hósdagur 25. september 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 181 - 25. september 2003
Nr. 181 - 25. september 2003
7
Kunningarstovan flytir
Kunningarstovan í
Vágum flytir í næstu
viku í nýggj høli í
Miðvági. Í hesum
sambandi verður
skipað fyri ymsum
tiltøkum alla vikuna
KUNNING
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Miðvági:
Kunningarstovan í Vágum
flytir á mikkjalsmessu úr
kommunuskrivstovuni
í
Miðvági í høli hjá Godtfred
Joensen, har Føroya Spari-
kassi hevur hildið til, með-
an sparikassabygningurin
hevur verið umbygdur í
summar.
Terji Nielsen, kunningar-
leiðari í Vágum, sigur, at
talan verður um nógv størri
og arbeiðsligar høli enn tey,
Kunningarstovan í dag hev-
ur. Hann vónar, at tað so
eisini fer at síggjast aftur í
arbeiðinum
hjá
Kunningarstovuni.
Ymisk tiltøk verða alla
vikuna í samband við, at
Kunningarstovan
flytir,
greiðir Terji Nielsen frá.
Talan verður um bæði
handilslig og mentanarlig
tiltøk, sigur hann.
Eitt nú fara handlarnir í
oynni at hava opið út á
kvøldið. Skift verður mill-
um bygdirnar, sigur kunn-
ingarleiðarin.
Onkur kvøldseta verður,
og onkrum hugnakvøldi við
dansi verður eisini skipað
fyri. Konsertir standa eisini
á skránni hjá Kunningar-
stovuni í Vágum fyri næstu
viku.
Í samband við, at Kunn-
ingarsotvna flytir, verður
eisini nýtt búmekri av-
dúkað. Hetta verður gjørt á
samkomu í nýggju hølun-
um seinnapartin mánadag-
in, upplýsir Terji Nielsen,
kunningarleiðar í Vágum.
Kunningarstova í Vágum
heldur umframt í Miðvági
eisini til á flogvøllinum.
Kunningarstovan
rekur
Kunningardiskin á flog-
vøllinum. Tað er Felagið
Vágar, sum rekur Kunning-
arstovuna. Felagið Vágar er
samtak av vinnufeløgum í
oynni.
Kunningarleiðarin í Vágum,
Terji Nielsen, fær í næstu
viku munandi betri hølis-
viðurskifti til tey trý fólkini,
sum eru knýtt at Kunn-
ingarstovuni
Mynd: Edvard Joensen
Føroya Banki hevur
sett eina nýggja teldu
upp í bíðihøllini á
flogvøllinum. Kunn-
ingarhornið gevur
kundum bankans at-
gongd til allar inter-
nettænastur bankans
BANKATÆNASTA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Flogvøllurin:
Nú ber til at avgreiða síni
bankaørindi á flogvøllinum
uttan fyri vanligu upplat-
ingartíðirnar hjá Føroya
Banka.
Við síðuna av gomlu
sjálvtøkuni hevur bankin
sett upp eina teldu, tað so-
nevnda Kunningahornið,
har fólk við loyniorði til
ymsum tænasturnar hjá
bankanum, kunnu fara at
avgreiða síni bankaørindi.
Av menningardeildini hjá
Føroya Banka í Havn verð-
ur sagt, at her fæst atgongd
til Netbankan, saldo og
kontoavrit umframt aðrar
tænastur, sum vanliga fáast
yvir inernetið. Beinleiðis
atgongd er til internetið um
hesa telduna á flogvøll-
inum.
Á fremmandum málið
verður hetta nevnt ein In-
fostandari. Ein, sum letur
fólki upplýsingar um tær
tænastur,
sum
bankin
gevur.
Kunningarhornið á flog-
vøllinum er opið samstund-
is, sum peningasjálvtøkur-
nar kring landið eru virkn-
ar. Frá klokkan seks á
morgni til midnátt.
