Minst 9 tons av kjøti Sambært Árna Dam, stjóra á Skipafelagnum, sum er umboð hjá skipinum, var talan um níggju tons av seyðakjøti, sum kom fram 8. september, og eini 17 tons, millum annað 2000 lundar, síður og ryggja- stykkir av seyði, sum komu 15. september. – Lastin skal vera minst 18 kuldastig. Tá kannað var á bip-støðini í Kollafirði, lá fyrsta lastin milllum 13 og 15 kuldastig, og tann seinni lastin hevði bara 5,5 kulda- stig. Tað er bara loyvi at liggja 3 hitastig undir, so lastin slapp ikki í handl- arnar. Hatta var allar fínasti matur, sum eingin hevði tikið skaða av at etið hann, men eftirlitið er vorðið so strangt, at har er einki at gera. Og tað er eisini í fínasta lagi. Vit mugu liva upp til altjóða krøvini, sigur Árni Dam. Tey fyrstu níggju tonsini eru longu brend, men óvist er, hvør lagnan hjá teimum næstu 17 tonsunum er. Tað ljóðar, at tey skulu aftur til Íslands. Innflytarin hevur 60 dagar at fáa vøruna av landinum. Í øllum førum er greitt, at tey ikki koma í føroysku køli- og frysti- diskarnar. Fyri milliónir Skivan í íslendska farma- skipinum, sum er ein gamal íslendskur trolari, vísti annars 21 kuldastig, tá hann varð kannaður í Kollafirði. Sostatt er tað neyvan skipinum, tað er galið við, men helst flutn- inginum annars. Kanska hevur vøran staðið ov leingi á bryggjuni í Íslandi, ella kanska er okkurt galið við bilflutninginum. Tað verður nú kannað. Enn er ikki gjørt neyvt upp, men greitt er, at talan er um eina milliónaupp- hædd í søluvirði, sum er farin fyri skeytið. Føroysku fyritøkurnar missa einki av málinum skilst, tí vøran beinanvegin varð afturvíst á bryggjuni í Kollafirði. Báðar lastirnar vóru tryggjaðar. Trygging- arfeløgini keglast nú um, hvør skal rinda, og tí verða neyvar kanningar gjørdar, so ábyrgdin kann stað- festast. Heldur enn at enda í kølidiskinum hjá eitt nú Keypsamtøkuni, fór feskt, íslendskt lambskjøt á Sandvíkahjalla og upp í ES-royk Mynd: Jens K. Vang Túsundtals lundar og seyður upp í royk Tað kann tykjast ógvusligt at brenna góðan mat, sum ikki er heilsuskaðiligur. Men ES-krøvini eru til at halda, og tí er eingin góða mamma. Tað snýr seg bæði um umdømi og trygd fyri góðsku, sigur Ingibjørn Egholm, djóralækni á Heilsufrøðigu starvsstovu MATVØRUTRYGD Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Tað er Heilsufrøðiliga starvsstova, sum hevur afturvíst tíggjutals tons av góðum íslendskum kjøti hjá trimum føroyskum heilsølum á eftirlitsstøðini í Kollafirði. Allar kjøtvørur, sum koma úr einum triðja landi í ES-samanhangi, skulu kannast á marknaeftirlits- støðini í Kollafirði. Kann- að verður fyri temperatur, merking og um talan er um mannaføði. – Um eftirlitið vísir, at vøran ikki hevur rætta kuldan, so afturvísa vit vøruna. Er talan um heilsuvanda, so skal hon burturbeinast beinan- vegin, men er talan bara um krøv, sum ikki eru uppfylt, fær innflytarin valið ímillum at burt- urbeina vøruna ella senda hana aftur, sigur Ingibjørg Egholm, djóralækni á eftirlitsstøðini í Kollafirði. Marknaeftirlitstøðin í Kollafirði er eitt úrslit av ES-avtaluni frá mars 2001. Tá fingu føroyskar fiskavørur frítt at fara til ES, men treytin var, at triðjalandsfiskur fyrst var kannaður gjølla á eini sonevndari bip-støð. Før- oyingar fingu ikki loyvi útflyta kjøtvøru á ES- marknaðin, men kjøt, sum kom frá triðjalondum til matna í Føroyum, skal eisini kannast. Sama skilið er við livandi djórum, sum koma til Føroya. Ísland er í hesum sambandi eitt triðjaland, tí tað ikki er partur av Evropasamveld- inum. Eitt krav er, frystivørur skulu hava minst 18 kuldastig. Í hesum føri vóru tær millum 13 og 15 stig. Spurd, um tað ikki er í so harðrent av Heilsu- frøðiligu starvsstovu at afturvísa slíka vøru, sum er góð mannaføði, svarar djóralæknin: – Um vit ikki halda ES- reglurnar, so er eingin grund at hava tær. Eitt er, at vit mugu hugsa um okkara umdømi, men eitt annað er eisini, at er vøran undir tey 18 kuldastigini, so vita vit ikki, hvat er hent við vøruni. 18 kulda- stig er eitt vanligt mark at seta til frystivørur, sigur Ingibjørg Egholm. Eingin góða mamma hjá ES C M Y K 5 4