hósdagur 25. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 181 - 25. september 2003
Nr. 181 - 25. september 2003
11
Tað restar peningur í hjá heimarøktini, og summar tæn-
astur hava verið skerdar síðani í summar. M.a. hava nógv
eldri mist hjálpina at gera reint, og í Degi og Viku týs-
kvøldið sóu vit 86 ára gamlan mann dustsúgva heimið hjá
sær. Hann harmaðist um, at hann hevði mist heimarøktina,
sum annars kom ein tíma um 14. hvønn dag.
Sjálvandi orka nógv eldri at halda síni hús. Og tað er
kanska gott fyri tey at røra limirnar, um tey annars orka.
Men seinastu mánaðirnar hava sjálvt fólk, sum tátta í 90
árum, mist hjálpina at gera reint. Eisini hóast heilsuverkið
hevur álagt teimum ikki at fáast við reingerð. Og tað kann
ikki vera rætt, tá reingerð bara kostar eitt-tvey prosent av
útreiðslunum hjá heimarøktini, sum tilsamans fær játtaðar
92 mió.kr. Hóast samlaða almenna útreiðslustøðið ikki
kann hækka, so má raðfestingin broytast, og spardi pen-
ingurin koyrast í tær tænasturnar, ið eru hornasteinarnir
undir vælferðarsamfelagnum.
Í hesum viðfangi skulu vit ikki koma inn á spurningin,
hvussu væl leiðslan dugur at húsast við játtanini ella ikki,
tí tað skal hon duga, annars er hon ikki skikkað. Hinvegin
mugu vit eisini til at lurta eftir henni. Heldur skuldu vit
venda til orðini og spurningin hjá landsstýrismanninum í
almannamálum, um vit skulu hava eina heimarøkt á A, B,
C ella kanska D-stigi.
Nei, rætt hevur Páll á Reynatúgvu. Henda spurningin hava
vit ikki umrøtt áður. Allarhelst tí at ein dyggur meiriluti í
Løgtinginum hevur verið fyri, at vit skulu hava eina so
góða heimahjálp, sum tilber. Partar av teimum borgarligu
flokkunum kundu kanska funnið upp á at seta
spurnartekin við, um vit skulu hava eina heimarøkt á A, B
ella C-stigi. Men at tað skuldi koma frá einum tjóðveldis-
manni kom heldur óvæntað, hóast "tann nýggi" Tjóð-
veldisflokkurin verður alsamt meira borgarligur.
Vandi er í allari vælferð, og vit kunnu altíð seta spurnar-
tekin við, um hetta ella hatta er neyðugt, ella um vit kunnu
spara okkurt. Men tað eru nakrir grundleggjandi tankar og
hugsjónir í hesum partinum í eldrapolitikkinum. Ein er, at
tey eldru skulu vera sum longst í sínum heimi. Ein annar
tanki er, at okkara gomlu, sum hava bygt upp vælferðar-
samfelagið, skulu hava eini góð ellisár og fáa hjálp -
annaðhvørt til kropsliga røkt ella at hjálpa til í heiminum.
Hesa hugsjón skulu vit halda fast um. Vit fara neyvan at
nøkta tørvin á ellis- og røktarheimum, ella tørvin á
vardum íbúðum ella eldraíbúðum, tey næstu mongu árini
og tí skulu vit hava eina góða heimarøkt. Heimarøktin má
eisini altíð verða eitt tilboð til tey, ið eru før nokk at búgva
heima. Vit skulu hvørki tosa um C ella D-støði. Men
Tjóðveldisflokkurin hevur lagt upp til kjak og tað næsta
uppkastið til orðaskifti verður kanska, um vit skulu hava
vælferðarsamfelagið á A, B, C ella D-stigi? Er Tjóðveldis-
flokkurin linkaður so mikið í knøunum, nú hann mælir til,
at vit gera upp, um vit skulu hava vælferðartænastur á A,
B ella C-støði? Og kanska sleppa tí norðurlendska støðin-
um?
Um so er, so má ásannast, at rætturin, ið formaður Tjóð-
veldisfloksins tosaði um uppundir valið, er lítið verdur.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vælferðartænastur á A, B
ella C-støði?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Marni Mortensen
Ein púra vanligur
havnarborgari(?)
