Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 182 - 26. september 2003 Nr. 182 - 26. september 2003 3 Hóast gjaldsskipanin hjá Vágatunlinum nú riggar, eru fólk ikki heilt trygg við at brúka hana. Talvan er ov ógreið, halda fólk. Hetta skal nú bøtast uppá GJALDSKIPAN Edvard Joensen Vágar: Talvan í automatini við Vágatunnilin er ov tor- skild, halda fólk, sum koyra gjøgnum tunnilin. Leiðslan fyri tunillin hevur gjørt av at upplýsa betri um, hvssu automatin skal brúkast. Vit mugu gera eina kunn- ingartalvu, sum sera greitt vísir, hvussu fólk skulu bera seg at við at brúka automatina, sigur Renhold Iskaksen, á skrivstovuni hjá Vágatunlinum. Líkt er til, at talvan, sum er, er ov tor- skild, og ikki nóg logisk uppsett, soleiðis at fólk kunnu fylgja eini saman- hangandi gongd, tá tey gjalda, sigur hann. Tað tyk- ist ov fløkjasligt hjá fólki at skula reika runt á talvuni at finna ymsu knøttarnar. Teir áttu at staðið í nátúrligari raðfylgju, heldur hann. Tað skal nú bøtast um við at gera eina snøgga og greiða vegleiðing, sum øll skilja. Bæði føroyingar og útlendingar. Fyrr enn tað er gjørt, verður støðin helst ikki latin ómannað, heldur Reinhold Isaksen. Í aðrar mátar riggar gjaldsskipanin nú eftir ætl- an. Okkurt hendinga óhapp hevur verið, men tað kemst mest av umstøðum uttan- eftir. So sum streymsliti og slíkum, sum ikki ber til at verja seg fyri. Endalig góðkenning av tunlinum er vist rættiliga nær nú, heldur Reinhold Isaksen. Seinastu kanning- arnar verða nú gjørdar. Men arbeiðið við at tryggja loftið og síkt inni í tunlin- um er liðugt, og opið er allar sólarringin. Ferðslan er framvegis nógv gjøgnum tunnilin. Eitt sindur minni enn hon var í juli. Men tað er ikki annað enn væntandi var. Tó koyra út móti teimum túsund bil- unum gjøgnum tunnilin dagliga. Leiðslan á Hotel Vágum hevur stórar framtíðarætlanir. Bæði í næstu framtíð og eisini longri fram. Útbygging er á skránni FERÐAVINNA Edvard Joensen Vágar: Tey arbeiða við fleiri ætlanum í senn á Hotel Vágum. Bæði út- bygging av sjálvum hotell- inum. Umbygging av plast- virkinum niðan fyri hotell- ið. Og sjálvandi skránni fyri komandi vetur. Arbeitt verður við út- byggingarætlanum á Hotel Vágum, upplýsir Kári Hentze, leiðari á hotellin- um. Hann sigur, at søkt er um at sleppa at byggja upp í hotellið niðan móti veg- num. Biðið varð um loyvi at byggja tvær hæddir. Men tað endar nokk við einari, sigur hann. Talan verður um vanlig hotelrúm. Síðan er ætlnain at broyta nakað í niðaru hædd á ver- andi bygningi. Tað er so, sigur Kári Hentze, at veitsluhølini eru í trengra lagi, og ætlanin er at víðka tey í niðaru hæddi. Tað ger so aftur, at tey gistingar- rúmini, sum har eru, mugu burtur. Tey fáast so aftur við at byggja upp í hotellið niðaneftir, sigur hann. Tosað hevur fyrr verið um at innrætta plastvirkið niðan fyri hotellið til hotel- rúm, skeiðshøli og ráð- stevnuhøli. Seinnu tíðina hevur ikki so nógv verið at hoyrt um tær ætlaninar. Men Kári Hentze sigur, at arbeitt verður framvegis við yms- um ætlanum fyri tað húsið. Akkurát hvat tað verður til, vi hann ikki siga beint nú. Vetrarskráin hjá Hotel Vágum byrjar leygardagin 11. oktober. Tá verður tann fyrsta av teimum sonevndu oktoberveitslunum, sum hotellið fer at skipa fyri. Somuleiðis verða tiltøkini í