Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mai 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 96 - 19. mai 2000 14 Nr. 96 - 19. mai 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Rakel Helmsdal, rithøvundur Smart!!! Harragud, sum alnótin er smart! Ja, hevði hon ikki verið til, ja, so høvdu tit ikki sitið og lisið hetta beint nú. Nei, her hevði stutt sagt ongin klumma verið, ella í hvussu so er ikki mín klumma. Tí eg sat í góðari trúgv her yviri í Hallunda, Stockholm, og helt, at eg bara skuldi sita her og njóta fyrilestrar og sjónleikir einar 10-12 tímar um dagin og síðani gera akkurát hvat tað passaði mær, t.v.s. sova... Men hvat, eg geri ta dáragerð at lata teldupostin upp, at vita um onkur kanska hevur minst til mín, nú eg eri burturstødd, og hvat er tað so, eg fáið. Ein áminning um, at tað er mín ivasami heiður at fylla klummuna hesaferð... Ja, so er ikki annað hjá mær at gera, enn at seta meg við mína lumateldu og skriva. Ikki tí eg júst veit, hvat eg skal skriva, men skriva skal eg, tí annars livi eg ikki upp til tað, sum eg pástandi yvirfyri næmingum mínum í kreativari skriving, nevniliga, at øll altíð kunnu skriva, um bara viljin er til staðar. Sigi ikki, at tað altíð verður líka gott, men man kann... Fyri at koma aftur til tað, eg byrjaði við, tað, at tað er so smart... alnótin og teldan sum heild. Ja, hendan eg skrivi uppá er ikki meira enn einar 17x10 cm, og kortini kann eg skriva tekstir uppá hana betur, enn eg nakrantíð kundi við eini ferðaskrivimaskinu, sum vigaði 10 ferðir so nógv, og uttan at noyðast at skriva tekstin fleiri ferðir, sum eg hevði noyðst, um eg skrivaði hann við hond. Har er eisini so nógv annað smart við teldum, alt møguligt sum tú knappliga kanst gera sjálv, plakatir, skáir, alskyns myndaviðgerð, tín egna tónleik, skáseta hvattaðskalvera, ja, satt at siga, so er tað so óendaliga nógv, sum tú kanst gera nú, og tú ikki kundi fyrr. Ella sjálvandi kundi tú gera tað fyrr, í ein vissan mun, við saksi og lími, við litblyantum og aðrari tekniútgerð, við ljóðførum og bandupptakarum, við kartoteks- kortum, - men tað var ikki tað sama kortini, úrslitið var ikki so professionelt, ikki so flott, ikki so lætt at finna runt í. Og fert tú út at alnótina er tað bókstaviliga onki mark fyri, hvat tú kanst finna av upply´sningum, undirhaldi, og annars alt líkt og ólíkt (ok, kanska mest ólíkt). Men har er eitt teldur ikki eru, sjálvt um tað kanska onkuntíð hevur verið sagt. Tær eru ikki tíðarsparandi! Tú fart kanska gjørt eina fundar-, ella konsertskrá nógv vakrari og snøggari enn fyrr, men tað tekur ikki minni tíð enn við saksinum og líminum, tí nú tú hevur møguleikarnar, so vilt tú fegin brúka teir til fulnar, og tað tekur tíð! Tú kanst kanska leita skjótari eftir tilfari, nú tú hevur alnótina, men úrslitið verður ofta, at tú kortini nýtir eins nógva tíð, ja kanska meiri, tí at tú nú fært atgongd til nógv meira viðkomandi tilfar, og tí skal ny´ta nógv longri tíð til redigering. Og ja, um telduposturin ikki var uppfunnin, og eg hevði verið uttanlands, ja, so hevði eg ikki fingið hatta áminningarbrævið, fyrr enn eg kom heim, og tá hevði tað verið ov seint at skriva nakra klummu, og so hevði eg spart hesar báðar tímarnar, eg endiliga havi frí millum tveir fyrilestrar.. Eyðun Klakstein »Vit skulu vera errin, tá vit enda aftast í Grand Prixnum, tí vit hava valt okkara sang við hjarta- num og ikki við útrok- ningum av, hvør sangur kann vinna.