Síggi at Leivur Hansen ger
viðmerkingar í Dimmu
fríggjadagin 19. sept. til eitt
lesarabræv í Dimmu 17.
sept. Hugaligt at onkur
endiliga
torir
at
taka
busleiðina í Havn alment
uppá tunguna. Veit eisini at
Jógvan Arge mutaði ímóti
"nýggju" bussleiðini fyrr í
ár. Hóast Leivur og Jógvan
eru í andstøðu í býráðnum
og kanska bara skulu vera
ímóti eins og vanligur po-
litiskur siður er her í land-
inum og skora nakrar bí-
ligar atkvøður, so er tað
gott allíkavæl, at onkur
hevur eina meining um
evni. Havi við áhuga lisið
tað mesta av tí, ið er skrivað
um bussleiðina síðani bý-
ráðið bjóðaði leiðirnar út til
privat at reka.
Hjá undirritaða hevur
bussleiðin verið sera hent
seinastu árini, ikki minst tí
eg búgvi og arbeiði uttan
fyri býin, umframt tann
veruleikan at eg rætt og
slætt ikki havi nakran á-
huga í at eiga bil og allar
trupulleikarnar, ið standast
av einum slíkum - ikki
minst teir fíggjarligu. Buss-
leiðin er ikki dýr at brúka
eftir míni metan, og buss-
arnir eru rættuliga álítandi
við kompetentum sjaførum
fyri tað mesta, so tað er ikki
tað, ið fær meg at skriva
hesar reglurnar.
Men tað er, sum "Buss-
ferðamaður" skrivar í sín-
um lesarabrævið 17. sept.,
at leiðirnar eru snøgt sagt
ikki nøktandi longur - um
tær nakrantíð hava verið
tað. Eg hugsaði mítt, tá eg
hoyrdi borgarstjóran fyrr í
ár í fjølmiðlunum aftan á
nýggju bussavtaluna ógvu-
liga skrásikkurt breggja sær
av, at býurin nú hevði
fingið eina betri bussleið
fyri minni pengar - og øll
sum mutaðu ímóti vóru
bara órealistisk grenj. Tað
er jú tað reina møsn, og tað
veit Jan Christiansen eisini
væl - ella tað burdi hann í
hvussu so er. Tað ber snøgt
sagt ikki til at spara 3,5
mió. uppá eina bussleið,
sum longu áðrenn hetta var
ónøktandi og vænta, at nú
verður hon betri!?! Tað
kanst tú billa inn í ommu
tína, Jan! Møguliga fingu
tey á Argjum eina betri
tænastu, og alt gott um tað,
men hvat við øllum hinum?
Ikki minst tey í Hoyvík?
Tænastustøði har er elend-
igt í løtuni, sum eisini
"Bussferðamaðurin" væl
lýsir í sínum lesarabrævið.
Hatta er bara Føroya Tele
taktikkurin umaftur, tey
kunnu ikki geva øllum
brúkarum eitt betri tilboð
uttan at takað nakað frá
øðrum samstundis. Tað er
bara ikki nakað veruligt
tilboð!
Veruleikin er, at flestallir
býráðslimir, núverandi og
fyrrverandi, nærum ongan
veruligan áhuga hava í
bussleiðini til "vanliga
fólki". Havi sjálvur práta
við býráðslim, sum bara
dugdi at síggja bussleiðina
sum krónur og oyrur - eina
útreiðslu.
Tænastan
til
borgaran og nøkur visjón
um bussleiðina var ikki at
hóma. Eg meini so við,
hvør býráðslimur brúkar
bussin dagliga - fyri ikki at
tosa um í vikuskiftinum?
Hevur tú nakrantíð sæð
nakran teirra í einum bý-
bussi? Og munnu børn
teirra ikki eisini verða
koyrd har tey skulu í bili?
Um teir altso ikki búgva
mitt í býnum (undantikið
Leivur Hansen sum er ein
brandur at ganga!) og als
ikki hava slíkar trupulleikar
sum vit vanligu útjaðara-
borgarar. Hví skulu vit
hoyra býráðið gremja seg
um nógva trafikkin og
skitnað býin, tá tey ikki
sjálvi vilja vera við til at
skapa býnum eitt veruligt
alternativ?
