Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 182 - 26. september 2003 Nr. 182 - 26. september 2003 7 Seinastu leygarnátt fingu sjey ung lívið sum gávu enn eina- ferð. Tey komu øll so at siga óskødd frá einum álvarsomum ferðsluóhappi á Vatnarvegnum í Vág- oynni. Í samrøðu við Sosialin greiða fimm av teimum sjey, frá, hvussu teir hava tað eftir ein tílíkan skelk SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Leirvík: Dúgvan leggur at í Leirvík. Sum vanligt heilt fitt av fólki á keiini. Ein silvurgráur Skoda er bil- urin, sum leitað verður eft- ir. Hann verður skjótt funn- in, og í honum situr Erla Tróndheim. Ein takksom og hjartansfegin mamma, sum fekk 18 ára gamla son sín, Fróða, heimaftur av sjúkrahúsinum týskvøldið, har hann hevði ligið til eftirlit eftir álvarsamt ferðsluóhapp. Hann fekk nakrar løstir í høvdið, men onki álvarsamt kortini. – Eg havi sagt tað við teir allar, at nú hava teir fingið ein møguleika afturat, sum teir ongantíð fáa aftur. So má ein bara vóna, at teir læra av hesum, sigur hon. Hon er sera sinnisrørd av hesi skelkandi hending, sum tað sama kundi havt kravt lívið hjá Fróða og hinum seks í bilinum. Eitt skýggj av tubbaks- royki tekur í móti okkum, tá vit koma inn. Ein smá- drongur stendur í gongini, og hann er sera forvitin at síggja, hvør er komin á gátt. Inni í stovuni sita seks ungir mans. Teir sita og roykja, meðan teir hyggja eftir Big Brother, men sløkkja tó sjónvarpið, tá prátið byrjar. Teir seks eru allir vin- menn, og bert tann eini av teimum var ikki við í bilin- um hesa náttina. Biltúr 18 ára gamli Fróði Trónd- heim koyrdi bilin. Ein Honda Civic, sum mamma hansara júst hevði keypt millum annað til hansara at lána. Fróði hevði bert havt koyrikortið í eina viku, tá óhappið hendi, og hann er týðuliga skelkaður enn av hendingini. Skuldarkenslan lýsir eisini úr eygunum á honum. Hann er sera álvar- samur, meðan hann greiðir frá óhappinum, sum kundi havt kostað honum og fleiri við lívið. Hann sigur, at hann og hinir fýra, Jóan Petur, Hjalti, Christian og John Reid, vóru farnir ein biltúr hetta fríggjakvøldið. Hinir høvdu smakkað sær á, men tað hevði Fróði ikki. Hann var so glaður fyri, at hann hevði fingið koyrikort, at hann fegin traðkaði til sum privatsjafførur fyri hinar. Teir gjørdu av at koyra vestur í Vágarnar. Tá teir vóru komnir hagar, komu tvær ungar gentur við teim- um biltúr eina løtu. Og tað var á vegnum aftur til Sør- vágs við teimum, at ó- happið hendi. Fróði greiðir frá, at tann eini fór út úr bilinum at fáa sær fríska luft. Tað gekk ein løta, so fingu teir hann í aftur bilin, og eftir tað minnist Fróði onki. Hann fekk smáskaðar í høvdið, og tað er helst or- søkin til, at hann ikki minn- ist. Men hann væntar tó sjálvur, at tað fer at koma aftur. Okkurt av tí í øllum førum. Jóan Petur greiðir frá, at hann hevði verið uttan fyri bilin, og hann minnist, at hann setti seg í aftur, tók trygdarbeltið, men hann veit ikki, um tað eydnaðist honum at fáa trygdarbeltið spent, tí beint tá róptu hini á Fróða, og so var bilurin farin av vegnum. Fingu ein møguleika afturat Hetta er mynd av økslini hjá Fróða, sum fekk ein ordans smeit av óhappinum Mynd: Erla Tróndheim – Tað fyrsta eg hugsaði, tá eg kom til mín, var um hini øll vóru á lívi. Eg spurdi ein portør, men hann visti onki at siga mær. So túrurin til Landssjúkrahúsið var ræðuligur. Eg hugsaði ikki um annað. Eg hevði jú sæð bilin, og tað sá ikki gott út, sigur Fróði Tróndheim, sum er takksamur fyri, at onki meira álvarsamt hendi hesa náttina Mynd: Jens Kristian Vang Tað fyrsta sum Fróði visti aftur til sín var, tá hann varð koyrdur í sjúkrabilin. Hinir siga, at hann stóð á vegnum, tá teir komu úr bilinum. Blóðið rann í stríðum streymum úr høvd- inum á honum, men hann stóð uppi. Sjálvur minnist hann onki til hetta. – Tað fyrsta eg hugsaði, tá eg kom til mín, var um hini øll vóru á lívi. Eg spurdi ein portør, men hann visti onki at siga mær. So túrurin til Landssjúkra- húsið var ræðuligur. Eg hugsaði ikki um annað. Eg hevði jú sæð bilin, og tað sá ikki gott út, sigur Fróði, sum er sera takksamur fyri, at ikki nakað meiri álvar- samt hendi hesa náttina. Hava lært Teir eru allir fimm samdir um, at hetta verður teimum ein lærupengi fyri lívið. Christian og Hjalti eru 17 ára gamlir, og teir kunnu fáa koyrikort um stutta tíð. Hjalti sigur tó, at hann er vorðin forskrektur, so hann veit ikki, um hann fer í gongd við at taka koyri- kortið beinanvegin. – Eg havi í øllum førum lært av hesum. Ein má hava virðing fyri sínum lívi og at koyra