« Blaðkvinnan á Aktuelt, Sørine Godtfredsen, var ikki í iva, tá hon sama dag sum europeiska Grand Prixið varð hildið í Stockholm útrópti danska sangin sum tann trygga taparan. Men seinasta sunnudag endaðu tapararnir sum teir stóru vinnararnir, tí danska brøðraparið Olsen góvu øllum hinum 23 sangunum í Grand Prix- num bakhjól, so gummi- roykurin stóð eftir. »Fly on the Wings of Love« hevði flog sum eingin av hinum sang- unum, og tá atkvøðurnar hjá teimum ymsu lond- unum vóru taldir upp, var danski sangurin 40 stig frammanfyri tann næsta. Nærmast ein maktdemo- stratión av donsku brøðr- unum. Tapararnir gjørdust stóru sigursharrarnir TÓNLEIKUR. Donsku Olsen-brøðurnir vóru undan Melodi Grand Prixnum kallaðir glaðir taparar, men teir endaðu við at sláa øll met fyri plátusølu í Danmark At tey í Russlandi, sum vóru argastu kappingar- neytar hjá dønum, góvu dønum fult stigatal, er vælsaktans bara eitt dømi um, at demokratiið eisini virkar í Russlandi. Og at norðurlond syrgdu fyri at atkvøða fyri hvør- jum øðrum, er helst eitt dømi um drúgvar royndir við demokratinum. Stjørnuskot Dagin eftir forkunnuga sigurin í Melodi Grand Prixnum framdu Olsen- brøðurnir slíkt bragd í plátusølu, at tað kann ikki mátast við nakað annað í Danmark Mánadagin seldu teir 50.000 eintøk av nýggju fløgu síni, og tað kunnu sjálvt ikki Aqua, sum eru størsta danska poppnavnið, mátað seg við. Tá nýggja fløgan hjá Aqua kom út herfyri, seldi hon 40.000 eintøk í Danmark fyrsta dagin, men hesaferð varð tað metið so ruddiliga sligið. Stikk den! „Smuk som et stjerne- skud“ var danska heitið á sanginum, men í tráð við tíðarandan var teksturin umsettur til poppenskt áðrenn Grand Prixið. Somu loysn valdu nógv av hinum luttaralondunum. Enskt er poppmálið fram um øll hini, og tað merkist nú eisini á Grand Prix- num, har londini áður sungu á móðurmálinum. Altjóða hitt Og nú sangurin ljómar á enskum, er tað í grundini einki mark fyri, hvussu langt hann kann røkka í poppheiminum. Hjá plátu- felagnum CMC Records rokna tey við at fáa eitt altjóða hitt burtur úr vinn- arasanginum. Og skal áhugin millum europeiskar sjónvarsstøðir nýtast sum málitól, kunnu Brøðurnir Olsen selja nógvar fløgur. Mánadagin stóðu sjónvarpstøðir í kø fyri at fáa vitjan av teim- um báðum Olsen’unum. Men umboðsmaðurin hjá teimum takkaði í fyrstu syftu nei til áheita- ninar. Fyrst skal hann syrgja fyri, at nýggja fløg- an hjá Brøðrunum Olsen fæst í øllum teimum lond- unum, har teir fara at hava sjónvarpsframførslur. Nú ræður um at skipa soleiðis fyri, at Olsen- brøðurnir, sum eru peda- gogar, fáa sum mest burtur úr hæddarpunktinum av teirra longu karrieru sum tónleikarar. Og danir kunnu fegnast um, at teir fyri aðru ferð nakrantíð sleppa at skipa fyri Grand Prixnum, og stríðið um, hvar í Dan- mark tað skal haldast er longu byrja. Keypmanna- havn, Århus og Farum eru millum tey, sum bjóða seg fram. Og so kunnu vit enda við nøkrum av vísdóms- orðunum hjá óheppna skribentinum í Aktuelt: »Vi taber i aften, og vi gør det med glæde, for vi gør det som os selv.« Tá danska blaðið, Jyll- ands-Posturin, mánadagin royndi at fáa fatur á blað- kvinnuni á Aktuelt, fekk blaðið at vita, at hon var í ferð við at skriva eina nýggja grein. Hesaferð var tað um mistaka seg… Brøðurnir Olsen vóru tryggir vinnarar av ársins Grand Prixi 4200 í pyjamas SJÓNLEIKUR. Klaksvíkar Sjónleikarfelag er nú liðugt at spæla best umtókta leikin hjá felagnum nakrantíð. Yvir 4000 fólk kring alt landið hava sæð skemtileikin Eyðun Klakstein «Frá Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Útselt er til eykasýningina á Oyrabakka mikukvøldið. Tí verður ein eykasýning afturat klokkan 22.00.