Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 25. september 2003 15 15 14 Nr. 181 - 25. september 2003 UTTAN ÚR HEIMI Irakar krevja vald Tað serliga stjórnarráðið, sum amerikanarar hava sett í Irak, vil nú hava størri vald, men tað ætlar amerikanska stjórnin ikki at geva ráðnum. Formaðurin í stjórnarráðnum, Ahmed Chalabi, sigur við New York Times, at stjórnarráðið vil hava fult ræði á fleiri irakskum ráðharrastovum, og hann ger samstundis greitt, at ráðið er ímóti, at fleiri fremmandir hermenn koma til Irak. Tvørturímóti eigur USA at fara undir at taka sínar hermenn úr landinum, sigur Ahmed Chalabi. Men tað kemur ikki upp á tal. Samskiftisstjórin í Hvítu Húsunum, Dan Bartlett, sigur við New York Times, at USA fer ikki at lata teir 25 limirnar í stjórnar- ráðnum yvirtaka valdið í Irak. Í fyrra lagi er ráðið ikki fólkavalt, og harafturat er tað alt ov tíðliga at lata irakum valdið í landinum, sigur Dan Bartlett. Nógvir nýggj niðursetufólk Ein kanning í Ísrael vísir, at talið á jødiskum niðursetu- fólkum á Vestara Áarbakka er vaksið nógv skjótari enn fólkatalið í Ísrael annars tey seinnu árini. Sambært kanningini er fólkatalið í Ísrael vaksið 32 prosent síðani 1993, men í sama tíðarskeiði er jødiska fólkatalið á Vestara Áarbakka vaksið heili 144 prosent, skrivar Jerusalem Post, sum hevur gjørt kanningina. Blaðið skrivar, at seinastu trý árini er fólkatalið í Ísrael vaksið 6,8 prosent, men á Vestara Áarbakka eru jød- isku niðursetufólkini vorðin 20 prosent fleiri í tali hesi trý árini. Seinasta ársskifti búðu 213.000 ísraelsmenn á Vestara Áarbakka, og tað svarar til 3,2 prosent av al- menna ísraelska fólkatalinum. Altjóða samfelagið hevur fleiri ferðir fordømt ísra- elsku avgerðina at lata jødar seta búgv á Vestara Áar- bakka, sum sambært Oslo-sáttmálanum frá 1993 er palestinskt øki. Sambært altjóða samfelagnum eru júst niðursetubygdirnar ein tann størsta forðingin fyri varandi friði millum ísraelsmenn og palestinar. Øði um lán Andstøðan í Turkalandi er í øðini um eitt lán, sum stjórnin hevur fingið úr USA, tí andstøðan vil vera við, at stjórnin hevur sett landsins uttanríkispolitikk í veð fyri láninum. Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, John Snow, segði seinasta mánadag, at lánið til turkisku stjórnina verður útgoldið, um amerikanska uttanríkisráðið og verju- málaráðið Pentagon koma til ta niðurstøðu, at turkiski stuðulin til amerikanska politikkin í Irak er nóg stórur. Tað er hetta, sum hevur fingið øði í turkisku andstøð- una. Emi Serin, sum fyri stuttum tók seg burtur úr stjórnarflokkinum hjá Tayyip Erdogan, forsætisráð- harra, sigur við CNN, at stjórnin hevur selt landsins utt- anríkispolitikk. Nær hava vit nakrantíð hoyrt, at hern- aðarmyndugleikarnir í einum landi skulu góðkenna treytirnar fyri einum láni til annað land, spyr hann. Heitasta summar í 500 ár Tað er ikki so løgið, at fólk siga seg ikki minnast so heitt summar sum í ár, tí nú siga granskarar í Sveits, at summarið í ár var tað heitasta í 500 ár. Granskararnir siga seg vera komnar eftir, at meðalhit- in í Evropa var 19,5 stig í juni, juli og august, og at tað var tvey stig oman fyri meðalhitan í somu mánaðum í árunum frá 1901 til 1995. Sveitsisku granskararnir siga, at summarið í ár var heitari enn í metárinum 1757, og at gomul skjøl benda á, at vit skulu heili 500 ár aftur í søguna fyri at finna eitt heitari summar í Evropa. Eins og aðrir granskarar vilja teir sveitsisku heldur ikki siga nakað beinleiðis um orsøkina til tann nógva hitan í summar, men teir siga seg kortini ikki ivast í, at tað sokallaða vakstrarhúsárinið er ein av orsøkunum. Svenska løgreglan á berum Alt bendir á, at mað- urin, sum varð settur í samband við morðið á Onnu Lindh og varðhaldsfongslaður, sleppur leysur aftur í morgin. LINDH-MORÐIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Nógv bendir á, at svenska løgreglan er um at koma í somu støðu, sum tá Olof Palme varð myrdur. Hon veit ikki, hvør myrdi uttan- ríkisráðharran, Onnu Lindh. Løgreglan hevur verið tøtt sum fløskan ta seinastu vikuna, men sambært tíð- indastovuni TT hevur løg- reglan lítið og einki at ganga eftir í drápsmálinum. Tað einasta, sum er likið út frá løgregluni er, at hon leitar eftir drápsmanninum, og at tann 35 ára gamli maðurin, sum situr í varð- haldinum í Stockholm, er ikki tann einasti, sum verð- ur kannaður í sambandi við morðið. Løgreglan hevur seinastu dagarnar roynt at fáa stað- fest, at maðurin í varðhald- inum er tann sami sum á myndunum frá upptøkutól- unum í NK-handilshúsun- um, har Anna Lindh varð myrd. Sambært Aftonblad- et hava trý vitni sagt løg- regluni, at talan er um sama mann, men eftir øllum at døma er hetta ikki nóg mikið. Tað er í øllum førum ikki nóg mikið til at staðfesta, at tað var tann 35 ára gamli, sum stakk uttanríkisráð- harran. Harafturat bendir alt á, at hvørki fingramerki ella DNA-royndir hava sett mannin í samband við morðið. Tí bendir alt á, at rætturin fer at lata tann 35 ára gamla leysan í morgin. Nú nýtist dønum og kongstrúgvum føroy- ingum ikki at spyrja longur. Fríðrikur krúnprinsur fær Mary Donaldson. KONGSHÚSIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Hóast tað hevur ligið í luft- ini leingi, er tað ikki greitt fyrr enn nú, at Fríðrikur krúnprinsur sleppur at gifta seg við avstralsku unnustu síni Mary Donaldson. Í gjár kunngjørdi hóvið á Amalienborg, at Margretha drotning fer at boða stjórn- ini frá, at hon hevur játtað krúnprinsinum at gifta seg við Mary Donaldson. Tað hendir tann 8. oktober, og tá verða tey bæði trúlovað. Nær brúdleypið verður, er hinvegin ikki heilt greitt, men tey kongakønu í Keyp- mannahavn gita, at tað verður í apríl ella mai næsta ár. Fríðrikur krúnprinsur er 35 ára gamal. Mary Don- aldson er ættað av oynni Tasmania sunnan fyri Av- stralia. Hon er 31 ára gomul. Mamma hennara doyði í 1995, og pápin, sum er professari í støddfrøði, er í løtuni gestalærari á lærda háskúlanum í Oxford í Onglandi. Fríðrikur fær Mary Nú er tað vist: Einaferð í vár fer Fríðrikur krúnprinsur at gifta seg við avtsralsku Mary Donaldson C M Y K 14