Núverandi og fyrrverandi
bussleið er einki sum bara
líkist einum veruligum
alternativi til alt ov nógvu
ferðsluna í býnum. Tosað
verður bara um krónur og
oyrur - sum sjálvandi eru
týdningarmiklar, men álv-
aratos, væntar nakar í bý-
ráðnum, at bussleiðin skal
geva yvirskot? Hetta er ein
tænasta, sum vit havnar-
borgarar gjalda skatt fyri og
hava krav uppá.
Kann býráðið bara um-
røða bussleiðina sum krón-
ur og oyru? Eru ongar vi-
sjónir um at veita eina betri
tænastu - eg hugsi serliga
um eina øðrvísi tænastu?
Vælsignaði hugsið nýtt og
annarleiðis. Bussarnir sum
koyra í Havn eru yvirhøvur
ikki egnaðir at koyra her.
Teir eru alt ov stórir og fara
illa við býnum, koyra á
annanhvønn kant og skulu
bíða leingi við hvørt horn
og hvørja útkoyring fyri at
sleppa víðari. Onkutíð mást
tú beundra sjaførarnar, sum
koyra dagliga undir slíkum
umstøðum og harumframt
berjast við ein alt ov sam-
anpressaðan tíðarplan. Hví
ikki hava fleiri smærri
bussar, sum koyra oftari
(kanska ikki neyðturvuliga
eftir einum ávísum minutt-
tali) og longri um dagarnar
- hvønn dag í vikuni? Er tað
veruliga so nógv dýrari?
Onkur størri bussur kundi
koyrt um morgunin og
seinni um dagin í samband
við skúlagongd og arbeiði.
Hví ikki eitt sindur av
fleksibiliteti? Skulu bussar-
nir vera so stórir, bara tí
onkrir barnavognar skulu
uppí av og á? Tað má kunna
loysast onkursvegna, tí
sjálvsagt skulu fólk við
barnavogni hava henda
góða møguleikan. Tímir
býráðið bara ikki at hugsa
nýggjar leiðir og um at
veita borgarunum, sum av
ymsum orsøkum ikki hava
bil - eitt nú børn, lesandi,
gomul v.m. - eina betri
tænastu? Har er kanska ikki
stórvegis av atkvøðum at
heinta?
Ein heilt annar trupul-
leiki við bussleiðini í Havn
er, at hon er komin alt, alt
ov seint. Tað er næstan
ongin bussmentalitetur av tí
sama, og tað er nærum vón-
leyst at uppbyggja ein tí-
líkan, tá býráðið ikki tekur
spurningin í álvara og hev-
ur nakað veruligt at bjóða
sínum borgarum. Hevur
eingin samgongulimur í
býráðnum nakra sum helst
meining? Er tað bara fíggj-
arnevndin sum avgerð alt, tí
býráðið bert má hugsa um
pengar? Tosa um tunnlar til
Havnar og stór, dýr par-
keringspláss mitt í býnum.
Hví ikki gera okkurt muna-
gott - og kanska enntá bí-
ligari - við bussleiðina fyrst
heldur?
Bussleiðin – hugsið øðrvísi
Christian Fróði
Djurhuus
Mangir vóru á Paulusar
døgum, eins og á okkara
døgum, ið skammaðust við
evangelium Kristusar, tóat
teir hildu upp á at prædika
og verja tað.
Hvør
skammast
við
evangeliið? Teir sum fjala
og dylja tað fyri menn-
iskjum – teir sum hava
førleikan og møguleikan at
prædika tað, men velja ikki
at gera tað – allir ið præ-
dika, men prædika ikki
evangeliið – allir ið præ-
dika evangeliið fyri ein
part, men nokta at prædika
tað við nágreinileika – teir
ið kennast við tað persón-
liga, men sum nokta at
prædika alment – teir, ið
brúka tvítýdd orð og setn-
ingar, og eru varnir um at
ikki at særa hoyrarar sínar
við sannleika Guds – við
fáum orðum, eitt og hvørt
menniskja sum søkir eftir at
toknast menniskjum við
prædiku síni, sum formar
boðskap sín fyri at vinna
lov og rós frá hoyrarum
sínum, sum noktar at taka á
seg vanvirðing Kristusar,
fyri eina og hvørja grund,
skammast við evangeliið.
