fríggjadagur 26. september 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 182 - 26. september 2003
Nr. 182 - 26. september 2003
5
Mikudagin læt Før-
oya Astma /Allergi-
felag allergi-testaðar
bamsir til barnadeild-
ina á Landssjúkrahús-
inum. Bamsirnar, ið
hava fingið navnið
Asbjørn, verða lætnir
í samstarvi við
danska Astma-Allergi
Furbundet
BAMSIR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
"Asbjørn projektet" byrjaði,
tá danska Astma-Allergi
Furbundet læt bamsir til
Roskilde Sygehus 27. mai í
ár. Endamálið við hesi verk-
ætlan er at geva børnum,
sum eru innløgd á donskum
og føroyskum sjúkrahúsum
eina bamsu, ið tey kunnu
føla seg trygg við og sum er
allergi-testað. Navnið As-
bjørn er sett saman av orð-
unum astma og bjørn.
Saman við bamsunum er
eitt kort við upplýsingum til
foreldrini, um hvussu tey
kunnu ansa eftir við húsdjór-
um, mati og hvussu tey ann-
ars kunnu innrætta seg so-
leiðis, at ovurviðkvom børn
ávirkast minst møguligt.
Mikudagin kom formað-
urin í Føroya Astma/All-
ergifelag, Evy Danielsen í
Miðvági, saman við døtrum
sínum út á Landssjúkra-
húsið við Asbjørn-bamsum
til børnini sum vóru inn-
løgd á barnadeildini har.
Nógv av børnunum sum
liggja á barnadeildini hava
astma ella allergi trupul-
leikar.
Virkir og privatpersónar
hava møguleika at stuðla
verkætlanini við at keypa
bamsir. Formaðurin í Fø-
roya Astma/Allergifelag,
Evy Danielsen, sigur, at
vónandi fær felagið stuðul,
soleiðis at tey eisini kunnu
læta bamsir til hini sjúkra-
húsini í Føroyum. Áhugaði
kunnu ringja til formannin
á telefon 265321.
Asbjørn-bamsir til barnadeildinina
Mikudagin fingu tey á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum Asbjørn-bamsir, f.v. Esther
Djurhuus pedagogur á barnadeildini, Evy Danielsen, formaður í Føroya Astma /Allergifelag,
Tove Thomsen, deildarsjúkrasystir á barnadeildini og átta ára gamla Jónhild Danielsen, sum
handaði bamsurnar til barnadeildina
Asbjørn-bamsir. Saman við
bamsunum er eitt kort við
upplýsingum til foreldrini,
um hvussu tey kunnu ansa
eftir børnum, sum eru
ovurviðkvom
Klárt at
byggja
í 2005
Á Grækarismessu
2005 sleppa fólk
loksins at byggja í
Hoyvíkshaganum,
upplýsir Mikael
Viderø, býararki-
tektur. Bíðilistin
eftir grundstykkj-
um er kortini
framvegis stórur í
høvuðsstaðnum
ÚTSTYKKING
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
12. mars 2005 er settur
til at vera dagurin, tá
samtakið J.K. Petersen
og Byggitek skal vera av
Hoyvíkshaganum. Hó-
ast tað helst verður so-
leiðis, at partar av hoy-
víkshaganum eru lidnir
og klárir at byggja innan
ta tíð, so sleppur eingin
at byggja fyrr enn tá,
sigur Mikael Viderø,
býararkitektur.
Talan er um góð 170
grundstykki, sum standa
byggibúgvin
í
mars
2005. Sum er, eru øll
grundstykkini á 400 og
500 fermetrar seld. Bara
einstøk eru eftir av teim-
um, sum eru 300 fer-
metrar.
Í upprunaligu ætlanini
var eisini meiningin at
byggja randarhús ovast í
Hoyvíkshaganum, men
tann útbyggingin er fyri-
bils sett í bíðistøðu, tí so
lítil áhugi var fyri henni.
Nú hevur Byggi- og bý-
arskipanarnevndin sett
eina projektering av jørð
og betongarbeiðnum av
randarhúsunum í gongd,
og umhugsað verður,
hvussu arbeiðið skal
bjóðast út.