november og januar nevnd við mánaðarnavninum og eini veitslu afturút. Ætlanin er at hava slík tiltøk annaðhvørt leygar- kvøld í vetur, sigur Kári Hentze. Tað verður skipað soleiðis »a la carte« við dansi aftaná. Dansurin verður almennur. Tann 25. oktober verður afturvendandi tiltakið við vínsmakking, ella vín- skeiði, sum Kári Hentze nevnir tað, aftur á skránni. Tað varð fullteknað beinan- veg, lýst varð við tí. December fer allur, sum hann er, at kalla til jóla- borðhaldini. Fleiri fyri- spurningar eu longu komn- ir, so har fer nokk at vera fult eisini, letur leiðarin at. Út á várið veðra aftur út- ferðir gjørdar ymsastaðni í oynni. Og helst verður okk- urt spilturnýtt tiltak á skránni næstu ferð, lokkar Kári Hentze við. Eitt nú fjallaklintring saman við Vága Bjargingarfelag. Hóast summarið júst er farið, er klárt aftur til næsta summar. Tey væl umtóktu føroysku kvøldini verða afur, sigur Kári Hentze. Um undirtøkuna hjá hotellinum sigur hann, at september hevur hilnast væl. Eitt sindur tunt sær enn út fyri oktober enn, men hannn uggar seg við, at vit skriva framvegis sep- tember í álmanakkanum. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Clara A. S. Nielsen Vestmanna andaðist á Landssjúkrahúsinum týskvøldið 23. september, 76 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni í Tórshavn leygardagin 27. sept. kl. 14.00. Familjunnar vegna Agnar Hotel Vágar spennir seg út Gera talvuna greiðari Talvan á automatini við Vágatunnilin er ov ógreið, halda tey, sum umsita. Tí skal ein nágreinilig vegleiðing gerast, sum øll duga at lesa Mynd: Edvard Joensen Ætlanir eru um at byggja upp í Hotel Vágar. Arbeitt verður eisini framvegis við ætlanum um at gera nýtslu av plastvirkinum - hvíta bygnininum - niðan fyri hotellið Mynd: Edvard Joensen Sambandsflokkurin umhugsar í løtuni um hann skal taka seg úr grundlógarnevndini. Javnaðarflokkurin sigur, at fæst ongin semja um tjóðskapar- liga spurningin, fer hann eisini at um- hugsa støðu sína í nevndini GRUNDLÓGAR- NEVNDIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vandi er nú fyri, at grund- lógarnevndin heilt verður amputerað. Báðir andstøðuflokkar- nir, sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin eru farn- ir at umhugsa sína støðu í nevndini og um teir skulu taka seg úr nevndini ella ikki. Tað eru nøkur orð hjá Løgmanni, sum hevur fing- ið teir báðar andstøðu- flokkarnar at taka seg úr nevndini. Í løgtinginum seinasta mikudag, bað Henrik Old, løgmann siga sína hugsan um, at einstakir flokkar í tinginum vórðu tvingaðir til at sita í grundlógarnevndin, hóast teir ikki tóku undir við at nevndin varð sett yvirhøvur. Tað, hann sipaði til, var, at Løgtingið hevði samtykt at seta grundlógarnevndina við trimum umboðum úr hvørjum flokki á tingi, sum hava minst fýra tinglimir. Av tí, at talan er um eina løgtingssamtykt, føla eisini flokkar, sum eru ímóti nevndini, at teir hava skyldu til at vera við í ar- beiðnum. Óvæntað svar Svarið frá Anfinni Kalls- berg kom púra óvart á ting- fólk. Løgmaður segði, at ongin varð tvingaður at sita í grundlógarnevndini. Ongin kundi tvingað tinglimir til nakað sum helst, tí sambært stýrisskipanini, eru ting- limir bara bundnir at teirra sannføring. Arbeiðið í grundlógar- nevndini er sostatt meiri eitt eitt tilboð enn ein