Og ein og hvør prædikari,
sum skammast við evan-
geliið, er ein svikaprofetur.
Tænarar Guds skammast
ikki við evangeliið. Teir
gleðast í tí! Tænarar Guds
prædika trúfastir útveljing-
ar-kærleika, fría frelsu og
stóra náði, fyri almenningi
og við dirvi, í andstøðu,
uttan at undirhalda teirra
egnu persónligu áhugamál.
Og evangeliið vit præ-
dika er evangelium Krist-
usar. Tað er evangeliið ið
Kristus prædikaði tá ið
hann var í heiminum. Tað
er evangeliið, sum vit lærdu
frá Honum. Og tað er evan-
geliið, har Jesus Kristus er
høvuðsinnihaldið og aðal-
evnið. Tað er einki annað
evangelium! Evangeliið er
ein kunngering av Jesu
Kristi dýrdarríka persón-
leika. Hann er hin alvaldi
Gud, ið ikki kann lúgva. Og
Hann er menniskja. Kristus
er Gud-menniskjað sum
kom fyri at frelsa fólk Sítt
frá syndum teirra. Evan-
geliið er ein staðfesting av
fullgjørdari frelsu. Kristus
Jesus, við úthelling av blóði
Sínum hevur strikað út
syndir fólks Síns. Ikki ein
av hesum syndarum sum
Hann doyði fyri, kann undir
nøkrum umstøðum, fortap-
ast. Evangeliið er ein kunn-
gering av Kristi frelsandi
kraft. Hann er førur fyri at
frelsa teir handastu ið koma
til Gud við Honum. Og øll
sum Hann kom fyri at
frelsa skal hann geva Gudi.
Evangeliið er opinberingin
av Kristi upphevjan og
dýrd. Sonur Guds, Frelsari
okkara, ræður í fullkomi-
ligum einaveldi, so Hann
kundi geva ævigt lív til alt
útvalda og endurloysta fólk
Sítt. Hann kann ikki lúgva!
Tann Kristus sum vit líta á,
tann Kristus sum vit til-
biðja, tann Kristus við præ-
dika er ein einavaldandi,
eyðin og frelsandi stað-
gongumaður.
Ymsar keldur.
TÍÐINDASKRIV
Árliga
Skótahjálpin
verður í døgunum 20. -
27. september 2003.
Hetta
er
20.
árið,
Skótahjálpin er. Í ár
verður aftur veittur stuð-
ul til tvær verkætlanir -
eina føroyska og eina
útlendska.
Føroyska verkætlanin
- stuðla MBF
2003 er kosið at vera ár
teirra brekaðu. Føroyska
verkætlanin fer tí í ár at
stuðla Meginfelag teirra
Brekaðu, MBF, at end-
urprenta og geva út eina
vegleiðing við heitinum
"Til heim við brekaðum
børnum."
Tá ið Ár teirra brek-
aðu var í 1981, tók ein
av bólkunum, ið tá varð
settur, stig til at lýsa,
hvørji tilboð vóru til
heim
við
brekaðum
børnum. Hesin bólkur
gjørdi eitt stórt arbeiði at
lýsa umstøðurnar og at
finna fram til, hvørji
tilboð vóru. Funnið varð
fram til, at nógv tilboð
vóru, men tvørrandi
samstarv millum stovnar
og verk gjørdi, at for-
eldrini sjálvi ofta skuldu
renna frá Peri til Pól fyri
at fáa hjálp.
Bólkurin gav út bók-
lingin "Til heim við
brekaðum
børnum".
Hesin bóklingur var sera
hentur hjá foreldrum,
bæði tí hann lýsti, hvør
hjálp var at fáa, og tí
hann kom við tilráðing-
um um, hvat kundi verið
gjørt øðrvísi.
Síðani tá er nógv
broytt, og nú eru fleiri
tilboð, men enn er sera
trupult at finna fram til,
hvussu og hvar tey verða
givin. Feløg í MBF hava
tí leingi havt eitt ynski
um at fáa eina heild-
arloysn til børn við
breki.
