leygardagur 20. mai 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 96 - 19. mai 2000
Dánjal Højgaard
Myndir: Jens Kr. Vang
Klokkan er farin av tíggju, tá ið
loyst verður frá landi hendan
hósmorgunin.
Vit eru tilsamans 15 fólk um-
borð á skjóttgangandi skútuni hjá
Palla Lamhauge í Vestmanna.
Umframt myndamann og blaðfólk
hevur eitt dansk ferðalag tekna
seg til hesa ferðina, sum fer fram í
fagrasta summarveðri.
Manningin á Silju telur tveir
mans. Tað eru feðgarnir báðir
Jákup Andrias, sum er skipari á
ferðini og Palli sjálvur, sum er
ferðaleiðari.
Tøgn um kapping
Silja smoyggir sær elegant uttan-
um kappingarneytan Barbaru,
sum liggur og bíðar eftir ferða-
fólki við bátabrúgvarnar Inni á
Fjørð. Longu áðrenn Jákup Andri-
as hevur fingið sett ferð á teir 750
hestarnar, sum fjala seg undir
dekkinum á Silju, skilja vit, at
kappingin er eitt viðbrekið mál í
hesi vinnuni.
Hvussu vit enn tráðspyrja Palla,
so vil hann ikki siga eitt einasta
orð um kappingarneytan, Skúva-
dals-mennirnar. Ið hvussu so er
ikki beinleiðis.
1999 var eitt metár til ferðafólk
hjá Palla Lamhauge.
-Vit hava siglt støðugt fleiri fólk
gjøgnum árini. Fjørárið var so
nógv tað besta hjá okkum. Tá
førdu vit eini 5.000 fólk undir
Vestmannabjørgini og vit skulu
ikki vænta, at talið verður so nógv
størri, sigur Palli.
Tað ljóðar ikki so galið, tá
hugsað verður um, at Palli Lam-
hauge hevur nógvar aðrar túrar
eisini. Kortini letur hann illa at:
-Í mun til avrikið og íløguna
gevur hetta alt ov lítið. Høvdu vit
havt eini 14.000 fólk, so hevði
mann liva av hesum. Men so
nógv fólk fáa vit ikki, sigur Palli,
sum sigur tað vera ótrúliga dýrt at
reka bátsútferðir.
-Reklaman kostar og somuleiðis
fólkini, sum tú samstarvar við,
sigur Palli, sum heldur, at ein
príshækking hevði broytt um
støðuna.
-Høvdu vit kunna kravt 200
krónur fyri túrin so hevði tað
verið øðrvísi. Men gera vit tað,
bakka føroyingarnir út og so
missa vit hinar gestirnar við, sigur
reiðarin, sum greiðir frá, at tey
flestu, sum fara undir bjørgini eru
føroyingar og gestir hjá føroying-
um.
Hann sigur tað ikki sjálvur.
Men millum reglurnar ber til at
lesa, at hækkaðu báðir kapp-ing-
arneytarnir prísin í senn, so høvdu
kundarnar kanska ikki rýmt kort-
ini.
Byrjaði í 1955
Tá ið Slættanes er í eygsjón fer
Palli út at afturdekkið at forklára.
Á gøtudonskum greiðir hann frá
teirri avtoftaðu bygdini norðast á
Vágoynni. Fjáltur er eingin at
hóma. Eftir nærum hálva øld í
yrkinum virkar framførslan sum
rein rutina.
Fyrstu ferð Palli fór at sigla
ferðafólk eystur undir land var í
1955. Men tað var ikki fyrr enn í
1983, at siglingina gjørdist hans-
ara høvuðsvinna um summarið.
Palli trúði upp á hesa nýggju
vinnu, sum var farin at taka dik á
seg.
Fyrstu árini var stóri seksæring-
urin, Fríðgerð, einsamallur í flot-
anum hjá Palla, men í 1993 keypti
hann sær ein 40 fót stóran rasara-
bát úr Svøríki.
Palli er errin av Silju, sum hann
sigur var vald úr við størsta um-
hugsni. Báturin gongur 25 míl og
skal vera ógvuliga sjógóður og
lættur at manerera undir bjørg-
unum. Ein nýggjur bátur av hes-
um slagi kostar hálva triðju
millión krónur, greiðir eigarin frá.
