Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 181 - 25. september 2003 Nr. 181 - 25. september 2003 9 Í dag fyllir Kalla Samuelsen í Klaksvík 90 ár. Hóast høga aldurin, er hon enn áhugað í øllum tí sum rørist í samfelagnum FØÐINGARDAGUR Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Í dag kann Kalla Samuel- sen í Klaksvík hátíðarhalda sín nítára føðingardag. Hóast høgan aldurin, er hon púra klár og áhugað í øllum tí, sum rørist í samfelag- num. Karolina Maria er dóttir Armgarð og Dávur Joensen í Klaksvík. Í 1933 giftist hon Petur Juul Samuelsen, sum var úr Leirvík. Tey fingu 6 børn, Sigrun, Gunnvør, Ásgerð, Rakul, Oddmar og Armgarð. Kalla eigur 11 ommubørn, og langommubørnini eru eis- ini 11 í tali. Kalla býr enn í heimi sín- um, har hon og Petur Juul á ungum árum settu búgv, nær barnaheimi hennara á Vágsheygnum. Sum vanligt tá í tíðini, lærdi Kalla at arbeiða frá ungum av. Tey vóru nógv systkin, so har máttu nógv- ar hendur til, skuldi alt tað húsliga fáast frá hondini. Men tað fall lætt hjá Kallu, sum ikki bara er eitt arbeiðsgrev, men eisini eitt serstakliga positivt menn- iska. Hon er ein av teimum, sum altíð er við tí góða orðinum. Tú hoyrir hana heldur ongantíð sigur eitt ilt orð um nakran. Petur Juul hevði snikk- araverkstað, og búðu mang- ir lærlingar hjá teimum á Vágsheygnum. Seinni tá ið Petur Juul fekk sær heil- sølu, og børnini vóru und- ankomin, hjálpti Kalla til við søluni og pappírs- arbeiði í heilsøluni. Túsundkunstnari Kalla dugir alt og er sera fitt í hondunum. Tað er ikki smávegis av handarbeiði komið frá hennnara hond. Eitt nú broderar hon enn og tað, hon ger, er líka vakurt á ranguni sum á rættuni. Og hevur hon ikki stokkar ella nál millum fingrarnar, so loysir hon krossorðagátur ella leggur kabal. Grønu fingrarnar hevur Kalla arvað frá forfedrum sínum, og tað sæst eisini aftur á vakra urtagarðinum uttan fyri húsini. Kalla fostraði ommuson- in Jørgen Dahl upp. Jørgen kenna mong frá tónleikin- um. Tað gekk ikki altíð so friðarliga fyri seg, tá hann vandi, men hon var tolin, og væl spurdist burtur úr hjá ommusoninum. Nú tyngjast fetini hjá Kallu, men enn sæst hon hvønn morgun fara til gongu í grannalagnum á Vágsheygnum, har hon hevur livað og virkað alt sítt lív. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Kalla 90 ár Í dag fyllir Kalla Samuelsen í Klaksvík 90 ár Í juni 1978 fingu ellivu maskinmeistar prógv á Føroya Maskinskúla. Fremra rað f.v.: Hákun Andreasen, Klaksvík, Bergur Jacobsen, Tvøroyri, Martin Jacobsen, Porkeri, Tom Johannesen, Leirvík, Rasmus Magnussen, Søldarfjørður. Aftara rað f.v.: Eilif Mørkøre, Eiði, Carl Nielsen, Klaksvík, Ólavur Asafsson Olsen, Søldarfjørður, Marner D. Petersen, Fuglafjørður, Pól Rasmussen, Søldarfjørður, Sonny Z. Zachariassen, Hov. Kelda: Myndaárbókin "árið ið fór" 1978 Maskinmeistaraprógv fyri 25 árum síðan NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Jacoba Samuelsen 75 ár Í dag, hósdagin 25. sep- tember, fyllir Jacoba Sam- uelsen, f. Kjærbo, Tórs- havn, 75 ár. Jacoba er fødd í Sumba, foreldur hennara vóru Jensia, f. Jensen, ætt- að úr Kristinhúsi í Froðba, og Jacob Kjærbo, vanliga nevndur Jákup Eystan Á, úr Sumba. Í 1948 giftist Jacoba við Reidar Samuelsen, timbur- manni, úr Havn. Tey bygdu sær hús á Gripsvegi og fingu tríggjar døtur og ein son. Ein dóttir býr í Dan- mark, tvær í Havn og son- urin í Noreg. Reidar doyði 74 ára gamal, 25. oktober 2002. Jacoba er burturstødd føðingardagin. Dagurin 25. september. Kleofas. Annar av lærusveinunum, sum á veg til Emmaus hitti hin upprisna (Luk. 24, 13-35). Torbjørn Michelsen 50 ár 25. september verður ein av teim hugfarsligu kúll- unum á Landavegnum 50 ár. Aftaná lokið students- prógv var hann eina tíð og hjálpti Bjarna Húsgarð í Fruktsøluni at veita borgarunum røtur og purrur o.m.a. Uttan at hava nortið sær nakra verkfrøðinga- útbúgving er hann í dag ein av heilunum í tí framkomnu fyritøkuni Nomatec, har hann teknar, dimensionerar og fyrireikar arbeiðini til hand- verkararnar. Á Landavegnum liggur hansara partur ikki eftir tá hann ágrýtin ár um ár, saman við Mohrarunum og hinum smádreingjunum fyrireikar flottasta nýggjársbálið í býnum. Og ein fýrkantaður Landavegsdrongur ert tú als ikki. Alt tað góða tú hevur givið okkum í vina- fjøldini er ikki at forsmáa. - ein vinur Tað eru nú liðin 5 ár síðan Eyðun og Irena Christian- sen vóru leigarar fyri sam- komu Frelsunarhersins í Vági. Tey fluttu til Dan- markar, og seinastu árini hava tey verið búsitandi í Esbjerg. Nú leita tey so heim aftur til Føroya. Frelsunarherurin hevur givið teimum leiðsluna av arbeiðinum í Suðuroy, Sandoy og Vágum frá 28. september 2003. Hølisum- støðurnar hava verið vána- ligar í Vági, men 26. mars 2004 skulu nýggj hølir innvíðast. Tað hevur altíð verið nógv barna- og ung- dómsarbeiði í Frelsunar- herinum í Vági, tí kemur tað væl við at fáa nýggj hølir. Feltsersjantarnir Eyð- un og Irena Christiansen verða innsett sum korps- leiðarar á almennum fundi sunnukvøldið 28. septemb- er 2003. Eyðun og Irena Christiansen aftur í Vági Nøvn í vikuni Kennir tú onkran … Kennir tú onkran í familjuni, á arbeiðsplássinum, í grannalagnum ð kal vera,ið hevur ein Mikudagin 24. september fekk Svein Rógvi Nielsen handað prógv á Tekniska Skúlanum í Tórshavn. Svein Rógvi Nielsen var hann sum átti hugskotið til at útnevna Ársins arbeiðs- pláss í Føroyum, og hevur hann í hesum sambandi skrivað eina verkætlan um tað. Ársins arbeiðspláss bleiv valt tann 13. juni 2003, og vóru tað tey fimm arbeið- arafeløgini í Føroyum sum valdu vinnaran. Svein Rógvi Nielsen framleiðslutøkningur Í dag, 25. september, fyllir Niels Pauli Djurholm, Kollafirði, 90 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. 90 ÁR Egon Øregaard, stjóri á Tekniska Skúla, handar her Svein Rógva Nielsen prógv sum framleiðslutøkningur Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8