Onkur onnur slík kunn-
ingartelda er sett upp, siga
tey á Menningardeildini hjá
Føroya Banka. Eitt nú
stendur ein í gongini í deild
bankans í Niels Finsens-
gøtu í Havn.
Nýggja stuðulsfelagið
hjá FS Vágum roynir
at skava saman nakr-
ar krónur, har tær
kunnu finnast. Stóra
tiltakið á Giljanesi
leygarkvøldið var
liður í arbeiðinum at
fáa pening til rakstur
av felagnum
FÓTBÓLTSSTUÐLAR
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Vágar: Teir royna sum
frægast at gera vart við seg,
FSV
stuðlarnir.
Hava
stovnað felag, sum skal
vera við til at reka fótbólts-
felagið fíggjarliga.
Hættirnir eru teir van-
ligu, brúktir verða i slíkum
førum. At skipa fyri yms-
um almennum tiltøkum og
at selja lutir, sum hoyra
fótbóltinum til.
Stóra
Beatlestiltakið,
sum FS Vágar Stuðlar skip-
aðu fyri í ítróttarhøllini á
Giljanesi
leygarkvøldið,
eydnaðist væl teksnist.
Men tá gjør varð upp, vóru
fyrireikararnir ikki so væl
ngdir
við
undirtøkuna,
skilst á teimum. Teir høvdu
fegnir vilja havt tað dupulta
av fólki at komið í dans
hetta kvøldið, siga teir.
Sagt verður, at umleið 500
atgongumerki vórðu seld til
tiktakið leygarkvøldið, og
tað er alt ov lítið, halda teir.
Men gav tað ikki tað,
ætlað varð, er so aftur fyri
neyðugt at royna annað. Og
so liggur tað traditionella
nær at hugsa. At seja turri-
klæði, troyggjur og húgvur.
Miðskeiðis í bygdini í
Miðvági, við síðuna av
Missiónshúsinum, er ein
sýnisgluggi,
har
FSV
stuðlar hava lagt út ymiskt,
sum felagnum hoyrir til, og
sum kann keypast ymsa-
staðni í oynni.
Nýggj bankatænasta
á flogvøllinum
Kunningarhornið á flogvøllinum gevur fólki møguleika at avgreiða síni bankaørindi uttan fyri
vnaligu upplatingartíðir bankans
Mynd: Edvard Joensen
FSV Stuðlar royna seg
Sum onnur stuðulsfeløg hava eisini FSV Stuðlar ymiskt, sum hoyrir felagnum til, at selja
Mynd: Edvard Joensen
Seafish kunnar seg um føroyska fiskivinnu
Enski stovnurin, Sea-
fish, er í Føroyum í
hesum døgum og
kunnar seg um før-
oysk fiskivinnuviður-
skifti. Stovnurin er
ein granskingarstovn-
ur, ið millum annað
viðger spurningin,
hví so onglendingar
keypa so nógvan
føroyskan fisk
SEAFISH Í FØROYUM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Eitt umboð fyri enska
stovnin, Seafish, er í hesum
døgum og kunnar seg um
føroysk fiskivinnuviður-
skifti. Umboðið fyri Sea-
fish, Hazel Curtis, sigur, at
stovnurin er fíggjaður av
bæði fiskivinnuni í Ong-
landi og tí almenna. Hann
leggur seg eftir at kanna
ymisk
viðurskifti,
so
áhugamálini
hjá
ensku
fiskivinnuni verða røkt á
haldgóðan hátt.
Arbeiðið hjá stovninum
fevnir
um
gransking,
menning av fiskivinnuni,
kundarøkt, og hvussu eff-
ektiviteturin og støðið í
ensku fiskivinnuni kann
hækka. Fyri at røkka hesum
málum, nýtir stovnurin
stóra orku til at kunna seg
um fiskivinnu viðurskiftum
í øðrum londum enn Ong-
landi og Skotlandi.