Flís av livibreyð num
Komin undir Vestmannabjørgini
fáa ferðafólkini eina uppliving
fyri tær 150 krónurnar, sum ein
ferð undir Vestmannabjørgini
kostar.
Tá síggja vit, at Halgisberg er
lopið og at ein hola, sum Silja
plagar at fara ígjøgnum er typt av
omanlopinum. Sjógvurin er gráur
og tað luktar av svávul.
Útlendsku gestirnir tykjast kort-
ini rættiliga ónervaðir av drama-
tikinum, nú ein flís er farin av
livibreyðnum hjá Palla. Palli
sjálvur roynir at taka tað róligt:
-Men so segði Petur í Toftum:
„man går i fare hvor man går“
skemtar hann. Men avdúkarí
somu vend, at teir altíð hava eitt
glas av nervatablettum standandi í
bátinum.
Og tað er meira enn so komið
fyri, at upplivingarnar undir
bjørgunum hava verið so skak-
andi, at Palli hevur verið noyddur
at givið fólki eina tablett at leggja
undir tunguna aftaná.
Umstrídd verkfallssigling
Vestmannabjørgini eru ikki ein-
asta álitið hjá Silju og Frígerð.
Umframt teir almennu túrarnar
verða leiguferðir gjørdar, bæði við
ferðaløgum, kendum útlendskum
gestum og fyri oljufeløg og skip.
Hendan siglingin er ein fortreyt
fyri, at tað kann mala runt, slær
Palli Lamhauge fast.
Palli er eisini kendur - og um-
stríddur - fyri at skjútsa fólk um
Vestmannasund, tá ið tann al-
menna ferðslan liggur lamin av
verkfalli. Sum hann sjálvur mál-
ber seg:
-Tað hevði verið ringt, um eing-
in Palli var.
Spurningurin er, um ferða-vinn-
an er so soltin biti, at Palli Lam-
hauge veruliga noyðist at ganga
so vítt, sum at leggja seg út við
føroysku fakfeløgini. Tí greitt er,
at onkuntíð hevur leikað hart á
millum partarnar.
-Eg eri ikki óklárur við nakran,
Á pendulfer
SKJÓTTGANGANDI FERÐAVINNA. Hann
er umstríddur og sjónligur í føroysku ferða-
vinnuni. Palli Lamhauge hevur verið við í
nærum hálvthundrað ár. Í dag droymir hann um
fleiri ferðafólk, størri bátar og dýrari bilettir
tað veit guð. Nú haldi eg at tú gert
nakað nógv av, skákar Palli sær
undan.
-Nei, vit eru kammeratar. Teir
vóru óalmindiliga fittir og plagdu
at koyra meg heim til døgverða,
tá ið verkfallið var, sigur hann og
slær síðani málið frá sær:
-Nei, lat okkum snakka um
okkurt annað.
Tey kendu selja
Ein plakat inni í stýrhúsinum á
Silju fortelur um øll tey kendu
fólkini, sum Palli og synirnir hava
siglt millum ár og dag.
Millum teir forkunnugu gestir-
nar teljast Fríðrikur krúnprinsur,
Poul Nyrup Rasmussen, forsætis-
ráðharri, amerikanski sendimað-
urin í Keypmannahavn og kendar
stjørnur Kim Larsen, Hanne Boel,
Sissel Kirkjebø og Bjørn Afzelius,
sáli.
– Her klatrede man bare op
uden kæde. Vi er nogle barske
drenge vi færinger, ha?
Fríggjadagur 19. mai
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Valdsnýtsla og -misnýtsla
Eg havi hugsað nógv um ta løgnu
støðu eg eri komin í sum ummælari.
Eg eri borgari í einum landi, sum
skal tryggja mær nøkur rættindi og
skyldur. Eg havi loyvi at tala, skriva og
hugsa sum eg vil. Hesi rættindi og
skyldur eru grundleggjandi í einum og
hvørjum demokratiskum landi, sjálv-
andi undir ábyrgd, tú hevur ikki loyvi
at spilla nakran út ella koma við ósann-
indum, tí so verður tú revsað.