Útstykkingin í Hoy-
víkshaganum
hevur
minkað nakað um eftir-
spurningin eftir grund-
stykkjum í Havn, men
trýstið er framvegis
stórt. Í løtuni eru umleið
975 fólk á bíðilistanum,
verður upplýst á Snar-
skivuni. Fyri at avmarka
tilflytingina til Havnar
nakað, eru nýggjar regl-
ur gjørdar. Tú skalt vera
havnarborgari, og tú
skalt ikki eiga ogn í
høvuðsstaðnum framm-
anundan fyri at vera
uppskrivaður.
Býráðið arbeiðir alla
tíðina við eini heildar-
ætlan fyri útbygging,
sigur Mikael Viderø, og
helst verða framtíðar út-
stykkingar
eisini
í
Hoyvík.
Grannar til stóru út-
stykkingina í Hoy-
víkshaganum hava
meldað byggiharran
til løgregluna, tí
sprongt verður so
ógvusliga. Men teir,
sum hava eftirlit við
byggingini, vissa um,
at alt fer forsvarliga
fram, og einki er at
óttast
SPREINGING
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tað er sum við frontin í
Hoyvíkshaganum fyri tíð-
ina. Sprongt verður, so tað
syngur eftirí, nú Býráðið ger
útstykking til eini 170 hús.
Tað hevur fingið grann-
arnar at støkka uppfrá. Teir
eru bangnir og óttast fyri, at
skaði hendir, um ikki okk-
urt verður gjørt at sissa
spreingigleðina. Illgruni er
um, at spreingimeistarin
ikki verjir við máttum, sum
hann eigur.
– Tað er ógvusligt. Larm-
urin er øgiligur, húsini rist-
ast og vit síggja grótið regna
niður. Enn er eingin skaði
hendir, men tað tykir mær
nógv ógvusligari, enn tað
nýtist at vera. Tað sær út til,
at teir leggja ikki omaná,
sum teir skulu, sigur ein av
nærmastu grannunum, sum
býr inni á Gøtu, har spreing-
ingarnar nú eru í nánd.
Løgreglan átalar
Løgreglan váttar, at hon
hevur fingið fleiri fráboð-
anir um, at grannarnir
kenna seg ikki tryggar og
hava illgruna um, at alt fer
ikki rætt fram.
– Grannarnir kæra seg
um, at sprongt verður so
harðliga, at tey eru bangin
fyri, at okkurt kann henda.
Vit hava átalað hetta hjá
býráðnum, sum er byggi-
harri, men annars síggi eg
einki í døgnrapportini um,
at vit hava gjørt meira við
málið, sigur vakthavandi á
Politistøðini í Havn.
Tá vit tosaðu við Býráðið
í gjár, kendu tey enn onki til
nakra átalu frá løgregluni,
men vístu til byggiplássið
og Verkfrøðingastovuna,
sum hevur yvirskipaða eft-
irlitið við byggiarbeiðnum.
Alt eftir forskrift
Palle Henriksen, verkfrøð-
ingur, hevur ábyrgdina av
byggiplássinum.
Hann
vissar um, at alt er, sum tað
eigur at vera.
– Alt verður gjørt eftir
forskriftunum, og alt gong-
ur trygt fyri seg. Her verður
ikki slakað við nøkrum. Tú
veitst ikki altíð, hvussu
skotini fara, og tí kann
henda, at okkurt stórt kem-
ur upp í millum mátturnar,
sigur Palle Henriksen, sum
staðfestir, at tað verður vart
fyri, áðrenn skotið verður.
Hinvegin skilir hann væl,
at fólk kenna seg ótrygg, tí
tað er ein ógvuslig hending,
tá sprongt verður fyri einari
so stórari útstykking. Men
onki er at óttast.
– Hetta er ein stór út-
stykking, tíðin er knøpp, og
tí eru stór buldur at hoyra
viðhvørt. Men vit eru
hampiliga langt frá húsum,
og vit taka ikki óráð fyri,
sigur Palle Henriksen.
Boðskapurin er tann sami
frá Verkfrøðingastovuni,
sum hevur yvirskipaða
eftirlitið fyri býráðið. Hóast
teir ikki eru barnagentur,
sum sita yvir hvørjari
spreinging, so er teirra
fatan, at tað er forsvarligt í
Hoyvíkshaganum.
Buldur og brak í Hoyvík
Ógvusligt ljóðar tað, tá sprongt verður í Hoyvík. So ógvusligt, at grannar hava klagað
Stóru maskinurnar hjá J.K.
Petersen og Byggitek í Hoy-
víkshaganum. Á Grækaris-
messu 2005 verður klárt at
byggja
Mynd: Jens Kristian
C
M
Y
K
5
4