Í sambandi við, at
2003 aftur er lýst at vera
ár teirra brekaðu, fer
stýrisbólkurin fyri árið
at skipa fyri einum
temadegi í oktober um
heildarloysnina,
og
hvussu hon kann verða
skipað. Allir partar í
málinum hava ásannað,
at tørvur er á eini tílíkari
skipan.
Temadagurin
kemur vónandi at vísa,
hvussu henda loysn skal
verða.
Stýrisbólkurin
ger
síðani ein nýggjan dag-
førdan bókling við upp-
lýsingum um tilboð til
heim
við
brekaðum
børnum sum byggir á
tað, sum kemur fram á
temadegnum.
Útlendska verkætlanin
- stuðla skótum í Nepal
Í vár fingu vit samband
við ein gamlan KFUM-
skóta, Jan á Argjaboða,
ið hevði verið í Nepal og
arbeitt. Har var hann
komin í samband við
skótarørsluna m.a. ein
rovarabólk
nærindis
høvuðsstaðnum
Kat-
mandu.
Ein stórur trupulleiki
hjá teimum er, at eingi
høli eru til skótaarbeiðið
í Nepal, og at teimum
vantar næstan alla út-
gerð. Hesir skótar royna
at byggja hús og at
keypa útgerð, so teir
kunnu menna skótavirk-
semið í hesum økinum
og í Nepal sum heild.
Skótahjálpin hevur í
ár gjørt av at lata út-
lendsku
verkætlanina
vera at stuðla arbeiðin-
um hjá hesum skótunum
í Nepal. Jan á Argjaboða
hevur boðið sær til at
fylgja við í arbeiðinum.
Roynt verður eisini at
fáa ein bólk av rovarum
og ungdómsskótum at
fáa áhuga í hesum ar-
beiði,
so
samstarv
møguliga kann fáast
millum skótarnar í Før-
oyum og skótarnar í
Nepal.
TÍÐINDASKRIV
frá Filadelfia
" Í 80´unum ,eg livi, syngi
og skrivi …" - tóku Frænd-
ir til á sinni. Fólk vilja vera
við, at hesi orð hóska væl
til dagsins livihátt, í ovur-
nýtslu, bæði á tí persónliga
og samfelagsliga økinum.
Eru vit á somu leið nú, móti
enn einum skrælli?
Dagsins trupuleikar í
alivinnuni, rækjuflotanum,
samgonguni og í fullveldis-
gongdini, eru bert nakrir av
fáu
trupuleikunum
vit
hoyra um dagliga . Sann-
leikin í hesum málum kann
ikki noktast, men hvussu
langur skal listin verða, og
hvussu leingi skal hetta
halda á?
Hvat skal til fyri at bøta
um støðuna í landi okkara?
Sterkari javnstøða, aðra
samgongu, positivari men-
tala venjing?
Vit minnast kreppuna í
90´unum! Hvat var tað sum
bjargaði okkum? Jú, tað at
vit fóru á knø, og bóðu
Gud um fyrigeving fyri at
vit, Hansara fólk, høvdu
forsømt Hann og tað verk
Hann hevði sett okkum til.
Noyðast vit at síggja enn
eina kreppu, áðrenn vit fara
niður aftur á knø? Vit
minnast at Gud svaraði
okkum, so fiskifrøðingar
og onnur lærd fólk standa
enn í dag og undrast á hvar
fiskurin kom frá.
Vit eru vís í, at Samkoma
Guds er vón Føroya. Vit
muga reisast at verða sterk í
Gudi, og standa saman um
at broyta land okkara. Nú er
tíðin búgvin til júst tað. Í
hesum sambandi skipar
Filadelfia í Havn fyri einari
heyststevnu fyrsta viku-
skifti í oktober. Evnið á
stevnuni er: "Vón Føroya:
Kristus í tær".
Møtir verða alt viku-
skiftið, og fyrireikarnir siga
at karmarnir um stevnuna
eru sera familjuvinarligir.
Leygardag seinnapart verð-
ur nógv ymiskt á skránni.