Hesi rættindi helt eg meg hava, til
útvarpið 9 mei boðaði frá, at Føroya
Løgting hevði viðtikið við lóg, at eg
ikki skuldi vera limur í útvarpsnevnd-
ini, tí eg eri undir illgruna fyri at vera
tjóðveldisfólk.
Jú meira eg hugsi um hetta, sum
farið er fram í Løgtinginum, jú meira
avgjørd eri eg í hugsan míni um, at
hetta er eitt ógvuliga prinsipielt mál um
rættin hjá fólki at sleppa at siga sína
hugsan uttan at verða revsaði.
Eg veit meg ikki at hava gjørt nakað
kriminelt, men hóast hetta meinar ein
meiriluti í Føroya Løgtingi, at eg eri
illgrunasom.
Søgan er hendan: eg fekk ein dagin
telefonboð úr Undirvísingar- og Menta-
málastýrinum, har eg varð biðin um at
gerast limur í útvarpsnevndini. Eg
hugsaði við mær sjálvari, at mestur
mundi tað vera, tí eg hevði ummælt
loftmiðlar okkara eina tíð, tí eg annars
eri lutfallsliga anonymur persónur. Eg
játtaði.
So hugsaði eg ikki meira um hetta,
til tað løgna hendi, at ein løgtingslimur
ein dagin byrjaði at tosa um limirnar í
fjølmiðlanevndini: teir áttu ikki at hava
loyvi at vera har, tí at teir flest allir
valdu Tjóðveldisflokkin.
Tað fyrsta eg hugsaði var: tað var
løgið. Eg eri limur í valnevndini fyri
Sands Kommunu, og er tað nakað,
sum er grundleggjandi undir vali, so
er tað hetta, at valið er persónligt og
loyniligt, men á hesum løgtingsliminum
ljóðaði tað, sum um hann hevði verið
inni, saman við limunum í fjølmiðla-
nevndini, og hugt at , meðan teir valdu,
tí hvussu kundi hann annars vita, hvat
teir valdu?
Tað annað eg hugsaði var: hví gera
so nógv hóvasták burturúr eini nevnd,
sum ongan avgerðarrætt hevur yvir
fjølmiðlunum, og sum ongar milliónir
hevur at skalta og valta við?
Eg helt sannheit at siga, at hetta fór
at fara aftur í ommu sína, hetta mundi
vera ungi aldur løgtingslimsins, sum
gjørdi hann so bráðræsnan.
Men eg fekk annað at síggja. Sum
tíðin leið komu alt fleiri løgtingslimir
við í kórið, ja, ein einmæltur Javnað-
arflokkur tók undir við hesum persón-
ligu útspillingum. Tá trúi eg, at eg
doyði. Javnaðarflokkurin, sum hevur
frælsi sum hægsta mál á skránni, tók
undir við og stuðlaði hesum ørvitistosi.
Jú meira eg hugsaði um hetta, jú
meira ódámligt tyktist hetta mær. Eg
varð løgd undir at vera politiskt heft at
ávísum flokki, hevði politiska slagsíðu
og lítið trúvirði.Soleiðis kendi eg tað, tí
eg var ein av limunum í útvarpsnevnd-
ini.
Hvat er hetta, man í roynd og veru
ger seg til talsmann fyri? Jú Føroya
Løgting hevur viðtikið at skerja frælsi
hjá ávísum føroyingum, tí teir eru undir
illgruna fyri at vera tjóðveldisfólk.
Eg sendi í mínum stilla sinni ein
tanka upp til pápa mín, sum alt sítt lív
valdi Javnaðarflokkin, og sum sjálv-
andi hevur ávirkað meg til at virða
menniskju og rættindi teirra. Eitt, hann
altíð legði áherðslu á, var ikki at gerast
»hentur idiotur«, men at løgtingslimir
Javnaðarfloksins skuldu gerast »hentir
idiotar« fyri afturhaldskreftirnar, tað
vardi meg ikki.