Tað verður hildið gjølla
eyga við, hvussu onglend-
ingar kunnu læra av øðrum,
og ikki gera somu mistøk,
sum onkur lond hava brent
seg av. Ferðin til Føroya er
liður í eini kunning og er
gjørd í samstarvið føroysku
sendistovuna í London.
Hazel Curtis arbeiðir í
løtuni við eini granskingar-
verkætlan, sum viðger evni,
ið hava stóran áhuga í
føroysku fiskivinnuni. Fyri
at kunna føroysku fiski-
vinnuna um granskingar-
verkætlanina hevur før-
oyska sendistovan í London
fingið Hazel Curtis til
Føroya.
Nógv fólk á Nóatúni
Hazel Curtis kom til landið
mánadagin, og hon hevur
vitjað
fleiri
føroyskar
stovnar, ið á ymiskan hátt
hava tilknýti til føroyska
fiskivinnu.
Seinnapartin
týsdagin greiddi hon frá
síni granskingarætlan á
Nóatúni, og nógv fólk vóru
savnað.
Politiska myndugleikin
og umboð fyri bæði fiski-
vinnuna á landi og á sjógvi
vóru møtt fjølment. Hazel
Curtis greiddi frá sínum úr-
slitum, og serliga vakti tað
ans, at hon kundi prógva
vísindaligt, at bæði prísurin
og góðskan á fiski er væl
betur, um fiskurin verður
hagreiddur umborð á skipi,
enn á virkjunum á landi.
Sum skilst hava føroying-
ar áður verið treiskir við
góðtaka hetta sjónarmið, og
tí tók kjak seg upp um júst
henda spurningin.
Nógvir spurningar
svaraðir
Granskingarverkætlanin
hjá Hazel Curtis er ikki
liðug enn, og ferðin til Før-
oya er gjørd fyri at fáa
nakrar spurningar svaraðar,
ið hon ætlar at arbeiða við í
framtíðini. Serliga er Hazel
áhugað í, hvør orsøkin er, at
onglendingar
keypa
so
nógvan fisk frá føroying-
um. Hon spyr, hví júst før-
oyskur fiskur er so áhuga-
verdur, og hvat enski fiski-
ídnaður brúkar føroyska
fiskin til.
– Eg eri her fyri at savna
vitan, og finna orsøkirnar
til, at so nógvur føroyskur
fiskur verður seldur í Ong-
landi. Hvat brúka vit før-
oyska fiskin til, er tað til
fiskafingrar ella pommes
frites, spyr Hazel Curtis
Hon sigur, at hon hevur
fingið nógv burturúr higar-
til. Hon hevur lært eina
rógvu, og serliga hevur túr-
urin spart henni nógva tíð,
tí heldur enn at lesa turr
hagtøl, hava føroyingar
greitt henni frá føroysku
viðurskiftunum. Hon ivast
ikki í, at stórur partur av
vitanini, hon hevur fingið á
ferðini, kemur væl við, nú
hon skal arbeiða víðari við
verkætlanini í næstum.
Hazel Curtis fyri Seafish og
landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum, Jacob Vester-
gaard, høvdu nógv at tosa
um á Nóatúni týsdagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Bæði Rói Egholm og
John Rajani halda, at
stórur tørvur er fyri
einum granskingar-
stovni, ið granskar
føroysku fiskivinn-
una. Fiskivinnan í
Onglandi er rættiliga
lítil partur av saml-
aðu ensku vinnuni,
men kortini eru 120
mio. krónur settar av
til gransking. Fiski-
vinnan í Føroyum
svarar til góð 95% av
samlaðu vinnuni,
men kortini er ikki
ein króna sett av til
gransking, og tað er
undrunarvert, heldur
Rói Egholm
GRANSKINGARSTOV
NUR Í FØROYUM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Rói Egholm, ein av stjórun-
um á Farex, var eitt av um-
boðunum fyri fiskivinnuna
á landi, sum var á fyrilestr-
inum hjá Hazel Curtis týs-
dagin. Hann helt fyrilestur-
in vera rættiliga áhugaverd-
an, og serliga beit hann
merki við, hvussu týdning-
armikið tað í veruleikanum
er at hava ein granskingar-
stovn sum Seafish í før-
oysku fiskivinnuni.