Skipað verður fyri bowling,
ríðing, svimjing, fótbólti og
gongutúri í gomlu havnini
við ferðaleiðara. Spennandi
tiltøk fyri børn verða eisini.
Góð gistingartilboð frá
gistingarstøðum í Havn eru
eisini útvegað.
Kunning um møtir, prísir
og annað viðv. heyststevn-
uni 2003, er at síggja á
www.filadelfia.fo. ella tlf.
314828-211067.
Føroyar í kreppustøðu?
Skótahjálpin 20 ár
Hans Eli Dahl
stjóri
Í Dimmalætting nr. 161, 28.
august 2003 er greina-
stubbi: Grovur mismunur á
serundirvísing í føroyskum
skúlum.Greinin skal vera
grundað á samrøðu við
undirritaða dagin fyri. Av tí
at endurgevingin í støðum
er heilt burturvið, og av tí
at leiðarin í Dimmu dagin
eftir er grundaður á sama,
er neyðugt við eini rætt-
leiðing.
Greinin byrjar: "Vanlig
børn við serligum tørvi í
føroysku
fólkaskúlunum
eru við skerdan lut á yms-
um skúlum kring landið.
Talan er ikki um børn við
breki, men um vanlig børn,
hvørs einasti trupulleiki er,
at tey hava ilt við at læra at
lesa, skriva ella rokna og tí
skulu hava eitt sindur av
eyka hjálp í onkrum faki".
Longu her skilst, at ikki
hevur eydnast undirritaða
at hjálpa blaðmanninum til
innlitið, ið er krevst til
grundarlags undir grein um
hesi viðurskifti.
Miðfirrað (vanlig)
serundirvísing
Heitið vanlig børn verður
ikki brúkt í sernámsfrøðini.
Harafturímóti kann ein
hoyra um "vanliga ser-
undirvísing". Í fyrisitingini
verður henda nevnd mið-
firrað serundirvísing. Hesa
leggja skúlarnir sjálvir til
rættis eftir tørvi næminga
og við teim tímum, ið eru
til taks. Hesir tímar eru
íroknaðir vanliga pults-
tímatalinum, ið av Menta-
málaráðnum verða játtaðir
skúlunum. Burtur av hesum
tímum eigur skúlin til hetta
endamál at brúka 0,11 t/ v
faldað við næmingatali
skúlans. Ein skúli við t. d.
40 næmingum eigur sostatt
at brúka 4, 4 tímar um vik-
una til miðfirraða (vanliga)
serundirvísing. Teir næm-
ingar, ið fáa hesa, hava ikki
serligan tørv. Teir bera ikki
brek men hava ávísar læru-
trupulleikar, ið gera, at
teimum tørvar nakað av
eyka undirvísing, ið er
serliga lagað teimum.
Serligur tørvur
Næmingar við serligum
tørvi eru teir, ið bera brek.
Teir kunnu vera illa fyri í
sansing, likamligari- og-
ella sálarligari menning,
kunnu vera fjølbrekaðir
ella álvarsliga darvaðir á
annan hátt.
Til sernámsfrøðilig tiltøk
fyri hesar næmingar fær
skúlin serskilta játtan frá
Sernásmsdeplinum. Tím-
arnir vegna serligan tørv
eru oyramerktir einstøku
næmingunum ella 2 — 3
næmingum á liði.
Mismunur og ónøktandi
tímatal
Torført man vera at finna
eina játtanarskipan og eitt
tímatal, ið øll vera nøgd
við. Hóast ávíst orðaskifti
hevur verið, og hóast fleiri
hava gjørt vart við ónøgd
um skipanina, so hava
Landsskúlafyrisitingin,
seinni Mentamálastýrið og
nú Mentamálaráðið higartil
ikki hildið, at núgaldandi
skipan hevur elvt til mis-
mun á tilboðum um ser-
undirvísing í teim ymsu
skúlunum.
Eg skammist ikki við evangelium Kristusar
Rómbrævið 1:16
VIÐMERKINGAR
Rættleiðing til grein í Dimmalætting nr. 161, 28. august 2003:
Grovur mismunur á serundirvísing
í føroyskum skúlum
C
M
Y
K
11
10