Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 181 - 25. september 2003 Nr. 181 - 25. september 2003 13 - Vit hava keypt gomlu vevarnar hjá Ólavi Jensen, og í vetur fara hesir at mala og veva gardin- toy og annað í Vági, sigur Árni Brattaberg VØRUMESSAN 2003 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Millum teir umleið 35 framsýnararnar á Vøru- messuni á Nabbi seinasta vikuskiftið, var eisini fyri- tøkan Sirri, sum hevur heimstað í Vági. Sirri virkar ymisk pløgg úr føroyskum tilfari, og alt hevur sín upprunaliga lit. Tað merkir, at ongar vørur verða litaðar, sum felagið letur av hondum. Altíð við Árni Brattaberg, sum sjálv- ur umboðaði básin hjá Sirri á Vørumessuni, sigur, at síðan í mars 2000, tá ið Sirri sá dagsins ljós, hevur fyritøkan verið við á árligu messuni á Nabbi. - Hóast vit eru væl runt í meginpartinum av landin- um, hava vit øll árini, síðan vit byrjaðu, ynskt at verið við á Vørumessuni. Hann vísir á, at her hevur Sirri ein góðan møguleika at vísa fram sínar vørur. - Vit høvdu nógv vitjandi á básinum, og eg haldi, áhugin fyri okkara bási var stórur. Árni leggur tó aftrat, at á eini slíkari messu er van- liga ikki nógv søla. Á fleiri støðum - Vit hava sølu í Vági, Havn, Klaksvík, Runavík og í Vágunum. So, vit eru komin rímiliga væl út um landið. Árni sigur, at í Havn eru vørurnar hjá Sirri at finna í Fútaskrivstovu, í Klaksvík hjá Vima, í Runavík í skósøluni hjá Torleifi, og í Vágunum eru vørurnar at finna á flogvøllinum. - Á Gørðunum í Vági verður spunnið, bundið, tøvt, skorið og seymað, sig- ur hann. Umframt ymiskar vørur – heilt frá vøttum til frakkar, spinnur Sirri eisini tógv. Árni sigur, at Sirri framleiðir eini 60 ymiskar vørur – alt úr føroyskum tilfari. Keypt vevar Um ikki so drúgva tíð, fer Sirri eisini at veva til ymisk endamál, eitt nú gardinur. - Vit hava keypt vevarnar hjá Ólavi Jensen og fara at seta teir upp í Vági. Her fara vit at veva og seyma gardinur og annað úr vovn- um tilfari. Árni sigur, at allar vørur- nar, sum Sirri framleiðir, verða framleiddar frá byrjan til enda í Vági. Tilsamans 10 fólk eru í starvi hjá felagnum, og tá eru øll tey tikin við, sum eru í sjálvari framleiðsluni og tey, sum arbeiða í handl- unum. Útlendingar keypa Árni Brattaberg sigur, at størri helmingurin av vør unum, sum Sirri fram- leiðir, verða seldar útlend- ingum, sum vitja í Føroy- um. - Sum tíðin er liðin, eru vørurnar hjá okkum vorðn- ar meira og meira eftir- spurdar, sigur kreativi framleiðarin og nýskaparin úr Vági. Árni og Sirri við á Vørumessu Árni Brattaberg á básinum hjá Sirri. - Okkara vørur verða meira og meira eftirspurdar, sigur kreativi framleiðarin og nýskaparin. Mynd: John Müller Stórur áhugi var fyri básinum hjá Ergo-og Hjálpitól Mynd: John Müller Birgir Poulsen, stigtakari. Saman við konu, børnum og versynum skipar hann fyri Vørumessuni Mynd: John Müller Formaðurin í Mentanarnevndini, Jógvan Arge: Samanlegging skaðar góðskuna - Sum fjølmiðlamað- ur sjálvur meti eg tað vera ein avgjørdur fyrimunur, at talan er um tveir