– Hon legði heilt smáar
partar av granskingarætlan-
ini hjá sær fram, men tað
mest áhugaverda er, hvussu
stovnurin Seafish arbeiðir,
sigur Rói Egholm.
Hann greiðir frá, at
granskingarstovnurin er
partvís fíggjaður av ensku
vinnuni og tí almenna. Hann
kostar góð 11 mio. pund um
árið, og vinnan fíggjar góðar
átta milliónir pund.
– Fyri at seta enska
stovnin í rætt perspektiv, so
svarar fiskivinnan til gott
1% av samlaðu ensku vinn-
uni, men kortini lata teir
yvir 120 milliónur krónur
til gransking á økinum,
meðan fiskivinnan í Føroy-
um svarar til 95 % av saml-
aðu vinnuni, og har verður
ikki gevið ein króna til
gransking, og tað er undr-
unarvert,
sigur
Rói
Egholm.
Hann heldur, at stórur
tørvur er á analytiskum til-
fari um føroysku fiskivinn-
una. Rói vísir á, at Her-
mann Oskarsson fyri Hag-
stovuna hevur sagt, at før-
oyingum vanta hagtøl og
Rói kann ikki annað, enn
taka undir við Hermann, tí
hagtøl eru avgerandi um
gransking innan fiskivinn-
una skal fáast upp á føtur í
Føroyum.
- Hazel Curtis arbeiðir
millum annað við spurn-
inginum, hvar onglend-
ingar keypa sín fisk og hví,
og bara tann spurningurin
er rættiliga stórur og áhuga-
verdur at granska í, og ikki
minst í Føroyum, heldur
Rói Egholm
John Rajani samdur
Rói Egholm er ikki einsa-
mallur um at halda, at tørv-
ur er fyri einum gransking-
arstovni innan fiskivinnu í
Føroyum. John Rajani, ið
er við Hazel Curtis í Føroy-
um, skilir heldur raðfest-
ingina í føroyskari fiski-
vinnu.
– Vit mangla avgjørt ein
stovn sum Seafish í Før-
oyum, ið kann verða við til
orða ein fiskivinnupolitikk í
Føroyum fyri tey næstu 5-
10 árini. Sea Fish arbeiðir
við, hvat brúkarin ynskir,
hvørjar vørur eru tær bestu
og hvussu vinnan skal klára
seg í altjóða kapping, og
hesir spurningar eru neyð-
ugur at viðgera á gransking-
arstigi, sigur John Rajani.
John Rajani vísir á, at í
Føroyum hava vit tann
óvana at hyggja ov nógv
aftureftir. Hann heldur, at vit
vita fullvæl, hvussu fiskuri
skal fáast til høldar, men tá,
ið fiskurin er komin á land
eru vit ikki nóg dugnaligir.
– Høvdu vit havt ein
granskingarstovn, so høvdu
møguliga fingið eitt meira
ítøkiligt svar uppá, hví heili
50.000 tons fóru óvirkað av
landinum í fjør, spyr John
Rajani at enda.
Rói Egholm, ein av stjórunum á fiskasøluni Farex:
Neyðugt við granskingarstovni
innan fiskivinnuna
Tað eru árliga settar góðar 120 milliónir krónur til gransking í
fiskivinnuni í Onglandi. Í Onglandi svarar fiskivinnan til gott
1% av samlaðu ensku vinnuni, meðan fiskivinnan í Føroyum
svarar til um 95 % av samlaðu vinnuni, men kortini er ikki
ein króna sett av til gransking, og tað er undrunarvert, heldur
Rói Egholm
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6