Tað, sum er hent nú, er, at Føroya
Løgting hevur, við framferðarhátti og
grundgevingum sínum, skapað fyri-
dømi fyri at halda áfram við slíkum:
Grundleggjandi prinsippir um persón-
ligt frælsi fara á glið og hugsast kann,
at næstu ferð taka enn fleiri løgtings-
limir undir við slíkum atgerðum, tí hetta
hevur jú verið gjørt áður. Slík framferð
skapar eisini angist. Um tú hevur nak-
að at missa, t.d. eitt gott starv ella ynski
um eitthvørt starv, so má tú halda kjaft
og endiliga ikki siga tína hugsan. Stutt
sagt: tú selur sál tína.
Tað grovasta av øllum hesum er, at
alt hetta gongur fyri seg, uttan at fjøl-
miðlarnir umtalað hetta við einum ein-
JÁKUP MØRK
Fyri fáum árum síðani var at kalla risa-
stórur munur á skránni hjá Útvarpi Før-
oya, summar- og vetrarhálvuna.
Vetrarnar bar aloftast til at hoyra Út-
varpið væl út á kvøldið, meðan summ-
arið viðførdi eina ógvuliga skerda skrá.
Fleiri vóru eisini tey, sum hildu, at hetta
sum so ikki gjørdi nakað, tí tað var so
nógv annað at takast við ljósu summ-
arkvøldini.
Seinastu árini er tó ein stór broyting
farin fram hesum viðvíkjandi. Summar-
hálvuna hevur verið sent allan dagin,
og út á kvøldið. Onkur hevur kanska
hug at samanbera við veðurlagið her á
Fylgir við veðrinum
landi. Lítil munur er á summarinum og
vetrinum, men tó, so eru dagarnir kortini
nakað lættari at koma ígjøgnum í ljósu
tíðini.
Heilt so umfatandi sum vetrarskráin,
hevur summarskráin tó ikki veirð, og
soleiðis verður eftir øllum at døma eisini
í ár.
Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sig-
ur, at eisini í ár verður skráin nakað
skerd um summarið. - Vit koyra við
hálvari manning í einar 12 vikur, og tí
hava vit ikki orku til at senda eins nógv,
greiður hann frá.
Víðari sigur hann, at tey í løtuni eru í
ferð við at leggja summarskránna til
rættis, og hon verður kanska ikki heilt
asta orði. Ikki ein einasta atfinning,
bara endurgeving av tí sum fer fram.
Hetta eru miðlar, sum skulu ganga
undan at tryggja okkum talu- og skrivi-
frælsi.
Eg eri rætt og slætt í øðini: Hvat billa
tit tykkum inn at revsa meg, tí eg játtaði
embætismanni í Føroya Landstýri at
vera limur í einari nevnd. Eg bað ikki
um at vera nevndarlimur í útvarps-
nevndini.
Hvat vistu tit løgtingslimir um or-
søkina til mína játtan, tað kundi verið
av áhuga, tað kundi verið av errinskapi,
tað kundi eisini verið, tí at eg helt tað
vera eitt slag av plikt, yvir fyri lands-
myndugleikunum, at játta at vera við í
slíkum arbeiði. Tað vistu tit so ikki.
So orsøkin til hetta løgna ummælið
er, at eg til eina og hvørja tíð góðtaki,
at Løgtingið hevur vald at lóggeva,
men at eg ikki undir nøkrum umstøð-
um góðtaki slíka valdsmisnýtslu, sum
her er farin fram.
Og ynski mítt til fjølmiðlarnar er, at
teir fáa fingrarnar úr einum vissum
staði, og eru uppgávu sína vaksnir.
Seinastu árini er mnurin á summar- og vetrar-
skránni minkaður alsamt. Í hvussu so er, tá tal-
an er um senditíð
ólíkt teirri frá í fjør. Sosatt kunnu fólk
rokna við, at talan aftur verður um eina
seinnapartssending, sum allarhelst fær
navnið summarið 2000.
Nakrar sendingar, sum hava verið at
hoyrt seinasta hálva árið, fara í dvala
komandi mánaðirnar, men útvarpsstjór-
in sigur tó, at fyri fyrst er avgjørt at koyra
við so at siga óbroyttari skrá fram til
fyrsta vikuskiftið í juni mánaði.
Hvussu sendiskráin kemur at síggja
út eftir hetta, er so ikki greitt enn, men
ivaleyst verður tó meira at frætta um
hetta komandi tvær vikurnar.
Marna Jakobsen,
exam. art.,
skrivar