sjálvstøðug- ar almennar fjøl- miðlastovnar í staðin fyri ein einsamallan og sterkan loftmiðil, sigur Jógvan Arge. Hann metir seg ikki hava ein gegnistrup- ulleika, hóast hann bæði er formaður í Mentanarnevndini og varastjóri í ÚF LOFTMIÐLAR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Jógvan Arge er formaður í Mentanarnevndini, eftir at Annita á Fríðriksmørk fór niðan í Mentamálaráðið, og umframt hetta er hann varastjóri í Útvarpi Føroya. Tískil er Jógvan Arge sera viðkomandi í sambandi við uppskotið um samanlegg- ing av SVF og ÚF, og hevur hann síni greiðu sjónarmið. - Eg kann ikki siga, hvørja áskoðan Mentanar- nevndin hevur, men sum fjølmiðlamaður meti eg tað avgjørt vera betri fyri tíð- indagóðskuna at hava tveir sjálvstøðugar almennar fjølmiðlastovnar í staðin fyri ein sterkan og einsa- mallan, vísir Jógvan Arge á. Sambært honum viðger nevndin bara mál, sum skulu í tingið, og hevur samanlegging av ÚF og SVF tískil ikki verið við- gjørd í Mentanarnevndini. Eingin gegnistrupulleiki Jógvan Arge er rættiliga innarlaga í hesum máli, tí umframt sess sín í áður umtalaðu nevnd er hann varastjóri í ÚF. Hetta metir hann tó ikki hava nakran trupulleika við sær. - Ein lærari kann viðgera skúlamál, fiskimenn og reiðarar kunnu viðgera fiskivinnumál, og á sama hátt meti eg tað ikki vera skeivt, at ein fjølmiðlamað- ur kann viðgera fjølmiðla- mál, sigur Jógvan Arge. Hóast talan í hesum føri er um ein ávísan stovn, har hann er varastjóri, sær Jógvan Arge ongan trupul- leika við hesum. - Eg kann ikki siga, hvørja áskoðan Mentanarnevndin hevur, men sum fjølmiðla- maður meti eg tað avgjørt vera ein fyrimunur at hava tveir sjálvstøðugar almennar fjølmiðlastovnar í staðin fyri ein sterkan og einsamallan, vísir Jógvan Arge á, sum ikki heldur seg hava ein gegnis- trupulleika sum varastjóri í ÚF Eftir at fólkafloksting- maðurin Jákup Mikk- elsen í gjár vísti á fyri- munirnar við saman- legging av ÚF og SVF, er Annita á Fríðriks- mørk greið. – Tað er gott, at slík uppskot verða løgd fram, men eg ætli mær ikki at ar- beiða við hesi ætlan, sigur ein avgjørdur mentamálaráðharri. Tó vil hon seta nýggja nevnd at tryggja óheftan tíðindaflutn- ing LOFTMIÐLAR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Tingmaður Fólkafloksins í Norðoyggjum, Jákup Mikkelsen, vísti í Sosial- inum í gjár á bæði kvalitat- ivu og fíggjarligu fyrimun- irnar við eini samanlegging av loftmiðlum okkara. Um- framt at báðir stjórarnir, Mikkjal Helmsdal úr SVF og Jógvan Jespersen úr ÚF, ikki mettu fyrimunirnar við uppskotinum vera stórar, tykist mentamálaráðharrin úr Tjóðveldisflokkinum, Annita á Fríðriksmørk, heldur ikki taka undir við ætlanini. - Hann skal fáa eitt erligt svar frá mínari síðu, og tað er gott, at Jákup Mikkelsen leggur hesa áskoðan fram og tekur evnið upp. Eg fari ikki at arbeiða við eini samanlegging av ÚF og SVF, men eg havi tó ætlanir um at betra um fleiri onnur viðurskifti á loftmiðlaøkin- um, sigur ein avgjørdur mentamálaráðharri í aftur- svari til Jákup Mikkelsen. Nýggj kringvarps- nevnd Í