skylda. Men stríðir tað ímóti sannføringini hjá ein- støkum tinglimum at vera við í grundlógarnevndnini, kunnu teir lata vera, segði Løgmaður. – Eftir hesum verða flokkar, ið ikki atkvøddu fyri at gera nýggja grund- lóg, heldur ikki tvingaðir at vera við í grundlógarar- beiðnum, segði løgmaður Umhugsa støðuna Hetta svarið frá løgmanni hevur fingið bæði sam- bandsflokkin og javnaðar- flokkin at umhugsa sína støðu í nevndini. Sambandsflokkurin situr í hesum døgum og um- hugsar, um hann rætt og slætt skal taka seg úr nevndini. Flokkurin er ikki liðugur at viðgera málið og tí veit Lisbeth Petersen, floksfor- maður, ikki, hvat úrslitið verður. Hon sigur, at sambands- flokkurin fer aldrin at at- kvøða fyri eini føroyskari grundlóg. – Av tí, at løgtingið hevur samtykt at seta nevndina, hava vit følt tað sum okkara skyldu at vera við í arbeið- num, hóast vit eru ímóti tí, sigur hon. Hon sigur, at tí hevur sambandsflokkurin verið við í grundlógararbeiðnum. Hon vísir eisini á, at sumt av tí, sum er avrikað í nevndini kann brúkast í eini nýggjari stýrisskipanarlóg og tað heldur hon vera skilagott arbeiði. Men sjálvum grundlóg- ararbeiðnum, er flokkurin ímóti. – Vit skulu ikki hava eina føroyska grundlóg, tí vit hava eina grundlóg fyri alt ríkið og vit ætla okkum ikki úr ríkinum, hóast vit fáa sjálvberandi búskap. – Og nú løgmaður sigur, at ongin kann tvingast at vera við í arbeiðnum, fara vit at umhugsa støðuna av nýggjum, sigur Lisbeth Petersen. – Er tað ikki betur at vera við í arbeiðnum og royna at ávirka tað, heldur enn at seta seg sjálvan uttanfyri? – Tað er tað, vit hava gjørt higartil. Men nú Løg- maður hevur gjørt støðuna greiða, at tað bara er okkara sannføring, vit skulu halda okkum til, umhugsa vit støðuna at nýggjum, sigur Lisbeth Petersen. Tjóðskaparligi spurn- ingurin avgerandi Eisini javnaðarflokkurin umhugsar støðuna. Jóannes Eidesgaard, for- maður floksins, sigur, at fyri javnaðarflokkin er tað umráðandi at fáa at vita, um ein semja kann fáast um tann tjóðskaparliga spurn- ingin. – Letur tað seg ikki gera, kunnu umboðini fyri javn- aðarflokkinum koma til ta niðurstøðu, at so vilja tey heldur ikki vera við í grundlógararbeiðnum yvir- høvur. Tí heitir Jóannes Eides- gaard á løgmann um at virka fyri, at spurningin um tjóðskaparligu støðu okk- ara verður tikin upp til við- gerðar beinanvegin fyri at fáa tann spurningin av- greiddan. Hann heldur, at er vilji til staðar, eigur tað at bera til at finna eina orðing um tjóðskaparligu støðuna, sum allir partar kunnu semjast um. – Men ein treyt fyri tí er sjálvsagt, at ikki onkur flokkur longu hevur sett sær fyri at brúka hetta sum eina politiska yvirlýsing at banka í høvdið á hinum flokkunum í einum kom- andi valstríði, sigur Jóann- es Eidesgaard við týðiligari tilvísing til tjóðveldisflokk- in. Umhugsa at taka seg úr grundlógarnevndini Sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin hava følt seg tvingaðar at vera í grundlógarnevndini. Men nú sigur løgmaður, at tey, sum ikki vilja vera við í arbeiðnum, kunnu bara fara og tað hevur fingið báaðar andstøðuflokkarnar at umhugsa sína støðu, sigur teir báðir floksformenninir, Lisbeth Petersen og Jóannes Eidesgaard C M Y K 3 2 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Prísur fyri hvønn úr kr. 600,-