« Ikki aftur nú. Lýsingin í Út- varpinum á middegi mánadagin ljóðaði sum eitt ekkó frá sein- astu viku. Eykasýningar á Oyra- bakka. Og so útselt. Men tað var ikki en vilst lýs- ing, sum varð smoygt niður yvir høvdið á útvarpslutarunum í bestu matartíð. Klaksvíkar Sjónleikarfelag spældi mikukvøldið seinastu eykasýningarnar av Seks í pyja- mas, sum hevur verið sýndur kring landið seinastu vikurnar. Tað byrjaði í Klaksvík, undir- tøkan var sera góð, síðani var farið til Havnar, Oyrabakka og Hvalba, og allastaðni streymaðu fólk til leikin, sum frá byrjan fekk góð skoðsmál í bløðunum. Fólk vilja út Her í blaðnum var leikurin kall- aður nakað av tí besta, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag nakr- antíð hevur spælt, og tað skuldi vísa seg, at tað vóru tað eisini nógv fólk, sum hildu. Í øllum førðum møttu fólk, sum ongantíð áður, upp til leik- in, og nú klaksvíkingar eru lidn- ir at spæla leikin, er hann best vitjaði leikurin hjá felagnum nakrantíð. Eini 4200 fólk hava sæð leikin. Tá tosað verður um føroyskt met, kemur Seks í pyjamas ikki rættiliga í nánd av teimum Rudolf skal skipa fyri Norðoyastevnuteitinum Tað verður ein gamal kenningur, sum skal skipa fyri Norðoyastevnuteitinum hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelagi í ár. Rudolf Joensen, sum er kendur sum vertur í Gekkinum, hevur nógv ár á baki í sjónleikarfelagnum í Klaksvík, og nú skal hann aftur á pallin. Hann fer at standa fyri arbeiðnum at fáa eitt Norð- oyastevnuteitið upp at standa til stevnuna, sum byrjar um smáar tvær vikur. Í fjør var einki teitið á norðoya- stevnu, men tað ætlar Klaksvíkar Sjónleikarfelag ikki skl endurtaka seg. Tað hevur gingið strúkandi við Seks í pyjamas. Yvir 4000 fólk hava verið til leikin, sum hevur fingið sera góð skoðsmál allastaðni. Frá vinstru: Jan Gardar, Jórun Ljósstein, Hans Hjalti Skaale og Adelborg Linklett. Mynd: JH størstu, sum millum annað eru leikurin um Kardamummubýin. Men stóra undirtøkan fyri Seks í pyjamas hendir í eini tíð, har tilboðini um undirhald eru fleiri og meira fjølbroytt enn nakrantíð. Internetið , teldur og fylgisveinasjónarp hava skapt óteljandi møguleikar fyri at stytta sær um stundir, men hóast tað er tað ein ørgrynna av fólki, sum fegið vil hyggja eftir sjón- leiki. – Hetta vísir væl, at fólk fram- vegis hava hug at koma út mill- um fólk. Tey tíma ikki bara at sita heima og kúra. Tey vilja eisini út at hugna sær, og til dømis flenna eftir einum sjón- leiki, sigur Adelborg Linklett, sum er ein av leikarunum í Seks í pyjamas, og sum hevur drúgv- ar royndir sum sjónleikari. Heilt serstakt Adelborg Linklett hevur leik- lutin sum tænastukvinnan í Seks í pyjamas, sum fær sum mest burtur úr fløktu støðu, sum upp- stendur, tá harrin í húsinum roynir at fjala út yvir, at elska- rinda hansara kemur á vitjan. – Tað er ótrúliga stuttligt at spæla, tá salurin er fullur og fólk rættiliga liva við í leikinum, sigur Adelborg Linklett. – Tað hevur gingið fantastiska væl við hesum leikinun, og eg havi ikki upplivað slíka undir- tøku áður. Hon hevur onga einfalda frá- greiðing upp á, hvat tað er sum ger, at leikurin hevur verið so væl vitjaður. – Vit hugsa eisini um, hvussu tað kann bera til. Men kanska er tað tí, at leikurin er stuttligur, fløkjaligur og væl skrivaður, og so vóni eg eisini, at tað er tí, at vit spæla væl, sigur hon. – Vit eru seks leikarar í leiki- num, og tá tað eru so fáir leik- arar á pallinum, ber tað rættiliga væl til at fáa alt at sita sum tað skal. Og tað er neyðugt, um hesin leikurin skal rigga, tí tað gongur skjótt fyri seg, og tað hendir nógv allatíðina. Adelborg sigur, at øll fólkini, sum hava verið til leikin, hava dámt hann sera væl, og tað hev- ur sjálvandi gjørt sítt til, at onn- ur fólk eisini eru farin at hyggja. – Summi, sum hava keypt atgongumerki, hava sagt, at tey hava hoyrt at leikurin skal vera so øðiliga skemtiligur, og tí skulu tey eisini hyggja. Eftir at Klaksvíkar Sjónleikar- felag hevur spælt leikin í einar tveir mánaðir, eru tey nú givin. Fyribils í hvussu so er. Norð- oyastevnuteitið skal nú venjast, og onkur av teimum, sum er við í Seks í pyjamas, skal eisini spæla teitið. – Men kanska verður hann tikin uppaftur seinni, tað er ikki óvist, men tað fáa vit at síggja, sigur Adelborg Linklett.