hesum sambandi sigur Annita á Fríðriksmørk, at neyðugt er at fáa ein mill- umlið millum landsstýris- mann og stovnsleiðarar, og við eini broyting í kring- varpslógini er hetta gjør- ligt. - Fyri at tryggja politiskt óheftum tíðindaflutningi og fjølmiðlavirksemi sum heild er neyðugt við eini nevnd, sum er ímillum landsstýrið og fjølmiðla- stjórarnar, sigur Annita á Fríðriksmørk. Í løtuni eru stovnsleiðar- arnir næstir í hierarkinum eftir landsstýriskvinnuna í Mentamálaráðnum uttan nakran millumlið, og við verandi støðu metir menta- málaráðarrin ikki, at pol- itiski objektiviteturin er í hásæti. - Tískil er brúk fyri nýggari nevnd ímillum landsstýrið og stovnsleið- arar, sum skal samtykkjast í tinginum, og er hetta neyð- ugt fyri at tryggja, at lands- stýrið ikki viðgerð og tekur avgerðir um fjølmiðla- stovnar við støði í partapolitikki. Solidariskt kring- varpsgjald Annita á Fríðriksmørk leggur eisini dent á, at broytingar skulu fremjast við kringvarpsgjaldinum. - Nú hækkaði kring- varpsgjaldið, og hóast samlaða upphæddin má vera tann sama, er neyðugt við eini meiri solidariskari skipan viðvíkjandi kring- varpsgjaldinum, sigur Annita á Fríðriksmørk. Spurd, hvat hetta merkir, vísir mentamálaráðharrin ikki ítøkiliga á, um gjaldið beinleiðis og í bræði skal lækkast, men hetta tykist tó vera tað, Annita sipar til. Hvør sítt sjónarhorn Viðvíkjandi uppskotinum hjá Jákupi Mikkelsen at fusionera loftmiðlarnar sig- ur Annita á Fríðriksmørk hinvegin, at fyrimunir eru at halda ÚF og SVF frá- skild. - Tá tveir fjølmiðlastovn- ar arbeiða hvør sær, verður tíðindaflutningurin altíð borin fram frá hvør sínum sjónarhorni, og júst við hesum fjølbroytni meti eg tað vera ein avgjørdur fyri- munur við tveimum sjálv- støðugum arbeiðsplássum, sigur Annita á Fríðriks- mørk. Hon metir eisini kappingina millum útvarp og sjónvarp hækka um fjøl- miðlastøðið og vera menn- andi. - Sjálvsagt er nakað av peningi at spara við eini samanlegging, og hesum eri eg samd við Jákupi Mikkelsen í, men við- víkjandi áskoðanini um betri góðsku eri eg als ikki samd, og ætli eg mær tí ikki at arbeiða við hesi ætlan hansara, eru greiðu boðini frá Annitu á Fríðriksmørk úr Tjóðveldisflokkinum til tingmann Fólkafloksins, Jákup Mikkelsen. Langt á mál Tá landsstýriskvinnan á henda hátt ikki tekur undir við eini samanlegging, sum tó ikki er nøkur nýggj hugs- an, tykist tað vera langur vegur á mál hjá Jákupi Mikkelsen og øðrum at fáa realiserað hetta sjónarmið, sum í hesum føri hvørki hevur fingið undirtøku úr viðkomandi landsstýrið og heldur ikki millum stovns- leiðarar. Niðanfyri vísir formaðurin í Mentanar- nevndini heldur ikki upp- skotinum vælvild. Greið boð frá mentamálaráðharranum: Eingin samanlegging av ÚF og SVF - Jákup Mikkelsen skal fáa eitt erligt svar frá mær, og tað er gott, at hann leggur hesa áskoðan fram og tekur evnið upp, men eg fari ikki at arbeiða við eini samanlegg- ing av ÚF og SVF, sigur avgjørdi mentamálaráðharr- in, Annita á Fríðriksmørk, sum tó vil broyta skipanina á loftmiðlaøkinum C M Y K 13 12