bil, sigur hann. Christian sigur, at ein fram- yvir fer at ansa sær betur í ferðsluni. Hinir báðir, John Reid og Jóan Petur siga tað sama. Teir eru 16 ár, so hjá teim- um liggur koyrikortið held- ur longri frammi í tíðini. – Vit fara so ikki í bil aftur uttan trygdarbelti, siga allir fimm við ein munn. – Hygg at bilinum. Hatta er nakað at læra av, sigur John Reid. Fróði hevur ikki koyrt bil aftur. Hann fær ikki, tí hann sær ikki so væl allarvegir enn, og hann fær heldur ikki vent sær, sum hann vil, orsakað av løstunum. Hann sigur, at hann torir illa at seta seg handan rattið aftur, men hann vil fegin, tí ann- ars kann tað vera, at hann ongantíð koyrir aftur. Øll ganga Klokkan var knapt eitt, tá óhappið hendi. John Reid, sum varð slongdur úr bilin- um, var so mikið róligur og fattur, at hann ringdi og boðaði frá óhappinum. Hann ringdi fyrst á alarm- sentralin og síðani heim til mammu sína. Hann sigur, at tað komu fólk á staðið beinanvegin, so har var hjálp at heinta. Men tað var ikki so al- neyðugt, tí øll gingu ella klintraðu úr bilinum, sum lá í eini grøv beint við eitt stað, sum verður kallað Gjógvin við Líð. Jóan Petur var tó liggjandi í bilinum, og hini tordu ikki at flyta hann, áðrenn hjálpin kom, tí hann rópti um hjálp, og tey vistu ikki, um hann hevði brotið nakað. Tá foreldrini fingu boð- ini um óhappið, varð teim- um sagt, hvat var hent, og at øll høvdu gingið úr bilin- um. Og á tann hátt var tað ikki so torført hjá teimum, meðan tey koyrdu til Landssjúkrahúsið. Fróði, bilførarin, hevði fingið løstir í høvdið, men tað var tíbetur ikki so álvar- samt, men hann mátti liggja á sjúkrahúsinum í nakrar dagar. John Reid beklaði fótliðirnar, og Jóan Petur fekk okkurt smávegis skursl á andlit og hendur- nar, men annars komu øll hini so at siga óskalað frá óhappinum. Og tað er nak- að, sum verður skýrt eitt satt undur av øllum. – Nakað eymir ymsa- staðni í kroppinum, tað hava vit verið, men tað gongur skjótt yvir, siga teir. Teir fimm eru allir á ein- um máli um, at teir hava fingið ein møguleika aftur- at. – Tá eg sá bilin, gekk tað upp fyri mær, júst hvussu heppin vit øll vóru, sigur John Reid álvarsamur á málinum, og hinir nikka allir samtykkjandi. – Øll hava eisini sagt okkum, hvussu heppin vit eru, og moralprædiku hava vit allir fingið, sigur Jóan Petur. Og onkur leggur afturat, at tað høvdu teir eisini fingið áðrenn óhapp- ið. Vit liva Tað er torført hjá teimum at greiða frá júst, hvat hendi. Teir minnast ikki so væl til allar smálutirnar. Tá tosið um trygdarbeltið kemur fram, siga teir, at tveir sótu í øllum førum í trygdarbelt- ið. John Reid sigur, at ein sat undir sær, og hann sat so ikki í trygdarbeltið og varð tískil slongdur úr bilinum, men hann kom sera væl frá tí. Teir hava ikki verið til avhoyringar hjá løgregluni enn, men teir hava fingið boð um, at teir skulu til løg- reglustøðina í Runavík at greiða frá óhappinum. Teir siga eisini allir, at søgurnar, sum hava gingið um óhappið hava verið sera nógvar og sera yvirdrivnar. – Eg hoyrdi, at eg skuldi sita í koyristóli, sigur John Reid og greiðir frá onkrum øðrum dømi uppá, at fólk hava lagt dekan ov nógv afturat í teirri frágreiðing um óhappið. – Bilurin fór illa, vit hava havt ilt, og vit hava somu- leiðis fingið ein lærupenga. Men vit eru á lívi. Tað er tað týdningarmiklasta, siga teir fimm, Fróði, Jóan Petur, John Reid, Christian og Hjalti. Hóast tað ikki sást upp á kroppin hjá fýra av teimum fimm, at teir fyri eini viku síðani vóru í einum ferðslu- óhappið, sum kundi havt verið avbera álvarsamt, so merkist tað á teimum. Teir eru nakað rastleysir, og eyguni flakka, meðan teir greiða frá. Tá samrøðan er liðug, kemur Erla við kaffi, te og kakum. Hon og mamma John Reid eru báðar í stov- uni, og prátið gongur fram- vegis um óhappið, og hvussu heppin tey vóru. Jóan Petur greiðir frá, at hetta var fyrstu ferð, at hann var í undirsjóvar- tunlinum. So hann fer altíð minnast til tað. – Ja, og hann slapp so frítt báðar vegir, sigur John Reid skemtandi, og láturin kemur varisliga fram. Teir eru greiðir yvir álvarsemi í hesum, men kortini hava teir unga og glaða lagið í sær enn. Og teir hava eisini alla orsøk til at vera glaðir. Teir hava jú fingið ein møguleika afturat. Bilurin, ein Honda Civic, fór sera illa, og tá ein sær hann, er tað ófatuligt, at sjey ung komu so at siga óskalað frá óhappinum Mynd: Sonni Jacobsen Christian og Hjalti eru 17 ára gamlir. Teir kunnu sostatt fáa koyrikort um stutta tíð, men skrekkurin frá óhappinum situr í teimum Mynd: Jens K. Vang C M Y K 7 6